sdc19917 medium1  

So av og á plagi eg at gloppa hurðini har eysturi á Próvfastatúvuni - ella á Skutli -  hjá Oddvør og Nela. Fyri jól - og eisini í hesum nýggja árinum - havi eg havt mín lítla bandupptakara hjá mær, so mangt hugnaligt og áhugavert  frá farnari tíð er fest á band. Bæði tvey hava óføra gott minni - so mín uppgáva hevur fyri ein stóran part bert verið henda: at leiða prátið inn á tey ymisku viðurskiftini. Oddvør fortaldi mær ein dagin, at tað eru liðin meira enn 60 ár, síðani tey bæði komu saman eitt Annað jólakvøld - tá var hon 15 ár. Jú, rætt er tað: "Oddvør og Neli" - "Oddvør og Neli" - tað minnist eg heilt frá barni av, at tey søgdu.

Oddvør Johannesen (f. Debes í 1939) er dóttir Sofus Debes, f. 1896 og Jóhonnu, f. Klein, 1896. Oddvør er miðlingur av trimum systkjum: Hannelina, f. 1937, Oddvør, f.1939 og Óli, f. 1944. Oddvør og Neli giftust í 1960 - tey búgva við Gjógv og eiga fýra børn: Sofus, f. 1960, býr við Gjógv, Anna, f. 1962, Hoyvík, Jóhanna, f. 1964, Kvívik, og Hergerð, f. 1968 og býr á Argjum.

Nú lova vit Oddvør framat:

Eg eri fødd í 1939, og javnaldrar mínir vóru Dánjal Jákup, Gerda, Sigrun hjá Kallsoy og Sólbjørg hjá Hjalmari á Teigunum (Hjalmar Joensen, f. 1908) . Annars spældi eg nógv saman við Herdis hjá Oliveri (Oliver Debes, f. 1909) - vit vóru bestu vinkonur, og vit vóru grannar, men hon var eitt ár eldri enn eg. Ikki tí - vit spældu eisini nógv saman við Gerdu, Magnhild, Svanhild á Teigunum, Ingrid í Bíggjarlagnum og Petru Elisu. Petra Elisa var dóttir Magnus hjá Sørini (Joen Magnus Joensen, f. 1909) og hon var nógv her sum genta - búði hjá Svend (Svend Joensen, f. 1912).

oddv MediumGerda KristiannaIngrid

 Oddvør, Magnhild og Gerda til nýggjárssang á Gjáargarði í  novembur 2005                  Ingrid í Bíggjarlagnum, Kristianna hjá Valborg og Gerda hjá Dinnufíu

Vit spældu nógv úti, men man hevði eisini sínar skyldur heima - vaska klæðir, gera reint og alt møguligt - og so kundi tú sleppa út at spæla. Vit loftaðu nógv við húsini hjá Oliveri  og yviri í Jákupsstovu. Har lá so væl fyri, tí veggurin var so slættur - stoyptur. Vit loftaðu upp í hundrað og taldu innantanna. Misti tú, so vart tú liðug. Ikki minnist eg, hvussu vit taldu, men hundrað - tað var at skalla tíggju ferðir. Vit spældu alt møguligt - rundbólt og langbólt - og so var tað eitt, sum ikki hoyrist so nógv um, tá tosað verður um spøl - tað var at sláa pinn. Tað gjørdu vit nógv av undir Skipshúsunum. Tað vóru tveir partar, ið skifust um at sláa og at taka ímóti. Vit settu tveir fittar steinar á vegin - eitt glopp var í millum teir - og so høvdu vit tvey træpettir . Tað styttra træpettið løgdu vit á báðar steinarnar, og tað longra brúktu vit at sláa við. So slerdu vit træið av steinunum við tí longra trænum - so slerdu vit út - so vippaðu vit --- taldu stig við tí longra trænum (10 - 20 - 30 - 40 ---- 100, 110 ). Loftaði onkur tí styttra trænum, tá ið sligið bleiv út, so doyði tann, sum slerdi (slapp ikki at spæla víðari). Vit dansaðu nógv á Brúnni og Heimi á Rættini, og "kerlighoytsvísan" "En vise for eder jeg nu fortælle vil", var mangan á lofti (vísan sæst í fullari longd aftast í hesari frásøgnini).  -- Ungmannafelagið - tað kallaðist "Norðstjørnan" - var nokkso virkið ta tíðina, tá ið eg var blivin vaksin. Anfinn (Anfinn Jacobsen, f. 1932) var formaður eina tíð, og so vóru tað eisini Arnhild (Arnhild Sivertsen, f. Joensen, 1931) og Dea ( Andrea Lamhauge, f. Kristiansen, 1931). Vit sungu úr "Føroya fólks", og so varð lisið upp úr bókunum hjá Martini Joensen - "Fiskimenn" og aðrar. Anfinn las - og seinni eisini Arnhild og Dea. Hetta var tað vanliga, men tá ið Árni í Horni (Árni Joensen, f.1952) kom framat, fór hann undir at skipa fyri bygdarballið. Tað fyrsta bygdarballið mundi vera umleið 1972. Tað bleiv gingið í húsini at biðja kjøt - eitt stykki úr hvørjum húsi. Undirtøkan var sera góð, bæði millum gomul og ung - har var borðhald við skemti - og seinni bleiv farið upp á gólv. Síðani hevur hesin siðurin hildið sær, men í 1975 ætlaðu tey ikki at hava nakað ball, tí tann fyrsta desembur tað árið doyði Sofus í Fornanum (Sofus Sivertsen, f. 1928) bara 47 ára gamal, men tá segði Arnhild (einkjan), at ballið skuldi verða, soleiðis sum tað plagdi at vera. So bleiv, og Arnhild hevði báðar synirnar við sær.

