Áir innangarðs (og uttangarðs)

Sjálvt um tað er soleiðis, at tær flestu (um ikki allar) áirnar, ið eru innangarðs, eisini eru uttangarðs, so kenna vit betri nøvnini á teimum, tá ið tær koma oman um garðarnar.

Vit byrja sunnan fyri Ánna – heilt Eysturi undir Hamri:

Mylláin

Tað hevur altíð ljóðað, at ein mylla var her, men tað einasta, ið livir eftir, er navnið Mylláin, men navnið kemur neyvan av ongum.

Seyðabólsáin

 

Navnið er avleitt av seyðabólinum, ið her er, so navnið er yngri enn Seyðabólið. Nú stendur eitt seyðhús har. Ein eldri maður tók soleiðis til, tá ið vit vóru her eysturi: ”Tað er so nógv broytt í fjøruni í mínari tíð, men kortini finnur Seyðabólsáin sjógv her á Slættanum heiman fyri Stórahol”. Eystan fyri Útkikskneysan í fjøruni var fyrr ein nokkso stórur fossur í Seyðabólsánni. Har bar væl til at svimja, men nú hevur brimið fylt mestsum allan fossin við gróti. Út úr Seyðabólsánni var rættuliga gott seiðapláss, tá ið dyrgt var við tráðu." - Ein lítil fossur í Seyðabólsánni - oman fyri vegin - eitur Lítlifossur. Navnið verður mest brúkt í sambandi við bøstykkir. Fleiri stykkir her á leið eita "við Lítlafoss".

Garðará

 

Navnið Garðará man hava samband við tann gamla garðin, sum gekk niðan við ánni. Tað hevur verið toluliga lætt at gjørt garð niðan við Garðará, og áin hevur jú navnið hjá sær. Garðurin gekk niðan við ánni allan vegin úr fjøruni - og eystan fyri Heygg - og so í Stórá heimi í Forna.

Lítla Garðará

Eysturi við Samogn (eitt bøstykki) gongur ein grein úr Garðará við kós ímóti Atusteini. Hetta er Lítla Garðará. Garðará sjálv hevur kós heim á Heygarnar.

Skrubb(u)keldan

Skrubbukeldan er heimarlaga í Gamlagerði, og navnið sigst vera komið av tí, at tey, ið høvdu skrubb og vaskaðu sær í kelduni, skuldu gerast frísk. - Tað er munur á eini keldu og eini á, men vit taka hesa kelduna við kortini. (Ein kelda er grundvatn, sum vellir fram úr lendinum).

Hatta var tað sunnan fyri Ánna, og nú flyta vit okkum norðurum:

Rættáin

Henda Rættáin er mestsum farin í søguna, nú hon er løgd undir heilt. Hon rann (rennur) oman heiman fyri Heimaru Lon og var matará hjá báðum húsunum í Lon. So rann hon oman uttan fyri húsini á Rætt og oman í Stórá. Tað er ilt at meta um upprunan til navnið, men tað er alt, ið bendir á, at ein rætt hevur verið her í forðum. (mynd tekst ikki av henni).

Byrgisá

Eingin veit at siga, um navnið Byrgisá hevur nakað samband við byrgi at gera, men vit hava jú seyðabyrgi Uppi í Byrgi, so navnið kann møguliga vera komið tann vegin.   Beint oman fyri Geilina er líkasum ein bakki á helluni í Byrgisá ‑ her plagdu tey at taka vatn o.a.  Fyrr rann Byrgisá oman í Stórá uttan fyri Bygdarhúsið – oman í Fløttánna – men tá ið so dansistovan bleiv bygd, so løgdu teir Byrgisá í rør, og nú rennur hon beint oman í ánna heiman fyri Bygdarhúsið

 

 

 

Kategori: Ikki-bólkað

Hvalvíkskúgvin kom til Føroya í 1949, og Herluf Joensen, Hvalvík, fór at koyra hana í 1950, og frá 1958 var hon í Eiðis-/, Gjáar-/ og Funningsvegnum 

 

Á heimasíðu mínari havi eg fyrr skrivað eitt sindur um vegarbeiðið innangarðs og heim í gjøgnum Dalin, til stígur kom í arbeiðið í fyrru helvt av 1950unum. Ta seinastu tíðina havi eg fregnast eitt sindur her og har um forsøguna til núverandi vegasamband Gjógv - Eiði - Funning. Frá Landsverki havi eg fingið avrit av ymsum meir ella minni áhugaverdum skjølum. Gjáarmenn arbeiddu heim í gjøgnum Dalin við tí fyri eyga at fáa vegasamband til Funnings, men tá ið vegurin kom yvir undir Fossabrúnna - heiman fyri Gjáarskarð - og skuldi snara oman til Funnings, kom kinkur á tráðin hjá gjáarmonnum. Teir flestu gjáarmenn vildu nú heldur halda fram at arbeiða ímóti Eiði. Hetta komst helst av tí, at eiðismenn høvdu arbeitt seg væl áleiðis niðan ímóti Eiðisskarði. Men vegurin oman til Funnings - oman undan Fossabrúnni - var stungin út í 1944, so gjáarmenn máttu fylgja teirri tekningini og byrjaðu at arbeiða oman ímóti Funningi. Tann vegastubbin sæst væl enn, og onkur skemtingarsom sál gav stubbanum navnið "Blindtarmurin", og tað navnið livir sítt søta lív framvegis. Í eini aðrari frásøgn havi eg nevnt, at gjáarmenn mótmæltu at halda fram at arbeiða ímóti Funningi. Umstøðurnar vóru broyttar. Vegurin av Eiði nærkaðist Eiðisskarði so mikið nógv, at tað kanska var lættari at velja ta loysnina nú. Gjáarmenn fingu viðhald í klaguni og fóru so at arbeiða víðari ímóti Eiði.

(1962) Erling Joensen, (Fuglafirði), Brattaberg, Laurits, (Eiði) og Sivert á Fløtti

Tá ið vegasambandið kom millum Gjógv og Eiði í 1959, vóru gjáar- og funningsmenn ikki á einum máli um, júst hvar vegurin oman ti Funnings skuldi bindast í Eiðis- Gjáarvegin. Funningsmenn vildu hava vegin at ganga undan Eiðisskarði, oman á Leitið og so víðari oman í bygdina. Gjáarmenn vildu hava vegin at ganga eftir teirri gomlu tekningini (frá 1944) av Blindtarminum og oman til Funnings. Eiðismenn søgdu, at tað kundi gera tað sama fyri teir, hvørt vegurin oman til Funnings fór oman her ella har. Eiði-, Funnigs- og Gjáarkommuna fundaðust aftur og fram við myndugleikarnar í Havn um at finna eina loysn á málinum, men tað gekk ikki nakran veg. Hans Iversen, løgtingsmaður úr Kvívik, ið var formaður í Løgtingsins vega- og havnanevnd tók so tann Salomonska háttin at loysa knútin uppá við at ganga báðum pørtum á møti, so at hann at snaraði vegnum oman til Funnings mitt í millum tey støðini, ið funnings- og gjáarmenn høvdu skotið upp. Hann gekk báðum pørtum á møti við at ganga hvørgum parti á møti, og tað einasta, ið spurdist burtur úr hesi trætuni, var tað, at vit fingu eitt nýtt staðarnavn. Staðið, har vegurin nú snarar oman til Funnings fekk beinan vegin navnið "Ívars gumpur" - uppkallað eftir Hans Iversen, løgtingsmanni. Gumpur er nokk komið av tí, at tað fór so øgilig ífylla í svingið, so tað minnir um ein trivaligan afturpart.

(1961) Thomas í Ólastovu og Janus Øster, Eiði.

Sum áður nevnt, havi eg nøkur skjøl, sum síggjast niðari á síðuni, men eg velji at leggja tað yngsta skjalið fremst. Her hava vit nøvnini á øllum teimum - av Eiði, úr Funningi og frá Gjógv - sum í styttri ella longri tíð arbeiddu veg í 1963. Tímalønin var góðar 5 krónur, og vit síggja, hvussu nógvar tímar hvør einstakur arbeiddi hetta árið. Á listanum eru umleið 100 mans, og sjálvandi er tað eisini stuttligt at síggja sítt egna navn á listanum. At koma at kenna hvønn einstakan funningsmann og nógvar eiðismenn, gjørdi bondini bygdanna millum sterkari, so hesir hálvbýttu fordómar, sum vanliga eru millum grannabygdir, hvurvu sum døgg fyri sól. Stemningurin var í hæddini, og mong vinaløg blivu knýtt. -- Ein góð og lærurík tíð. 

