- Publiceret den 07 novembur 2012
- Víst: 87356
Tað er lítið at ivast í, at í hvørji einastu bygd í landinum liva/livdu orð og vendingar, ið ikki røkka/rukku út um eingjargarðin. Soleiðis var eisini her í bygdini. Her fara vit sum frægast at royna at samla eitt sindur av hvørjum. Óivað er okkurt av hesum meira vanligt, enn vit billa okkum inn, og møguliga er okkurt óvanligari, enn vit billa okkum inn. Vit byrja her við nøkrum, ið vit hava liggjandi, men høvuðstankin er at samla orð og vendingar, sum vit halda vera serlig fyri Gjáar bygd. Skal hetta bera til, so mugu tit – kæru bygdarfólk – leggja høvdið í blot og lata okkum frætta, tí tað er synd, um hesir dýrgripir ikki koma eftirkomarum okkara til góðar.
Hesin ætlar sær ikki lágan sólargang. (Hesin ætlar sær ikki lítið).
Man lissir ikki ein útróðrardag fyri hoygging. (lissa , forsøma – t.d. arbeiði).
Nú lønkaði hann handa fiskin burtur á borði. (lønka, missa - av kleyvarskapi).
Fingu tit nakran fisk? Nei, tað var kantur í dag. ( kantur (t.d. á útróðri) – fingu lítið og einki).
Tað var tvídráttur á luftini í morgun! (tvídráttur = skýggini reka ímóti hvørjum øðrum – mjørkin heim eftir Fjallinum, men út gjøgnum Mjóhjalla).
Tann, ið ger vøkur sátubørn, fær vakra konu.
Tann, ið dugir væl at piða riv, fær vakra konu.
Nei, eingin seiður í kvøld - ólavsøkuvaml. (lítið at fáa av seiði um ólvasøkuleitið = ólavsøkuvaml).
Eftirgevandi høgætt gevur besta sýni á Slættaratindi
Hann er á villanum í dag. (á villanum = hann/hon leitar eftir lesull).
Tey plagdu at leggja ein bjóra inn í rotuskógvin. (bjóri = bót á rotuskógvi
Teir hava grivið eina úlvagrøv heimi á Heygunum. (úlvagrøv = djúp og ógvuslig grøv).
Hann er líri í kvøld. (líri = feita løn - sagt um tann, ið fekk yvirtíð undir vegarbeiðinum Gjógv/Eiði/Funning umleið 1960).
Nei, tær tosa ikki saman, har er kvarði. (kvarði = ósemja - (kvarði teirra millum).
Hann hevur fingið døgling í morgun, og nú sker hann upp. (døglingur = turkilag, farið av vindi; skera upp = taka hoyggið burturúr).
Eg vil altíð hava nokk av hoyggi pá beráð . (pá beráð = til at taka).
Eg haldi, at tey eldru vóru so nøjsom. ( nøjsom = (kravdu so lítið/nøgd).
Hann var gabbi í skúlanum. (gabbi = ófriðarligur (t.d. í skúlanum).
Hungur er besti kokkur.
Hann/hon er í eplunum. (tekur upp eplir/ella setur niður).
Um tú noktar 99 ferðir og játtar ta 100. ferðina, ert tú betur fyri enn hin, ið játtar 99 ferðir og noktar ta 100. ferðina .
Hasin hevur lítið undir húgvuni. (tápuligur)
Hann/hon er bet. (úttalast =be=d) (bet = Hann/hon er á heysinum/fallit)
Tað sær út til at orðið er komi úr fronskum, sí http://ordnet.dk/ddo/ordbog?query=bet
fra fransk bête 'bæst' fra latin bestia, udtales [ˈbeˀd
"Betydninger 1. ydmygende eller beklageligt resultat; nederlag Beslægtede ordbeta ...vis Beslægtede ordbeta ...skjul vis som grafik (eksternt link) Eksempler lidt af en bet lukningen af Maribo Sygehus som selvstændigt sygehus er en bet for Midtlolland LolFalFt89Lolland-Falsters Folketidende (avis), 1989. 2. mærkbart økonomisk tab Eksempler økonomisk bet Bet til Linnet. Anne Linnet skal grave dybt i sin pengetank for at betale et gigantisk underskud i .. Montmartre HernFbl94Herning Folkeblad (avis), 1994. 3. SPIL bøde eller indskud der skal betales når man har tabt i visse kortspil 3.aSPIL over- eller understik i forhold til en afgivet melding, for hvilket der betales en aftalt sum Går man ned i en Grand eller får for mange stik i en Nolo betales 2 jetons for den første bet og 1 jeton for hver yderligere bet fagb-spil91Peter Lund: Kortspilbogen - Gyldendal, 1991."
Reikurin stóð ikki rætt á honum í morgun. (Hann hevði gron).
Tag verden som et lån til andres kår at lette.