Tað hava fleiri fólk verið búsitandi hjá okkum upp gjøgnum tíðirnar.  Umframt okkum - mammu, pápa og systkini - minnist eg, at búði Billa (Birgitta Olsen, f. í Funningi 1863) eisini hjá okkum. Hon kom til Gjáar í 1890, og tá helt hon til hjá Pól Jóhannesi Yviri á Bø (Poul Johannes Joensen, f. 1864). Til okkara kom hon í 1906.  Eina tíð búði hon á Hellunum og gekk til Fuglafjarðar at arbeiða í fiski. Billu minnist eg væl, hon doyði í 1944. Ein maður, ið kallaðist Fjarð-Hanus (Hans Sigmund Dahl, f. í Funningsfirði 1878), búði eisini hjá okkum í nøkur ár, men tað var fyri mína tíð. Hann kom til okkara í 1890. Foreldrini hjá honum vóru deyð - fyrst doyði mamma hansara, og stutt aftaná fór pápin. Tey áttu fleiri børn - trý komu til Gjáar, eitt til Funnings og eitt til Eiðis. Ein systir búði í Kollafirði (tænti), tá ið foreldrini doyðu, og eg ein onnur systir var eisini har. Jú, Hanus og tvær yngri systrar komu til Gjáar at vera. Onnur búði í Stólpa, og hin búði í Blásastovu, men tær doyðu báðar tvær av turberklum. Ikki veit eg, hvussu leingi Hanus búði hjá okkum, men í fólkateljingini frá 1901 er hann ikki við Gjógv, men tá var hann eisini vaksin. Daniella í Ólastovu (Daniella Biskopstø, f. 1878) búði eina tíð hjá okkum. Hon var trúlovað við Jóan Jacob Debes, sum fórst við 8-mannafarinum "Brúðrini" í 1901. Jóan Jacob var beiggi Per í Heiðriksstovu. Aftan á vanlukkuna kom Danilella til okkara at vera - hvussu leingi veit eg ikki. Seinni giftist hon og búsettist á Stykkinum. Fía, dóttir Poul Kleiní Sjúrðarstovu, f. 1861) doyði út av loftinum hjá okkum. Hon æt Sofía Klein, f. 1896 og doyði 20 ára gomul av tuberklum. Fía og mamma vóru javngamlar og vinkonur. Kanska hevur Fía verið eftir við Gjógv, tá ið tey í Sjúrðarstovu fluttu av bygdini umleið 1910. Man kann næstan siga, at Fía í Gamla Pakkhúsi (Sofía Joensen, f. Klein), sum var uppkallað eftir Sofíu í Sjúrðarstovu, vaks upp hjá okkum, og hon gekk í skúla við Gjógv. Hon var abbadóttir Poul Klein. Eldbjørn (Óli Eldbjørn Joensen, f. 1936), sonur Fíu, er uppkallaður eftir abba og ommu. Hvørt ár, tá ið fjall hevði verið í Dalinum, fingu tey í Gamla Pakkhúsi tað besta lambið frá okkum. Eg var onkuntíð við pápa, tá hann fór við lambinum. - Hans á Skipinum kom úr Vík til okkara at vera í 1912 - tá var hann seks ára gamal. Mamma hansara var deyð, og pápi hansara, Elias, ætlaði sær til skips, men hann mátti fáa onkran at passa dreingin, meðan hann var burtur. Abbi, Óli Debes, og Elias kendust og vóru vinmenn, og Elias spurdi abba, um hann kundi hava sær dreingin, meðan hann var burtur - tað var gamaní. Petur í Jákupsstovu fortaldi tað, at hann plagdi at leiða Hans í skúla. Hans dámdi so væl við Gjógv - og tey hjá okkum vildu ikki av aftur við hann - so hann bleiv bara verandi her og roknaði okkara hús sum sítt barnaheim. At fólk kom til okkara, mundi komast av tí, at hetta var eitt sovorðið hús, men hetta hevði einki við familjuskap at gera. - Tá ið eg bleiv fødd, í 1939, ringdi pápi til Elias í Vík at spyrja, um hann ikki kundi skaffa sær eina hoyggingargentu. "Jú, tað er vist, tú hevur hjálpt mær so væl, at tað skal eg gera," svaraði Elias. Hoyggingargentan bleiv Hanna í Vík, ið seinni giftist við John Niðri í Geil - soleiðis kom hon til Gjáar. Ejolvur á Skipinum ( Ejolvur Djurhuus, f. 1936) er uppkallaður eftir ommu og abba, og tey á Skipinum fingu hvørt ár eitt lamb frá okkum - og seinni bleiv tað so eitt krov - líka til Elspa á Skipinum (Elsebeth Djurhuus, f. Matras, 1899) doyði í 1992. - Bina hjá Lenu á Bø (Elena Joensen, f. 1899) og Ingibjørg í Nýggjustovu vóru eina tíð arbeiðsgentur hjá okkum.

