Eysturoyggin er fátækslig, tá ið talan er um fuglabjørg. Tey einastu fuglabjørgini eru norðast á oynni. Tá ið teir eldru tosaðu um fugl, so var tað svartfuglur, ið hugsað var um. Skamt vestan fyri Rivtangan stendur tann 188 metra høgi drangurin, ið nevnist Búgvin. Hann var eitt satt paradís hjá fugli, til komið var um miðjuna á seinastu øld, og teir góðu bitar, ið Búgvin læt frá sær, gjørdu stóran mun í døgurðatrognum hjá gjáarfólki hesa meira ella minni fátæksligu tíðina.
Navnið er lítið ella einki kent sum staðarnavn aðrastaðni. Hvat ið liggur fjalt í navninum Búgvin, verður ikki so lætt at greiða.
Man navnið koma av navnorðinum ein búgvi? Vit kunnu nevna dømi sum norðbúgvi, dalbúgvi, vesturbúgvi o.s.fr. Ein búgvi hevur ein bústað, og tað er ikki at taka seg aftur í, at Búgvin er ein rimmar bústaður hjá fugli.
bugv2 copy

Kann navnið hava nakað við mansnavnið Búgvi at gera?
Ella er her talan um lýsingarorðið búgvin? Vit kenna øll orðafellið eitt búgvið borð. Kann bjargaferð í drangin (Búgvan) samanlíknast við at koma til búgvið borð (borðreitt við fugli)?
Okkara niðurstøða verður tann, at ivin er so stórur, at vit als ikki seta okkum før fyri at koma við nøkrum pástandi.

-------

Tá ið bjørgini vórðu býtt millum Funning og Gjógv, vórðu Búgvin og Torva mett móti øllum fastlandinum. Sum nevnt aðrastaðni, sluppu gjáarmenn at taka, og teir tóku Búgvan og Torvu, so teir munnu hava væntað sær líka nógvan fugl úr Búgvanum sum úr øllum fastlandinum. Góður er Búgvin, og trúliga varð hann søktur av teimum gomlu, og fuglurin var kærkomið ískoyti í tí dagliga húsarhaldinum. Talið á teimum monnum, ið hava søkt Búgvan gerst alsamt minni og minni, tí teir gomlu falla nátúrliga frá, meðan tað yngra ættarliðið als ikki hugsar um at fara í Búgvan.

Í bók síni "Eg stoyti heitt" hevur Sigurð Joensen eina sera góða grein um Búgvan, har hann m.a. umrøður fleiri av staðanøvnunum. Einstøk av hesum brotum hava vit loyvt okkum at endurgivið í sambandi við lýsing av nøvnunum.
Í "Varðanum" 1973 stendur greinin "Búgvin" hjá Daniel Klein í. Greinin er skrivað í 1949, og hon snýr seg í høvuðsheitum um tað bragdið, ið gjáarmenn framdu í 1892, tá ið teir við snildi og áræði aftur megnaðu at koma á toppin á Búgvanum, eftir at tann einasta uppgongdin var burturlopin. Her er rættuliga gjølla frágreitt, og her er nógvar hentar upplýsingar at fáa.

Í greinini "Fornminnir", ið stóð í "Varðanum" 1925, umrøður Poul Klein m.a. ta mangan tiltiknu "Hammershaimbsku bjargavikuna" í 1878.
Áðurnevndu greinar koma at standa sum livandi varðar um Búgvan, og høvdu lýsingar og staðfestingar av nøvnunum verið eitt lítið klípi í hesum varðum, so var endamálið rokkið.
Frá avgomlum døgum man Búgvin javnan hava verið søktur. Vit hava hoyrt um, at menn kluvu frá sjónum og heilt upp á toppin, men umleið 1850 leyp uppgongdin burtur. Uppgongdin var eystantil á røðini - út móti havinum.
Í 1892 eydnaðist, sum áður nevnt, at vinna toppin aftur. Olrik á Rætt (Joen Olrik Christiansen, f. 1846) var maðurin, ið kom við hugskotinum, hvussu fram skuldi farast.
Menn vóru á Ambadali og gjørdu bólið á Rivinum, og tá segði Olrik, at hann roknaði við, at tað bar til at spenna eina línu av Rivinum og norð á Bergstokkin, soleiðis at buktin av henni kom at liggja um toppin á Búgvanum. Bar hetta til, so var bara eftir at sleppa endunum, og so kom línan at hanga tvørtur um Búgvan sum sátubendil um sátu.
Hugskotið gjørdist veruleiki, og hvussu farið varð fram, stendur at lesa í greinini hjá Dánjal Klein í "Varðanum". 
Men aðrar royndir hava verið gjørdar at koma upp á toppin, eftir at uppgongdin er burturlopin.
scan0062
Jógvan Christiansen (1919 - 2002) , Gjógv, sigur soleiðis frá:

"Handlarnir vóru sannir mentunarberar í gomlum døgum, og Gamli- Pætur (Peter Joensen, f. 1873) fortaldi einaferð í "Sofusa handli" um eina slíka roynd, sum er gjørd onkustaðnis í millum 1870 og 1892. 
Ikki minnast vit allar, ið Gamli- Pætur nevndi, men hann tosaði serliga um tað, at Sjúrður í Hoygarðinum (Sivert Joensen, f. 1853), Pætur í Sámalsstovu (Peter P. Joensen, f. 1842) og Óli á Skipinum (Ole Sivertsen, f. 1850) vóru komnir heilt upp undir toppin. Teir reistu strangan upp av Stóra Studningi og royndu at sleppa av stranganum, men teir sluppu ikki, og Pætur legði aftrat, at hvør var djarvari enn annar av teimum. Eftir at keturnar vórðu hongdar upp í 1892, var sjálvandi munandi lættari at koma upp á toppin.
Hvussu mangar ferðir, ið eru gjørdar upp á toppin síðani, er ikki gott at vita, men vist er, at í 1913, 1914 ella 1915 var seinasta ferð - higartil - at nakar hevur verið á toppinum á Búgvanum.
Uppi á toppinum eigur væl av lunda, so hetta var ein lundaferð. Vit fara at nevna menninar, ið við vóru ta ferðina: Jákup í Horni (Jacob Hansen, f. 1882), Óli Andreas á Rætt (Ole Andreas Christiansen, f. 1880), Jákup í Stólpa (Jacob Matras, f. 1873), Jóhannes í Gortru (Johannes Johannesen, f. 1854), Jógvan í Sámalsstovu (Joen Joensen, f. 1868) og Dánjal Rasmus Heimi í Horni (Daniel R. Joensen, f. 1890). Dánjal Rasmus fortaldi, at tá ið teir vóru komnir uppá, sat Óli Andreas honum við, meðan hann seig niður vestan fyri á Búgvanum, og har drap hann sín fyrsta lomviga.
Í 1917 vóru teir aftur í Búgvanum, og tá vóru hesir 8 uppi: Kornelius í Gortru (Kornelius Johannesen, f. 1860), Pól Johannes í Bíggjarlagnum (Poul Johannes Johannesen, f. 1888), Jákup í Horni (Jacob Hansen, f. 1882), Jákup í Stólpa (Jacob Matras, f. 1873), Dánjal Rasmus Heimi í Horni (Daniel R. Joensen, f. 1890), Óli Andreas á Rætt (Ole Andreas Christiansen, f. 1880), Kristian á Rætt (Christian Christiansen, f. 1883) og Sjúrður á Rætt (Sivert Christiansen, f.1887). Tað hava ikki verið nógvar bjargaferðir í Búgvanum frá 1917 til 1934. Grundin man hava verið tann, at bjargamenninir, eins og aðrir, vóru til skips um sumrarnar.
Í 1934 vóru teir so aftur, og tá vóru hesir við:
Jákup í Horni, (Jacob Hansen, f. 1882), Jákup í Stólpa (Jacob Matras, f. 1873), Jógvan á Klá (Joen Joensen, f. 1868), Pól Johannes í Bíggjarlagnum (Poul Johannes Johannesen, f. 1888) Sivert Martin á Fløtti (Sivert M. Joensen, f. 1901) og Kristian Jóhannus (Christian Johannes Jacobsen, f. 1894).

Undir krígnum vórðu fleiri ferðir gjørdar í Búgvan, men í 1943 man hava verið seinastu ferð, at boðað hevur verið í øll húsini til bjargaferð á Búgvan.
Ta ferðina vóru hesir uppi: Símun í Sámalsstovu (Simon Joensen, f. 1902), Oliver Debes, f. 1909, Kjartan Klein, f. 1918, John Niðri í Geil (John Joensen, f. 1919) og Pætur í Nýggjustovu (Peter Joeesen, f. 1920)." 
Teir allar flestu, ið søkt hava Búgvan, liggja undir "grønu torvu", og tað nógva av tí, ið teir vistu um Búgvan, tóku teir tíverri við sær í grøvina. Enn eru tó nakrir heilt fáir eldri mans, ið søkt hava Búgvan, á lívi, og við teirra vitan og stóra hjálpsemi hava vit roynt at staðfest nøvnini. Tað hevur verið ein rættuliga torfør uppgáva, og tíverri eru tað nøkur nøvn, ið ikki hevur eydnast okkum at staðfest, og leggjast skal samstundis aftrat, at einstakar staðfestingar eru eitt sindur ivasamar - t.v.s. at navnið er á leið har, ið nummarið stendur.
Pætur í Nýggjustovu, (Pætur Joensen, (1920-2005), er ein av teimum fáu, sum eftir er í bygdini av teimum, sum verið hava í Búgvanum. Áðrenn vit fara at lýsa tey einstøku nøvnini, hava vit fingið hann at greitt okkum frá eini bjargaferð, hann hevur gjørt í Búgvanum.

