Elsebeth Dahl -  dóttir Binu á Skipinum (Jacobina A. Dahl, f. Djurhuus, 1926) -  hevur eitt fult skrivihefti, sum mamma hennara hevur skrivað í landalæru, meðan hon gekk í skúla hjá Kallsoy. Bina er dóttir Elspu í Stólpa, f. 1899 og Hans á Skipinum, f. 1905. Á permuni stendur, at Bina er 11 ár, so heftið er skrivað í 1937. Hetta er eitt sera áhugavert hefti, sum eisini viðger mangt og hvat áhugavert og bygdasligt, sum er nútíðarmenniskjanum púra fremmant og óviðkomandi. Bina hevur eina flotta hondskrift, og tekningarnar eru eisini fínar. Eg havi spurt onkrar javnaldrar hjá Binu, um tey eiga eina sovorðna bók - ella um tey minnast nakað til hetta. Jú, nøkur minnast hetta væl, men ikki eri eg komin fram á nakran annan, ið eigur eina slíka bók. Anna, f. Sivertsen (1925) í Fornanum, sum býr í Vestmanna og er eitt ár eldri enn Bina, minnist væl landalærutímarnar hjá Kallsoy, og at tey skrivaðu og teknaðu alt møguligt: bygdina, fuglar, fiskar og nógv annað. Anna fortaldi fyri mær, at Bina á Skipinum og Poula, f. Joensen (1926) hjá Onnu Malenu sótu saman í skúlanum. Tær vóru bestu vinkonur og spældu eisini altíð saman aftan á skúlatíð.

Hetta avritið, ið eg havi fingið frá Elsebeth, er heldur kámt í støðum, men við einum góðum vilja er tað mesta lesandi. Føroyar vera sera gjølla viðgjørdar. Allar bygdir vera nevndar við stuttum og - fyri nútíðina - eisini stuttligum viðmerkingum. Vit kunnu lesa um sýslurnar, fólkatal, stjórnarskipan, skúlaskipan, vegir, vitar, telefonlinjur, neyt og seyð, skipatal, toskaveiðu, grindavágir (ikki hvalvágir, ið nú verður sagt) o.m.a. Sjálvandi fær heimbygdin nakrar neyvari og drúgvari viðgerð. Her kanst tú hoyra sagnir, lesa um kirkjuna, bjargaferð og síggja kort av bygdini. Parturin, ið nevnist "Jørðin við Gjógv", er nakað fyri seg. Her sæst millum annað, at Gortra er størsti eigari í bygdini við 16 gyllum - stavnin framman fyri Rætt og Jógvansstovu við ávikavist 15 og 14 gyllum. Okkum menniskjum so líkt, so var eg spentur at vita, hvussu nógva jørð VIT áttu. Skuffandi úrslit, tí niðast á listanum, millum aðrar fæloysingar, stendur: Karl Jacob - 0 gyllin!!!

Skúlin og samfelagið eru ómetaliga nógv broytt,síðani hesir landalærutímarnir rungaðu í skúlanum hjá Kallsoy í 1930unum, og so mikið størri fongur er tað at kunna líta aftur um bak við hesi bókini á telduskíggjanum. Gev tær stundir at kaga í hana, tí uttan iva dettur tú niður á eitthvørt, ið hevur tín áhuga.

Kategori: Ikki-bólkað

Áin hevði alt at siga fyri bygdina fyrr. Vatnvánirnar í húsunum vóru so vánaligar, at áin var álitið. Øll klæðini blivu skolað í ánni, og so fingust tey við fisk og grind og vembur – og eingin hugsaði um ella tosaði um, at áin var skitin, men nú skal alt vera so reint, at eingin brúkar ánna til slíkt longur. Skitin má hon hava verið – bygdin var full av opnum  køstum, og rennurnar fór beint í ánna – tað er ikki meir at siga um tað. Eg veit einki navn uttan Stórá um ánna, sum rennur í gjøgnum bygdina. Eg havi sæð navnið Dalá á onkrum korti, men tað er ikki eitt navn, ið er brúkt millum gjáarfólk.  Tann niðasti hylurin í ánni eitur Niðasti Hylur.

