Eldbjørn Joensen

Eins og hjá mongum øðrum frá Gjógv so hevur lívsstarv hansara verið lærarastarvið. Vanliga eru lærarar rættiliga ”hagfastir” – halda seg so at siga fyri tað mesta á sama plássi. Eldbjørn telist ikki millum hesar. Hann hevur verið meira víðgongdur og á tann hátt dugað væl at víðkað sær sjónarringin. Hann tók lærararógv á Haslev Seminarium 1960 og hevur síðani verið lærari í Klaksvík, í Holsteinsborg í Grønlandi, á Strondum, á Oyrarbakka og í Runavík, til hann legði frá sær í 1997.

Í 6 ár var Eldbjørn lærari í Holsteinsborg í Grønlandi, og um, hví hann fór hagar, sigur hann soleiðis:

Meðan eg var lærari í Klaksvík, arbeiddi eg saman við einum danskara, og vit báðir gjørdust vinmenn, og eg havi enn brævasamband við hann. Hann fór til Grønlands at vera lærari í Sukurtoppinum, og tað var hann, ið lokkaði meg at koma yvir hagar. Eg søkti starv í Sukurtoppinum, men endaði í Holsteinsborg. Tað vóru mest danskarar á skúlanum og so nakrir grønlendarar, og teir vóru allir sera fittir at vera saman við, men málið – tann málsligi veruleikin – tað var tann størsti trupulleikin. Eg var nokkso heppin, tí har var ein danskur klassi. Í tí klassunum vóru børn, ið dugdu danskt, og eg fekk nógvar tímar við teimum. Hetta vóru børn hjá danskarum, sum búðu har, og so einstøk onnur, ið dugdu danskt. Hetta var ein góður klassi at hava. Børnini vóru so avbera fitt. Tey vóru av tey gamla slagnum – so smæðin – sum tá ið vit vóru í skúla við Gjógv.'

Annars var tað soleiðis, at í fyrsta og øðrum klassa høvdu børnini bara danskt. Vit royndu at gera nakað burturúr fyri at læra tey danskt, tí børnini kundu ongan veg koma, um tey bara dugdu grønlendskt. Tað er ein málbarriera – líkasum ein múrur – mann skal ígjøgnum fyri at koma víðari. Eg haldi, at mann kann siga, at børnini sum heild skiltu danskt, tá ið tey vóru liðug við skúlan.

Lærararnir í Holsteinsborg vóru sera dugnaligir – bæði teir, sum vóru har, meðan eg var har, og teir, sum høvdu verið har frammanundan.

Lurta nú væl! Teir kundu skaffa pleygupláss fyri ein heilan árgang at fara til Danmarkar. Tá ið børnini vóru liðug við triðja flokk, fóru tey allar flestu eitt ár niður bara fyri at læra seg danskt. Nøkur blivu eftir, tí foreldrini vildu ikki lata tey. Tað bleiv fíggjað soleiðis, at foreldrini rindaðu ein part, og tey, ið ikki høvdu ráð at lata børnini, fingu pengar frá skúlanum. Skúlin hevði ein grunn, sum vit samlaðu pengar í við basari, dansimikk og einum stórum degi um árið, har nógvir pengar komu inn. Tá ið børnini so komu aftur úr Danmark, so komu tey aftur í skúla, og tá dugdu tey nokkso væl danskt. Hetta gjørdi tað, at nógv børn í Holsteinsborg dugdu danskt, men hetta helt uppat seinni, tí hetta var bara eitt lokalt tiltak.

Eg veit ikki, hvussu tað er nú, men eg tosaði fyri kortum við ein mann, sum arbeiðir hjá Royal Greenland, og hann fortaldi mær, at tað var so keðiligt, tí grønlendararnir skiltu so illa danskt. Hatta ljóðar sum eitt afturstig, men nakað er um tað, tí eg hevði fyri nøkrum mánaðum síðani  vitjan av einum grønlendara – einum góðum ”gomlum” næmingi hjá mær. Eg segði honum, hvat ”Royal Greenland- maðurin” hevði fortalt mær, og veitst tú, hvat grønlendingurin svaraði: ”Jeg har oplevet det samme!."