 

           Arbeiðstímar 1963      

 

 
 

Funningsmenn 

     

Gjáarmenn

     

Eiðismenn

 

Nummar

Navn

Tímar

 

Nummar

Navn

Tímar

 

Nummar

Navn

Tímar

101

Jacob E. Petersen

1140

 

201

Anton Hansen

1544½

 

2

Hans Poulsen

1526

102

Sigmund P. Petersen

1338

 

202

Sivert Joensen

1530½

 

6

J.P. Dahl

884

104

Karl Højsted

176½

 

203

Benadikt Johannesen

24

 

7

Janus Øster

1474

107

Peter E. Petersen

570

 

204

Thomas Debes

12

 

9

Bernhard Hammer

1392

108

Thomas E. Juul

183

 

206

Poul E. Nólsoy

425½

 

10

Gunnar Samuelsen

1346

109

Kjartan Højsted

311

 

207

Klæmint Matras

1413½

 

11

Jógvan E. Mørkøre

1404

110

Steingrim Funding

151

 

208

Gordon Johannesen

181

 

12

Daniel P. Jacobsen

280

111

Knud Højsted

1332

 

209

Klæmint Joensen

112

 

24

Knút Vesturdal

2065

112

Peter A. Bláberg

772

 

211

Karl M. Róðá

222

 

30

Kornelius Joensen

227½

113

Andreas Olsen

150½

 

212

Leivur Klein

904½

 

46

Mourits Olsen

806½

114

Ole A. Johannesen

1251

 

213

Kornelius Johannesen

571

 

71

Poul Johs. Jacobsen

1508½

116

Niels Dahl

994½

 

216

Sofus Sivertsen

282

 

72

Jaspur Kruse

113

117

Edvard Petersen

84

 

218

Karl J. Sigvardsen

1477½

 

78

Johs. Carl Joensen

150

118

Nicodemus Hansen

1121

 

219

Johs. Sigvardsen

1287

 

81

Kristin Jacobsen

232

119

Jacob S. Jacobsen

1371½

 

220

Mads Joensen

1435½

 

84

Jørgen O. Ellingsgaard

   645½

120

Poul Johs. Thomsen

1335

 

223

Hans Edv. Joensen

1238½

 

86

Edvard Joensen

75

122

Knút S. Olsen

446½

 

225

Karl A. Joensen

286

 

120

Tummas Brøðraberg

232

123

Willimoes Olsen

269½

 

227

Julius Joensen

267

 

124

Kjartan Ellingsgaard

147

124

Julian Olsen

77

 

228

Pætur Joensen

1002

 

125

Jóannes Ellingsgaard

188

126

Sámal P. Petersen

633

 

230

Símun Fríðheim

218

 

127

Einar Ellingsgaard

86

127

Hendrik Petersen

109

 

231

Joen S. Ferjá

434

 

128

Nikkel M. Kruse

150

129

Joen Sigurstein

1299

 

235

Páll Sivertsen

225

 

129

Jarmund Kruse

30

130

Peter J. Sigurstein

10

 

237

Sigurd Niclasen

318

       

132

Daniel M. Reynbú

179

 

239

Peter P. Joensen

296½

       

133

Elieser Højsted

1294

 

241

Poul S. Christiansen

459

       

136

Joen P. Johannesen

260

 

242

Ásfinn Sigvardsen

212

       

137

Petur Páll Jóanesarson

875

 

247

Poul Johs. Johannesen

119

       

139

Daniel Johannesen

1465

 

250

Olrik Christiansen

102

       

143

Svenning Johannesen

10½

 

255

Dánjal Joensen

124

       

144

Martin E. Petersen

279

 

256

Óli Chr. Debes

77

       

145

Jóannes Petersen

350

 

258

Jógvan Nónsgjógv

583½

       

146

Donald Mackay

686

 

259

Pætur Debes

86½

       

148

Sofus Funding

942½

 

 

 Aðrir:

 

       

150

Meinhard Juul

1117

 

Gjógv

Herluf Joensen, traktorførari

1944

       

152

Regin Jóanesarson

1526

 

Funningi

Árni Brattaberg, traktoførari

2133½

       

156

Peter P. Dahl

195

 

Funningi

Bjarni Brattaberg

718

       

157

Martin Højsted

951½

               

158

Ólavur Funding

201

               

159

Dávur Funding

489

               

160

Andreas Sigurstein

1236½

               

161

Frank Hansen

1277

               

162

Heri Højsted

1106

               

163

Magnus Olsen

1174½

               

 

 

Bræv frá Gjáar kommunu til Hákun Djurhuus, landsstýrismann:

 

Gjógv tann 7. mai 1957 

Harra

Hákun Djurhuus, landsstýrismaður.

 

Vísandi á brævaskiftið millum tygum og Gjáar sóknarstýri viðvíkjandi gerð av vegnum Eiði- Gjógv – Funning og á felagsumsókn frá Eiðis og Gjáar kommunu dagfest 18. jan 1957 stílað til Føroya Landsstýri, men eftir ynski send tygum persónliga, loyvir Gjáar sóknarstýri sær hervið at spyrja tygum, hvat úrslit myndugleikarnir eru komnir til í hesum fyri okkum týðandi máli. Vit hava sæð, at kr. 300.000 eru avsettar á fíggjarætlanini fyri 1957/58 – sambært løgtingsviðtøku  í 1954 – til samanbinding av vegum í Eysturoy og Streymoy, men ikki var tilskilað, hvørjir vegir, ið skuldu samanbindast í hesum fíggjarári fyri hesar pengar.

Í brævi tygara til Gjáar kommunu dagfest 03.12.56 skriva tygum m.a. soleiðis: “Uttan at gera nakað bindandi lyfti kunna tygum rokna við, at fyrst verður farið undir hetta arbeiðið at fáa hesar síðstnevndu (Eiði – Gjógv) bygdirnar samanknýttar, men mugu vegaarbeiðini  Hov – Øravík og Skipanes – Skálabotnur fyrst vera frá hondini.” Hesi orð tygara eru vit glaðir yvir, og vit vóna at tygum nú aftan á, at løgtingið hevur verið saman, og fíggjarætlanin er samtykt, kunna siga okkum, um tygara ætlan er óbroytt og verður framd,  t.v.s. um farið verður undir vegin Eiði – Gjógv, tá ið vegurin Hov – Øravík og vegurin Skipanes – Skálabotnur eru frá hondini.

Tað er av allarstørsta týdningi fyri Gjáar kommunu, at farið verður undir vegin Eiði – Gjógv, áðrenn nýtt sóknarstýrisval fer fram í 1958, tí vit hava onga vissu fyri, at komandi sóknarstýri fyri Eiðis kommunu verður eins hugað fyri at fullføra vegin Eiði – Gjógv, sum núverandi sóknarstýri á Eiði er. Og uttan hjálp frá Eiðis kommunu er heilt ógjørligt hjá Gjáar kommunu at gjalda kommunupartin.

Gjáar kommuna eigur í dag innistandandi og í kontantum ca. kr.   29000

+ eftirstøður                                                            ca. kr.    7000

                                                             Íalt            ca. kr.  36000

Eftir áheitan tygara í brævinum frá 03.12.56 hevur sóknarstýrið á fíggjarætlanini fyri 1957 avsett kr. 16.000 til vegir, t.v.s. um komandi ársskifti eigur kommunan ca. kr. 50.000. Av hesum sæst, at Gjáar kommuna peningaliga sæð er før fyri í felag við Eiðis kommunu at fara undir vegin Eiði – Gjógv, nær tað skal vera. At Gjógv harðliga treingir til at fáa vegasambamd við aðra bygd, sum víðari hevur samband  við Havnina, nýtist ikki at tosa um. Tyngst er hjá sjómonnunum at noyðast at bera klæðini upp um skørð – ofta í ringum veðri – bæði tá ið teir fara og koma. Ikki er sjáldan, at sjúklingur má berast av bygdini fyri at koma á sjúkrahús, og hent hevur, at sami sjúklingur sum lík aftur hevur verið borin til bygdina. Læknin býr sum kunnugt á Eiði, og vegasambandið hevði havt ovurhonds stóran týdning í teimum førum, tá ið læknahjálp er bráðneyðug. Tann tíð, tá ið Gjógv var av bestu útróðrarplássum í Føroyum, er farin og kemur ongantíð aftur, tí her eru  ikki líkindi at hava dekksmotorbátar. Men ikki er óhugsandi, at Gjógv í framtíðini verður ein landbrúksbygd, um vegasamband fæst við Eiði, tí tá kunnu fólk sleppa av við mjólkina.

Latið okkum frætta frá tygum so skjótt sum gjørligt. 

Gjáar kommuna

Gjógv – Hans Kristiansen

 

Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðingur

 

Bræv frá Mikkjali Helmsdal, landsverkfrøðingi, til Hákun Djurhuus, landsstýrismann: 

Landsverkfrøðingurin 

Tórshavn 12.06.57

MH/RL.

 

Viðmerkingar til bræv dagfest 07.05.57 frá Gjáar kommunu til Hákun Djurhuus, landsstýrismann.

Eg haldi, at tað Hans Kristiansen, sóknarstýrisformaður, vil er at fáa lyfti ella svar, sum liggur so nær einum lyfti, um at farið verður undir Gjáarvegin komandi summar, at hann við grund kann blíva illur og spinna eina lítla “gølu” í har norðuri, um at teir eru sviknir, forfjónaðir o.s.fr. um ikki arbeiðið verður sett í verk tá. Tað er tí ikki at siga meir, enn ein er vísur í at kunna standa við.

Støðan viðvíkjandi vegabyggingini er annars tann, at næsta summar verður fyrst og fremst arbeitt á Fjarðavegnum og Morskranesvegnum (brúgvarnar her ella í hvussu er brúgvastovnarnir, verða gjørdir í summar); tað er ætlanin at gera veganetið í sunnara parti av Eysturoy liðugt, áðrenn gingið verður frá tí. Og kemur ikki byggingin av Oyggjarvegnum fyri innan ta tíð, verður eisini farið undir vegin til Gjáar til várs aftur.

Men verður Oyggjarvegurin byrjaður nú til heystar ella til várs, og skal hann fremjast skjótast gjørligt, verður tað ein spurningur, um tað er rætt ella yvirhøvur gjørligt næsta summar at seta materiel og tekniska arbeiðskraft inn á fleiri arbeiði enn tey trý: nevnliga Fjarðavegin, Morskranesvegin og Oyggjarvegin.

Hans Kristiansen var eisini hjá mær fyri o.u. einum mánaði síðan um tað sama; hann helt leingi á fyri at fáa eitt lítið lyfti, men eg segði sum var, at møguleiki var fyri, at arbeiðið við gerð av Gjáarvegnum varð framt komandi summar; men nakað lyfti ella nakað svar sum nærkaðist einum lyfti, tordi eg ikki at geva.