IMG 41321

Tá ið tað var kyrt, og tað fløddi niðan í hylin, tá plagdu vit at fáa eyrriður har summarkvøldini. Tær komu niðan í tann lítla fossin, ið er har, og so kundu vit taka tær við glúpi. Í krókinum – har áin rennur norðurvið – har var eitt pláss, ið Fjørubátarnir plagdu at lata sær vatn upp í kaggarnar, og tá ið teir komu aftur av útróðri løgdu teir seg á knæ har at fáa sær ein vatnsopa. Teir niðastu løgarsteinarnir tvørtur um Grunnisakrógv lógu júst har niðri, so man leyp tvørtur um tað plássið, ið teir plagdu at fáa sær vatn úr.  Har var so gott at koma um ánna, men nú er alt broytt har, tí tá ið vegurin kom í 1959, og gravkúgv var í bygdini, so var hildið, at klókast var at fáa hana  at rudda ánna, tí hon var so ring at halda rein.  Gravkúgvin var eisini her niðri í ánni, men eg haldi ikki, at tað var nakar bati. Nú er verri at koma um ánna á Grunnisakrógv. Eg kann ikki peika á nakað ávíst stað og siga, at har er Grunnisakrógv. Økið frá ruskplássinum og yvir um ánna verður kallað Grunnisakrógv. ”Hann fór um ánna niðri á Grunnisakrógv”, kundi vera tikið til. Tað var vanligt fyrr at tveita alt møguligt burturkast í ánna, og tað nógva endaði her niðri. Eg havi hugsað tankan, at kanska hava teir avhøvdað fisk í fjøruni og so laðað grót rundan um høvdini – sum kráir – og at navnið hevur okkurt við tað at gera. Hetta plássið, beint niðri undir ruskplássinum, kalla vit Niðri í Sandsgarði. Her er eisini nógv broytt – her var ein hampuligur hylur, og brimið legði nógvan sand niðan her, og navnið man hava okkurt við tað at gera. Sandurin var grovur, og lítil dugur var í honum, so hann var mest brúktur sum neyðhjálp, tá ið eingin annar sandur var við hondina. Nú eru vit á Hólmanum.

