- Publiceret den 21 novembur 2010
- Víst: 30299
Røktingarmenninir Jóhan og Kjartan
Sum áður nevnt her á síðuni, so er tann góði gamli Omanrættarhagi - sum eisini var kallaður Stórihagi - býttur sundur í tveir nýggjar hagapartar. Teir nýggju hagarnir - Omanrætt/Ambadalur og Omanrætt/Fjallið eru ávikavist 48 gyllin og 32 gyllin.
Tað var í 2010, at bygdin fekk henda nýggja hagapartin: Fyri Oman Rætt/Ambadalur. Áseyðatalið er 204 áseyðum, og markið í millum teir báðar nýggju hagarnar gongur úr Neytaliðinum, niðan á Barmsbrekku, niðan á Háls, norður um Háls og oman í Rógvugil (niðan fyri Festirstein), úr Rógvugili á skák norður ímóti Gjógv (heiman fyri Húsið) og frá Gjógv oman á Róvuna.
Røktingarmenninir Pætur og Jóhan
Tann 21.11.10 hevði Omanrætt/Ambadalur sín fyrsta fund og valdi hesar í hagastýrið: Andras Kristiansen, Pætur Matras, Kjartan Kristiansen, Jóhan Kristiansen og Ólav Christiansen. Sum røktingarmenn vórðu valdir Pætur Matras, Kjartan Kristiansen, Óli Andrias Kristiansen og Jóhan Kristiansen. Sambært avgerð hjá Yvirútskiftingarnevndini eitur hagin Fyri oman Rætt / Ambadalur.
Óli Andrias, røktingarmaður
Fyri oman Rætt, Ambadalur er ein 3 marka hagi. Sambært úrskurði í sambandi við útskiftingina skuldi Fyri oman Rætt/ Ambadalur hava 204 hagfastar seyðir.
Myndir eru at síggja í myndasavninum (novembur 2010).