Hetta lysti honum einki, og tí helst hevur hann skrivað hetta bræv. Eg haldi tí, at sóknarstýrinum kann verða svarað aftur nakað soleiðis:

Vísandi til bræv sóknarstýrisins dagsett 7. mai í ár um Gjáarvegin, kann eg siga frá, at innan fyri tann finansierings- og byggiplan fyri ávísar vegir í Streymoynni og Eysturoynni, stendur Gjáarvegurin fyri túri; men nú er tað so, sum sóknarstýrið eisini kann síggja í løgtingsmálinum nr. 16/1954, at ætlanin var ikki, at hesir vegir skulu hava fyrsta prioritet, tvørturímóti verður nevnt, at um møguleiki verður fyri at seta byggingina av Oyggjarvegnum og vegnum Hov – Øravík í verk, áðrenn vegir í Streymoynni og Eysturoynni eru lidnir, eigur tað at verða byggingin av hesum vegum, sum verður skotin út.

Eisini verður Fjarðavegurin nevndur, sum ein vegur, ið eigur at koma upp í part í hesum vegabyggingum, og tá løgtingið í seinastu tingsetu játtaði pening til bygging av honum, var tað at fata sum ein samtykt um, at hann eigur at verða bygdur í sambandi við byggingina av Skipanesvegnum og Skála- Skálabotnsvegnum.

Støðan er tí tann, at um ikki Oyggjarvegurin verður settur í gerð innan næsta summar, er neyvan ivi í, at farið verður undir Gjáarvegin aftur til til várs, men verður tað til, at byggingin av Oyggjarvegnum verður framd, kann tað hava ta ávirkan bæði tekniskt og økonomiskt, at neyðugt verður at bíða við Gjáarvegnum til 1959. Tá er roknað við, at byggingin av Oyggjarvegnum ikki ger hetta fíggjarliga ógjørligt.

Okkum er greitt, hvønn týdning vegurin hevur fyri Gjáar bygd, og tí verður hiðani tað gjørt, sum gerast kann, fyri at hann skal verða veruleiki skjótast gjørligt.

At vandi skuldi verið fyri, at Eiðis kommuna fer frá síni tilsøgn um luttøku í útreiðslunum til vegarbeiðið, um tað skuldi drigið út eitt ár longri enn ætlað, halda vit ikki, einum nýtist at rokna við.

Brævið verður aftursent hjálagt.

Mikkjal Helmsdal

 

 Bræv frá Mikkjali Helmsdal, landsverkfrøðingi, til Eiðis-, Funnings- og Gjáar kommunu:

  Landsverkfrøðingurin

  17. nov. 1958

  mh/rl

Av tí skrivliga tilfari, sum er í málinum og teim samráðingum, vit hava havt við limir í sóknarstýrinum, hava vit fingið ta fatan, at allar tríggjar kommunurnar – Eiðis, Funnings og Gjáar kommuna – nú eru samdar um í felagsskapi at arbeiða og gjalda tey vegastrekki, sum resta í, fyri at samband kann blíva millum bygdirnar Eiði, Funning og Gjógv.

Tær gjøllari treytirnar, soleiðis sum vit hava fatað tær, eru, at hvør kommuna rindar ein triðing av teimum 25% av vegarbeiðinum, kommunurnar skulu gjalda sambært galdandi reglum, t.e. hvør sín ein tólvtapart av øllum útreiðslunum, og deils at hvør kommuna letur, so vítt gjørligt, sín triðing av tí arbeiðsfólki, ið tekur lut í arbeiðinum. Viðvíkjandi gjalding av arbeiðsløn hava vit ætlað tað soleiðis, at kommunan hevur hesa gjalding um hendur, og at skipanin annars verður, at vit ávísa helvtina av arbeiðslønini burtur av studninginum, t.e. kommunan fær frá gjaldstovuni løningarlistarnar saman við hesi helvt av lønini (+ frádrátt fyri møguligar eftirstøður av løgtingsskatti hjá arbeiðsmonnum). Kommunan leggur so hina helvtina út sjálv, og eisini frítíðarpeningin, tá ið hann kemur fyri.

Kommunan heldur síðan neyðturviligan roknskap viðvíkjandi løn og frítíðarpeningi hjá hvørjum manni. Við hesi skipan hevur kommunan eisini høvi til at draga frá eftirstøður í skatti hjá tí einkulta manninum. Allar aðrar útreiðslur gjalda vit beinleiðis av studninginum.

Vit halda tað var rímuligt, um hann, sum fær lønarútgjalding og roknskap at gera, fær eina samsýning, tí tað roknskapararbeiðið, ið stendst av tílíkari bygging, kann neyvan roknast at koma undir ta vanligu skrivara- ella formanssamsýningina.                                                                                                               

(sign.)  M. Helmsdal

P.S.  Síðan oman fyri nevnda bræv varð skrivað, er frá Eiðis kommunu komið bræv um, at treytin,  fyri at Eiðis kommuna vildi verða við til at luttaka í vegabyggingini til Gjáar og Funnings, var, at útreiðslurnar til neyðturviliga breiðking og umbygging av tí gamla vegnum frá Eiði og niðan móti skarðinum komu undir somu treytir sum útreiðslurnar til nýgerðina.  Tá kommunurnar soleiðis helst ikki eru heilt samdar enn, haldi eg, rættast er at fáa ein fund í lag seinast í hesum mánaðinum. Nú er tað møguligt, at eg komi norður í miðjari næstu viku, og um so verður, kann fundurin verða hildin á Eiði, annars vildi eg fegin, at t.d. einir 2 (ella 3) mans úr hvørjum sóknarstýri komu til Havnar mánadagin 1. desember.

(sign.)  M. Helmsdal

Einsljóðandi brøv til:

Eiðis, Gjáar og Funnings kommunur.

 

Avrit av avtalu við  Eiðis-, Funnings- og Gjáar kommunu:

Avrit

Á fundi í Havn 1. desember  1958 komu kommunustýrini fyri Eiðis, Funnings og Gjáar kommunur ásamt um í felagsskapi at arbeiða og gjalda deils tey vegastrekki, sum resta í, fyri at samband kann blíva millum bygdirnar Eiði, Funning og Gjógv og deils neyðuga styrking og breiðking av og ábøtur á tey higartil gjørdu strekki av hesum vegasambandi, soleiðis at hvør kommuna rindar ein triðing av tí parti av útreiðslunum, ið eftir reglunum falla á kommunurnar, og hvør kommuna so vítt gjørligt letur triðing av tí arbeiðsfólki, ið tekur lut í arbeiðinum.

Um nakað verður at gjalda fyri grund til vegin, jarðspell ella tøku av tilfari til byggingina, verður tann kommuna, sum lendið ella tilfarsnámið liggur í, at rinda hetta gjald einsamøll.

Viðlíkahald av hesum vegasambandi verður soleiðis býtt: Eiðis kommuna heldur tann partin, sum liggur í Eiðis kommunu, og Gjáar og Funnings kommunur býta hin partin millum sín sum ásett av løgtinginum í løgtingsmáli x11, 2 1947, nevniliga, at Gjáar kommuna viðlíkaheldur alt strekkið í kommununi og haraftrar norðaru helvt av strekkinum millum Gjáarskarð og Eiðisskarð (markini) og Funnings kommuna restina, t.e. strekkið frá Funningi niðan í vegin millum skørðini og syðru helvt av hesum vegi.

Um ikki lagalig skipan viðvíkjandi gjalding av kommunanna parti fæst í lag í tingsetuni í vetur, ella hesin partur kommunanna verður munandi minni enn tey vanligu 25% av byggiútreiðslunum, verður sáttmálin at viðgera av nýggjum, áðrenn arbeiðið byrjar aftur til várs.

 

p.t. Tórshavn, 1. desember 1958

 

(sign) Carl J. Sigvardsen                                                 (sign) John Eidesgaard

(sign) Hans Kristiansen                                                  (sign) Thomas J. Debes

(sign ) Petur P. Joensen                                                (sign) Jógvan S. Ferjá

(sign) L. Jóanesarson                                                      (sign) Hilmar Ellingsgaard

(sign) Elieser Højsted                                                     (sign) Hans E. Joensen

(sign) N. Hansen                                                               (sign) Eivin Kruse

(sign) Kornelius Nielsen

                                                               

 Frásøgn av fundi við  Eiðis-, Funnings- og Gjáar kommunu:

Landsverkfrøðingurin

 Fundarfrásøgn: 26. oktober 1959, kl. 14.00 fundur hjá landsverkfrøðinginum.

Fundarevni: Hvørja leið skal vegurin oman til Funnings verða lagdur, t.e. um hann skal førast úr Gjáarvegnum sunnan- ella norðan fyri Líðina yvir Funningi.

Undirritað hevði boðað 2 limum frá hvørjum sóknarstýri: Eiðis, Funnings, Gjáar, til fundar í Havn at greiða frá teirra áskoðan um, hvørja av nevndu leiðum vegurin oman til Funnings átti at verið lagdur, og á hvørjum grundarlagi teirra áskoðan var bygd. Gjáar sóknarstýri ynskti at koma fullmannað, og av tí sama komu hinir eisini fullmannaðir.

Hjástaddir vóru: Frá Eiðis sóknarstýri: Allir limirnir uttan Martin Kristiansen. Frá Funnings sóknarstýri: Allir limirnir. Frá Gjáar sóknarstýri: Allir limirnir uttan Klement Joensen.