sdc18675 medium1img 8198 medium1

Asta og dóttirin, Hedvig Reynheim, í kirkju við Gjógv 28.02.10                                              Ingibjørg og Oddvør á eydnuhjólið við Gjógv 19.08.07

-  Mamma plagdi at siga tað, at meðan hon lá á Sjúkrahúsinum í Klaksvík, tá ið eg var fødd, fekk hon tvey ring boð: Olaf, mammubeiggi, (Olaf Klein, f. 1904) lá sjúkur av tuberklum í Gdynia í Polen, og Sanna mostir, (Susanne, f. Klein 1898) ið búði á Oyrarbakka, var farin á Sanatoriið í Havn við tuberklum - og seks vóru børnini. Pápi hevði ringt til mammu at spyrja, um tey ikki kundu taka tvær døtur hjá Sannu mostur til okkara at vera, og tað var ja, áðrenn hálvtalað var orðið. Asta, sum er fødd 1931, og Ingibjørg, sum er fødd 1933, komu so til okkara. Torbjørn, f. 1928 og Óluva, sum er fødd 1932, blivu uppi í Geil.  Olga, sum er fødd 1927, bleiv eftir á Oyrarbakka, meðan tann yngsta, Lina, sum er fødd 1936, fór til Eiðis. Asta fór frá okkum sum 16 ára gomul, tá hon fór út at tæna, men Ingibjørg var 12 ár, tá ið hon fór. Vit roknaðu okkum sum systkin, og Asta, sum nú býr á Sandi, sigur seg vera frá Gjógv, um onkur spyr hana, hvaðani hon er. -  Sanna mostir bleiv frísk aftur av tuberklunum, men Olaf mamm(u)beiggi doyði í 1947 - 42 ára gamal.

Telefonin kom til Gjáar í 1907. Fyrst var telefonstøðin í Ólastovu, og haðani fór hon til Dánjal Klein ( f. 1882) uppi á Heygnum. Í 1921 kom hon so oman í Stovuna til okkara - til abba, Óla Debes (f. 1865) - og her var hon so, til hon bleiv niðurløgd 19.11.1976. Eftir tað høvdu vit bara boðstøð og telegramm, men tað doyði skjótt burtur. Tað var ikki bara sum at siga tað at hava telefonstøðina. Tú vart bundin av henni alt samdøgrið - hvønn dag í árinum -  og úthurðin mátti ikki vera læst á degi ella nátt. Mangar dagar var køkurin fullur av fólki, sum sat og bíðaði - alt tók so langa tíð. Skuldi t.d. tosast við onkran í Havn, so bleiv fyrst ringt til Funnings at biðja um Havnina. Funningur ringdi so til Fuglafjarðar ella Hvalvíkar at biðja um Havnina, og tá ið vit so einaferð sluppu ígjøgnum til Havnina, tástaðni kundu boð sendast eftir tí, ið tosast skuldi við, og so gekk tað heila umaftur øvugtan veg: Havnin/Hvalvík/Funningur/Gjógv. Fáar vóru telefonlinjurnar, so mangan kundi ein stutt samtala taka fleiri tímar. Telefonboðið kostaði 50 oyru, men til Vestmanna kostaði tað 75 oyru, tá tað var langt at fara. Komu t.d. telefonboð til onkran, sum búði nær við hjá okkum, so kundi verða biðið um "at halda opið" - tað vil siga at fara við boðunum beinan vegin uttan at leggja á. Um náttina var mestsum altíð friður, men eg minnist væl, at tað bankaði uppá eina náttina. Tá var tað ein bátsmanning, ið skuldi ringja, og vit vóru lívs forskrækt. Og so telegrammini. Fyrst skuldu tey móttakast og skrivast á eina kladdu. Var tað til okkurt serligt høvi - føðingardag ella brúdleyp - so bleiv tað skrivað á eina "festblankett"  - eitt fínt skreytblað. Kom telegrammið frá onkrum skipi, so bleiv tað bara skrvað á eitt serligt ark, sum bleiv boygt saman um miðjuna, og so bleiv eitt reytt klistrimerki sett á. Telefonin gav ikki nógv, tá ið hugsað verður um alt stríðið - eitt árið var yvirskotið 7000 kr, tað minnist eg. Tað komu mangan ring boð gjøgnum telefonina, og pápi hevði skyldu til at bera tey víðari. Tað er vist - pápi hevur borið nógv ring boð, og eg minnist serliga eina konu, ið hevði fingið ring boð - hon ræddist at síggja pápa millum húsini og tordi ikki at koma á telefonstøðina, um boð vóru eftir henni - eg skilti hana væl. Pápi hevði altíð bláa húgvu, tá ið hann fór við tungum boðum, so tað er skilligt, at hvøkkur kom á fólk, tá ið tey sóu pápa við bláari húgvu.Sjálvandi ávirkaði telefonin okkara gerandisdag - at so nógv uttanhýsisfólk sat í køkinum, meðan vit t.d. stákaðust við mat og ótu døgurða, men vit vóru so vand við tað, tí vit vistu ikki um nakað annað. Telefonlistar skuldu eisini skrivast og sendast til Telefonverkið. Upp á hesar listar varð skrivað, hvør ið hevði tosað - hvørt einasta menniskja  - nær tað var tosað  - hvussu leingi - og hvat tað kostaði. Telefonpengarnar løgdu vit í ein kassa fyri seg. Tað var nógv arbeið av telefonlistunum, og tað arbeiðið gjørdi Jákup Sofus Jacobsen, f. 1900. Tað vóru bara tveir telefontræðrir millum Gjógv og Funning, og í illveðri hendi tað mangan, at træðrirnir komu saman, og tá hoyrdist einki. Vit merktu tað, tí tað bleiv so tungt at ringja.Tá plagdi onkur maður ella smádrongur at fara heim í gjøgnum Dalin við tráðu. Fann hann feilin, so loysti hann træðrirnar sundur við tráðuni, men vóru aðrir størri feilir - træðrirnir kanska slitnaðir - so fóru boð til Elduvíkar eftir Sigurdi Clementsen. Hann umvældi feilir, og børnini kallaðu hann fyri "Pelamannin", tí tá hann var at síggja, so hekk hann gjarna uppi í onkrum pela. Hann gisti mangan hjá okkum. Um summarið plagdu vit at fáa breyð sendandi frá bakarínum "Tip top" í Fuglafirði hvønn týsdag við "Pride". Mamma bakaði annars altíð breyð, og so er tað ein dagin í hoyggingini, at hon ikki hevði havt tíð at baka, og nú kemur Sigurd inn á gólvið. Mamma gevur honum drekka og gremur seg um, at hon bara hevur bakaríbreyð, og tá svaraði Sigurd: "Einki breyð er so gott sum egið konubreyð!"