IMG 41291

 Áin rann fyrr fyri tað mesta norðan fyri Hólman, so tað var lítið meir enn ein  grøv her niðanvið sunnan fyri Hólman. Eingin – ella øll – áttu Hólman, men hann hoyrdi til Suðurhelvt, av tí at tað var bara ein lítil grøv sunnanfyri. Hetta  var geil, so neytini gingu oman og niðan her, og her var so mikið stórur sandur, at teir smíðaðu bátar her.  Geilin gekk omanvið norðan fyri gomlu Jákupsstovu, og tá ið hon kom oman til Jógvansstovuhjallin, fór hon niðurav har og niður í ánna – oman við bakkanum – oman í fjøruna – eystur undir bakkanum – eystur mót Garðará – niðan við Garðará – og so tvørtur um ánna við Smiðjutoft  - har Lena á Bø hevði  rabarbugarð – og so út í hagan har. So er tað Høvdafossurin, og hann man hava fingið navn av hasum høvdanum, ið stingur út úr har. Vit høvdu onkur nøvn her rundanum.  Undir sjálvur klettinum kalla vit undir Skørini. Har sóu vit sílini og eyrriðurnar liggja. Handari  - undir tí norðara bakkanum – er ein lítil kneysi við eini vík innanfyri. Tað kallaðu vit yviri í Víkini. Yvir av fossinum kemur Ovari Hylur, so kemur Ovasti Hylur – yvir av hoyggjhúsinum hjá Óla.  Tað plássið – har mann loypur um ánna – har gongur ein sloka niðurí – og tað róptu vit Slokan.  Áh, tær eyrriður, ið eru tiknar her niðri við glúpi, tá ið áarføri var um heystarnar.  Mann kundi t.d. síggja eina ella tvær, men so blivu tær burtur, og tá kundi mann fáa tær í Ovara Hyli ella í Ovasta Hyli. Uppi á fossinum – uppi á Høvdanum – har sum áin er smalst, var so grúiliga gott at leypa tvørturum um sumrarnar, har var einki hált, mosi báðumegin, so tað var púra vanligt at fara um ánna á Høvdanum, sum vit kallaðu tað. Tá ið vit í Nýggjustovu ella teir Niðri í Geil høvdu verið á útróðri, so plagdu vit at greipa fiskin og vaska hann í ánni. Har var ein so góður hylur á Høvdanum – og vit kallaðu tað at fara inn á Høvdan. Heiman fyri hetta lopið – á tí hægsta sunnan fyri ánna – var ein barkkulla,  sum var blivin einar 8 cm djúp. Har bardu tey bark við einum blágrýtissteini, áðrenn barkið fór í pottin. Hesa barkkulluna brúktu tey Niðri í Geil, Nýggjustova, Jákupsstova, Jógvansstova og kanska eisini tey Inni í Stovu.  Tann barkkullan sæst ikki, tí har er grót laðað, so áin, ið hevði so lætt við at koma upp á bakkan, ikki skuldi koma á hjallin Niðri í Geil. Her undir Jákupsstovu er Jákupsstovuáin, og hasin stóri steinurin í ánni eitur Steinurin í Jákupsstovuánni. Abbi (Jóhan í Nýggjustovu, f. 1858) hevði eisini eitt annað navn her. Hann kallaði tað inn í Guddá. Navnið kann vera komin av Guruni í Jógvansstovu (Guren Christine Knudsdatter , f. 1789). Handa hellan beint heiman fyri Jákupsstovuánna kallaðu vit Hellan í Jákupsstovuánni.  Hesir steinarnir, sum standa á rað her yvir um ánna, síggja næstan út til at vera lagdir. Tað verður sagt, at her bleiv farið um ánna, áðrenn nøkur brúgv kom. Tað lógu rekatrø eftir steinunum.  Undir Blásastovu verður kallað Blásastovuáin, og í helluni har eru eisini barkkullur, sum Blásastova, Sámalsstova og tey niðaru húsini norðanfyri brúktu. Tær kullurnar síggjast. Hasir kongarnir, sum síggjast yvir av Blásastovu, hava sína søgu. Teir settu fjalar ímóti hasum kongunum og veittu so vatnið úr Stórá í Myllánna, sum er norðan fyri hoyggjhúsini í Gortru og hjá Debusi. Tað vatnið brúktu teir til at dríva mylluna, ið stóð niðri í Tøðuni. Nokkso fitt av vatni rann har, tað eg minnist, tí tá ið tað var eldur í hoyggjhúsinum hjá Petur Juliusi, mannaðu vit okkum við spannum líka frá hoyggjhúsinum og oman í Myllánna og handaðu vatn úr einum hyli  har – og hylurin minkaði ikki, so mikið nógv rann tá. Ikki minnist eg nakað til mylluna í brúki, men eg minnist, at abbi hjálpti upp á hana. Hann gjørdi ein nýggjan myllustokk og kubbaði einar tjúgu sentimetrar av honum, sum eg slapp at brúka til stabba at sita á – eg hevði hann í køkinum.  Seinnu goymdu teir krút í mylluni, men ein dagin fór hon av vindi og endaði í ánni. Hesa helluna her kallaðu vit Grynkuna undir Brúnni. Eitt sindur frá tí sunnara bakkanum stóð ein steinur, hann var ikki lítil. Tað bar væl til at standa á honum, og hann róptu vit Kobbastein, men nú er hann burtur. Vit plagdu at byrgja ein góðan hyl har – byrgingin gekk yvir á Kobbastein og haðani yvir á Grynkuna. Undir brúnni lógu tveir stórir steinar, og fyrr var brúgv løgd yvirum eftir teimum steinunum, og tá rann áin eisini í tveimum her. Hendan nýggja brúgvin kom í 1939, og tá blivu steinarnir skotnir. Brúgvin er sera væl gjørd. Ein fuglfirðingur stóð fyri arbeiðinum, og hann búði á Tarafløtti. - Við tann sunnara bakkan var ein hylur, ið æt Kíkhylur. Flotini, sum teir brúktu til útróðrar – við línu – fingu teir úr hvalamagum.  Teir fingu sær kík, tá ið teir vóru í grind. Tá ið teir komu til hús við kíkinum, gróvu teir hann gjarna niður í køstin, og tá ið hann hevði ligið har eina ávísa, varð hann tikin upp.  