Undirritað legði fyri og segði, at Gjáar og  Funnings sóknarstýri bæði skrivliga og munnliga høvdu sett fram ynski  um ávísar leiðir fyri nevnda veg. Gjáar sóknar kommuna ynskti at fáa hann norðan fyri Líðina og Funnings kommuna sunnan fyri Líðina. Eiðis kommuna hevði ikki yvir fyri okkum sett fram nakað ynski um serliga leið fyri vegin; men við tað at allar 3 kommunur vóru gingnar saman um í felag at byggja hann, var tað náttúrligast, at allar kommunur vóru við til fundin. Undirritaði segði síðan frá, hvussu málið peningaliga og tekniskt lá fyri; hin sunnara leiðin vildi – um annars meðalhallið var tað sama – verða um góðan kilometur longri, og tað vil siga, um meðalprísurin pr.m. var tann sami, einar 250.000 – 300.000kr. dýrari; men helst vildi tann norðara leiðin blíva dýrari pr. m. millum annað, tí brúgvarnar vóru fleiri, so meirkostnaðin av tí sunnaru leiðini vildi undirritaði leysliga meta at liggja millum 150.000 og 250.000 kr., helst nærri tí fyrra talinum. Hvat vegalongdunum millum bygdirnar viðvíkur vildi vegalongdin millum Eiði og Funnings vera at kalla tann sama, hvørja leið Funningsvegurin verður lagdur, meðan longdin millum Gjógv og  Funnings verður ein triðing størri, um tann sunnara leiðin verður vald (7,5 km og 10 km). Nú kunnu tað sjálvandi vera aðrar umstøður enn vegalongdir og prísmunir, sum kundu gera seg galdandi, tá støða skal verða tikin til, hvørja leið vegurin skal ganga, og tí hevur undirritaði heitt á sóknarstýrini at koma á fund og siga frá og grunda teirra áskoðan.

Frá Gjáar kommunu var framført, at teir, sum áður nevnt, ynskja vegin tiknan frá norðan fyri Líðina, mest tí at Gjógv var brimpláss, og um veturin vildi sambandið vestureftir tíðan verða tarnað av kava; tí vildu teir hava best møguligt vegasamband við Funning. Heldur ikki halda teir vera grund til at taka aðra vegalongd oman til Funnings enn ta bíligastu. Tá teir vistu av, at tað av Funningsmonnum var framført, at Líðin var ringasta kavapláss á vegastrekkinum, og teir tí ikki vildu hava vegin upp norðan fyri Líðina, segði formaðurin, Jógvan Ferjá, sum sína áskoðan, at bugurin undir Eiðisskarði (eystanfyri) var ringari kavapláss enn Líðin, so tað bleiv ikki Líðin, sum var avgerandi, um Funningsmenn kundu koyra til Eiðis ella ikki.

Frá Funnings kommunu var framhildið, at teir onga nyttu høvdu av vegnum, um hann varð førdur norðan fyri Líðina. Varð hann førdur upp sunnanfyri, høvdu teir ta nyttu burtur úr honum, at sjálvt um kavi forðaði fyri koyring í erva, kundu Funningsmenn koyra niðan undir Eiðisskarð, ganga tvørtur um skarðið og so taka annan bil vestan fyri skarðið oman til Eiðis. Eisini varð hildið fram frá formanninum í Funnings kommunu, at tann sunnara leiðin vildi hava stóran týdning sum torvvegur fyri Funnings kommunu, og teir vildu heldur einki vegasamband hava, enn at vegurin varð førdur norðan fyri Líðina. Teir høvdu annars ongantíð lagt seg útí, hvar Gjáarmenn hava lagt sín veg, tí teir hava ongantíð roknað við at brúka hann. Eisini varð frá Funningsmanna síðu framført, at skriða var lopin í Líðini, og at ein tí kundi rokna við, at vegaleiðin gjøgnum Líðina ikki bara varð tarnað av kava, men eisini av omanlopum.

Til hetta savaraði formaðurin fyri Gjáar sóknarstýri, at skrutt var í Líðini nú eitt árið; men fyri tað fyrsta var hetta ikki skriða, sum var til vanda fyri nakran veg, og fyri tað næsta var hetta einasta skriða har, sum menn har í bygdini vistu at siga frá, og hvat viðvíkti at leggja vegin gjøgnum torvheiðar, varð hildið fram, at fyrsta endamál við hesum vegi mátti vera samferðslan, og at tann gjørdi vegurin millum Eiðisskarð og Gjáarskarð gekk tvørtur við torvheiðum, hvar hann enn varð lagdur. Hartil helt Leivur Jóanesarson, formaður í Funnings sóknarstýri, at tað vildi verið skjótari at bera torvið oman til Funnings enn at fáa tað niðan á vegin, sum er.

Frá Eiðis kommunu varð framført, at høvuðsendamálið í tí vegasambandi, kommunurnar  vóru gingnar saman um at gera, var at fáa veg til Funnings fyri at fáa høgligari samband eysturyvir (Norðuroyggjarnar), og tá vegalongdin til Funnings var at kalla tann sama, hvør leiðin varð tikin, vildi tað vera Eiðis kommunu næstan tað sama. Tó dugdu teir ikki at síggja nakra grund til at taka aðra leið enn ta bíligastu.

M. Helmsdal

  

 Bræv frá Gjáar kommunu til Føroya landsstýri:

Gjógv, tann 22. januar 1960 

Til Føroya landsstýri,

Tórshavn

Vísandi á samrøðu, sum sóknarstýrisformaðurin fyri Gjáar sókn hevði við løgmann í Tórshavn 14. jan. í ár, skal Gjáar sóknarstýri hervið loyva sær at siga frá, at tvær ferðir áðrenn jól í ár var eitt sindur av kava, men báðu ferðirnar var koyrandi við bili gjøgnum “Líðina” og næstan yvir móti svinginum undir Eiðisskarði, men ikki var koyrandi fyri kava um Eiðisskarð, og heldur ikki eitt langt strekki vestan fyri skarðið var koyrandi. Orsøkin til, at vit nevna hetta, er tann, at vit vilja sláa fast, at tað í kava ikki er “Líðin”, sum fyrst steðgar fyri koyring við bili. Hetta sama søgdu vit og Eiðis sóknarstýri fyri landsstýrinum í oktober mánað í fjør, tá ið vit saman við Funnings sóknarstýri vóru til samráðingar um, hvørja leið vegurin skal fara oman til Funnings. Nú er hetta prógvað, at so er, sum sagt varð. Nú hevur kavi verið nakrar dagar, men í gjár fór nógv av kavanum burtur, og hevði tað tá verið koyrandi frá Gjógv til Funnings, um vegurin lá oman gjøgnum Brekkur, soleiðis sum vit ynskja, tí Brekkurnar vóru táar, men lá vegurin av Eiðisskarði og oman undir Grønubrekku, so sum Funnings sóknarstýri ynskir, so høvdu Gjáarmenn ikki kunnað koyrt til Funnings, tí har oman gjøgnum Botnar lá kavi við sama lag, so har hevði ikki verið koyrandi. Vit loyva okkum eisini yvirfyri háttvirda landsstýri at siga okkara áskoðan viðvíkjandi lendinum á teimum tveimum umrøddu plássunum, sum talan er um at leggja vegin oman til Funnings.

Fer vegurin oman til Funnings oman gjøgnum Brekkur, so sum Eiðis sóknarstýri og vit ynskja, so fer hann gjøgnum grunt lendi, sum inniheldur eyr og annað vegatilfar, men fer vegurin harafturímóti oman undan Eiðisskarði, so sum Funnings sóknarstýri ynskir, so fer hann gjøgnum djúpa jørð, sum ætlandi ikki inniheldur eyr ella brúkbart tilfar til vegin, og sostatt má tilfarið til vegin tá koyrast aðra staðni frá. Vísandi herá undrar tað okkum, at hvør “leypandi” metur av vegi oman til Funnings skal verða sagdur at verða bíligari, um vegurin verður lagdur undan Eiðisskarði, enn um hann verður lagdur oman gjøgnum Brekkur, tí har er tilfarið hjá.

Vit vóna, at háttvirda landsstýri, tá ið avgerð verður tikin um, hvørja leið vegurin skal oman til Funnings, tekur eina avgerð, sum verður til gagns fyri Gjáar bygd og ikki til ógagns fyri hvørja av hinum báðum bygdunum.  Og tað er, at vegurin verður lagdur oman gjøgnum Brekkur, tí tá verður hann til sanna nyttu  fyri Gjáar bygd og líka góða nyttu fyri hinar báðar bygdirnar, sum um hann lá undan Eiðisskarði.

Við hávirðing

Gjáar kommuna – Gjógv

Jógvan S. Ferjá

 

Notat hjá Landsverkfrøðinginum:

Eiðis- Gjáarvegurin

Ferð norður til Funnings og Gjáar leygardagin 8. juni 1963.

Arbeitt varð á Eiðisvegnum frá svinginum uppi við Vombina og omaneftir o.u. 1 km. Brattaberg  til Norðoyastevnu.

Fundi við sóknarstýrisformenninar í báðum kommununum.

Funnings? ???????????? 12.000 kr á kontogjald

Hans Kristiansen -----  yvir 8.000 kr.

Til Funnings sær vegurin út til at vera liðugur burtur sæð frá stuttum strekki við grótbrotið. Kanska skal okkurt fínari áskot á onkustaðni.

Á Gjáarvegnum er komið væl áleiðis oman móti bøgørðunum (her mangla nakrir hundrað metrar). Vegristin er í gerð. Frá vegristini og oman í bygdina skal bara koyrast á vegin og einki gerast við síðurnar.