Frederik Ejdesgaard, av Eiði, gekk við posti til Funnings og Gjáar mikudag og leygardag. Við Gjógv bleiv hann bara kallaður "Posturin". Eg havi mangan hugsað um tað. Tá ið eg koyri við bili, so hyggi eg altíð undir Hamarsendan (undir Eiðisskarði), hvussu har rýkur og fýkur. Frederik og pápi vóru í familju, og tí var tað, at hann altíð kom inn til okkara, tá ið hann hevði verið á posthúsinum hjá Petur Kristiani  (P.C. Joensen, f. 1880) við postinum. Hann gisti ofta hjá okkum, tá ið hann var seinur, ella tá ið tað var illveður. -- Gamli Postur (Jóhan Magnus Hansen, Eiði) gekk við posti, áðrenn Frederik tók við.  Jóhan Magnus var pápi Kristionnu hjá Kallsoy, og hann helt tí til í Lærarahúsunum, til Kallsoy flutti til Eiðis í 1944. Eftir tað helt hann til hjá okkum. Tað kom altíð nógv fólk inn til okkara. Tá ið "Pride" kom úr Klaksvík týsdag, komu eiðisfólk ofta upp á land her, tí tey hildu tað vera lættari at ganga frá Gjógv til Eiðis - tað var so tungt úr Funningi og niðan á Eiðisskarð. Tey komu mangan inn á gólvið hjá okkum at ringja eftir bili at koma ímóti sær, og so fingu tey ein drekkamunn - mamma var altíð so blíð. Eg kom at kenna nógv eiðisfólk upp á handan mátan.

scan0057 medium1

"I ungdommens vår ..."