Innan í maganum var eitt sovorðið skáld, og tað mátti rotast burtur, tí annars bleiv kíkurin ov tungur. Kíkurin bleiv so viðvendur, og skáldið skravað av.  Kíkurin bleiv so blástur – og gjarna var tað við einum seyðaleggi. Tað var eitt ótespiligt arbeiði at blása ein rotnan kík – og so skuldi bindast fyri. Tá ið kíkurin var uppblástur, varð hann hongdur upp at turka, og tá ið hann skuldi gerast til, varð hann koyrdur í ánna til at bloyta uppaftur.  Síðani fyltu teir hann við tjøru og gjørdu ein trætøpp við holi í, so hann altíð kundi blásast uppaftur. Kíkarnir plagdu at liggja bundnir í hesum hylinum, sum av tí sama æt fekk navnið Kíkhylur. Í hesum slætta steininum her norðan fyri Ánna er ein barkkulla, ið varð brúkt av nógvum húsum her norðanfyri, men eisini her er grót laðað, so hon er akkurát  undir. So koma vit til Grynkuna í Gortruánni. Tey í Ytru Gortru gingu heim undir Heiðriksstovuhjallinum og heim á hesa grynkuna, og tað plássið kallast Gortruáin, og hon  er mestsum beint undir Heimaru Gortru. Henda góða hylin uttan fyri grynkuna kallaðu vit Hylin í Gortruánni.  Hvat skal eg siga um Steinin í Gortruánni? Tað hava verið ymsar sagnir at hoyrt, men eg veit ikki, hvat eg skal siga. Er hann komin rullandi út gjøgnum Ánna og klípið komið at liggja so væl undir honum av óvart? Hann kann vera lagdur, og er hann tað – so er tað fyri áarlop, og tað er ikki ótrúligt. Eg minnist sum smádrongur, at Sofus Debus gekk her heiman fyri Steinin við mastur og breyt gler. Áin kundi standa og svølla her, og glerið hópaði seg upp líka niður á botn, so at ein stórur hylur gekk langt niðan. Brast glerið so undan, so fór alt hetta vatnið við nógvari ferð omaneftir. Sofus og Gortra áttu hoyggjhús har niðri, og um áin leyp, so kundi hon taka hoyggjhúsini við sær  - ella skaða tey. Tað kann væl vera, at steinurin er lagdur fyri at minka um skaða av áarlopi, og væl liggur hann. Tá ið áarførið er av tí allar grovasta, er hann undir í vatni. Á tí sunnara bakkanum – yvir av Steininum í Gortruánni – har sum grótveggur er laðaður – vóru eisini fleiri barkkullur. Tey Inni í Stovu áttu ein hjall, ið stóð so tætt  at ánni, at ringt var at ganga niðan fyri hann. Tey  plagdu at ganga fram her at berja bark – og so tey í Hoygarðinum og á Bø.  Húsini Inni í Stovu stóðu á tí núverandi vegnum undir húsunum hjá Juliusi í Hoygarðinum – har brekkan byrjar.  - So koma vit heim í Heiðriksstovuánna – her vóru løgarsteinar lagdir tvørturum, so har var lætt at leypa yvirum um summarið. Og so eru tað neytini – tað var púra vanligt, at tey vaðsaðu tvørturum her – og serliga tarvurin, tí tarvafjósið stóð her tætt  sunnan fyri Ánna. Hetta plássið, her neytini fóru tvørturum, kallaðu tey á Kvíggj. Tikið kundi vera ti, atneytini fóru um ánna á Kvíggj. Hesin fossurin heim av hoyggjhúsinum hjá Pæturi á Bø (er nú niðurtikið) eitur Innistovufossurin. Innistova og Gamli Hoygarður hava verið tey heimastu húsini tá, og helst hevur Innistova átt hesa jørðina heim við Ánni, og tí eitur fossurin Innistovufossurin. Yvir av Innistovufossinumfossin – við tann norðara  bakkan – er so Ólastovufossurin, og nú naærkast vit Ólastovuánni. Heim av Innistovufossinum var/er ein góð gongd tvørtur um Ánna. Her kanst tú leypa eftir berari hellu – eingir løgarsteinar. Á tí norðara bakkanum við  hetta lopið er Ólastovuáin.  So kemur Grynkan í Ólastovuánni, og ein fossur er beint heiman fyri hana, men eg veit einki am nakað navn á honum.  Har plagdu vit ofta at fara um sumrarnar, tí har var so nógvur mosi. Vit royttu mosan og bóru hann oman í hyljar á grynkuni, og skóleysir vóru vit, og so stóðu vit har og tøvdu. Hetta var eitt arbeiði, sum vit høvdu tikið heimanífrá, tí vit sóu, hvussu tey vaskaðu ull – tey stóðu skóleys í pottum og tøvdu. Soleiðis stóðu vit í hyljunum, og tá ið vit hildu, at vit høvdu fingið sandin burturúr, skolaðu vit mosan og breiddu hann á helluna til turkingar, júst sum tey gomlu gjørdu við ullina. So koma vit til tann landskenda hylin – Lítlifløttur ella á Lítlafløtti, men Lítlifløttur var uppi á landi fyrr. Hylurin var so lítil, at bøurin gekk næstan út í hálvan hylin her sunnan fyri Ánna. Vit í Nýggjustovu áttu tað stykkið, og eg plagdi at sláa tað, men tað var ikki lætt at sláa, tí dunnurnar høvdu vavt alt grasið runt. Stykkið var fleiri teigar og nokkso stórt, so teir plagdu at býta seyð her á Lítlafløtti, tá ið teir høvdu verið á fjalli í Sáttarenni – hetta hevur verið í 1930unum. Stykkið gekk niðan ímóti húsunum hjá Klæmint Juul, og eg minnist væl, at Klæmint kom at spyrja abba, um hann kundi fáa ein metur av stykkinum, og hvat tað kostaði.  