
Tvey stór omanlop hava verið í berginum Norðuri við Gjógv á Ambadali. Tað fyrra lopið, ið er niðan fyri Gjógv, er komið um hálvan novembur (2009), meðan tað seinna lopið, ið er oman fyri Gjógv, er komið nú um mánaðarskiftið novembur/desembur. Tað niðara lopið - ið er tað minna lopið - er beint niðan fyri Gjógv. Her var so vakurt. Ein ryggur við einum høvdi vaks mestsum út úr berginum, og tað var gangandi út á hetta høvdið, og haðani hevði tú eitt frálíkt útsýni bæði oman- og niðaneftir. Nú er ryggurin lopin burtur, men høvdið stendur eftir, og nú er berg í millum ryggin og høvdið, so har er ógongt. Ein stór riva sæst í berginum oman fyri høvdið, so tað er bara ein tíðarspurnigur, nær náttúrukreftirnar hava fingið bilbugt við høvdinum. Hetta lopið sær út til at vera komið niður á Heimara Búgvabarm - á Urðina Inni á Hálsi og á Hálsin sjálvan.
- Í summar vóru Hans á Skipinum og eg - frá báti hansara - uppi á landi á teimum flestu plássunum frá Vambarkletti og heimeftir ( -- "har fram við bergsins fót!"). Tað er ein ikki sørt løgin kensla at vita sær, at vit sigldu innan fyri Búgvan, vóru á Urðini Inni á Hálsi og gingu í gjøgnum holið av Heimara Búgvabarmi og á Vestara Búgvabarm. Hetta kemur nú eingin at gera okkum eftir (reyp), men myndirnar eru varðveittar, og tær eru eisini at síggja í myndasavninum. Mangt kann stingast upp á fólk. Feðgarnir Herman og Absalon Eysturoy, saman við m. ø. Fróða Clementsen, hava sett sær fyri at koma sær upp á sjálvan toppin á okkara 188 metra steyrrætta drangi, Búgvanum. Sera hulisliga royndu teir seg sjálvar og amboðini av í fjør. Bjørn á Heygum hevði við seglbáti sínum siglt teir av Eiði, og skilligt er, at "lív" kom í bygdina, tá ið maður kom aftur av útróðri og segði seg hava sæð menn í miðjum Búgvanum. Bátar "sníktu" seg síðani vestur at "lúra", og skjótt varð avdúkað, at tað vóru "Eysturoyarnir", ið har hingu.
Absalon, Fróði og Herman
"Ja, Herman kann finna upp á mangt", tók ein maður til og legði aftrat, "og hann er skjótur frá huga til verk"! Tá ið Herman so seinni kom til bíggjar og fortaldi um ætlanina, hoyrdust metingar frá ymsum vinklum: frá at bjóða lagnuni av til eina spennandi avbjóðing. Herman dugdi væl at greiða frá ætlanini, men tá ið hann so mestsum legði dent á , at Absalon, sonurin, hevði lært seg at klúgva (sum vit siga) í Danmark, var monnum ovboðið. "Hoyrdu tit! Lært seg at klúgva í Danmark, har tann hægsti heyggurin er góðar hálvt annað hundrað metrar høgur", mutlaði onkur og hvarv.
Men bíða nú. Í døgunum 18. - 20. juli 2006 fóru teir tríggir garparnir - Herman, Absalon og Fróði - aftur í Búgvan við tí greiða endamáli: at taka Búgvan. Tað var gott veður um morgunin tann 18., tá ið teir fóru úr Gjónni. Tað hevði regnað um náttina og út á morgunin, men seinni sleit í, og tá varð farið avstað við "Álkuni" hjá Kristiani í Gamla Pakkhúsi. Tað gekst væl, og teir komu allir turrskøddir á land í Skarvseyganum.
á veg upp á Smørklett
Tað gekst teimum væl at ota seg uppeftir og uppeftir. Veðrið var frálíkt, og teir nærkaðust Stóra Studningi, tá ið tað leið nakað væl út á kvøldið. Um náttina svóvu teir so í Bólinum ella hvíldu seg til dagin eftir, tá ið tað síðsta takið skuldi takast.
Dagurin upprann við góðum líkindum, og heilt fitt av fólki - saman við einum sjónvarpsliði við Zachariasi Hammer á odda - fór á Ambadal og fylgdi við teimum tað seinasta pettið upp á toppin. Nú teir frammanundan høvdu borað sær kongar heilt upp ímóti Stóra Studningi, gekst heilt væl at koma upp hagar, ið teir endaðu dagin fyri. Síðani fóru teir undir tann síðsta teinin, men hetta vísti seg at vera alt annað enn lætt.