     

10/6 -63 

 MH (Mikkjal Helmsdal)

 

Yvirlit yvir amboð við Eiðis-, Funnings-, Gjáarvegin

 

3 setthamrar                           1 sjúkrabøra                            16 sleggjur

1 pumpa til ráolju                     19 jarnbrot                              3 kranar til ojutunnur

19 hakkarar                             2 oljutraktir                             9 laðingajørn

20 skøft til ymisk amboð           25 spakar                                20 m plastikkslanga

11 skovlur                               1 luftpumpa                            13 flatir skravarar

2 donkraftir                             12 spískir skravarar                     2 valor ovnar, dunkar til

8 skuffur                                  2 sagir                                    5 grótkílar

1 klípitong                               15 spískar kvíslar                        1 essa

7 forkir                                   1 amboltur                                5 gravingarkvíslar

1 blásilampa                             5 grótkvíslar                              1 kassi við bakkum og tøppum

2 skervrívur                             2 skrúvustikkur                           9 hjólbørur

1 borimaskina                          3 reservahjól, komplett                1 sett borir

5 matskúr                               2 jarnsagir                                  1 formansskúr

1 smiðjuhamari                        1 krútkamar                                1 loddiboltur

1 krútkassi                               2 rørtengur                             1 autogensveisigreiðir, komplett

1 smiðja                                  3 rørtengur                             2 amboðskistur          

1 kabúss                                  2 lekthamarar                         45 longdir av luftrørum

2 kúbein                                  1 øks                                        2 Tellylyktir

1 kondensatortendapparat     1 traktorpláta                          1  20l dunkur

2 buldosarplátur                     1 vaterpass                              2 vatnspannir

7 boringahamrar                    1 gólvkustur                            160 m kompressaraslangur

 

Grótborir: nr 1 (6 stk) – nr 2 (4stk) – nr 3(3stk) -  nr 4( 8 stk)         

 

 

Hans Kristiansen (fremstur á myndini)

 

 

Bræv frá Hans Kristiansen:

 

Gjógv , tann 31. oktober 1959. 

Harra landsverkfrøðingur M. Helmsdal.

 

Persónliga takki eg tygum fyri tygara lut í, at Gjógv nú hevur fingið vegasamband við aðrar bygdir.

Tað er fyri mær, sum ein tung byrða er tikin av herðum mínum, og eg rætti ryggin og andi lættan. Ein dreymur er vorðin veruleiki.

Nú er Gjógv í mínum eygum ikki so innibyrgd og fjarskotin sum áður. Stóra tøkk!

 

Vinarliga

 

Hans Kristiansen

Kategori: Ikki-bólkað

Asbjørn Matras er næstelstur av fýra systkjum: Steinfinn, f. 1945, Asbjørn, f. 1947, Jákup, f. 1950, og Dagny, f. 1954. Foreldur teirra vóru Klæmint Juul Matras, f. 1907, og Maria, f. Joensen, 1923. Vanliga kallaðu vit hann Asbjørn hjá Mariu. Alt sítt vaksna lív hevur hann so at siga liva á og av sjónum. Hann býr á Sandi. Grannar vóru vit sum smádreingir, men av og á ger mann sær onkran túr til Gjáar. Nú ein dagin rópti hann meg inn til ein kaffimunn, og eg brúkti mær kjansin at hava bandupptakaran við mær. Mary, kona hansara, hevði gjørt kaffi og borðreitt, og skjótt fall prátið á barnaárini við Gjógv í 1950unum.

Tá ið prátið fall á sjólívið, settti eg upptakaran frá, og her hoyra vit ein part av upptøkuni: Eg ætlaði at fara til skips, tá ið eg var fjúrtan ára gamal, men soleiðis kom tað ikki at vera. Sum stórur smádrongur var eg ofta niðri hjá Stóra-Peturi (Petur P. Joensen, f. 1907) og hjálpti til. Hann hevði handil, so har var ymiskt at taka hond í, sum t.d. at rudda og tøma skrell. Lossingina hevði hann eisini, og so bað hann meg koma at hjálpa til har. Pól Jóhannes í Bíggjarlagnum (Poul Johannes Johannesen, f. 1888) og Stóri-Petur vóru ofta á Hestbakkanum við hýsulínu við "Lítla Hvíta", og tá plagdi eg at sleppa við. Eg konfirmeraðist 16. apríl í 1961, og 2. mai tað sama árið fekk eg skaða í hondina. Hendan dagin var eg - sum so ofta fyrr - og lossaði. Sofus í Fornanum (Sofus Sivertsen, f. ), Kristian í Lon (Kristian Olsen, f. ) og eg fóru umborð á "Pride". Eg sat afturi í rong og skuldi taka ímóti postinum og samstundis halda í endan, sum skuldi halda bátinum at skipinum. Eg tók eitt tørn um hondina, men sjálvur endin var farin fyri borð. Eg minnist, at eg sat og prátaði við Sámal í Hoygarðinum, úr Funningi. Hann var við "Pride". Vit tosaðu um lembing í "Líðini", tí eg hevði verið í haganum tveir dagar frammanundan, og tá vóru longu fleiri lomb at síggja. Meðan vit práta, hendir skaðin. Endin, sum hekk leysur, var komin um skrúvuna, og knappliga - nú sansar at, men tíbetur skar skrúvan endan av, annars hevði øll hondin farið - øll sum hon var. Tá ið eg so tók tørnini av, sá eg, at fleiri bein vóru í knúsi, og so fór tað at bløða. Tað bløddi einki at byrja við. Kristian í Lon skræddi seg úr skjúrtuni og vavdi hana um hondina. Vit sigldu so aftur inn í Gjónna, og tá ið okkurt feilti, so var tað fyrsta at fara til Stóra-Petur, tí hann var eitt slags heimadoktari, men tá ið hann sá hondina, segði hann bara: "Nei, hatta fái eg einki gjørt við!" Tummas í Ólastovu hevði tá fingið sær buss, og hann koyrdi meg til doktaran - Petur Reinert - á Eiði. Alexandra og mamma komu til Eiðis við mær, og tá hevði eg nógva pínu. (Pápi var ikki heima, men seinni fortaldi hann tað, at hann hevði verið úti fyri nøkrum sjáldsomum í einum dreymi ta vaktina, ið hetta hendi mær: Hann kom gangandi, og knappliga kom eitt lot, ið tók húgvuna av høvdinum á honum - og út í Ánna. Hann rann so oman við Ánni og fekk húgvuna aftur longri niðri, og tá var húgvan so karvað sundur. Hann bleiv við at hugsa um hendan dreymin, og tá ið hann so seinni fekk bræv heimanífrá, kundi hann týða dreymin. Tað var so lætt hjá honum at minnast dagin, tí Steinfinn, bróðir, fyllir 2. mai. Ja, mangt er løgið). - Ná, lat okkum nú koma víðari. Doktarin royndi at gera tað, ið hann kundi, m.a. at steðga bløðingini, og so sendi hann boð eftir "Doktarabátinum" at koma norð til Oyrar eftir mær. Eg kom so á Hospitalið, og har mundi eg liggja í eitt hálvt ár. Hondin bleiv seymað saman, og so varð hon gipsað bæði ein og annan veg. Tá vóru amboðini ikki so góð sum í dag, so tað gekk long tíð. Gipsið fór av og á í heilum, so í røntguna - so var okkurt komið skeivt fyri - tað tók bara ongan enda. Eg hevði tað ikki gott tá - longdist illa - mitt um summarið - kom ikki aftur fyrr enn til heystfjallið.

Tað vóru nógvir mans, ið arbeiddu veg ta tíðina. Tá ið eg var so frægur, at eg kundi gera okkurt, spurdi Stóri-Petur arbeiðsformannin, Brattaberg, um hann ikki hevði okkurt lætt arbeiði, ið eg kundi gera. Jú, tað hevði Brattaberg, og soleiðis kom eg at hjálpa Herluf. Hetta hevur verið tíðliga í 1962, og tá arbeiddu vit á Funningsvegnum. Herluf koyrdi eina gravkúgv, og so skuldi eg hjálpa honum við at flyta grevið, smyrja og ganga honum til handa. Hetta dámdi mær væl, men hugurin stóð til sjógvin, so tá ið eg hevði arbeitt har í eitt hálvt ár, fór eg mín fyrsta túr til skips - við "Reynsatindi" til Grønlands. Meinhard Djurhuus (á Skipinum) var skipari, og av gjáarmonnum vóru eisini pápi (Klæmint Juul) og Klæmint Joensen (Niðri í Geil) við. Eg var so við "Reynsatindi" í 1962, 1963, 1964 og ein túr í 1965, tá eg fór við "Ási". Tá royndu vit við kraftblokki. Vit mynstraðu fyrsta túrin við "Ási" 04.08.65, og var eg allar túrarnar í 1966, og mynstraði seinasta túrin 04.01.67 og var við, til "Ásur" sakk 16.02.1967. Meinhard var skipari, og umframt hann vóru Eyjolvur (á Skipinum), Jens (hjá Dalberg), Kristian í Lon, Pól Hans Jacob (í Ólastovu), pápi (Klæmint Juul) og eg frá Gjógv. Pætur í Ólastovu plagdi at vera við, men Pól Hans Jacob, beiggi hansara, var fyri hann hendan vanlukku túrin. Úr Funningi vóru Bjarni Juul og Magni Jóanesarson. Tað var hampuligt veður hendan dagin, og vit høvdu fingið eitt heilt stórt kast av sild. Ikki helt eg nakran vanda vera á ferð, tí skipið hevði ofta ligið líka nógv yvir, men, tað sum hendi, var tað, at sildin doyði í nótini. Hetta var gýtandi sild - hon kvaldist og sakk so niður. Vit høvdu ein hund umborð, og pápi, sum hevði sítt fasta pláss, tá ið vit kastaðu, fortaldi aftaná, at hundurin uppførdi seg so heilt merkiliga, tá ið vit kastaðu. Hann vildi ikki, at nótin skuldi fara út og bleiv við at toga í hana, og hann var tann einasti, ið ikki kom aftur. Ná, men vit royndu at fáa sildina inn, men slagsíðan bleiv størri og størri, og so koppaði hann. Tað mundi ganga eitt korter frá tí, hann legði seg, til hann koppaði. Eg stóð við blokkin og loraði út, tá ið hann koppaði, men tá høvdu teir longu sett bátin út í bakborð. Vit vóru sekstan mans tilsamans, og allir vóru uppi, tá ið tað hendi. Vit høvdu tveir bátar, og tá ið eg kom upp á brúnna, tá var annar báturin farin, og tá fóru vit at royna at fáa tann seinna bátin leysan. Hann lá í læborði, og tað var ikki so lætt at fáa hann leysan, tí hann lá mestsum undir í sjógvi. Tað gekst væl at fáa blást hann upp, og vit mundu vera einir fimm, ið vóru við tí bátinum. Eg visti einki um, hvør ið var í hinum bátinum, og vit róptu, um nakar var eftir, áðrenn vit kvettu bátin leysan frá skipinum. Eg haldi ikki, at tað var nakar panikkur, men eg stúrdi eitt sindur fyri, hvusu hetta fór at enda, tí eg dugdi ikki at svimja. Eg togaði so nógva línu inn undir meg, sum eg kundi, og so leyp eg, og teir fingu fatur í meg. Tað kom nakað av sjógvi inn í gummibátin, men eg man neyvan hava hugsað klárt, tí eg hevði ikki latið meg úr klovstyvlunum. Vit fóru við gummibátinum undir mastratoppinum, so flatur lá hann, men ikki sóu vit hann søkka, tí nú var blivið so mikið myrkt, at vit bara sóu, at ljósini hvurvu. Hetta hendi alt í skýmingini, og vit sóu ikki nakað til hin gummibátin. Ein russari kom tætt framvið okkum, og hann hevði sæð rakettirnar, men hann lætst ikki um vón. Meinhard hevði eisini havt samband við "Ísborg", áðrenn vit fóru av skipinum. Vit mundu hava verið umleið ein tíma í bátinum, tá ið vit sóu ljósini frá einum skipi, sum kom ímóti okkum. Tað var ein týskur trolari, ið so tók okkum upp, og teir vóru ógvuliga fittir og blíðir menn. Vit vóru teir fyrru, ið týskari tók upp, tí eg minnist tað, at teir spurdu, hvussu nógvir mans vit vóru. Eg dugdi einki av týskum, men har hekk ein álmanakki, og eg peikaði á talið 16. Síðani tóku teir hin gummibátin upp, og Pól Hans Jacob segði mær seinni, at hann sá, hvussu glaður pápi var, tá ið hann sá meg koma umborð á týskaran. Vit skuldu so setast av í Havn, men veðrið bleiv so ringt, at vit sluppu ikki at kei. Kanska var tað tí, at skiparin var fremmandur, men vit fóru so á Vestmanna, og eg minnist, at tað var ein buldrutur túrur um Kirkjubønes. Úr Vestmanna fóru vit so við bussi á Sjómansheimið í Havn, og síðani til "Kissa" at keypa okkum klæðir. Aftaná tað fór hvør til sítt, og vit fóru við postbátinum "Sigmundi" til Oyrar og haðani við rutuni (Benadikt) til Gjáar. Tað var ein góð kensla at koma heimaftur, og hetta var tann síðsti túrurin, ið pápi var til skips. 