Gongur tað upp á handan mátan, so verða tvey fólk í Grønlandi: ein yvirstættur, sum skilir danskt og ein undirstættur, sum ikki skilir danskt. Tá ið eg var har, var tað eingin grønlendari, sum hevði hægri lærdóm. Har var bara ein grønlendari, sum hevði ta hægstu eksamiuna sum maskinistur.

Holsteinsborg

Holsteinsborg er eitt stórt pláss, so har vóru yvir tjúgu lærarar, og tríggir fjórðingar av teimum vóru danskarar. Eg var einasti føroyingur, og eg merkti, at grønlendararnir hildu av føroyingum.  Veðrið í Grønlandi er so gott - í øllum førum í Holsteinsborg – har er so turt, at børnini kunnu  spæla úti hvønn dag. Grønlendararnir vóru fiski- og veiðimenn. Har var ein rækjufabrikk, og formaðurin fortaldi fyri mær, at á fabrikkini vóru 30 arbeiðspláss, men á lønarlistanum stóðu 60, soleiðis var uppmøtingin tá. 

Tá ið eg hevði verið lærari har í 3 ár, søkti eg um farloyvi í eitt ár fyri at fara til New Zealands. Pápabeiggi mín, Jens Petur, var giftur og búði í New Zealandi, so eg helt tað vera stuttligt at fara hagar at vitja familjuna, síggja meg um og hava okkurt smávegis arbeiði, og eg búði eisini hjá teimum. Jens Petur arbeiddi á einum timbursagverki, og har slapp eg so eisini at arbeiða. Mítt arbeiði kann kanska kallast eitt slags viðlíkahald. Tá ið maskinurnar gingu, vóru tað einir tveir ella tríggir, sum vóru til at taka, um okkurt var í ólagi ella kom í klemmu, og eg var ein av hesum.

Tað komu heilir træbular úr skógini, og so blivu teir sagaðir sundur í brettir. Hetta vóru granntrø, og eg plagdi at telja árringarnar á teimum, og har sást, at trøini vóru millum 35 og 36 ár, men har søgdu teir, at trøini í Svøríki vóru eini 70 ár, áðrenn teir brúktu tey. Mær dámdi væl í New Zealandi. Eitt liviligt land við góðum veðurlagi. Jens Petur segði, at tað besta veðurlagið hjá menniskjum at búgva var í Suðurafrika og í New Zealandi – ikki ov heitt og ikki ov kalt.

Rotorua er á tí norðaru oynni

Rotorua, har Jens Petur búði, minnir nógv um støð í Íslandi. Tá mann nærkast býnum, følist  luktur av svávuli. Økið verður nevnt Geyserland, og eru har javnan smáir jarðskjávltar. Stutt frá Rotorua er eitt orkuverk, sum hevur jørðdamp sum orkukeldu. Jens  Petur var tvær ferðir giftur. Í fyrru giftu hevði hann synirnar: Peter og Henry, og í seinnu giftu: Clare og John. Hann doyði tann 4. september 1989 og er jarðaður í Rotorua. Henry, Clare og John hava verið í Føroyum. Tey vóru nakrar mánaðir hvør og høvdu arbeiði, meðan tey vóru her

Tvær fittar søgur frá New Zealandstúrinum:

Datolinjan

Datolinjan gongur í gjøgnum Stillahavið eystan fyri New Zealand. Fert tú eystur um linjuna, vinnur tú ein dag, men fert tú vestur um hana, so missir tú ein dag. Tá ið eg kom heim  úr New Zealandi í 1971, sigldi eg  til Amerika við skipinum “SS Canberra”, sum eftir tátíðini at rokna var mett at vera eitt flott skip. Skipið sigldi: Australia, New Zealand, Tonga, Hawai, Vancouer, San Francisco, Los Angeles.