scan0054
Pætur í Nýggjustovu (1920 - 2005) greiðir soleiðis frá:

"Teir, sum vóru vanir at vera í bjørgunum, vóru altíð undangongumenn. Tað var altíð onkur, sum skaraði framúr, og hesin ráðførdi seg við aðrar, um teir ikki skuldu fara í Búgvan, og soleiðis spenti hann ferðina í. 
Bjargavikan, ið er millum 10. og 20. juli, er besta bjargatíðin, og var tað kyrt og annars góð líkindi, so varð avgjørt at fara. Síðan varð farið í hvørt hús at boða frá, at teir ætlaðu sær í Búgvan.
Menninir vistu, hvussu siðurin var, so tað fóru altíð ein ella tveir bátar vesturundir við bjargamonnunum. Undirløgubátarnir, ið teir vórðu nevndir, skuldu føra alt vestur og vera har vesturi, meðan bjargamenninir vóru uppi. Teir skuldu taka fuglin upp, ið blakaður varð niður, og so skuldi maturin og vatnið eisini fáast upp til bjargamenninar.
Nú skal eg royna at greiða eitt sindur frá tí ferðini, tá ið eg var í Búgvanum. Hetta var í 1943, og hetta var samstundis seinastu ferð, at boðað hevur verið í øll húsini í bygdini til bjarga í Búgvanum. Eg varð spurdur, um eg vildi koma við, og eg játtaði. Hetta var ringt hjá mammu - hon vildi ikki lova mær - men eg segði, at eg fór.
Líkamikið, tá ið farast skuldi, hevði mamma gjørt mær skølingarnar til. Hon hevði sitið niðri á einum kamari og gjørt mær teir, uttan at eg visti av tí.
Vit vóru fimm mans á ferðini: Símun í Sámalsstovu (Simon Joensen, f. 1902), Oliver Debes, f. 1909, Kjartan Klein, f. 1918, John Niðri í Geil (John Joensen, f. 1919) og Pætur í Nýggjustovu (Peter Joeesen, f. 1920).
So varð farið vestur, men vit høvdu ein trupulleika. Vit máttu hava ein stranga við fyri at sleppa frá Smørkletti og uppeftir, men vit vóru ikki vísir í, hvar strangin skuldi standa, og tí bóðu vit Jákup í Stólpa (Jacob Matras, f. 1873), ið var óførur bjargamaður, koma vestur við at siga okkum, hvar strangin skuldi standa. Jákup var vorðin gamal, og børnini søgdu nei - hann skuldi ikki við - men hann kom kortini.
Vit komu vestur í øllum góðum - fóru síðani upp, og Jákup vísti okkum so, hvar vit skuldu seta strangan. Eisini vísti hann okkum, hvar kongar vóru, tá ið vit komu upp í strangan.
Tá ið hann var liðugur at greiða okkum frá øllum, letur í Símuni: "Jákup, tygum áttu bara at komið við okkum!" "Nei, eg komi ikki fyri børnini skyld", svaraði hann aftur.
Hann skuldi so fara aftur í bátin, men nú vísti tað seg, at tað var vorðið eitt sindur ókyrt á Tanganum. Inn av Smørkletti er eitt pláss, ið nevnist Skarvseygað, og tað var ikki óvanligt at síga niður í tað eygað og fara haðani í bátin. Gamli-Jákup varð síðani bundin í línuna og sigin niður í Skarvseygað - sigið var einar tíggju favnar - men tá hugdi hann aftur um seg, og tað læt í honum: "Hetta verður mítt seinasta sig - eg meini tað - so fer man!" 
Tá ið Jákup var komin í bátin, fóru vit víðari. Símun í Sámalsstovu fór á strangan, og tað var beinan vegin, so kom hann upp á tað Gula Høvdið, og har var ein kongur. Tá ið hann var komin upp hagar, dró hann so okkum upp til sín, og tað var gott at fara haðani og longur upp - upp í Bólið. Tað er rættuliga stutt av Gula Høvdinum og upp í Bólið. So vóru vit allir í Bólinum, og dagurin var ikki nógv liðin, so avgjørt var at fara at royna eitt sindur tann dagin. Oliver og John skuldu fara á Bendingina. Oliver fór so vestureftir - tað gekk ein lítil løta, so kom hann til ein kong og legði á hann. Línan varð so spent tvørtur um Mjóvan á Bendingini, og soleiðis komu teir báðir vestur á Bendingina. Símun segði, at hann skuldi sita eftir uppiá, meðan Kjartan og eg fóru niður í Fláarnar. Kjartan var inni vestanfyri, meðan eg var eystanfyri. Har var fult av kullum niðurí, so har var gott at sita, men tað var nakað vátt av skræpu. Símun fyglaði so uppiá, meðan Kjartan og eg royndu við pilki.