 Í apríl mánaði fór eg so til Grønlands við "Nornagesti". Meinhard var skipari, og umframt hann vóru Eyolvur (á Skipinum), Julius (í Hoygarðinum), Kristian (í Lon), Pætur (í Ólastovu) og eg frá Gjógv. Hetta var saltfiskur, og tá var fiskurin farin at minka í Grønlandi, men vit fingu so upp í hann - yvir 200 tons. Um heystið 1967 fór eg á háskúla í Danmark og kom heim aftur í mars mánaði 1968. Tað summarið fór eg til Grønlands at rógva út við "Nordafar 15". Nordafar átti bátarnar. Vit róðu út frá Føroyingahavnini. Fiskaríið var minkað, men vit fingu eini 150 tons. Um veturin 1968/1969 var eg til ísfisk við "Búgvanum", ið Sigmund Dam, Norðskála, førdi. Um summarið 1969 róði eg aftur út í Grønlandi, men tað árið miseydnaðist, tí tað var so nógvur ísur. Vit fingu barar 50 tons. Veturin 1969/1970 var eg við "Columbusi", ið Jákup Andreas Vang, á Glyvrum førdi. Vit royndu undir Íslandi og undir Føroyum og fingu nógvan fisk. Summarið 1970 var eg so aftur og róði út í Grønlandi við "Nordafar 15", og fiskaríið var vánaligt. Í 1971 seldi Nordafar allar bátarnar, og svágur mín (Karstin Johannesen) og eg keyptu "Nordafar 15". Báturin kom heim við "Bamse Dan" (danskt farmaskip) , og vit fóru at rógva út við honum. Báturin fekk navnið "Sjóvarklettur". Í 1972 vóru vit m.a. noyddir at liggja í Havn og avreiða til "Bacalao", tí teir bygdu havnina í Skopun út, men fiskiskapurin var ikki góður. Í 1973 fór eg aftur til Grønlands at rógva út við "Nordafar 9". Tá fingu vit fisk og vóru næstbestir tað árið, men tað var einki aftur ímóti teimum góðu árunum. Veturin 1973/1974 róði eg út við "Sjóvarkletti" og fór við "Tummas T" á ísfisk í mars 1974, og Meinhard (á skipinum) var skipari. Summarið 1974 var eg aftur og róði út í Grønlandi. Einki serligt fiskarí og royndu líka til út í septembur. Meinhard (á Skipinum) og aðrir bygt nýtt skip í Noregi, og hann spurdi, um eg ikki kundi koma við sum stýrimaður, og tað játtaði eg. Skipið fekk navnið "Tórsbúgvin", og eg fekk serloyvi at mynstra sum 1. stýrimaður, og Jákup (bróðir) var meistari. Trettandag, 6. januar 1975,  fóru vit undir Føroyar at royna. Í januar og februar royndu vit við gørnum eftir upsa, men seinni royndu vit eftir toski á Norðhavinum og á Sandoyar Bankanum og fingu bara væl av fiski - men ikki fult skip. Í mai mánaði fóru vit til Grønlands við gørnum, og vit royndu víða um - av Kappanum og norð í Diskovíkina - og fingu 210 tons. Í 1976 var eg alt árið við "Tórsbúgvanum". Eftir nýggjár fóru vit undir Føroyar at royna eftir upsa við gørnum og so á Norðhavið, tá ið várfiskurin kom. Tann túrin seldu vit fiskin í Portugál (í Aveiru) og vóru har eina viku. Síðani til Grønlands, og har fingu vit ein túr, men hann var langur. Í 1977 var eg aftur við "Tórsbúgvanum" - og royndu á teimum vanligu leiðunum undir Føroyum. Tá var fiskurin minkaður, og vit fingu ikki fulla last. Eg mynstraði av 25. mai 1977 og fór á skiparaskúla í Havn og var liðugur í juni 1978. Tá høvdu teir umbygt "Tórsbúgvan" til rækjur, so eg fór beinleiðis av skúlanum við flúgvara og umborð á "Tórsbúgvan" í Grønlandi at fiska rækjur og kom ikki heim aftur fyrr enn eftir nýggjár 1979. Tá hevði eg jú verið so leingi burturfrá. "Tórsbúgvin" var verandi har yviri, og vit skiftu manning so av og á, men skipið var ikki væl egnað at vera í Grønlandi um veturin, tí tað var ikki nóg væl bjálvað - tað var ógvuliga kalt. Eg skal siga tær tað, at um eg onkuntíð ikki hevði tikið dýnuna frá skottinum, so frysti hon føst. Heimafturkomin fór eg at rógva út við "Sjóvarkletti", og í 1980 var eg eina tíð við "Kvíggjarfossi", sum húsavíkingar áttu. Eisini var eg við snellu undir Íslandi við "Antares", ið hevði heimstað á Sandi. So var tað tað, at Meinhard (á Skipinum) og Jens Erik Nielsen, Sandavági, keyptu gamla "Reynsatind" og skrásettu hann til Grønland við heimstaði í Nanortalik. Tá fekk hann navnið "Kangeq". Vit fiskaðu við línu og gørnum og hildu jól í Nanortalik í 1980. Tað vóru nógvir grønlendingar við, ið búðu í Nanortalik. Í 1981 var eg so eisini við "Kangeq", og tá royndu vit við línu á Danabank, Navnleysa og Frederikshåbbankanum. Í oktobur 1981 fór eg av "Kangeq" og umborð á "Saarullik" úr Godthåb, sum hevði flekingarmaskinu. Tað var tann gamli "Gerðhamar", og eg fór umborð sum stýrimaður. Vit royndu við línu í Vesturgrønlandi. Eg kom heim við flogfari til jóla og fór av stað aftur eftir nýggjár. Tá mynstraði eg í Godthåb 04.01.1982. Tann túrin var eg burtur í góðar 7 mánaðir. Vit fóru fyrst á ísfisk og seinni á saltfisk og landaðu í Grønlandi. Í mai mánaði fór vit til Eysturgrønlands, og tann túrin landaðu vit á Eiði. Í septembur 1982 fór eg umborð á "Anso", ið var ein grønlendskur rækjubátur. Hann hoyrdi til tað sama reiðaríið. Manningin var mest grønlendingar, men har vóru eisini 3 norðmenn og 2 føroyingar. Vit komu heim í januar 1983, men tað bleiv ein ring reisa. Tað var ein ódn í Føroyum um ta tíðina, har m.a. ein rúgva av SEV-pelum datt niður á Sandoynni, og tá ið vit vóru tvørs av Vestmannaoyggjunum, fingu vit ein stóran sjógv, og tað endaði við tí, at vit fingu veirar um skrúvuna og fingu ikki siglt. Har lógu vit og slongdust í eini trý samdøgur og bíðaðu eftir "Tjaldrinum", ið kom okkum til hjálpar og sleipaði okkum á Havnina. Í 1983 vqr eg so flaggskipari á "Anso", og ein norðmaður var skipari. Vit royndu eftir rækjum bæði í Vestur- og Eysturgrønlandi og landaðu í Holsteinsborg, Godthåb og á Ísafjørðinum í Íslandi. Í 1984 var eg aftur við "Anso", men tá var tann skipanin komin, at vit vóru tveir mánaðir umborð og tveir heima. Tað var ein góð skipan, tí tá blivu túrarnir ikki so langir. "Anso" fór á beding í Noregi seinni tað árið, og tá bóðu teir meg fara til Grønlands á krabbaveiðu við "Saarulikk". Hetta var royndarfiskiskapur inni á firðunum frá Godthåb og norð um Disko. Eg fór heim í septembur tað árið, tí dóttir mín, Mayfrid, skuldi konfirmerast, og so róði eg út við "Sjóvarkletti, tað ið eftir var av árinum. Tann 06.01.1985 ringdi Demmus til mín og spurdi, um eg ikki kundi koma sum skipari við "Polli" at royna við línu undir Føroyum. So varð - og vit róðu út av Sandi, og egnt varð á landi. Tað var ein sera góður januar mánaði bæði til fisk og veður. Eg var skipari til hálvan februar, tá kom Demmus umborð aftur, og vit fóru á Norðhavið við gørnum. So var tað tað, at Jógvan Kjølbro, ið búði í Holsteinsborg, læt ein frystibát við egningarmaskinu byggja í Solstrand í Noregi, og hann spurdi, um eg kundi fara til Noregs at hava eftirlit við bygninginum. Báturin skuldi brúkast til svartkalvaveiðu í Grønlandi. Jú, eg fór og var so har yviri eina tíð, men tá ið eg so var heima ímillum, so var eg við "Granit", úr, Klaksvík, sum Pól Jóhan Joensen, átti. "Granit" hevði egningarmaskinu, og tá ið eg ikki hevði verið við egningarmaskinu, so var eg við har fyri at seta meg inn í egningarmaskinuna. Beint eftir nýggjár 1986 fóru vit yvir til Noregs eftir "Imaq Fisk". Stýrimaður var Suni ?, úr Húsavík, og Pólert? Fjalsbak, úr Klaksvík, var meistari. Jógvan Kjølbro var eisini við. Tað gekst væl at sigla til Føroyar, men tá ið vit fóru úr Føroyum, gekk sjálvstýrarin fyri, so vit máttu inn á Reykjavík at fáa hann at rigga. Vit komu so til Grønlands, men tað gekst ikki væl at fáa fiskiloyvi. Fyrst fingu vit eitt smávegis royndarloyvi at royna á firðunum í Vesturgrønlandi, men har var einki at fáa. Seinni fingu vit eitt loyvi frá føroyingum at royna eftir svartkalva við Labrador, og tá bar betur til. Vit fingu væl av fiski og gjørdu nakrar túrar, men eg fór ikki heim aftur fyrr enn í septembur. Tá hevði eg verið burtur í 8 mánaðir. Meðan eg var heima, var Suni skipari. Tá ið eg hevði verið heima ein mánað, var eg biðin at fara niður til  Frederica at sigla ein línubát til Grønlands. Báturin æt "Jacob Nielsen" og hoyrdi heima í Sydprøven, men hvat - báturin var ikki klárur, tá ið eg kom niður, so eg bíðaði har í 3 vikur. Tað var nú komið út í oktobur, og vit fingu eina ringa ferð. Vestan fyri Reykjanes fekk kokkurin, ið var grønlendari, skaða í hondina. Ein stalkur? smekkaði á hondina, og hann misti tveir fingrar og tveir aðrir brotnaðu. Vit royndu at sigla so skjótt, sum vit kundu móti Prins Kristianssund, og tað var ein lætti at fáa kokkin í land í Nanortalik, tí hann hevði so nógva pínu. Haðani fóru vit til Sydprøven og so til Frederikshåb, har eg fór í land og umborð aftur á "Imaq Fisk". Trygvi Kallsoy, av Eiði, bleiv tá skipari á "Jacob Nielsen". Restina av 1986 - og til mars mánað í 1987 - var eg umborð, so eg var ikki heima um jólini. Meðan eg var heima, kom Sólvit Simonsen at spyrja meg, um eg ikki kundi koma 14 dagar við "Sildberanum", sum sigldi millum Sand og Skúvoy. Líka veit eg - hesir 14 dagarnir blivu til 30 ár. Eg fór umborð á "Sildberan" 14.03.87 og var í føstum starvi har til 14.03.2017. Tá var eg 70 ára gamal, men eg sigldi tó nakrar túrar eftir tað. Tilsamans hava tað verið ótrúliga nógvir túrar, men eg eri vælsignaður í tí, at tað er eingin skaði hendur øll hesi 30 árini. Tað hava sjálvandi verið nógvir góðir túrar, og so hava tað eisini verið fleiri ringir túrar. Undir vanligari sigling er ein eldri persónur deyður umborð, og ein annar er deyður undir sjúkraflutningi, so tað vóru eitt sindur óbehagiligar støður. Samanumtikið kann eg siga tað, at eg havi livað á og av sjónum meginpartin av lívinum. Ikki havi eg verið limur í nøkrum arbeiðsmannafelagi, so burtursæð frá tímalønini í vegarbeiðinum saman við Herlufi í 1962, havi eg ikki tjent nakað nevnivert uppi á landi. 

