- Publiceret den 20 oktobur 2009
- Víst: 6299
Síðani teir báðir veðrarnir (bukkarnir) hjá Petur Skeel vórðu sleptir niður í Fløttir í juni mánað í ár (2009), hevur fitt av umrøðu verið um veðrarnar og Fløttir. -- "Eg var á Ambali í dag - og eg sá báðar!" -- "Eg var vestan fyri Riv í dag - og eg sá báðar niðarlaga". Hvussu munu teir trívast? Munu teir koma aftur? Nær fara tit eftir veðrunum?
Hesin seinasti spurningurin gjørdist so við og við eitt sindur meinur, tí satt at siga, áttu veðrarnir at verið tiknir um miðjan septembur, men ymisk samanfallandi viðurskiftir gjørdu, at veðradagurin ikki upprann fyrr enn leygardagin 17.oktobur. Tey seinastu tíðindini um veðrarnar komu mánadagin 12.oktobur: "Eg var norðuri í Eggini í dag, og eg sá báðar veðrarnar. Í dag vór teir ikki so niðarlaga!"
--- Góð tíðindi at hava í viðførinum leygarmorgunin. Vit fýra, Petur Skeel, feðgarnir Herman og Absalon, og Ásfinn, fóru av Omansrætt um nýggjutíðina og vóru ikki aftur fyrr enn um áttatíðina á kvøldi. Ikki tí, tað gekst alt væl í hond, men tað vísir seg, at man hevur lyndi til at undirmeta, hvussu tíðarkrevjandi ein slík ferð er. Langt at ganga og nógv at bera: línur, borimaskinu, hegn, trol, pelar, veir o.m.a. Sigast kann um feðgarnar báðar - Herman og Absalon - at teir eru sera væl útgjørdir og ganga høgt upp í trygdina. Klokkan mundi vera farin um middag, tá ið alt var komið oman á Bergstokkin og fyrireikað, so klárt var at síga niður í Fløttir. Petur Skeel var fyrstur niður, og honum á baki komu so vit tríggir so pø á pø. Beinanvegin sást, at har var bara annar veðrurin, og at hin sostatt var omandottin í somu viku - eitt sindur hugstoytt. Væl gekst at fáa veðrin í ta nýggju hegnrættina, hann var sera spakur og ikki sørt fólkatekkin. Men alt tekur tíð. Herman og Absalon spentu ein rennistrong (úr veiri) av Bergstokkinum og í ein klett í Fløttum, og eftir hesum stronginum varð veðrurin so drigin upp - men tað var av sonnum eitt tungt tak. Vit báðir Petur vórðu drignir upp við hjálp av kontravekt, og gekk tað soleiðis fyri seg: Línan lá um ein blokk í erva - Herman klintraði seg upp (tað gjørdi hann eini 3-4 ferðir), og vektin av honum (meðan Absalon samstundis dró) fekk okkum báðar upp. Tað var ein góð kensla at verða drigin upp og møta Herman á hálvari leið ( "Góðan dag, Herman! Hvat gert tú her í dag?"!!).
Tá ið veðrurin og alt dragslið var komið niðan undir hegnið á Sig, var meir enn hálvaskýmt, so tað gjørdist ein myrkur men góður túrur heim av Dalinum. Afturkomnir fingu vit ein deiligan drekkamunn við pannukøkum frá Marnu hjá Oliveri (mamma og omma Herman og Absalon). Mánakvøldið 19. okt. varð veðrurin so flettur hjá Petur Skeel í Funningi. Fleiri heilir og hálvir funningsmenn komu á gátt og royndu at meta um vektina, og úrslitið var 61 pund. Hetta man vera heilt í lagi, tí í fjør heyst vigaði bukkurin ikki meir enn eini 25 pund. Tá ið krovið var komið á ásin í hjallinum, bjóðaði Petur øllum inn til ein góðan drekkamunn, ið Hansy (konan) hevði sett á borðið. --- Hugnaligt prát og eitt sindur av reypi!! So kemur tann afturvendandi spurningurin: Var hetta nú ómakin vert? Óivað eru ymiskar meiningar um tað, men fyri meg hevur tað verið ein ógloymandi uppliving úr odd í egg og tøkk eigi tit (Herman, Absalon, Kathrina og Petur), ið tímdu at hava meg við.
------- Fakta: Í 1930 var Pól Jóhnnes í Lon, í Funningi, saman við øðrum funningsmonnum í Fløttum við tveimum veðrum, og tað er ikki roynt aftur fyrr enn nú. Annar kom aftur og var sum ein miðal veðrur. Nú vóru aftur tveir veðrar, annar kom aftur og vigaði 61 pund. (mest sum endurtøka av søguni).
--- Hesa ferð varð mált upp, hvussu langt tað er av Bergstokkinum og niður í Fløttir. Rætta svarið er 35 metrar.
ps. Eitt stórt omanlop fargaði Heimara Búgvabarm brúnan henda dagin - tað sæst á einari mynd.
Fleiri myndir: myndasavn - 2009 - Eftir veðrum í Fløttum 17.10.09.
------- Fakta: Í 1930 var Pól Jóhnnes í Lon, í Funningi, saman við øðrum funningsmonnum í Fløttum við tveimum veðrum, og tað er ikki roynt aftur fyrr enn nú. Annar kom aftur og var sum ein miðal veðrur. Nú vóru aftur tveir veðrar, annar kom aftur og vigaði 61 pund. (mest sum endurtøka av søguni).
--- Hesa ferð varð mált upp, hvussu langt tað er av Bergstokkinum og niður í Fløttir. Rætta svarið er 35 metrar.
ps. Eitt stórt omanlop fargaði Heimara Búgvabarm brúnan henda dagin - tað sæst á einari mynd.
Fleiri myndir: myndasavn - 2009 - Eftir veðrum í Fløttum 17.10.09.