Vit komu fyrr uppaftur, enn teir komu aftur av Bendingini, og meðan vit standa har, sigur Símun við okkum: "Nú fari eg at vita, um eg ikki klári at ganga Mjóvan á Bendingini uttan at nerta við línuna". Hann fór sum ein køttur vesturum - tað hefti ikki fyri.
Tá ið Oliver og John komu aftur av Bendingini, varð fuglurin kastaður útav, og undirløgubátarnir tóku hann síðani upp. Annars var tað vanlig mannagongd hjá teimum, ið vóru uppi, fyrst at leggja fuglin frá sær, og so kasta hann niður, so hvørt sum plássið minkaði.
Síðani gjørdu vit okkum klárar at fara tvørtur um Búgvan. Vit fóru gjøgnum Strikið á eystursíðuni, og línurnar vórðu kveilaðar í fimm, so hvør maður bar sín part.
Í Strikinum - innan fyri helvtina á Búgvanum - er ein mjóvi, men hann er ikki breiðari enn so, at strangartræið rakk tvørturum. Símun fór fyrstur, og hann gekk innan fyri strangartræið. Lína var á honum, og tá ið hann var komin vesturum, fóru vit aftan á honum - hvør aftan á øðrum.
So komu vit inn móti Dranka, og av tí at dagurin var so nógv liðin, varð avgjørt at fara í Letikatl, sum altíð hevur verið fast tilhaldsstað hjá bjargamonnunum eftir lokið dagsverk. Har hvíldu vit okkum eitt sindur, og so løgdu vit okkum at sova. Eg var ungur, og eg minnist tað, at eg svav eina løtu.
Morgunin eftir varð so tosað um, hvar farast skuldi. Vit vóru ikki nóg væl útgjørdir og ov illa mannaðir til at fara á Royðurókina, sum er besta fuglapláss í Búgvanum.
Vit avgjørdu so at fara at royna Skørina og Borðstólarnar. So fóru vit upp gjøgnum Gjógv. Har er turt og gott at ganga, so skølingarnir bitu seg ordiliga fastar í grótið. Vit komu so upp á eina hill, ið gekk eysturum, og har stóð ein vánaligur kongur. Hann var leysur, og bognaður var hann eisini.
Símun fór so fyrstur niður á endan á Skørini og fyglaði eitt sindur har, og so segði hann, at hann fór longur niður. Eg sat honum við í einum skorti, men seinni fekk eg at vita frá Jákupi í Horni, (Jacob Hansen, f. 1882), ið eisini var ein royndur bjargamaður, at eg hevði ikki sitið honum við í tí rætta plássinum. Jákup segði, at tá ið teir sigu niður undan Skørini, plagdi maðurin at sita við á sjálvari Skørini.
Símun kom so uppaftur og sigur við meg: "Nú skalt tú sleppa niður á Skørina!" Eg fór so niður á Skørina og pilkaði har so leingi, sum eg fekk nakran.
Tá ið vit vóru liðugir har, varð fuglurin blakaður niður, og vit fóru niður aftur gjøgnum Gjógv, niður móti Dranka og aftur í Letikatl eftir onkrum, ið vit høvdu lagt eftir har.
So var ferðin mestsum at enda komin, og vit fóru aftur sama vegin, sum vit vóru komnir - gjøgnum Strikið - og arbeiddu okkum so niður í bátin.
Fuglurin varð so lagdur upp Niðri í Fjøru. Vit fingu 1800 fuglar, men tað var ikki hildið at vera nógv, hóast vit bara vóru burtur í hálvan annan dag og ongan mat fingu upp. Fyrr kundu teir fáa eini 5000-7000 fuglar, og tá royndu teir eisini í fleiri dagar. Tá kom ofta víggja í eyguni og kinnklovarnar á fuglinum, tí hann hevði ligið so mikið leingi, men tað bilti ikki hjá okkum, tí vit vóru so stutt burtur.
So var bara eftir at býta, og tað hevur gingið eftir ávísum reglum, sum eru broyttar við tíðini. Í gomlum døgum varð fuglurin býttur soleiðis, at jørðin fekk helvtina, bjargamenninir ein fjórðing, og undirløgumenninir ein fjórðing.
Seinni varð hetta broytt til, at jørðin, bjargamenninir og undirløgu- menninir fingu hvør sín triðing, men minnist meg rætt, býttu vit eftir teimum gomlu reglunum.

