- 12 oktobur 2023
Systrarnar Jóhanna og Hergerð
Heystfjøllini eru gingin, og skurðurin, sum royndist væl í ár, er komin upp á ásin. Áðrenn 1990 var tað púra vanligt, at jarðeigarar áttu lut í øllum 5 høgunum í bygdini: Á Fløtum, í Líðini, í Sáttarenni, í Dalinum og Fyri oman Rætt. Allar skipanir hava tvær síður, og her var tað soleiðis, at tú kundi eiga eini 10 - 15 ferðir á fjall um árið (tríggjar ferðir í hvørjum haga) - várgongu, skurð og klipping - umframt hegning og okkurt annað. Hetta var sjálvandi ikki bara bara, og ofta stóð á at fáa fjallskipan, tí menninir vóru til skips stóran part av árinum, men tað kom væl við hjá smádreingjunum at sleppa á fjall "fyri mann" - og fáa løn - og frí úr skúlanum. Smágenturnar sluppu ikki upp í part, nei, nei, tað kom ikki upp á tal, og eingin kendi orðið javnstøða.
Eg minnist enn, hvussu glaður eg var ein morgunin, vit komu í skúla, og lærarin gav okkum frí, tí hann skuldi á fjall Fyri oman Rætt. Tá ið eg kom á brúnna, kemur Malla úr Hoygarðinum og spyr, um eg kundi fara á fjall fyri tey - Julius var til skips. Sjálvandi. Malla kom á rættina við drekka til mín, og so fekk eg góðan døgurða í Hoygarðinum - og løn. Hetta var tann vanliga mannagongdin, tá ið tú hevði biðið tær fjallmann. Jú, smádreingirnir, sum nú taldust millum menn, gingu eitt sindur bringubrattari eftir ein so avbera góðan dag. Øll bygdin átti lut í fjallinum, so tað var alt tann reini idyllur hesar dagar. Eingin vegur var til bygdina, men Benadikt átti ein stóran Bedford lastbil, ið tók 1½ tons. Onkuntíð var mann so heppin at sleppa ein biltúr heilt heim á Skarð við honum.
Í 1990 broyttst alt. Jørðin hjá hvørjum einstøkum eigara bleiv samlað saman í einum hagaparti. Eigararnir løgdu fram ynski um, hvønn haga teir ynsktu sær, og ynskini blivu fyri tað mesta gingin á møti. Broytingin er alstór, neyðug, og lættir almikið um. Fimtan árligir fjalldagar fóru niður í tveir, tí nú bleiv ikki gingið á klipping heldur. Tað allarmesta er gott við hesi broytingini, men ein týðandi partur hvarv: tað sosiala. Hetta, at bygdarfólkið var saman um tað heila, var ein so gevandi og hugnaligur partur, sum mangur saknar í dag. Øll jørðin í Sáttarenni er uttanbíggjarjørð, og næstan sama skilið er í hinum høgunum. Tað má so vera, tí fólkatalið er farið í botn, og vit mugu við sorgblídni bara ásanna, at tað farna er farið. Kortini ber tað enn til at snara høvdinum og fríska tað farna eitt sindur uppaftur. Eitt framstig kann nevnast aftrat, tí nú eru TEY farin at ganga fjøllini.
NB: Niðanfyri eru nógvar myndir at blaða ígjøgnum.
Olaf (Oyndarfirði) og Niklas í Gamla Pakkhúsi
-- noy høgættin
Hallur Ellingsgaard
noy høgættin
Bogi (Hoyvík), Ólavur (hjá Símuni) og Heini (Hoyvík)
noy høgættin
Ebba Marianna og Jacob
Marner, Pætur, Símun og Kristian Jákup
Pætur (hjá Ólavi)
polakkar
Erling
Erling
Jørgin, Erling og Erling
Jørgin
Neli og Neli
Hergerð
Jóhanna
Jens Kristian og Heðin
Jens
Anna og Sofus
Anna (á grynkuni every year)
Símun (hjá Pæturi)
Páll
Eyðun
Andras, Jón og ?
Ingibjørg
Anna Sofía og Una
??? og Bjørt
Jákubina, ? og Fía
?? Dánial og Sigmundur
Óli Andrias (Kollafirði) og ?
Andras og Jón
Sigmundur og Dánjal Jákup
??? Dánial og ??
Omansrætt
Jens Kristian, Jens, Hergerð, Høgni og Jógvan Sørin
Jóhanna, Hergerð og Jens Kristian
Jóhanna og Hergerð
Jens
Jens Kristian,(Jóhanna), Jens og Hergerð
Eyðsvein, Arni og ?
Feðgarnir, Fríði og Petur
Feðgarnir Birgir og Líggjas
Dávid, Súni, Jóni og Petur Pauli
Jákup og Kári
systkinabørnini Kristian og Kristian
Ása, Eyði, Jónfinnur (Klaksvík) og Hákun.
Dánjal Jákup, Eyði, Elias og (Jónfinnur, Klaksvík)
Christian, Ása, Eyði og Dánjal Jákup
Ljósádalur
Elias og Mjóstígsá
Jákup Petur
Elias, Christian, Kári, Ásfinn, Markus, Sølvi, Dánjal, Eyðun og Hákun
Jákup Petur, Hákun og Dánjal
Elias, Christian, Sølvi og Kári
Markus og Eyðun
Sáttarenni
Jørgin og seyðarhøvdini