Noysamir vóru teir gomlu. Abbi harkaði og svaraði Klæminti aftur, at fekk hann tilfar til eina rokkagjørð, so var alt í lagi. Anton á Klá smíðaði tá húsini hjá Klæminti, og hann valdi abba eina góða fjøl.  Abbi tók so fjølina og kleyv hana sundur við eini bogasag og fekk soleiðis tvær rokkagjarðir burtur úr henni.  Jú, hetta plássið nevndu tey Lítlafløtt, men Fløttahúsini eru norðan fyri Ánna, so tað er ikki so lætt at siga nakað avgerandi um upprunan til navnið.  Tey ymisku nøvnini í sjálvum hylinum – sum t.d. Dímun – eru nýggj nøvn, sum børnini hava funnið uppá. Har er so nógv broytt, tí fyrr kundi tú stíga av tí sunnara bakkanum og út á steinin (Dímun). At byrgja hyl her er ikki gamalt. Tá ið eg var smádrongur, byrgdu vit altíð hyl niðan fyri Brúgv. Vit fóru oman í Tøðuna at grava bøkkar, tí har var fríland. Eisini reinsaðu og bustaðu  vit hylin so væl niður á hellu , sum til bar, við spaka og kusti – allan sandin burtur. Tað var fast, at fann onkur eitt glaspetti, so skuldi hann taka tað upp og grava tað niður í onkran køst, tí allir gingu skóleysir. Vit brúktu ongar flakar at rógva á, men spældu mest við bátar og lapparar. Ein mastur stóð í bógbekki, og so høvdu vit nævur til segl, tí um vit brúktu papp, og báturin koppaði, so druknaði pappið og bleiv for tungt til segl. Men, men, tað var ikki altíð so væl umtókt av teimum gomlu,  og mest gekk tað út yvir neystini – man lyftið flagið eitt sindur uppfrá og tók sær eina nævurskrukku nú og tá. Teir fínu bátarnir høvdu leyst róður, men sum oftast høvdu vit bara eitt trævel .  Lappararnir vóru bara eitt fjalarpetti, sum bleiv spískað sum eitt skip framman  - og so mastur og segl, men lappararnir høvdu gjarna eitt tyngri jarnróður, tí annars blivu teir ov rankir. Ikki tóku vit bátarnar til hús um kvøldið -  nei, vit stoyptu okkum akker av blýggi, og so fortoyðau vit teir undir Brúnni. Tað var so vakurt at síggja teir liggja har og flóta, og einki minnist eg til, at teir ikki fingu frið. Norðan fyri Ánna – undir húsunum hjá Jóhannesi á Fløtti – lá ein nokkso stórur steinur við barkkullu í, men nú er laðað oman yvir hann. Heiman fyri tann steinin var gott at koma oman at Ánni, og tað kallaðu tey Sjúrðastovu ánna. Navnið kemur av Sjúrðastovu, ið stóð heiman fyri Rættarhúsini. Heiman fyri helluna – heim av Lítlafløtti – norðan fyri Ánna – tað nevndu tey Fløttánna, og á hasi helluni bardu tey eisini bark.  Beint niðan av har er Gamli Fløttur, sum man hava verið tað elsta húsið har á leið. Fyrr rann Byrgisá oman í Stórá uttan fyri Bygdarhúsið – oman í Fløttánna – men tá ið so dansistovan bleiv bygd, so løgdu teir Byrgisá í rør, og nú rennur hon beint oman í Ánna heiman fyri Bygdarhúsið. Heiman fyri Heimaru Brúgv fara nøvnini at fækkast. Henda fossin her kallaðu vit bara Fossin Heiman fyri Brúnna. Myllan stendur so har, og yvir av henni hava vit so Myllufossin.  Áin, ið rennur út í Stórá uttan fyri mylluna, eitur Miðáin. Navnið man koma av tí, at hon er millum Byrgisá og Sornhúsánna.  So koma vit longri heim, og nú koma vit til tær somu umstøðurnar sum niðri í Tøðuni, tí her bleiv áin veidd í hasa slokuna oman til mylluna. Her síggjast eisini kongar, sum eru boraðir í helluna, og so settu teir brettir ímóti teimum fyri at veita vatnið. Myllan er óivað gomul, men Óli Andrias og Jóhan í Nýggjustovu stílaðu fyri at gera hana aftur undir Krígnum.  Eg havi sjálvur sitið har á myllu og malið, og eg minnist eisini onkur funningsfólk, ið komu higar at mala. So koma vit heim á ”Svínsto” (Svínstøð - Svínstíg). Eg veit einki at siga um hatta navnið. Onkur sigur, at navnið hevur okkurt við svín at gera, men tað kenni eg so einki til. Tað var gott at sleppa um ánna á Svínsto, og í hoyggingini lá gjarna planki tvørtur um har – og eisini heimari, hjá Jógvan Sofusi. Har heimi kemur Sornhúsáin í Stórá. Navnið kemur av einum sornhúsi, ið stóð á leið har á leið, sum tað ytra hornið á garðinum hjá Kristiani í Gamla Pakkhúsi kemur oman ímóti vegnum. Tey á Rætt áttu eisini ein hjall har. Abbi plagdi at siga tað, at eina ferð bað Gamli Kristian á Rætt hann koma at vinda sær undir einum knívi, ið hann skuldi brýna. Hetta var ein fínur rakiknívur, og Kristian á Rætt var vælgerin maður, so abbi gjørdist móður av at vinda. Abbi segði tað, at hetta var ein fiskahjallur, og inni í hjallinum sat ein ketta, sum hevði naddar um hálsin. Naddar vóru fýra stykkir, ið vóru fest rundan um hálsin á kettuni og fullu so væl saman, at tey ikki gjørdu kettuni nakað, og ikki gliðu tey fram um høvdið heldur. Hetta var gjørt, fyri at kettan ikki skuldi sleppa út úr hjallinum - hon skuldi sita inni og verja fiskin fyri rottum. Nú flyta vit okkum heim til Smálambahylin. Navnið er sjáldsamt, men ikki veit eg, hvørjum tað kann vera koið av. Tað eru mong við mær, ið hava rík og góð minnir um Smálambahylin. Hann bleiv byrgdur á hvørjum sumri. Hylurin var