Seinastu ferð, ið teir hava verið í Búgvanum, var í 1972.
sdc11411
 
Jógvan Nónsgjógv , f. 1931 greiðir soleiðis frá ferðini:

Í 1972 bleiv so farið aftur í Búgvan. Teir, sum við vóru, vóru Árni Brattaberg og Sigurd Magnussen, úr Vági, Helgi Tórgarð, úr Havn, og Jógvan Nónsgjógv, frá Gjógv.
Framgangshátturin var heilt øðrvísi enn áður. Tað varð farið upp nøkurlunda mitt á vestursíðuni - beint upp undir Royðurókina. Ætlanin var at royna Royðurókina.Vit brúktu ein langan stranga og ein langan stiga. Tað tyktist at gangast rættuliga væl, men so kom stígur í, tí nervarnar á tí eina manninum tóku at svíkja. Hann var bert vanur við at síga niðureftir, so hetta var so fremmant fyri honum, at hann noyddist aftur í bátin í fylgi við einum av okkum. Nú blivu vit so bara tveir eftir, men vit komu í nokkso nógvan fugl. Samstundis leitaðu vit eftir einari ketu, sum skuldi hingið niður av Royðurókini, men hon fanst ikki - møguliga burturrustað.
Tað var ein annar vegur at fara, og tað var at fara inn á Háls og haðani upp á Royðurókina, men har møttu vit einum trupulleika. Beint uttan fyri Háls komu vit til eina gjótu, sum vit hildu vera nóg so vandamikla at fara tvørturum við bert einum manni at sita við. Vit høvdu ikki langa roynd, men fingu væl av fugli - o.u. 100-200 lomvigar.
Undirløgubátur var Venus við Mads Joensen og Kristian Joensen.
Kategori: Búgvin
bugvin desember 2009 Tvey stór omanlop hava verið í berginum Norðuri við Gjógv á Ambadali. Tað fyrra lopið, ið er niðan fyri Gjógv, er komið um hálvan novembur (2009), meðan tað seinna lopið, ið er oman fyri Gjógv, er komið nú um mánaðarskiftið novembur/desembur. Tað niðara lopið - ið er tað minna lopið - er beint niðan fyri Gjógv. Her var so vakurt. Ein ryggur við einum høvdi vaks mestsum út úr berginum, og tað var gangandi út á hetta høvdið, og haðani hevði tú eitt frálíkt útsýni bæði oman- og niðaneftir.  Nú er ryggurin lopin burtur, men høvdið stendur eftir, og nú er berg í millum ryggin og høvdið, so har er ógongt. Ein stór riva sæst í berginum oman fyri høvdið, so tað er bara ein tíðarspurnigur, nær náttúrukreftirnar hava fingið bilbugt við høvdinum. Hetta lopið sær út til at vera komið niður á Heimara Búgvabarm - á Urðina Inni á Hálsi og á Hálsin sjálvan.
Tað seinna lopið, ið er oman fyri Gjógv, er so nógv tað størra lopið. Tað er lopið líka úr upsini og í sjógv. Ilt er at meta um breiddina á lopinum, men einastaðni millum 50 og 100 metrar av upsini og niðureftir eru farnir í havið. Hetta lopið hevur lagt eina heilt stóra urð eftir seg á Vestara Búgvabarmi og fjalir alt Inni á Hálsi - líka frá fastlandinum og út ímóti Búgvanum - og hevur sostatt gjørt Búgvan landfastan. Hesi bæði stóru omanlopini hava broytt umstøðurnar innan fyri Búgvan almikið. Tað hevur altíð ljóðað á mannamunni, at einaferð í tíðini var landfast Inni á Hálsi. Tað er einki at ivast í, at so hevur verið, men so langt aftur, sum nakar veit, hevur Búgvin staðið leysur úr landi. Í góðum líkindum hevur tað borið til hjá smærri bátum at siglt innanfyri. Samband hevur verið millum Heimara- og Vestara Búgvabarm, men í vetur gjørdust teir sjálvstøðugir. Skal frágreiðingin um sambandið barmanna millum vera heilt neyv, so bar tað til - sum áður nevnt - at sigla innan fyri Búgvan, og tað bar nevnliga eisini til at ganga av Urðini Inni á Hálsi (á  Heimara Búgvabarmi) og á Vestara Búgvabarm í gjøgnum eitt hol inni á  fastlandinum (sjá myndasavnið). Nú er alt hetta broytt: Siglingarleiðin innan fyri Búgvan er burtur, Urðin inni á Hálsi er burtur, Holið millum Heimara - og Vestara Búgvabarm er burtur og Steinurin á Vestara Búgvabarmi (stutt vestan fyri Hálsin) er eisini burtur. Einstøk staðanøvn fara í gloymskuna, men hesi eru snøgt sagt farin í søguna og liggja nú undir urðini (hvussu man hon forrestin fara at eita?) 
bugvin juni 2009 - Í summar vóru Hans á Skipinum og eg - frá báti hansara - uppi á landi á teimum flestu plássunum frá Vambarkletti og heimeftir ( -- "har fram við bergsins fót!"). Tað er ein  ikki sørt løgin kensla at vita sær, at vit sigldu innan fyri Búgvan, vóru á Urðini Inni á Hálsi og gingu í gjøgnum holið av Heimara Búgvabarmi og á Vestara Búgvabarm. Hetta kemur nú eingin at gera okkum eftir (reyp), men myndirnar eru varðveittar, og tær eru eisini at síggja í myndasavninum.
--- Tað sær út til at vera so mikið smátt grót í tí nýggju urðini, at tey ógvusligu høgættarbrimini hava óivað rættuliga góðar uppruddingarmøguleikar, men nær ið tað verður siglandi aftur innan fyri Búgvan, er (sum tey plaga at siga) ein góður spurningur ---- !

