- Publiceret den 27 februar 2012
- Víst: 17838
Gjógvin
Nakað er skrivað um Gjónna, ótalligar myndir eru tiknar av henni – og bygdini hevur hon givið navn. Gjøgnum øldir hevur tíðarinnar tonn evnað hana til - skrætt bitar úr henni og flutt steinar higar og hagar. Á teimum elstu myndunum kunnu vit ímynda okkum, hvussu hon sá út, tá ið menn í smáum fóru undir at bøta um lendingarviðurskiftini. Vit síggja, hvussu torført tað man hava verið hjá teimum gomlu at røkt sjógvin, og vit skilja so sera væl, at teir hava lagt doyin á at fáa lendingarviðurskiftini so fræg, sum til ber, tí sjógvurin var sjálvt grundarlagið fyri, at nakað lív var í bygdini.
Seinnapartin í 20. øld fóru menn av álvara undir at bøta um viðurskiftini í Gjónni. Í tingtíðindum sæst, at í 1879 hevur tingið játtað studning til spæl at draga bátar við. Hetta spælið var eitt sonevnt "gangspæl" og stóð uppi á Gjónni. Til aksil varð akkersstokkurin av Saksunarskipinum brúktur. Jóan Jacob Olsen (vanliga nevndur Olsen), f. 1859, setti akkerstokkin upp av fyrstan tíð.
Í 1898 hevur tingið játtað studning til tilfar og formansløn at sprongja steinar burtur við lendingina, og í 1901 er aftur umsókn í tinginum um studning at bøta um lendingina.
Símun Jacob Joensen, f. 1882, úr Oyndarfirði, var arbeiðsformaður ta fyrstu tíðina, tá ið teir bøttu um viðurskiftini í Gjónni. Hann arbeiddi ikki leingi í Gjónni, men hann stóð fyri arbeiðinum, tá ið tann niðara kleivin norðanfyri var gjørd, og tí fekk hon navnið Oyndfjarðarkleivin (úttalað Oynnfarakloyvin).
Undir seinna heimsbardaga fór stórarbeiði fram í Gjónni, og tá var Anton á Klá formaður. Tá var Gjógvin "gjørd", sum eldri fólk taka til. Gjógvin varð slættað - fleiri kleivar gjørdar - nýggjar trappur og nýtt spælhús á Gjónni. Í 1949 kom motorspæl í húsið á Gjónni. Vognskinnarar vórðu lagdir oman í Gjónna, so tað skuldi vera so lagaligt sum gjørligt at flyta fisk og vøru úr Gjónni. Sivert Martin á Fløtti stóð fyri hesum partinum av arbeiðinum, og hann hevði essuna standandi á Gjónni og brúkti hana har til at boyggja skinnararnar við.
Seinni er nýtt hús við el-spæli sett í Øskuni, og eisini er nýtt prýðiligt spælhús við almennum wc komið á Gjónni.
Alt gott er at siga um hesar broytingar, men eitt stendur eftir: nátúran hevur goldið sín prís. Gamlir menn kunnu sita á trænum undir tí nýggjasta spælhúsinum og hyggja oman í Gjónna og greiða okkum frá ymiskum, men hetta verður ber myndatala, tí plássini eru burtur. Klovin, Myrkhelli, Tíggjundakrubban, Skúlakrubban, Kettuborðið og onnur liva bert í hugaheimi teirra. Vit skilja væl, at tey flestu plássini máttu dvína, men tað hevði t.d. borið til at varðveitt Tíggjundakrubbuna og Skúlakrubbuna?
Tað er trupult at staðfesta nøvnini á plássum, ið eru ruddað burtur. Kortini hava vit at royna at gera tað, tí staðfestingin kann so í øllum førum minna okkum á, hvar hesi plássini hava verið.
Tey einstøku nøvnini í Gjónni eru at finna í partinum Staðanøvn, og har eru eisini ymsar frágreiðingar at síggja.
Her fara vit at enda at siga eitt sindur um málbrúkið í sambandi við sjálvt navnið Gjógv/Gjógvin. Gjógvin hevur navngivið bygdina, og í tilknýti til bygdarnavnið verður sagt gjáarfólk - við Gjógv – frá Gjógv - og til Gjáar
Í tilknýti til Gjónna verður sagt - í Gjónni og úr Gjónni - á Gjónni og av Gjónni - oman í Gjógv ella oman í Gjónna - niðan á Gjógv ella "niðan á Gjónna - niðri í Gjógv ella niðri í Gjónni - uppi á Gjógv ella uppi á Gjónni ella bara á Gjónni.