"Canberra"

Eg hevði kamar saman við einum jugoslava, Velimir Bakalik. Hann var trúlovaður við einari gentu í New Zealandi, men vildi nú royna Kanada, har hann hevði ein beiggja. Vit fingu eitt slags avís hvønn morgun, meðan vit sigldu Hetta var bara eitt a-4 ark, sum bleiv stungið inn undir hurðina. Telegrafistarnir skrivaðu avísina um náttina. Tann 4. mars hevði Velimir føðingardag, og hann fekk eitt telegram um morgunin, men lagið var einki serligt. Hann helt so føðingardagin, men lagið var tað sama. Um kvøldið bjóðaði hann Bloody Mary, sum er ein sjussur úr vodka og tomatdjúsi v. m. Tað er ein góður drykkur at fáa, tá tað er kalt, men ikki nakað, ein mungar eftir, har nógvur hiti er.

Hann spyr meg so, um eg ikki helt tað vera ljótt av gentuni at gera tað liðugt við seg á sjálvum føðingardegnum, og hann vísti mær so telegrammið. Har stóð: “Happy birthday stop love you.” Í telegrammum er “stop” punktum, segði eg við hann. Morgunin eftir fóru vit upp so til telegrafistin og fingu hetta staðfest. 

Tá avísin kom, stóð aftur 4. mars á henni. Vit vóru farnir um datolinjuna um náttia, so Velimir hevði føðingardag aftur tann dagin, og nú var lagið munandi betri, og lættari drykkir komu á borðið. "Canberra"  bleiv eitt kent skip, tá tað fór við hermonnum til Falklandsoyggjarnar undir tí krígnum í 1982.


Á várgongu 

At klippa sær eitur á enskum “haircut”, men tá ið tú klippir ullina av seydi, eitur tað “shearing”. Ein maori, Davy, sum eg arbeiddi saman við í New Zealandi, bjóðaði mær at koma við til “shearing” - á várgongu. Hann og ein vinmaður høvdu amboð til hetta, og teir plagdu at klippa seyði hjá smærri bóndum í vikuskiftunum. 

Í New Zealandi hevur hvør bóndi sín skúr, sum seyðurin kann vera í, áðrenn hann verður kliptur. Ullin skal vera turr, tí hon verður pakkað so hvørt, sum hon verður klipt. Davy og vinmaðurin kliptu. Nøkur børn og eg bóru ullina yvir til bóndan, sum var maori. Klipt var við elektriskari klippimaskinu, og seyðurin varð ikki bundin niður, men bara feldur. Klipparin helt um frambeinini, meðan hann klipti, og tað gekk við rúkandi ferð, og nógv var reyðflekkut av blóði, tá tað fór av stað. 

Pakkingin av ullini fór fram á hendan hátt: Har var ein stórur opin kassi við síðum og endum til at lata upp. Bóndin breiddi hessjan inn í kassan. Har stóð hann so og tók ímóti ullini, sum vit bóru yvir til hansara. Um onkur lagdur ikki var í lagi, skilti bóndin hann frá. Hann stóð so oman á ullini og stúvaði hana, til nokk var í kassanum til eina ballu. So seymaði hann hessjanið, og tá seymað var, bleiv kassin opnaður, og ballan var klár.

Tá liðugt var at klippa, fingu vit ein góðan døgurða. Eg, sum var turistur, vildi onga løn hava. Tað var í lagi, segði bóndin, men eg skuldi hava eitt sindur til “beer money”, og so gav hann mær ein 5 NZ dollara. Á veg til hús fóru vit inn á eina barr, og har reyk so 5 dollarin frá bóndanum."

 

 

 

Kategori: Frásagnir