Fleiri myndir: myndasavn - 2009  - Omanlop á Búgvabarmi desembur 2009

(ovara myndin er tikin í desember 2009 og tann niðara í juni 2009)
Kategori: Búgvin

IMG 7659Búgvin er tikin. Síðani 1913, 1914 ella 1915 hevur mannafótur ikki verið á toppinum, men 20.07.07 broyttist søgan. Kl. 17.47 hetta vakra fríggjakvøldið sást maður á Skortinum út ímóti Havinum - hálvt gangandi - hálvt grulvandi - tað síðsta pettið móti toppinum. Knappliga stóð maðurin - Absalon Eysturoy - á sjálvum toppinum veipandi og skríggjandi til teir trúføstu áskoðararnar á Ambadali.

 




Heini, Absalon, Herman, Fróði og Rasmus.

So kimaði fartelefonin: "Hetta má vera heimsins vakrasta panorama!" Kropp á kroppi komu so hinir fýra honum á baki.

p7200243 copy

Teir vóru: Herman Eysturoy, Fróði Samuelsen, Rasmus Eysturoy og Heini Hátún. Allir løgdu so armarnar um herðarnar á hvørjum øðrum - við Merkinum í millum sín - og skríggjaðu sigursróp yvir Ambadal, yvir Barmarnar báðar og yvir Rivtangan, ið noyddi teir at fáa sær bát av Eiði. Høgættin og Rivtangin hava í alt summar roynt at lagt fótonglar fyri garparnar, men teir snýttu bæði við at fáa sær bát av Eiði. Ikki var hugsingur um at koma á land á Tanganum ella í Skarvseyganum, men inni ímóti Sjóvarrókini eydnaðist tað tó.

img 7408 copy

á Smørkletti

Hódagin kl. 13.00 vóru allir 5 komnir upp á Smørklett, og "undirløgubáturin" setti aftur kós móti Eiðisflógva. Tað, ið eftir var av degnum, arbeiddu teir seg uppeftir við allari útgerðini, og um náttina fingu teir sær ein blund í Bólinum. Fríggjadagin løgdu teir so til brots, og tað gekst væl upp til Stóra Studning - har teir endaðu í fjør - men so kom stígur í. Men við bit og slit - tumma fyri tumma - otaðu teir seg uppeftir, og tá ið Stóri Studningur var tikin, var síðsta forðingin skúgvað til viks. Vallingin omanfyri var løtt at taka, og so kom tann stóra løtan - BÚGVIN TIKIN.

IMG 7486

Jógvan Christiansen (1919 - 2002), Gjógv,   - Jógvan undir Heygnum - hevði sera gott minni, sat væl undir tí, ið hann hoyrdi frá teimum gomlu. Her fáa vit eitt lítið brot um tann allar seinasta túrin, sum forfedrar okkara gjørdu upp á toppin á Búgvanum. 
 
 scan0062
Jógvan sigur soleiðis frá: 
"Handlarnir vóru sannir mentanardeplar í gomlum døgum, og har var mangt og hvat at hoyra. Eftir at teir vóru uppi á toppinum á Búgvanum í 1892 og fingu hongt ketur upp, gjørdist tað sjálvsagt nógv lættari at koma koma upp á toppin. Uppi á toppinum átti væl av lunda.
Tað er vist, at í 1913, 1914 ella 1915 var seinasta ferð - higartil - at nakar hevur verið á toppinum á Búgvanum, og hetta var ein lundaferð. 
Eg skal nevna menninar, ið við vóru ta ferðina: Jákup í Horni (Jacob Hansen, f. 1882), Óli Andrias á Rætt (Ole Andreas Christiansen, f. 1880), Jákup í Stólpa (Jacob Matras, f. 1873), Jóhannes í Gortru (Johannes Johannesen, f. 1854), Jógvan í Sámalsstovu (Joen Joensen, f. 1868) og Dánjal Rasmus Heimi í Horni (Daniel R. Joensen, f. 1890). Dánjal Rasmus fortaldi, at tá ið teir vóru komnir uppá, sat Óli Andrias honum við, meðan hann seig niður vestan fyri á Búgvanum, og har drap hann sín fyrsta lomviga. Jógvan í Sámalsstovu var sostatt tann seinasti av teimum seks monnunum, ið lesti seg niður av toppinum fyri einum 92 - 94 árum síðani."
Búgvin er tikin aftur nú í 2007, og bragd tykkara hevur kastað nýggja ljósglæmu á Búgvan, og umrøðan vellir minnir fram um teir, ið undan tykkum gingu og søktu Búgvan fyri at lívbjarga sær og sínum. Pápi, ið er 102 ára gamal, er á Ellisheiminum í Runavík. Tá ið eg fortaldi honum, at nú hevði abbasonur Oliver (Herman) verið á toppinum á Búgvanum saman við fýra øðrum monnum, tá hugdi hann upp á meg og spurdi: "Og hvussu nógv fingu teir?" Eg føldi á mær, at spurningurin gjørdi mær mun.
p7210277 copy
Heini, Herman, Absalon, Fróði og Rasmus

