Sámal í Hoygarðinum – Sámal Petur Petersen, f. 1940 – er ein av fleiri í Funningi, ið dugir so væl at siga frá. Minninum feilar einki, so tað er altíð hugaligt at práta við hann um farnar dagar. Ein dagin stakk eg inn á gólvið hjá honum og hevði bandupptakara hjá mær. Grannabygdirnar – Funningur og Gjógv – høvdu ógvuliga tætt samband í farnum tíðum. Eg royndi at beina prátið tann vegin, og tað spurdist mangt og hvat burturúr – bæði til gaman og álvara. Ein part av prátinum havi eg fest á blað her:'

Kategori: Frásagnir

 

Frá høgru: Jóhanna, Hergerð - og eg.

Tað var høgtíðsdagur hjá sandoyingum stytsta dag í ár – 21.12.23 – tá ið Sandoyartunnilin læt upp, og ein slíkur dagur var eisini hjá vágafólki og norðoyingum, tá ið teirra tunlar lótu upp – ávikavist 10.12.2002 og 29.04.2006.

Tá ið Vágatunnilin læt upp, gekk eg saman við næmingum úr Runavíkar skúla undir Vestamannasundi, og tá ið Norðoyatunnilin læt upp, gekk eg saman við familjuni undir Lorvíksfirði. Ætlanin var sjálvandi at ganga undir Tangafirði, tá ið Eysturoyartunnilin læt upp 19.12.2020, men tí forðaði koronafarsóttin. Nú ið Skopunarfjørður átti tørn, vóru vit nøkur av teimum 2000, ið tóku okkum saman og gingu undir honum. Av beinleiðis (heilum) gjáarfólki hitti eg (bara)  systrarnar Jóhonnu og Hergerð og Símun (Grønadal), ið eisini høvdu onkran av familjuni við sær.

Kategori: Frásagnir

 

Símun Niclasen, klokkari

Gjáar kirkja – grein 5: - Eg eri einsamallur klokkari. Men tað ber saktans til!

Orðini eigur 59 ára gamli, Símun Niclasen, sum hevur verið klokkari við Gjáar kirkju seinastu fimm árini. Sum lesast kann longur niðri í greinini, var tað mestsum av tilvild at hann tók við hesi tænastuni. Men sigast má av sonnum, at Símun hevur sítt at siga fyri sína heimakirkju, tí hann er ikki einans klokkari. Hann er somuleiðis formaður í kirkjuráðnum.

Kategori: Frásagnir

 

 Systrarnar Jóhanna og Hergerð

Heystfjøllini eru gingin, og skurðurin, sum royndist væl í ár, er komin upp á ásin. Áðrenn 1990 var tað púra vanligt, at jarðeigarar áttu lut í øllum 5 høgunum í bygdini: Á Fløtum, í Líðini, í Sáttarenni, í Dalinum og Fyri oman Rætt. Allar skipanir hava tvær síður, og her var tað soleiðis, at tú kundi eiga eini 10 - 15 ferðir á fjall um árið (tríggjar ferðir í hvørjum haga) - várgongu, skurð og klipping - umframt hegning og okkurt annað. Hetta var sjálvandi ikki bara bara, og ofta stóð á at fáa fjallskipan, tí menninir vóru til skips stóran part av árinum, men tað kom væl við hjá smádreingjunum at sleppa á fjall "fyri mann" - og fáa løn - og frí úr skúlanum. Smágenturnar sluppu ikki upp í part, nei, nei, tað kom ikki upp á tal, og eingin kendi orðið javnstøða.

Kategori: Frásagnir

 

Sofus: - Nú torir kirkjufólkið betur at syngja við

13.10.2022 TÍÐINDI

- Vil prestur avgjørt, at júst tann sálmurin, sum hann hevur valt, skal syngjast, ja, so byrjar hann bara sjálvur at syngja fyri. So einfalt er tað, sigur Sofus Debes Johannesen, kirkjutænari við Gjáar kirkju. 

GJÁAR KIRKJA – grein 4: - Jú, eg haldi so avgjørt, at kirkjufólkið er fegið um hesa loysnina við at spæla sálmar úr savninum hjá Kringvarpinum. Sum nevnt í fyrru greinini um sálmasangin í Gjáar kirkju, er eingin fastur urguleikari í kirkjuni. Tey nýta ístaðin eina loysn, har ein brúkar alnetið til at fáa urguspæl til sálmasangin við eina gudstænastu.

Vanligt var, at hann sum var ”urguleikari” henda dagin, stóð uppi við urguna og skipaði tónleikin. Urgan kann saktans brúkast til sítt upprunaliga endamál, men tíverri er eingin at spæla uppá hana. Er okkurt serligt í kirkjuni royna tey at fáa onkran at spæla uppá urguna. Soleiðis var eisini sunnudagin 9. oktober, nú gudstænastan skuldi sendast bæði í útvarpi og sjónvarpi. Tað eydnaðist kortini ikki, og tí var tøkniliga loysnin brúkt enn einaferð.