Knívurin lá í handdragnum. (handdrag = ein lítil skuffa/ eitt lítið rúm t.d. undir lokinum á útróðrarskríninum).
Nú skal eg skera tær ein lyklabita. (lyklabiti = tú skert t.d. ein stóran/góðan bita av einum turrum tjógvi og skert síðani nøkur hakk (tvørturum) í bitan, so at hann gerst lættari at tyggja. (hakkini minna um lykilin á hvølpalási)).
Tvætla ikki, hatta er eitt kufluhús. (kufluhús = eitt hús, har einki skil er á nøkrum).
Hann/ hon er ein klótufingur. (klótufingur = ein, ið einki dugir til hendurnar).
Gomul neytakona: Vit høvdu eina pelsu tvørtur um okkum, sum dyllan hvíldi á.
NB! (ein pelsa (kv) = eitt pelsi (h) - somu merking men ikki sama kyn.
Loppur gerast ommur eftir einari nátt.
Hatta segði hann/hon bara upp á viðbaravís. (viðbaravís - (útt. vibbaravís) – uttan at meina nakað við tað).
Ikki loysir tað seg at fara inn til teirra, tí har er súlynda. (súlynda = friður/tey hvíla seg).
Ansa eftir, so tú ikki fært spávla! (spávli = tað at skera spávølu upp í fótin, so at tú ikki fært hongt krovið upp).
Hann var so knibbutur at sparka. knibbutur = kringur og kvikur).
Nú vænti eg, at hann fer skjótt at glinsa. (glinsa?glynsa? = koma. Verður sagt um ein, sum plagar at støkka inn á gólvið dagliga - um somu tíð.
Vit fóru inn til okkara, og tey fóru inn til teirrara.
Vit veiddu síl, og vit veiddu lítlimurtar. (lítlimurtur = ternumurtur).
Hjá okkum fáa hundurin og kettan altið. (altið = avlopið av húsarhaldinum). kelda: Súsanna í Jógvansstovu
"Nei, eg havi ikki sæð nakað lív har í dag, tað hoyrist, at snilda er í húsunum." (snilda = búkilska).
"Nei, eg havi ikki sæð nakað lív har í dag, tað hoyrist, at drúllur er í húsunum." (drúllur = sera leyst lív).
Hann var eftir harum í dag, men hann var Sámal. (Sámal = fekk onga haru).
Hon skuldi skeinkja sær ein drekkamunn, men tá var Tummas í kannuni. (Tummas = tóm kanna).
"Handa ærin má takast, tí hon er so terrut um hálsin." (terrut = ber um hálsin (av elli)).
"Hetta er eitt fitilamb, tí tað hevur skalv á netjuni." (skalvur = tálgin liggur í aldum - ella sum skalvur).
"Nei! Ikki skalt tú krevja nógv av honum, hann brúkar minsta nummar av alpuhúgvu."
"Vilt tú ikki hava okkurt aftur í munnin?" ( = at taka rákan burtur, eftir at hava etið sterkan mat).
"Nei, nú fari eg at fáa mær ein uggara." (uggari = drekkamuður)
"Tá ið eg var smágenta (f. 1921), høvdu vit altíð jólakaku á jólum - og kanska eisini spruttur." (spruttur = vaniljukransar og tær longu)
"Kanst tú skritta mær ein svávulpinn?" (skritta = bresta)
--------------------------
Vær velkommen du ædle gæst,
for syndens skyld du kommen est,
i dette elende ned til mig.
Aldrig kan jeg fuldtakke dig.
(Hetta ørindið sungu tey á Brúnni, tá ið sólin kom aftur á Brúnna eftir ta drúgvu, myrku tíðina. Kelda: Frida í Ólastovu - eftir mammu sína).
-----------------------
Tað vóru nógv avstaðsfólk (affstassfólk) til jarðarferðina í dag.
"Nei, nú haldi eg, at eg fari at støkkja mær nakrar bøkkar." støkkja = velta (bundloysa), so svørðurin vendir niður.
Tá ið sílini hava lagt seg oman á grynkuna undir Brúnni, er kalvin komin inn á sandbotnin. (Klæmint Niðri í Geil).
"Eg sá, at lambið hjá gráu var litkað/likkað/liðkað!" (litkað/likkað/liðkað = hevði skræpu)
Teir gomlu søgdu, at kavar hann tríggjar ferðir í bakka fyri atvent, so fáa vit ikki kavavetur.
Nú leypa trøllini á sjógv! (Sagt, tá ið onkur ger okkurt óvæntað)
Hans Kristiansen (á fjalli á Ambadali): "Roynið at meta seyðin norð móti tráðnum (hegninum)!" (Hetta segði hann hvørja ferð, ið vit róku seyðin á Dalinum. Vit skuldu reka hann norð móti hegninum og niðan við tí, niðan á Sandhálsarnar - og so heim í Miðbotn)