Og so høvdu vit eisini handilin at passa. Og nú sigi eg tað, at handilin var ein plága, men tað hugsaðu vit ikki soleiðis um tá. Tað var opið hvønn dag líka til klokkan ellivu ella hálvgum tólv um kvøldið. Pápi stóð fyri handlinum, tað eg minnist, og Hannelina og eg vóru so har, tá vit blivu so frægar. Asta og Ingibjørg vóru eisini har eina tíð. Pápi var altíð í handlinum, og so skiftust vit báðar - Hannelina og eg. Óli, bróðir, kom so seinni upp í leikin. Vit seldu allar vanligar matvørur, sum tá vóru - og so alt sum hoyrdi einum húsarhaldi til - og ikki at gloyma petrolium. Um jóltíðir kundu vit finna uppá at bestilla okkurt, sum kundi brúkast til jólagávu - turrikløð og annað smávegis. Tá vóru fólk ikki so kravmikil. Jólaaftan høvdu vit opið til út ímóti midnátt, tí tá var ikki vanligt at fara í kirkju jólaaftan, men tað kimaði klokkan seks. Mær dámdi einki serligt at vera í handlinum, tí tað var so bundið, serliga tá man var barn og ikki altíð slapp út at spæla við hini børnini. Menninir sótu nógv í handlinum, men tað var eitt sindur fordeilt millum báðar handlarnar. Tað vóru kortini ikki allir menn, sum sótu í handlinum - nei, tað vóru mest teir somu, men aðrir komu bara at keypa og so út aftur. Aðrir blivu sitandi at práta - fullir benkur og eisini á skivuni. Har blivu øll verðsins viðurskiftir havd á lofti. Teir royktu og skráaðu og spýttu á gólvið - merkiligt - eingin hugsaði um, at tað var nakað løgið við tíð. Eina ferð - tað var undir Krígnum - tá brotnaði gólvið. Tað fekst ikki øll vara undir Krígnum. Toy var komið úr Íslandi - brúnt klædningstoy - og alt skuldi keypa og keypa, og nú kemur ein prúð kona inn aftrat, og tá fór gólvið - tá var ein látur. Tað blivu nógvir klædningar seymaðir úr tí toynum, men Pól Jóhannes í Bíggjarlagnum (Poul Johannes Johannesen, f. 1888) og Petur Julius Joensen, f. 1877, seldu eisini toy. Pól Jóhannes og Benadikt  (Benadikt Johannesen, f. 1917) høvdu verið í Íslandi. Bygdin átti fleiri seymikonur - m.a. Linu á Tarafløtti (Samnelina Nólsoy, f. 1903), Brynhild á Heygnum (Brynhild Fríðheim, f. Klein, 1920), Alexandru Gudmundsson, f. Joensen, 1920)  hjá Petur Kristiani, Monu á Fløtti (Mona Jensen, f. Joensen, 1929) og Petrinu í Heiðriksstovu ( Petrina, f. Debes, 1920). Lina á Tarafløtti plagdi at seyma fyri okkum, og hon hevði eina seymimaskinu av merkinum "Pfaff". Sanna á Grótheyggi seymaði skjúrtuna - ella tað hvíta - innan fyri messuakulin hjá presti. Mona á Fløtti hevði lært at seyma hjá Skraddaranum - Hans Marius Debes, f. 1888) og hon var so ófør, at hon seymaði ta fyrstu føroysku bispakápuna til Jákup Joensen, varabiskup. Eg veit ikki, um Hans Jacob - okkara bispur - og Jógvan Fríðriksson brúktu/brúka ta somu kápuna. Petur Julius, ið eisini handlaði, seldi m.a. toy til brúðarkjólar, og eg minnist, at eina ferð ringdi Jóanes Niðri í Stovu (Johannes Johannesen, f. 1896) til mammu - tey vóru javngomul - at spyrja hana, um hon ikki kundi fara fyri seg niðan til Petur Julius at keypa toy til ein brúðarkjóla. Tað gjørdi hon - og eg fór við henni. - Fyri mína tíð plagdi tubbaksdósin at standa á skivuni, so teir bara kundu fáa sær ein guv, um teir høvdu hug til tað. "Fox and Gees" ("Revur og gæs") stóð eisini á skivuni. Eg haldi, at tað var abbi, sum kom við tí - tá man hava verið nakað lívligt. Vit keyptu mestsum alla varuna frá Poul Hansen og petrolium frá Shell. Skipstroyggjum tóku vit eisini ímóti í býti við varu, og eg minnist, at í 1963 fingu tey 40 kr fryri troyggjuna, men í 1950unum fingu tey væl minni. Tað vóru ikki øll, ið vóru før fyri at gjalda fyri varuna, og tá høvdu vit eina bók at skriva uppí. Tað var synd í slíkum fólkum - kanska tungt hús og sjúka uppií. Teir flestu pengarnar fingu vit inn, men ikki allar. Eg kann leggja aftrat, at vit eisini høvdu nógvar góðar betalarar. Tað var nógv stríð av handlinum, men vit høvdu ein fittan mann at hjálpa okkum við øllum møguligum. Tað var Kristian Jóhannes Jacobsen, f. 1894 - hann var eitt slags uttanbudamaður. Mangan túrin var hann eisini í Funningi eftir varu, men pápi plagdi at ringja eftir onkrum funningsmanni at bera varuna niðan á Skarð, og so fór Kristian Jóhannes heim á Skarð eftir henni. Kristian Jóhannes var so góður við okkum systrarnar, at hann plagdi at koma yvir til okkara hvørt kvøld at spæla kort við okkum, sjálvt um hann hevði fult hús av fólki. - Mamma segði tað, at hon mintist fimm ættarlið hava sitið á beinkinum í handlinum - tó ikki í senn. Sum dømi nevndi hon: Poul Debes, f. 1839, Per Debes, f. 1870, Tummas Debes, f. 1914, Pól Hans Jacob Debes, f. 1938 og Fríðtór Debes, f. 1959.

Prestur helt til hjá okkum, og hann hevði eitt fast kamar, ið vit kallaðu "Prestakamarið". Eg minnist væl Hans Ejgil Sand, sum var prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi. Hann var prestur her frá 1935 til 1947. Í 1947 kom Gjógv undir tað nýggja Eiðis prestagjald, og tá gjørdist Zacharias E. Brimnes prestur her. Brimnes var her frá 1947 til 1968.  Fyrr helt prestur annars til í Sjúrðarstovu, og har hevði prestur egna inngongd. Vit høvdu eisini tvær úthurðar, men eg haldi ikki, at onnur hurðin hevur verið ætlað presti. Eg haldi, at vit høvdu tvær úthurðar, tí tað er bygt upp í húsini einaferð í tíðini.