djúpur, og ein stórur steinur stóð út úr tí syðra áarbakkanum. Vit plagdu at kava út av steininum, og tað ráddi um at nerta við botnin. Tann, ið ikki hevði sand í lógvanum, tá ið hann kom uppaftur, hevði ikki verið á botni. Onkur kundi snýta og hava sand við sær, tá ið hann kavaði. Kallsoy, lærarin, plagdi at koma heim at læra okkum at svimja. Hann hevði eina stong, sum ein fetil var festur uppí. Fetilin bleiv lagdur fram undir armarnar, og so helt hann okkum uppi. Tað var stuttligt, og har vóru nógv gníst at hoyra, tá ið hann slakkaði eitt sindur av. Tá ið ungmannfelagið ”Norðstjørnan” var stovnað í 1941, kom líkasum meira futtur í bygdina. Axel í Fornanum og Jákup Berhard Niðri í Geil vóru forsprákarar. Tá kom tað upp at fara at gera ein svimjihyl heimi í Smálambahylinum. Dia í Jákupsstovu átti stykkið sunnan fyri ánna, og tey í Uppi í Geil norðanfyri. Vit ungu laðaðu so ein vegg norðanfyri og eisini eitt sindur sunnanfyri. Eisini var ætlanin at stoypa eina byrging, men tað kom einki burtur úr tí. Tá ið tú so kemur heim um Smálambahylin – heim ímóti teimum stóru steinunum - kallaðu vit eitt fyri Lopið í Gamlagerði, men tað er burtur nú. Tað var eitt serliga gott lop, og har tvørturum er mangur torvleypur og mong byrða borin. Ein kelda, ið rennur oman uttan fyri Lambastøðheyggin, verður nevnd Varmakeldan. Hon kemur í Stórá eitt sindur heiman fyri Lopið í Gamlagerði. Eg haldi, at tað var á syftunsøku (2. juli), at tey fóru heim á Damm á Varmakeldu. Har hugnaðu tey sær, pyntaðu kelduna og høvdu ymiskt góðgæti við sær. Tey koyrdu m.a. kongabomm í eina fløsku við vatni og drukku so. Eitt sindur heimari – á tí syðra bakkanum – rennur Skrubbukeldan í Stórá. Navnið sigst vera komið av tí, at tey, ið høvdu skrubb og  vaskaðu sær í kelduni, skuldu gerast frísk. Heimi á Rættini rennur ein lítil á út í ánna, og tann áin eitur Rættáin. Rættáin greinar seg í tvey, tá ið hon kemur niðan, og tann heimara greinin verður kallað Lítla Rættáin. Sjálv Rættáin fer niðan við Stólpagróthúsinum. Hetta minnir um Garðará; tá ið hon kemur niðan móti Lutastað, greinar hon seg í tvey, og tann eystara greinin verður kallað Lítla Garðará. Fert tú so longri heim, so er ein fossur har, ið eitur Ryssufossurin. Smolthylurin er bygdur uppi á Ryssufossinum. Abbi plagdi at siga, at tað vóru vill ross, sum teir høvdu runnið eftir. Teir vóru nógvir unglingar, og ein ryssa var serliga ring at fáa, men teir bastu henni í fossinum – Ryssufossinum. Heimeftir handan vegin er ikki so nógv at siga, fyrr enn vit koma heim til Stórafoss. Navnið sigur seg sjálvt, tí tað er ein tann størsti fossurin í Ánni. Hann var eisini eitt gott eyrriðupláss um heystarnar. So steðga vit við Funningsdjúptina. Tað er eitt sjáldsamt navn, sum man hava havt okkurt við Funning at gera – meira veit eg ikki at siga um tað. Tað var vanligt at byrgja Funningsdjúptina og spæla og svimja í henni. Hon var altíð full av smásílum. So fara vit heim til tann Ytra Hólman. Har er so nógv broytt. Tann áin, sunnan fyri Hólman, er so ógvuliga nógv vaksin í mínari tíð. Tá ið eg var smádrongur, var hatta bara ein lítil grøv, men áin hevur matað so nógv, at nú nú er ringt at sleppa tvørturum – yvir á Hólman – tá ið tað er áarføri. – Eitt sindur longri heimi er so tann Heimara Hólman. Eisini har er nógv broytt gjøgnum tíðina, men ikki so nógv sum har úti. Hylurin – fram við tí norðara moldbakkanum – verður róptur Stovugilshylurin. Ein góður sílahylur. Eitt sindur heimari er so Langhylur. Hetta er – sum navnið sigur – ein langur hylur. Her var altíð fult av sílum, og lá tað væl fyri, so kundi tú fáa fleiri síl í Langhyli. Tá ið vit koma heim um Marknagarðin fækkast nøvnini í ánni. Heimi við Gróthúsið hjá Olsen eru nakrir fossar, og teir kallaðu vit Fossarnar Heimi í Fúss. Pápi (Kristian Jacob) spurdi eina ferð Gamla Sjúrða (abba Sigurð í Hoygarðinum), hví ið tað mundi eita Heimi í Fúss. Pápi segði, at tá fór Sjúrður at herma eftir fossunum: fússj, fússj. Hann helt, at navnið mundi vera komið av ljóðinum frá fossunum: fússj, fússj. Eg havi lagt til merkis, at tá ið nógvur vindur er, hoyrir tú nógv til fossarnar, og teir geva ymisk ljóð frá sær. Víðari heimeftir er ikki tað nógv, fyrr enn tú kemur heim til Fríðagilsánna, ið rennur í Stórá eitt sindur uttan fyri Dalagarð. Eitt sindur heiman fyri Dalagarð er Neytavaðið. Her vaðsaðu neytini altíð um ánna, tá ið tey komu heimanífrá Dalamegin. Tað var soleiðis, at neytini blivu ongantíð løgd av liði norðan fyri ánna heimi í Dal. Eitt sindur heimari – heiman fyri ta oyruna – er so Fríðagilshylurin. Hann rennur fram við moldbakkanum, og fitt av sandi er í honum – hann er góður sílahylur. Longri heimi – heimi við Seyðabólið í Dalinum – rennur so Seyðabólsáin í Stórá, og uppaftur longri heimi er so Antaráin