Ringur túrur millum bygda

Hetta var um páskirnar 1966. "Ásur" var komin á Skála, har hann skuldi til garantieftirlit, og Pætur (í Ólastovu), pápi (Klæmint Juu) og eg skuldu so norð til Gjáar. Vit fingu bil til Funningsfjarðar, og Meinhard Hansen setti okkum við báti heim til Funnings. Tað var so dammstilli tann dagin, men tað kavaði illa, og eisini var tað blivið myrkt. Tá ið vit vóru komnir til Funnings, fór Pætur niðan til Lítl-Elspu (Elspa Petersen), sum hevði telefonstøðina. Hann skuldi ringja til Gjáar at siga frá, at vit komu. Tá ið Pætur kemur aftur, sigur hann, at Lítl-Elspa hevði sagt, at tit fara ongan veg til Gjáar í kvøld - tit skulu koma at gista her. Tað høvdu vit ongan hug til, tí tað var púra stilt, so vit fóru bara til gongu. Vit settu klæðini eftir, so vit vóru púra leysir. Vit komu so niðan um garðin og nakað niðan ímóti Hóvabrekku, tá brendi hann á sum úr byrsukjafti, so vit máttu halda í hvønn annan. Tað stóð alt sum ein múrur framman fyri okkum. Vit komu til ein SEV-pela og royndu at seta kós, men tað var vónleyst. At vit eru farnir yvir um Skarðánna uttan at hava merkt nakað til tað, tað er mær ein gáta. Ikki nokk við tað. Vit gingu eisini niðan um vegin uttan at merkja nakað sum helst, og teir høvdu enntá grivið fyri kava fyrr um dagin. Nú bleiv tað so bratt, og vit koma til eina brúgv, sum var Fossabrúgvin. Vit hildu tað vera Hvíthamar og gingu so undir brúnni. So komu vit til eitt stað, har tað bar til at fara uppá, men tað høvdu Pætur og eg ongan hug til. Vit gingu so víðari undir brúnni, og tá komu vit til eina á. Vit gera av at fylgja ánni oman aftur til Funnings. Vit vistu ikki, at vit vóru farnir niðan um vegin, og tá ið vit koma nakað oman, nú koma vit til eina brúgv, ið er tvørtur um ánna. Hetta var okkara bjarging, tí nú vistu vit, at vit vóru á vegnum undir Fossabrúnni. Høvdu vit verið farnir upp á Fossabrúnna og niðan undir Sandar, so doyðu vit úti. Vit sóu nú ein kant á vegnum, tí gravkúgvin hevði grivið har um dagin. Soleiðis fylgdu vit vegnum, men máttu steðga á í heilum, so vit ikki mistu kantin burtur. Eisini gingu vit runt um svingini á Skarðinum, tí vit vildu ikki sleppa vegnum. Tá ið vit komu á Skarðið, gramdi Pætur seg um krampa í beinunum. Har var kolandi stormur, og viit báðir vóru ógvuliga kaldir, men pápi var ikki so kaldur, tí hann var í ullintum klæðum. Síðani fylgdu vit kantinum út í gjøgnum Dalin, og tá ið vit komu út til garðin, møttu vit monnum, ið vóru farnir at leita eftir okkum. Menninir vóru Gubbi (Hans Edvard), Pætur í Stólpa og Steinfinn. Høvdu teir ikki gingið eftir vegnum, so høvdu vit ikki sæð teir, tí alt stóð í einum roki. Vit vunnu so upp hús, og nakað illa hava vit verið fyri, tí tá Pætur fór einsamallur um Heimaru Brúgv datt hann í fonnina, ið var undir Gamla Fløtti. So illa stóð til við honum, at hann mundi ikki komið á føtur aftur. Tað var skeivt av okkum at lata hann fara einsamallan, og eg tori ikki at hugsa tankan - doyði hann úti í millum húsini. Klæðini vóru øll tann beri ísur. Tá brúktu vit ulpu, so eg bað Gubba bara kvetta bondini. Sjálvandi vóru fólk bangin um okkum, tí tey høvdu fingið at vita úr Funningi, at vit vóru farnir til gongu. Eg má bara siga tað, at tað var eitt Guds undur, at vit komu vegin fram. Fóru vit upp á Fossabrúnna, so bóru vit ikki boð í bý. Húsini sóu ikki vøkur út dagin eftir - tey vóru so rokin til. Súsanna í Jógvansstovu fór tá yvir í Sofusa handil at keypa petrolium, og tá helt hon fyri, at hetta er tað sama veðrið, sum var tann dagin, ið fólkini doyðu úti á veg úr Sundalagnum í Funningsfjørð, og tá hevði hon einki frætt um okkum.