Sum fjúrtan ára gomul var eg nakrar mánaðir hjá Olafi á Stongunum, í Klaksvík. Eg var arbeiðsgenta hjá Ingibjørg og Hans, læraranum, umleið eitt ár fram til ólavsøku 1958. Um heystið 1958 fór eg til Havnar at vera arbeiðsgenta hjá Helga Hansen (soni Poul Hansen, keypmann), og har var eg eitt hálvt ár. Í 1959 var eg nakrar mánaðir arbeiðsgenta í Klaksvík - hjá Jóhonnu Fredrikku, f. Joensen, 1919, úr Blásatovu - tá ið hon átti dóttrina Jórun.

scan0023 Medium

Brúðardansur  fyri Oddvør og Nela í "Gjáar samkomuhúsi" í 1960

Neli og eg giftust so í 1960 - eg var 20 ára gomul, og hann var 21 ár. So komu børnini so við og við, og eg hevði nóg mikið at gera, so eg fór ikki út aftur at arbeiða fyrr enn í 1979 - tá fór eg á flakavirkið "Norðís" á Eiði. Tá ið so Smoltstøðin kom við Gjógv í 1985, fór eg at arbeiða har, og har arbeiddi eg, til juli mánað 2003. Tá gekk alt skeivan veg, og Smoltstøðin læsti tíðliga í 2004. Tað, sum bant meg til bygdina í yngri árum, vóru handilin og jørðin. Handilin gav nokk ikki so nógv av sær sum so, men hann hevði altíð yvirskot, og vit høvdu tað gott. Óli, bróðir, bleiv sjúkur í nýrunum í 1953 - 8 ára gamal, og hann lá á sjúkrahúsinum í Klaksvík frá fyrsta februar til sætta oktobur - hann slapp ikki úr songini - skuldi liggja - og tá hevði hann eisini ligið í ein mánað heima, áðrenn hann fór til Klaksvíkar. Tað vóru ráðini, hann fekk - men pínu hevði hann ikki. Eg havi mangan hugsað um tað, hvat hann man hava liðið - hann dugdi ikki at ganga, tá hann kom upp úr aftur seingini. Hannelina sat nógv uppi yvir honum á sjúkrahúsinum, og so var eg eisini í Klaksvík og loysti hana av.

snv32701 medium1sak medium1

Heystardagur á Próvfastatúvuni                                                                                           Í Dalagerðinum í lembingini                                                                                       

Tað var nógv jørð í húsunum, og sum eg minnist, áttu vit tá mest jørð í bygdini. Vit høvdu kúgv í kjallaranum, og Hans gubbi á Skipinum (Hans Andrias Djurhuus, f. 1905) hevði eisini kúgv í okkara kjallara. Eisini høvdu vit vetring og veðrar í kjallaranum, meðan kenningarseyðurin var í hoyggjhúsinum. Hannelina og eg passaðu seyðin, og mest vóru tað mamma og Hannelina, sum mjólkaðu kúnni. Eg mjólkaði ikki so oftani, men eg dugdi at mjólka, og í 1959, tá ið eg var arbeiðskona í Klaksvík eina tíð, mjólkaði eg hjá einum bónda úti á Oyri. Tá ið flettingin var fyri, var rokan í køkinum. Hans gubbi og Klæmint Juul (Klæmint Juul Matras, f. 1907) plagdu at fletta. Klæmint Juul svævaði ikki - hann stakk bara niður í nakkan. Tá var stóri bonkur fullur av fólki, ið var komið at hyggja. Tað var nógv at taka upp, tí einki fór til spillis. Mása (Thomasia, f. Jacobsen, f. 1932, hjá Dalberg (Dalberg Jacobsen, f. 1899) plagdi at hjálpa okkum, og hon vaskaði vembur í Ánni - hvør vomb í bygdini mundi tá verða vaskað í Ánni. Tá ið eg var barn, flettu øll í køkinum uttan tey í Gortru - tey flettu í kjallaranum.

