IMG 7392 Medium

Tann sjeynda juni 2014 kl. 14 var ein lítil og fitt hátíðarløta í Fornagarði. Frá morgninum av høvdu garðsbúgvar ruddað og hampað, so "glansurin" stóð á. Ikki tí, har var eingin rúgva av óruddi, men dugandi hendur finna altíð eitthvørt at tríva í. Um middagsleitið var tað verkði lokið, og fólk vóru farin at tosa um borðreiðing og mat. Tú sást fólk koma úr ymsum húsum berandi føt - klødd við silvurpappíri, sum tey settu á borð á felsgstorginum. Tvær stórar ferhyrntar lagkøkur við átekningini "Forrnagarður" myndaðu tann ytra borðendan. Betri bitar hava ikki verið á Jardusarryggi: grind, spik, eplir, rullupylsa, kjøtpylsa, egg, sild, rækjur, kjøt (m.a. av Galvinum), salat og ymiskt annað, ið eg ikki dugi at navngeva. Jú, borðið var væl búgvið, tá ið bilar við býráðslimum sneiddu inn á bilstøðurnar. Tann fitta løtan byrjaði við tí, at Jóan Petur Vang, umboðandi garðsbúgvar, segði nøkur orð. Hann læt væl at "Fornagarði" - alt virkaði í besta lag, og fólk trivust væl her. So ynskti hann, at fólk skuldu halda tøgn í ein minutt fyri at minnast býrásðlimin Hans Dávid Dam, ið andaðist fyri nøkrum fáum døgum síðani. Hans Dávid var arkitektur og hevði staðið fyri hesari verkætlanini. Eyðgerð Mørkøre Kruse, umboðandi kommununa, tók so orðið og greiddi eitt sindur frá gongdini við "Fornagarði". Kommununnar vegna handaði hon so "Fornagarð" til garðsbúgvar saman við 5000 kr., ið garðsbúgvar nokk fara at finna útvegir fyri. Jóan Petur Vang takkaði kommununi og bjóðaði so øllum somlum til tað góða borðið. Eingin legðist á boðini, og skjótt fyltust teir tómu stólarnir. Prátið var nógv og lívligt, so orðafellið "Frótt er høvur av fullum maga", kendist rámandi rætt. -  Veðrið má eisini fáa sítt! Tað var mjørki um alt landið, og við Gjógv bøklaðist hann um Bølluta Gil og Kikamannaholið fyri norðan - og Teistaklettin og Krákureiðrið fyri sunnan. Tað var blika stilli - kanska ein evarska lítil  ond av eystri - og lýtt. Ein góð og hugnalig løta - og nú eiga garðsbúgvar alment "Fornagarð".

Fleiri myndir eru at síggja í myndasavninum: Fornagarður avhendaður  ---

Kategori: Gjáartíðindi