Tit 5 hava framt eitt bragd. Tykkara avrik verður umrøtt, tá ið Búgvin er á skránni. Tit hava fingið "lív" aftur í tann gamla drangin. Tit hava víst okkum, hvussu ómetaliga nógv teir gomlu løgdu fyri, tá ið tað ráddi um at vinna sær og sínum mat í munnin. Teir settu liðir, limir og sjálvt lívið í váða fyri matartugguna. Tit hava sett teimum ein virðiligan minnisvarða. Tað verður sjón fyri søgn, tá ið tær spillivandi myndirnar koma á skíggjan, og Búgvin verður lagdur víðopin fyri alra manna eygum. Stóra tøkk fái tit fyri tað.

Fleiri myndir: myndasavn - 2007 - Búgvin tikin 20-07-07.

Kategori: Búgvin

Mangt kann stingast upp á fólk. Feðgarnir Herman og Absalon Eysturoy, saman við m. ø. Fróða Clementsen, hava sett sær fyri at koma sær upp á sjálvan toppin á okkara 188 metra steyrrætta drangi, Búgvanum. Sera hulisliga royndu teir seg sjálvar og amboðini av í fjør. Bjørn á Heygum hevði við seglbáti sínum siglt teir av Eiði, og skilligt er, at "lív" kom í bygdina, tá ið maður kom aftur av útróðri og segði seg hava sæð menn í miðjum Búgvanum. Bátar "sníktu" seg síðani vestur at "lúra", og skjótt varð avdúkað, at tað vóru "Eysturoyarnir", ið har hingu.

img 3493 copy

Absalon, Fróði og Herman

"Ja, Herman kann finna upp á mangt", tók ein maður til og legði aftrat, "og hann er skjótur frá huga til verk"! Tá ið Herman so seinni kom til bíggjar og fortaldi um ætlanina, hoyrdust metingar frá ymsum vinklum: frá at bjóða lagnuni av til eina spennandi avbjóðing. Herman dugdi væl at greiða frá ætlanini, men tá ið hann so mestsum legði dent á , at Absalon, sonurin, hevði lært seg at klúgva (sum vit siga) í Danmark, var monnum ovboðið. "Hoyrdu tit!  Lært seg at klúgva í Danmark, har tann hægsti heyggurin er góðar hálvt annað hundrað metrar høgur", mutlaði onkur og hvarv.

 mg 9422 copy

Men bíða nú. Í døgunum 18. - 20. juli 2006 fóru teir tríggir garparnir - Herman, Absalon og Fróði -  aftur í Búgvan við tí greiða endamáli: at taka Búgvan. Tað var gott veður um morgunin tann 18., tá ið teir fóru úr Gjónni. Tað hevði regnað um náttina og út á morgunin, men seinni sleit í, og tá varð farið avstað við "Álkuni" hjá Kristiani í Gamla Pakkhúsi. Tað gekst væl, og teir komu allir turrskøddir á land í Skarvseyganum.

img 3516 copy

á veg upp á Smørklett

Tað gekst teimum væl at ota seg uppeftir og uppeftir. Veðrið var frálíkt, og teir nærkaðust Stóra Studningi, tá ið tað leið nakað væl út á kvøldið. Um náttina svóvu teir so í Bólinum ella hvíldu seg til dagin eftir, tá ið tað síðsta takið skuldi takast.

Dagurin upprann við góðum líkindum, og heilt fitt av fólki - saman við einum sjónvarpsliði við Zachariasi Hammer á odda - fór á Ambadal og fylgdi við teimum tað seinasta pettið upp á toppin. Nú teir frammanundan høvdu borað sær kongar heilt  upp ímóti Stóra Studningi, gekst heilt væl at koma upp hagar, ið teir endaðu dagin fyri. Síðani fóru teir undir tann síðsta teinin, men hetta vísti seg at vera alt annað enn lætt.

img 3673 copy

Eldbjørn, Bjørn, ? og Diddan

Týsmorgunin 18. juli vórðu teir settir á land í Skarvseyganum – stutt innan fyri sjálvan Tangan á Búgvanum (út imóti havinum). Teir vóru væl útgjørdir við góðari og nógvari útgerð. Tað tók sína tíð at fáa alt hetta upp á Smørklett og so víðari upp í Bólið, har teir skuldu húsast og sova. Týsdagurin royndist einki til veður – tað regnaði illa til tíðir – vánaligt bjargaveður - so tað var gott at sleppa undir ta bláu presendingina í Bólinum um dimmið.

