SNV34551
Kirkjan var vígd av Jákup Dahl, prósti, 26. mai í 1929, og fylti sostatt 80 ár í ár (2009). Kirkjuráðið avráddi at halda føðingardagin sunnudagin 31. mai - fyrsta hvítusunnudag. Tað var av fínasta veðri henda dagin, og vanlig deknagudstænasta var hildin á middegi, men so kl. 17 hevði Emil, prestur, messugudstænastu, og samstundis segði hann nøkur orð um sjálva kirkjuna. Ein serligur sálmur var yrktur til dagin, og eisini vígdi Emil ein nýggjan altardúk, ið Anna Johannesen (Anna hjá Oddvør) hevur baldýrað (broderað). Tey, ið skil hava á slíkum handverki, siga, at hetta er ikki løtuverk og hartil vælaverk úr odd í egg - og tøkk eigi Anna fyri hesa stórfingnu gávu. Tað var nógv fólk í kirkju, og sum vanligt er, tá ið okkurt serligt er í bygdini, so leita fráflutt bygdarfólk og onnur , ið hava tilknýti til bygdina, aftur á steinarnar slíkar dagar. Til stuttleika kann nevnast, at Hans Edvard Joensen - betur kendur sum Gubbi - ið var fyrsta barn, ið var doypt í kirkjuni, nú situr sum formaður í kirkjuráðnum. Kirkjuráðið var heldur ikki smáligt, nú kirkjan fylti runt - nei, øll, ið vóru í kirkju hetta kvøldið, vórðu boðin í ein sera góðan føðingardag á Gjáargarði, har væl búgvið sjálvtøkuborð (buffet) forsýnaði teimum mongu gestunum. Samanumtikið - ein hugnaligur dagur.
snv34428 copy
Tað var nógv fólk í kirkju

Føðingardagurin er farin afturum, men her nevna vit bara eitt søguligt við kirkjuvígsluni fyri 80 árum síðani - ið mong bygarfólk plaga at reypa av  - og tað verður hervið reypað eina ferð aftrat: Hetta er tann fyrsta kirkjuvígslan, ið er farin fram á føroyskum máli!!

Fleiri myndir:  myndasavn - 2009  - Kirkjan 80 ár.
Kategori: Gjáartíðindi

Nýggjastu myndirnar

Leita á síðuni