Kategori: Ikki-bólkað

Gjógvin


Nakað er skrivað um Gjónna,  ótalligar myndir eru tiknar av henni – og bygdini hevur hon givið navn. Gjøgnum øldir hevur tíðarinnar tonn evnað hana til - skrætt bitar úr henni og flutt steinar higar og hagar. Á teimum elstu myndunum kunnu vit ímynda okkum, hvussu hon sá út, tá ið menn í smáum fóru undir at bøta um lendingarviðurskiftini. Vit síggja, hvussu torført tað man hava verið hjá teimum gomlu at røkt sjógvin, og vit skilja so sera væl, at teir hava lagt doyin á at fáa lendingarviðurskiftini so fræg, sum til ber, tí sjógvurin var sjálvt grundarlagið fyri, at nakað lív var í bygdini.

Gjogvin gl. niðan 02 copy Medium

Seinnapartin í 20. øld fóru menn av álvara undir at bøta um viðurskiftini í Gjónni. Í tingtíðindum sæst, at í 1879 hevur tingið játtað studning til spæl at draga bátar við. Hetta spælið var eitt sonevnt "gangspæl" og stóð uppi á Gjónni. Til aksil varð akkersstokkurin av Saksunarskipinum brúktur. Jóan Jacob Olsen (vanliga nevndur Olsen), f. 1859,  setti akkerstokkin upp av fyrstan tíð.

Í 1898 hevur tingið játtað studning til tilfar og formansløn at sprongja steinar burtur við lendingina, og í 1901 er aftur umsókn í tinginum um studning at bøta um lendingina.

Símun Jacob Joensen, f. 1882, úr Oyndarfirði, var arbeiðsformaður ta fyrstu tíðina, tá ið teir bøttu um viðurskiftini í Gjónni. Hann arbeiddi ikki leingi í Gjónni, men hann stóð fyri arbeiðinum, tá ið tann niðara kleivin norðanfyri var gjørd, og tí fekk hon navnið Oyndfjarðarkleivin (úttalað Oynnfarakloyvin).

Undir seinna heimsbardaga fór stórarbeiði fram í Gjónni, og tá var Anton á Klá formaður. Tá var Gjógvin "gjørd", sum eldri fólk taka til. Gjógvin varð slættað - fleiri kleivar gjørdar - nýggjar trappur og nýtt spælhús á Gjónni. Í 1949 kom motorspæl í húsið á Gjónni. Vognskinnarar vórðu lagdir oman í Gjónna, so tað skuldi vera so lagaligt sum gjørligt at flyta fisk og vøru úr Gjónni. Sivert Martin á Fløtti stóð fyri hesum partinum av arbeiðinum, og hann hevði essuna standandi á Gjónni og brúkti hana har til at boyggja skinnararnar við.