Nú kemur tað meiri enn so fyri, at tann eini tøkningurin, Sofus Debes Johannesen (myndin) eisini er deknur og skal lesa á kórsgáttini, samstundis sum hann skal skipa sálmasangin. Fyri at lætta um hetta fekk hann sær eina fartelefon, haðani hann kann fáa sálmasangin fram gjøgnum stóru hátalararnar í kirkjuni.

Hetta riggaði væl, men, sum Sofus sigur:


- Tað var altíð ein vandi fyri, at telefonin fór at ringja mitt undir gudstænastuni. Tað hevði neyvan riggað so væl. Tí hava vit nú útvegað okkum eina farteldu, so vit sleppa undan hesum, sigur hann brosandi. - Annars vil eg siga, at tað tykist sum kirkjufólkið her torir betri at syngja, nú so góður tónleikur og sangur er í kirkjuni.

STÓRUR ÁHUGI
Í nógvum kirkjum kring oyggjarnar er ofta trupult at fáa urguleikara til hvørja einastu gudstænastu, annaðhvørt hon so er við presti ella dekni. Onkrastaðni liggur tað at vera urguleikari á einum einstøkum persóni. Berst honum frá, er neyðugt at leita sær hjálp úr øðrum kirkjum ella bara syngja uttan tónleik. So eru tað aftur aðrar kirkjur, eisini í teimum miðalstóru bygdunum, har ein hevur fleiri urguleikarar, og tí altíð hevur tónleik til sálmasangin.

Í samrøðuni nevnir Sofus D. Johannesen ávísar bygdir, m.a. á Sandoynni og í Suðuroy, har tað veruliga hevur verið trupult at hava fastar urguleikarar. Sum dømir nevnir hann eina ávísa kirkju, har einasti urguleikari teirra brádliga andaðist, og so stóð ein í roynd og veru á berum. Nakað eftir hetta ringdu tey frá kirkjuni norður til Gjáar fyri at frætta nærri um ta skipanina, sum ein hevði roynt her seinastu tvey árini. Tað sama gjørdu tey í eini grannabygd, eins og fólk frá einum bønhúsi í miðøkinum hava spurt seg fyri.

BEST VIÐ URGULEIKARA
Hesin ítøkiligi fyrispurningurin til kirkjuráðið við Gjógv kom úr Skálavík. Tað var her, at einasti urguleikarin andaðist. Hann spældi bæði her og á Sandi, og var eisini virkin við tónleiki í missiónshúsinum. Tað serstaka við kirkjuni í Skálavík er, at her finst helst elsta urgan í føroysku kirkjunum. Hon er farin um tey 150 árini, og riggar enn, men nú var altso eingin at spæla uppá hana. Neyðugt var nú hjá kirkjuráðnum at hugsa kreativt, og tað var í hesum sambandi, at tey í roynd og veru valdu somu loysn sum við Gjáar kirkju.

Úr Skálavík høvdu tey nevniliga fingið at vita frá øðrum kirkjum, ið nýta hesa somu loysnina, at hon var góð, og gav somuleiðis góðan sálmasang í kirkjuni. Í desember mánaði í 2021 var skipanin royndarkoyrd, og vísti tað seg, at hon riggaði væl tøkniliga, og ikki minst, at kirkjufólkið sum heild vóru nøgd við hana. Men, sum sóknarpresturin í Sandoy, Havstein Klein so vísiliga tók til í eini grein her á heimasíðuni: - Hetta er í lagi. Men tað besta er tó at hava ein urguleikara!

ORGUL ELLA FORSANGARI 
Við Gjáar kirkju er skipanin hon, at um prestur er, so er tað hann, ið velur sálmarnar til gudstænastuna, meðan tað er ”urguleikarin”, ella hann, ið passar tann tøkniliga partin, sum velur sálmarnar tá deknagudstænasta er. Her er eisini hjálp at heinta í sálmabókini ella heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni. Her er nevniliga eitt uppskot um val av sálmum til hvørja einastu gudstænastu í kirkjuárinum. Og hetta valið heldur Sofus seg tí eisini sum oftast til. Sum nevnt eru rættiliga nógvir sálmar í savninum hjá Kringvarpinum, men langt frá allir.

Og hetta hevur sínar avbjóðingar:
- Prestur kann hava valt nakrar sálmar, ið hann heldur hóska væl til eina gudstænastu. Onkutíð má eg tó biðja hann um at finna ein annan sálm, tí at hesin snøgt sagt ikki finst í savninum. - Men vil hann avgjørt, at júst tann sálmurin, sum hann hevur valt, skal syngjast í Gjáar kirkju, ja, so byrjar hann bara sjálvur at syngja fyri. So einfalt er tað, staðfestir Sofus D. Johannesen.

Kategori: Frásagnir