bugvin large

Mikudagin sá munandi betur, og tað gekst teimum væl. Teir arbeiddu seg fyrst upp hagar, ið teir vóru í fjør - úr Bólinum, upp gjøgnum Silkiennið og upp á eina rók undir Stóra Studningi. Teir vóru væl nøgdir við dagin og gongdina annars, tá ið teir aftur komu í Bólið - undir bláu og sovnaðu sum kópar á skeri. Hósmorgunin kl. 06.00 vóru teir vaktir av floytuni hjá Brimli, sum var komin vestur á Heimara Búgvabarm við myndafólki. Fínasta veður - í dag verður tað - í dag koma teir á toppin - nú verður Búgvin tikin. Teir vóru nú komnir so nær, at komu teir upp um tað bratta bergið - Stóra Studning - so er leyst og liðugt. Teir gomlu hongdu eina galvanaseraða ketu har í 1892, men hon man hava endað sínar dagar á Heimara Búgvabarmi.
Aftur til bjargamenninar: teir væntaðu at koma á toppin stutt eftir døgurða, so tyrlan hjá Atlantsflogi fylgdi gongdini eina góða løtu, meðan teir stríddust við Stóra Studning, og síðani setti hon myndafólk av á Ambadali. Myndafólkini - og onnur við - sótu so spent har norðuri á Rivinum og fylgdu við. Framvegis fínasta veður - onkur lítil mjørkaflóki - men Stóri Studningur var seigur at taka hjá teimum - uppeftir gekk tað tó, men sera spakuliga. Tímarnir liðu, tað tjúknaði samanum - fór at sirma - mjørkin fjaldi Búgvan - fór at regna - ja, oysregna. Fólkið á Ambadali fækkaðist í tali, nærum niður í einki - ringt lag - nei, teir koma ikki víðari - teir mugu bara gevast - vát skræpa á hellu - vandafult - treiskir eru teir - klokkan 19.20 - nú tóku teir Stóra Studning - síðstu stóru forðing á leiðini - nú verður tað skjótt. Men so komu boðini frá teimum: Vit fara ikki víðari - vit hava mist streymin - fáa tískil ikki tryggja okkum - tung, men sera skilagóð avgerð. Tað má hava verið teimum tann reina marra: at hanga einar 30-40 metrar undir Búgvatoppinum í áarføri. Karmarnir á Ambadali høvdu onga neyð, men hvussu fór at gangast Búgvamonnunum at koma niðuraftur? 
Ja, tað var spurningurin, men afturíaftur komu teir so, og á svartari nátt vóru teir í Gjónni í øllum góðum. Tað gjørdist av sonnum ein drúgv og móðsom niðurkoma - og ikki vóru teir aftur í Gjónni fyrr enn í dimmmalættingini fríggjadegi - og enn er Búgvin ósigraður..

So nær málinum - og tó, hetta var sera skuffandi hjá teimum, men so mikið væl kenna vit nú hesar fýrarnar, at verður lív og heilsa at ári, so herja teir áaftur.

Tað má hava verið teimum tann reina marra: at hanga einar 30-40 metrar undir Búgvatoppinum í áarføri. Karmarnir á Ambadali høvdu onga neyð, men hvussu fór at gangast Búgvamonnunum at koma niðuraftur? Ja, tað var spurningurin, men afturíaftur komu teir so, og á svartari nátt vóru teir í Gjónni í øllum góðum.

At bæði Brimil og Tyrlan høvdu lagað tað soleiðis, at eitt sjónvarpslið - flótandi og flúgvandi - kundi avmynda henda túrin, tað setur Búgvan í fokus og fer at hava eitt søguligt virði, og tað eiga teir tøkk fyri. 

img 3582 copy

Jákup, skipari á Brimli 

Okkum eydnaðist at sleppa við Brimli og Tyrluni. Blíðskapurin umborð á Brimli var óførur, og tyrlutúrurin var ein sonn uppliving. Tyrlumyndirnar eru serdeilis góðar at hava í sambandi við meiri nágreiniliga staðfesting og staðlýsing av nøvnunum í Búgvanum og bjørgunum annars, tí loftmyndirnar kunnu takast frá øllum møguligum vinklum. Tú fært t.d. eina heilt øðrvísi fatan av, hvussu "gott pláss" er í bjørgunum í mun til tann vinkul,  haðani tú vanliga sært bjørgini og Búgvan. Tað verður spennandi at "nærlesa" hesar myndirnar.  Høvdu teir gomlu sæð og kunnað greitt frá!! Í øllum førum kunnu vit staðfesta, at Búgvatúrurin higartil hevur kastað ljós á Búgvan, birt lív í hann aftur og givið okkum virðismikið tilfar úr bjargasøguni. Tøkk eigi garparnir fyri tað, og vit ynskja teimum betri eydnu næstu ferð.

Fleiri myndir: myndasavn - 2006 - Búgvin 18. - 20. juli 2006.

Kategori: Búgvin

Nýggjastu myndirnar

Leita á síðuni