Seinni er nýtt hús við el-spæli sett í Øskuni, og eisini er nýtt prýðiligt spælhús við almennum wc komið á Gjónni.

Alt gott er at siga um hesar broytingar, men eitt stendur eftir: nátúran hevur goldið sín prís. Gamlir menn kunnu sita á trænum undir tí nýggjasta spælhúsinum og hyggja oman í Gjónna og greiða okkum frá ymiskum, men hetta verður ber myndatala, tí plássini eru burtur. Klovin, Myrkhelli, Tíggjundakrubban, Skúlakrubban, Kettuborðið og onnur liva bert í hugaheimi teirra. Vit skilja væl, at tey flestu plássini máttu dvína, men tað hevði t.d. borið til at varðveitt Tíggjundakrubbuna og Skúlakrubbuna?

A copy Medium

Tað er trupult at staðfesta nøvnini á plássum, ið eru ruddað burtur. Kortini hava vit at royna at gera tað, tí staðfestingin kann so í øllum førum minna okkum á, hvar hesi plássini hava verið.

Tey einstøku nøvnini í Gjónni eru at finna í partinum Staðanøvn, og har eru eisini ymsar frágreiðingar at síggja.

 Her fara vit at enda at siga eitt sindur um málbrúkið í sambandi við sjálvt navnið Gjógv/Gjógvin. Gjógvin hevur navngivið bygdina, og í tilknýti til bygdarnavnið verður sagt gjáarfólk -  við Gjógv – frá Gjógv - og til Gjáar
Í tilknýti til Gjónna verður sagt - í Gjónni og úr Gjónni - á Gjónni og av Gjónni - oman í Gjógv ella oman í Gjónna - niðan á Gjógv ella "niðan á Gjónna - niðri í Gjógv ella niðri í Gjónni - uppi á Gjógv ella uppi á Gjónni ella bara á Gjónni.


 

Kategori: Ikki-bólkað

Fyri oman Rætt / Fjallið

Tað var í  2010, at bygdin fekk henda nýggja hagapartin: Fyri Oman Rætt/Fjallið. Áseyðatalið er 136, og  markið í millum teir báðar nýggju hagarnar gongur úr Neytaliðinum, niðan á Barmsbrekku, niðan á Háls, norður um Háls og oman í Rógvugil (niðan fyri Festirstein), úr Rógvugili á skák norður ímóti Gjógv (heiman fyri Húsið) og frá Gjógv oman á Róvuna.

 
Tann 25.10.10 hevði Omanrætt/Fjallið sín fyrsta fund og valdi hesar í hagastýrið: Páll Sivertsen, Óla Debes, Jákup Matras, Súna Christiansen og Jóhannes Juhl Johannesen. Sum røktingarmenn vórðu valdir Óli Debes og Páll Sivertsen. Á sama fundi varð samtykt at søkja Umhvørvisstovuna um loyvi at geva haganum navnið Ambadalur.

SDC10831 Medium

Røktingarmenninir Páll og Óli

Fyri oman Rætt/Fjallið er ein 2 marka hagi. Sambært úrskurði í sambandi við útskiftingina skuldi Fyri oman Rætt/Fjallið hava 136 hagfastar seyðir.

Fleiri myndir: myndasavn - 2010 - novembur.

Kategori: Ikki-bólkað

Heimasíðan - bygdin.fo - er ætlað øllum, ið hava áhuga í at fylgja við gerandislívinum við Gjógv. Í myndasavninum ber til - mánað fyri mánað - at síggja ein part av tí, ið fer fram í bygdini. So við og við gerst hesin parturin av heimasíðuni ein varðveitandi partur av persónum og virksemi.

Øll staðanøvnini við Gjógv eru skrásett, staðfest, umrødd og avmyndað, og er hetta sostatt ein berandi partur av síðuni. Innmarkin er ikki teldutøk enn, men gongd er í málinum, sum er ógvuliga tíðarkrevjandi - og spennandi.

Allir hagapartarnir eru umrøddir og dagførdir (við myndum). Gjómaður eigur sítt sjálvsagda pláss, og Gjáarnýtt er eisini á skránni, tá høvið býðst.

Tað allar nýggjasta  er tað, at nú hava vit gjørt eitt átak, ið vit kalla "Gakk lív í staðanøvnini". Vit fara nú at leggja  nakrar góðar gongutúrar gjøgnum hagarnar til nøkur ávís støð. Túrarnir vera at síggja her á síðuni - við myndum og frágreiðingum av teimum staðanøvnum, ið liggja fram við hvørjum einstøkum túri, soleiðis at tann gangandi kann kunna seg um tað ávísa økið, áðrenn farið verður til gongu. Við GPSara ber sjálvsagt eisini til neyvt at fylgja tí ávísa túrinum.

Nýggjastu myndirnar

Leita á síðuni