oddvor medium1

Oddvør ristir upp á turkilag í Klænagerði

- Áh, dett stríð av hoyggingini. Hannelina og eg bóru alt hoyggið inn - og ikki minst eisini grasið á turkiløgini.  Tað var tungt og møtimikið at fara inn í hoyggjhúsið Niðri í Tøðuni við tí fyrstu byrðuni - tað hoyggjhúsið tók fimm fóður - 200 byrðar. Sjúrðarstovuhoyggjhúsið tók eitt fóður, og so høvdu vit Miðheiðagróthúsið aftrat.  Vit bóru alt í línutrogi, men tá ið bilurin hjá Benadikt kom í 1950, og hann fór at koyra gras, tá plagdi onkur at hjálpa okkum at binda byrðar í. Eg minnist serliga til eina ferð heimi í Stovugili, at Sivert á Fløtti hevði bundið okkum í. Tað vóru snøggar byrðar - men sum tað var tungt niðan á vegin. Vit høvdu bara fýra turkiløg - eitt uppi á Kúluni við 5 rúmum, eitt eysturi í Mýruni við 5 rúmum og eitt við 4 rúmum heimi á Stórheyggi. Heimi á Grótheyggi var eitt við 9 rúmum, men tey rúmini vóru so smá. Men onkur man hava hildið tað turkilagið verið stórt, tí Sjúrður á Fløtti (Sivert Sivertsen, f. 1877) plagdi at kalla tað "Hood" (Enska krígsskipið "Hood" var heimskent, tí tað var heimsins størsta krígsskip í millumkrígsárunum, men bleiv søkt av tí kenda krígsskipinum hjá Hitler - "Bismarck" - í 1941).  Uppi á Lágni og uppi í Stórulág  høvdu vit tvey stór stykkir. Úti á Nasa høvdu vit eitt stykki. Tey søgdu altíð, at grasið á Nasanum skuldi vera so gott fóður, og at tað komst av saltrámanum. Ikki bleiv tað so skarpt sum annað hoyggj, og altíð koyrdu vit tað í tað heimasta rúmið í hoyggjhúsinum, tí har skuldi tað besta vera. --  Kristian Jóhannes var fastur slóttumaður, og vit hoyggjaðu. Stykkini vóru spjadd um allan bøin, og eg haldi næstan, at vit áttu eini 120 stykkir tilsamans. Tað var strævið upp á sín máta, men tað var nakað við tí, sum var so ógvuliga hugnaligt. Tú gekst stykki av stykki, og so møtti tú fólki og fekst eitt prát. Tað dámdi mær so væl, men tann hugnin hvarv tíverri, tá ið bøurin varð lagdur saman. Vit byrjaðu altíð at hoyggja fyri ólavsøku og hoyggjaðu vanliga til út í oktober mánað. Tað bleiv ikki spurt, um man tímdi at hoyggja - tað skuldi bara gerast, og vit vóru hvønn dag í bønum. Tað ringasta var at balla hesi stóru stykkini. Eina ferð minnist eg, at vit vóru liðug at hoyggja í septembur. Tað heystið hjálpti eg teimum hjá Oliveri at hoyggja. Oliver hevði verið burtur og fór at hoyggja í septembur, og tá vóru vit liðug. Herdis hjá Oliveri og eg vóru vinkonur, so eg fór at hjálpa teimum at hoyggja. Øll hini vóru tá liðug at hoyggja, og Oliver lænti fleiri turkiløg, so tað gekk skjótt fyri seg.

Torvið má eisini nevnast, tað var eisini nógv arbeiði av tí. Vit skóru heimi á Skarði og uppi í Tjørnudali. Torvið á Skarðinum kom til hús við bili, men tað í Tjørnudali mátti berast. Herdis hjá Oliveri og eg plagdu at fara eftir torvi, tá ið vit vóru komnar úr skúla.

Vit høvdu fleiri úthús: tvey hoyggjhús - Sjúrðastovuhoyggjhúsið (við Rætthúsini) og hoyggjhúsið í Tøðuni - ein hjall undir Gortruhúsunum, og hann bleiv fluttur niðan á eitt stykki, ið vit áttu uttan fyri húsini á Tarafløtti. Tann hjallin brúktu vit mest til torv. Kjøthjallurin hjá okkum stóð uppi á Gjónni, og hann bleiv seinni fluttur oman í Tøðuna. Tey á Skipinum høvdu eisini sítt kjøt í okkara hjalli á Gjónni. Hjallurin hjá teimum var ikki so góður, tí hann var bygdur upp í Skipshúsini. Seinni tók Hans á Skipinum tann hjallin upp í sjálvi húsini - sum ein útbygning. Eitt  gróthús høvdu vit heimi í Miðheiðum - Miðheiðagróthús. Av fyrstan tíð varð tað brúkt til torv, men vit brúktu tað til hoyggj.

 Einki minnist eg til nakað fiskaarbeiði í fiskakjallaranum, men eina ferð minnist eg, at Hans gubbi og onkrir aðrir menn høvdu verið heimi í Gráfelli eftir kava, sum teir skuldu brúka til at ísa fisk við í fiskakjallaranum.

En vise for eder jeg nu fortælle vil ----

[Melodi: Der boede en købmand ved Hamborger Bro / Jeg vanker ved søen i silde aftenstund]

Kærlighedssang.

 

1. En vise for eder jeg nu fortælle vil,

som vistnok er passeret, det må I tro mig til.                    

I Strasbourg der boede en adelsmand så rig

 på gods og på penge, at ingen var ham lig.

 

2. Han havde en datter, hun var dejlig, hun var skøn,

hun var elsket over alle af en sømand udi løn.

[to verselinjer mangler]

 

[3.] Et år udi 2 de forlovede var,

den ømmeste kærlighed for hverandre de bar.

Men det lå jo skjult, hvad de mindst tænkte på,

at det dem så ulykkeligt i verden skulle gå.

 

4. Han sejlede et år, han sejlede udi 2,

alt før han sin bestemmelse kunne opnå.

Kuns lidet han fortærede, thi hjertet var svagt,

 han tænkte på sin kæreste hver time og hver nat.

 

 5. En rejse til Ostindien den sømand tog hen,

han tog afsked fra hende, sin elskelige ven.