Eldbjørn, Bjørn, ? og Diddan
Týsmorgunin 18. juli vórðu teir settir á land í Skarvseyganum – stutt innan fyri sjálvan Tangan á Búgvanum (út imóti havinum). Teir vóru væl útgjørdir við góðari og nógvari útgerð. Tað tók sína tíð at fáa alt hetta upp á Smørklett og so víðari upp í Bólið, har teir skuldu húsast og sova. Týsdagurin royndist einki til veður – tað regnaði illa til tíðir – vánaligt bjargaveður - so tað var gott at sleppa undir ta bláu presendingina í Bólinum um dimmið.
So nær málinum - og tó, hetta var sera skuffandi hjá teimum, men so mikið væl kenna vit nú hesar fýrarnar, at verður lív og heilsa at ári, so herja teir áaftur.
Tað má hava verið teimum tann reina marra: at hanga einar 30-40 metrar undir Búgvatoppinum í áarføri. Karmarnir á Ambadali høvdu onga neyð, men hvussu fór at gangast Búgvamonnunum at koma niðuraftur? Ja, tað var spurningurin, men afturíaftur komu teir so, og á svartari nátt vóru teir í Gjónni í øllum góðum.
At bæði Brimil og Tyrlan høvdu lagað tað soleiðis, at eitt sjónvarpslið - flótandi og flúgvandi - kundi avmynda henda túrin, tað setur Búgvan í fokus og fer at hava eitt søguligt virði, og tað eiga teir tøkk fyri.

Jákup, skipari á Brimli
Okkum eydnaðist at sleppa við Brimli og Tyrluni. Blíðskapurin umborð á Brimli var óførur, og tyrlutúrurin var ein sonn uppliving. Tyrlumyndirnar eru serdeilis góðar at hava í sambandi við meiri nágreiniliga staðfesting og staðlýsing av nøvnunum í Búgvanum og bjørgunum annars, tí loftmyndirnar kunnu takast frá øllum møguligum vinklum. Tú fært t.d. eina heilt øðrvísi fatan av, hvussu "gott pláss" er í bjørgunum í mun til tann vinkul, haðani tú vanliga sært bjørgini og Búgvan. Tað verður spennandi at "nærlesa" hesar myndirnar. Høvdu teir gomlu sæð og kunnað greitt frá!! Í øllum førum kunnu vit staðfesta, at Búgvatúrurin higartil hevur kastað ljós á Búgvan, birt lív í hann aftur og givið okkum virðismikið tilfar úr bjargasøguni. Tøkk eigi garparnir fyri tað, og vit ynskja teimum betri eydnu næstu ferð.
Fleiri myndir: myndasavn - 2006 - Búgvin 18. - 20. juli 2006.
Búgvin er tikin. Síðani 1913, 1914 ella 1915 hevur mannafótur ikki verið á toppinum, men 20.07.07 broyttist søgan. Kl. 17.47 hetta vakra fríggjakvøldið sást maður á Skortinum út ímóti Havinum - hálvt gangandi - hálvt grulvandi - tað síðsta pettið móti toppinum. Knappliga stóð maðurin - Absalon Eysturoy - á sjálvum toppinum veipandi og skríggjandi til teir trúføstu áskoðararnar á Ambadali.
Heini, Absalon, Herman, Fróði og Rasmus.
So kimaði fartelefonin: "Hetta má vera heimsins vakrasta panorama!" Kropp á kroppi komu so hinir fýra honum á baki.
Teir vóru: Herman Eysturoy, Fróði Samuelsen, Rasmus Eysturoy og Heini Hátún. Allir løgdu so armarnar um herðarnar á hvørjum øðrum - við Merkinum í millum sín - og skríggjaðu sigursróp yvir Ambadal, yvir Barmarnar báðar og yvir Rivtangan, ið noyddi teir at fáa sær bát av Eiði. Høgættin og Rivtangin hava í alt summar roynt at lagt fótonglar fyri garparnar, men teir snýttu bæði við at fáa sær bát av Eiði. Ikki var hugsingur um at koma á land á Tanganum ella í Skarvseyganum, men inni ímóti Sjóvarrókini eydnaðist tað tó.
á Smørkletti
Hódagin kl. 13.00 vóru allir 5 komnir upp á Smørklett, og "undirløgubáturin" setti aftur kós móti Eiðisflógva. Tað, ið eftir var av degnum, arbeiddu teir seg uppeftir við allari útgerðini, og um náttina fingu teir sær ein blund í Bólinum. Fríggjadagin løgdu teir so til brots, og tað gekst væl upp til Stóra Studning - har teir endaðu í fjør - men so kom stígur í. Men við bit og slit - tumma fyri tumma - otaðu teir seg uppeftir, og tá ið Stóri Studningur var tikin, var síðsta forðingin skúgvað til viks. Vallingin omanfyri var løtt at taka, og so kom tann stóra løtan - BÚGVIN TIKIN.


Tit 5 hava framt eitt bragd. Tykkara avrik verður umrøtt, tá ið Búgvin er á skránni. Tit hava fingið "lív" aftur í tann gamla drangin. Tit hava víst okkum, hvussu ómetaliga nógv teir gomlu løgdu fyri, tá ið tað ráddi um at vinna sær og sínum mat í munnin. Teir settu liðir, limir og sjálvt lívið í váða fyri matartugguna. Tit hava sett teimum ein virðiligan minnisvarða. Tað verður sjón fyri søgn, tá ið tær spillivandi myndirnar koma á skíggjan, og Búgvin verður lagdur víðopin fyri alra manna eygum. Stóra tøkk fái tit fyri tað.
Fleiri myndir: myndasavn - 2007 - Búgvin tikin 20-07-07.