- 04 juni 2014
Ruddingardagurin riggaði avbera væl í allar mátar. Fínasta veður - nógv og gott fólk, so alt gekk sum eftir ánni. Byrjað varð sum vant við morgundrekka í bygdarhúsinum kl. 10, og so fór fólk til verka. Heitið á degnum - ruddingardagur - fevnir ikki um alt tað, ið framt verður hendan dagin. Bygdarhúsið fekk eina yvirháling í fjør - mest vindeygur og máling - og aftur í ár vóru nógvar virknar hendur líka av taki í grund. Har var málað, har var reinsað, har var vaskað, og hampað var eisini um sjálvt takið, ið nú hevur sæð sínar bestu dagar. Tað arbeiðið, ið lagt er í Bygdarhúsið slíkar dagar, er fyrimyndarligt og stuttligt at síggja. Tað verður ikki tikið nakað frá nøkrum, tá sagt verður, at nýbyggjararnir í Fornagarði eru miðleingjan í hesum arbeiði. Tað var eisini væl uppáfunnið av Símuni hjá Sigurdi og Jørgini hjá Odu at brúka dagin til bátasmíð. Teir gjørdu fýra fínar tunnubátar til Lítlafløtt, og teir fara at koma væl við, nú summargestirnir fara at glinsa. Opnahjallarnir Niðri í Geil fingu eisini hjálpandi hendur hendan dagin, so tit skilja á lagnum, at ruddingardagurin fevnir so víða. Men lat okkum ikki nú í øllum uttanumtosinum gloyma sjálva ruddingina. Fólk sóust í Fjøruni, Ánni, Gjónni, Minnisvarðanum, bønum og so húsanna millum. Hanni í Gortru og Arne tóku sær - sum so mangan áður - av Ánni. Hesaferð brúktu teir ein nýggjan máta. Teir byrgdu betur upp fyri Lítlafløtti, so áin mestsum turrlegðist, og so var lagamanni at taka óruddið upp. Tá ið tað var gjørt, tóku teir byrgingina frá, og so tók áarsteymurin restina út á Bugin - snilt. Símun hjá Sigurdi plagar at spula Gjónna og alt har á leið, men tá ið hann nú, sum áður nevnt, smíðaði tunnubátar, so tók Pætur í Ólastovu sær - saman við øðrum góðum fólki - av Gjónni.
Kristian í Gamla Pakkhúsi bar strúthúgvu hendan dagin - við átekningini. Captain.
Satt at siga var ikki so nógv at rudda, men hist og her var altíð okkurt, ið hevði gott av eini hjálpandi hond. Hoyggjhúsið hjá Kristiani á Rætt - Uppi á Heygnum - er fallið av tíðarinnar tonn, so toftin varð ruddað, og sprekini burturbeind. Tað bar so á, at ein fullur bussur av íslendskum pensionistum steðgaði á Gjónni. Bilstjórin og eitt eldri par komu at tosa við Nela og meg. Tey søgdu, at ferðarlagið var úr Húsavík á Norðlandinum og har á leið. Tey vóru bøndur og fóru at tráspyrja okkum um seyð og hoygging. Eg mátti siga, sum var, at eg keypti hoyggj úr Íslandi, ímeðan Neli hoyggjaði, sum møguliga tann síðsti Mohikanin í bygdini. So vildu tey vita, hvat ið var á vási í bygdini, nú tey sóu alt hetta virksemið. Tá ið tey so fingu at vita, at bygdarfólkið hevði felags ruddingardag, læt í bilstjóranum: "Fyri 25 árum síðani var eg í Føroyum við einum skúlaflokki, og nú eg eri aftur her, er tað serliga í tveimum førum, eg havi lagt broytingar til merkis, og tær eru: vegirnir eru breiðari og landið er reinari!" Hetta var stuttligt at hoyra, og hugsa vit okkum eitt sindur um, so hevur íslendingurin grein í sínum máli. Ruddingardagarnir gera góðan mun - tann sosiali parturin er ikki at forsmáa - og so fyrimyndin fyri komandi ættarliði.
Ruddingardagurin endaði við grillaðum pylsum í opnahjallinum í Nýggjustovu. Neli og Erling høvdu "takt" hjallin upp á "beráð", tí ælingurin stóð so dimmur suðuri í Holinum. Samanumtikið ein sera væl eydnaður dagur í allar mátar.
Fleiri myndir eru at síggja í myndasavninum: Ruddingardagurin 31.05.14.