 Hun ønskede ham til lykke, gav tusindgang farvel,

 hun sørgede så såre for sin ømmeste sjæl.

 

6. Da han nu var borte, og tiden den svandt hen,

 så kom der en bejler til Strasbourg igen;

han bejlede til hende, bad faderen derom, 

 at han dog ville ham give sin datter så from.

 

7. Det var jo let for ham at få faderens ja,

 thi han jo både rig og formuendes var.

 Maria hun sørgede og ærgrede sig:

 min Gud og min Herre: du hjælpe nu mig.

 

 8. Som hun i de sørgeligste tanker hengik,

 et brev fra sin kærestes hånd hun da fik;

 en liden dreng det bragte, skønt han dog ikke gik

 ubelønnet af hende, en daler han fik.

 

 9. O, elskende Maria, som udi brevet stod,

du holder op at sørge uskyldige blod.

Nu ligger vi for anker i Vesterbergens havn,

 om nogle dage ønsker jeg at hvile i din favn.

 

 10. Det lettede hendes hjerte, det lettede hendes bryst,

 så gik hun ud af kammeret med glæde og med lyst;

 ja, fri for al sorrig hun ud af kammeret går,

 men brevet hun glemte alt på sit lille bord.

 

 11. Maria i haven spadserende gik,

 omsider det brev hun i tankerne fik.

Min Gud og min Herre, nu frygter jeg for,

min fader han skal i mit kammer ind gå.

 

12. Som hun i de sørgeligste tanker gik hen,

 da kom jo hendes fader med brevet udi hånd.

Han hende så tiltalte, som hun en skøge var:

tro, du får ej den sømand, om han er nok så rar.

 

 13. O, hjerte kære fader, skænk mig den sømands hånd,

ej nogen bedre gave du din datter give kan;

 tillad mig ham at elske, tillad mig ham at få,

da lindres alt min kvide, da er jeg sjæleglad.

 

14. Ja, faderen gik bort, men var ganske vred som før,

 men slige elskovsgriller han jager snart på dør;

 når han er død og borte, så glemmes han af dig,

 så tør jeg nok formode, at du adlyder mig.

 

15. Tre dage derefter et skib kom udi land,

 hendes fader han ilede til skibet på stand.

Han tager den sømand i enrum med sig,

men han tænkte ikke på, at det kostede hans liv.

 

16. O usling, o usling, jeg ved, at du er den,

 som har forført min datter, jeg ved, hun er din ven.

Jeg skal det på dig hævne, tro du mig det for sandt,

hvis du hende ej forlader og rømmer straks af land.

 

17. O ja, kære herre, jeg hende elsket har,

men hende at forføre dog ej min attrå var;

men om jeg end skal rømme og hende ej mere se,

mit hjerte sig mon vende til al fortvivlelse.

 

18. Den grusomme fader med tænderne skar,

så rev han ud den kniv, som han under brystet bar.

Så stødte han den i brystet på sømanden god,

gik bort og lod ham ligge at svømme i sit blod.

 

19. Han ilede til sin frue og til sin datter hen:

O, vil du med mig følge, jeg viser dig din ven;

nu kan du drikke bryllup med kæresten din,

men du får blod i bægeret i stedet for vin.

 

20. Maria blev helt bange, den tid hun så,

hun så sin faders kjortel bestænket var med blod.

Hun færdig var at segne, men fatter sig igen,

hun sørgede så såre for sin elskelige ven.

 

21. Hun ilede til skibet og så den sømands lig,

hendes fader fulgte efter, var sjæleglad i sig.

Hun så sin ven at bløde, hun så, hvor kniven sad,

men uformærkt hun tager den ind på sin barm.

 

22. O, hjerte kære fader, den sidste bøn af mig,

tillad mig dog den ære alt ved den sømands lig.

Da læg mig i hans kiste og sæt mig i hans grav,

da lettes al min kvide, da er jeg sjæleglad.

 

23. Som hun nu havde tænkt, som hun nu havde talt,

så rev hun ud den kniv, som hun under brystet bar.

Se her, du grumme fader, se her den blodige kniv;

så stødte hun den i brystet, faldt ved den sømands lig.

 

24. Det var den sømands broder den tid hørte det,

den rige mand han stævnede for kejserens ret.

Nu hjalp hans gods ham ikke, han måtte dø for sværd,

han måtte livet bøde, han var ej bedre værd.

 

 

25. I Sankt Maria kirke de to blev sat ind;

forgyldt var deres kiste, den gav dem kejseren.

De i hverandres arme blev lagt i silke rød,

at ingen mand, som dem så, skulle sige, de var døde.

 

26. Ved siden af den kiste blev sat en kiste sort,

hvori den grumme fader blev siden henlagt

med morderkniv i hånden, til skue for enhver;

men det var og advarsel for alle og enhver.

 

27. O, I forældre kære, som Gud har givet børn,

I være ej så hårde som denne grumme bjørn.

Thi en oprigtig kærlighed kan aldrig slukkes ud,

om den end her kan hindres, den hindres ej hos Gud.

 

Jørgen Hansen Haastrup. Enden.


Takk fyri blíðskap og hugnaligt prát, Oddvør og Neli.

Kategori: Frásagnir