Kategori: Ikki-bólkað

 

 

Eileen og Irena (dóttir hennara)

Eileen í Heimaru Lon, sum nú býr í Danmark, var saman víð dóttur síni, Irenu, ein túr í Føroyum í summar. Tey búðu hjá Arnhild og Hilmari á Teigunum, í Hoyvík, og eg stakk inn á gólvið at fáa eitt prát við hana. Møðgurnar báðar høvdu júst tá verið ein túr við Gjógv, har Eileen m.a. var á grøvini hjá foreldrum sínum og á grøvini hjá trimum av børnum sínum. Eileen í Heimaru Lon - Eileen Richmond Joensen - er fødd á Tvøroyri í 26.10.1925 og er sostatt 93 ára gomul. Mamma hennara var Dagmar á Teigunum (Dagmar Joensen, f. 1903), og pápi hennara var eingilskmaður, George Richmond, ættaður úr Hull. Eileen var ikki tvey ár, tá ið hon kom av Tvøroyri til Gjáar. Hon vaks upp í Heimaru Lon hjá ommubeiggja sínum, Jóhannesi í Lon (Johannes Berg, f. 1882) og konu hansara, Fíu í Lon (Sofía Berg, f. 1881). Tann fyrsta triðingin av lívinum var lagnan henni ómenniskjaliga tung, so tað var rørandi at hoyra hana seta orð á upplivingarnar. Vit geva henni orðið:

Eg minnist sjálvsagt ikki nakað frá mínum fyrstu árum, men mær er fortalt, at tá eg kom norður til Gjáar, kom eg við einum báti, ið æt "Kjógvin", sum setti meg upp í Funningi.  Jóan Pauli í Lon (Joen Pauli Berg, f. 1877) bar meg í leypi til Gjáar. Mamma og eg vóru so á Teigunum, og í januar mánað 1928 fór mamma ein túr til Havnar, men áðrenn hon fór, hevði hon verið uppi í Heimaru Lon hjá ommubeiggja og spurt, um eg ikki kundi verða har, til hon kom aftur. Tað kundi eg sjálvandi, og mamma segði, at hon skuldi verða aftur, áðrenn ommubeiggi fylti tann 20. januar. Tann 19. januar 1928 fer hon so við "Smirli" av Havnini og norð til Gjáar, men á Mjóvanesi fekk "Smiril" ein so stóran sjógv, at dekshúsið reiv seg leyst og fór fyri borð. Tey 5 ferðafólkini, ið sótu í dekshúsinum, sjólótust øll - og mamma var ein teirra. Hetta førdi tað við sær, at eg bleiv verandi í Heimaru Lon. 

J. Mortensen á Tvøroyri læt "Smiril" byggja í Gøteborg 1895.

Eg visti ikki betur, enn at tey (fosturforeldrini) vóru foreldur míni. Men so var tað ein dagin, eg var niðri á Teigunum hjá abba (Petur Julius Joensen, f. 1877), nú kemur mammubeiggi (Hjalmar Joensen, f. 1908) inn og tekur í hondina á mær og leiðir meg inn í stovuna. So peikar hann upp á eitt bílæt á vegginum og spyr: "Veitst tú, hvør hatta er?" Eg visti tað ikki. "Veitst tú ikki, at hatta er mamma tín," sigur hann so. Eg stóð púra býtt, tí hatta líktist als ikki mammu. "Ja, men mamma tín er jú deyð," letur so í honum. Hetta fór sum ein skelkur í gjøgnum mín barnakropp, og eg var ikki meira enn eini 4 ella 5 ár tá. Eg skilti einki av nøkrum. Seinni sigi eg so hetta við mammu (fosturmammuna): "Tú ert ikki mamma mín!" "Hvør sigur tað?" svarar hon mær. "Tað sigur mammubeiggi," sigi eg. "Hatta ætlaði eg at siga tær, tá ið tú vart størri," svaraði mamma (fosturmamman). Hetta vísti seg at koma at ávirka viðurskiftini í millum meg og fosturmammuna frameftir. Líkamikið - eg hevði tað gott uppi í Lon. Tey gjørdu alt tað besta fyri meg, men eg kendi innast inni, at hetta gjørdi ein mun millum meg og fosturmammuna, sum eg ikki hevði merkt frammanundan. Pápi (fosturpápin) var til skips, og eg minnist, hvussu eg gleddi meg til, at hann kom aftur. Tey gjørdu alt tað besta fyri meg, sum tey hildu vera gott, men tað var ikki altíð so stuttligt hjá mær, tí eg slapp ikki at spæla við øll onnur, sum hini spældu við, tí tey helst vildu ansa so væl eftir, at einki ilt hendi mær. Tey hava havt ov stóra umsorgan fyri mær, havi eg skilt seinni. Eg fór næstan ikki út við nøkrum, uttan mamma var í nánd. Onkuntíð komu Hallgerð (Hallgerð Sivertsen, f. Kallsoy, 1925) ella Anna í Fornanum (Anna Mikkelsen, f. Sivertsen, 1925) inn til okkara við stokkum, men eg slapp ikki inn til teirra við stokkum. 

Eg var nokkso stór, tá ið eg fekk at vita, at pápi mín var eingilskmaður. So hendi nakað løgið. Tað var ein dagin, nú bankar onkur upp á úthurðina hjá okkum í Lon, og eg leypi út at vita, hvør ið tað er, tí tað var ikki so vanligt tá at banka uppá. Nú standa tveir fremmandir menn uttanfyri og spyrja, um tað eg eri eg - Eileen - men í somu løtu kemur mamma út og tekur í armin á mær og koyrir meg inn aftur í køkin. Eg visti ikki, hvørjir menninir vóru, men tá ið eg var vaksin, fortaldi ein kona mær, at annar av monnunum var maður hennara - av Tvøroyri. Eisini segði hon, at maður hennara kendi væl pápa, og at pápi ofta plagdi at vitja har, tá ið hann var inni á Tvøroyri við einum eingilskum trolarara, sum hann sigldi við. Eg vildi so gjarna sleppa at fáa kontakt við familjuna í Hull, men mamma og pápi vildu ikki. Sum ung kom eg einaferð til Hull. Niðri á bryggjuni stóðu nakrir menn, og tá spurdi eg teir, um nakar av teimum kendi pápa mín, George Richmond. Jú, tað gjørdu teir og søgdu, at hann beint nú var farin til skips við einum trolara. Hetta var einaferð í 1940unum, so eg fór bara aftur til Føroyar sum av torvheiðum. Seinni havi eg so verið aftur í Hull og vitjað, men tá var pápi deyður. Eg havi fingið at vita, at pápi var skipari á einum skotskum trolara, og trolararnir komu ofta inn á Tvøroyri. Mamma arbeiddi um ta tíðina á Tvøroyri, og soleiðis eru tey bæði komin at kennast. Pápi vildi hava, at eg skuldi hava eftirnavn hansara. Tað er eisini tilskilað í kirkjubókini, og tað lyftið havi eg so hildið, og tá ið eg so fekk ein son í 1952, so fekk hann navnið George Richmond.  

Eg gekk sjálvandi í skúla sum hini børnini. Jóhan Kallsoy (f. Mørkøre 1892) var lærari, og hann var ein einastandandi lærari. Eg haldi ikki, at vit kundu fáa betri lærara. Hann gekk nógv upp í tað føroyska. Vit lærdu nógvar fosturlandssangir og sungu nógv, men einki minnist eg til, at vit kvóðu í skúlanum, men í fríkorterinum plagdu dreingirnir at dansa uttanfyri - í millum skúlan og Gamla Pakkhús. Vit vóru nógvar túrar í haganum, og so sendi hann okkum út at henta plantur. So skuldu vit skriva upp, hvussu plantan æt, hvussu hon sá út, og hvar vit høvdu funnið hana. Eg eigi enn eina bók, sum eg havi skrivað alt møguligt uppí, og har eru eisini tekningar av plantum, djórum, húsum og øllum møguligum. Har havi eg t.d. skrivað: Hvussu mong hús vóru í bygdini, hvussu mong fólk búðu í hvørjum húsi, nøvnini á fólkunum, hvussu nógva jørð tey áttu í teimum ymisku høgunum o.s.fr. Tað stendur í bókini, at eg eri 14 ára gomul. Nakað herfyri vísti eg einum manni bókina, og hann var so hugtikin av henni, at hann helt fyri, at hon átti at farið á Skjalasavnið. Mær dámdi serliga væl at rokna, og komst tað kanska av tí, at tað gekst mær so væl í rokning. Einaferð bleiv eg innisett, og sum tað var stór skomm. "Hví ert tú so sein úr skúlanum," spurdi mamma. "Eg eri innisett," svaraði eg. "Innisett?" "Hvat hevur tú gjørt," spyr mamma. "Vit høvdu tabell, og lærarin spurdi meg, hvat tríggjar ferðir sjey var, og eg svaraði ikki nóg skjótt, og so hann setti meg í skammikrók," svari eg. "Áh, tann skomm," sigur mamma. - Jú, soleiðis var tað tá - tað skuldi svarast upp á standandi fót. Kallsoy royndi eisini at læra okkum at svimja, og tá marsjeraðu vit heim í Funningsdjúptina - eitt/tvey - eitt/tvey. Eg minnist, at einaferð, vit komu heim við húsunum á Rætt, nú letur Gamli Olrikur (Olrik Kristiansen, f. 1846) vindeygað upp og rópar: "Kristoffur! Gongur tú her og spælir við børn?" Kristoffur - tað var Hans - hann æt Hans Kristoffur, og Gamli Olrikur vildi heldur hava hann at koma at hoyggja. Gamli Olrikur var abbi Hans, og Hans og eg gingu í sama klassa. 

Eg konfirmeraðist á Eiði 1939 og bleiv so verandi við Gjógv. Undir Krígnum var eg m.a. arbeiðsgenta í Havn. Eg veit ikki, hvussu aðrar arbeiðsgentur høvdu tað, men tað ger væl einki, um eg sigi eitt sindur um, hvussu mínar umstøður vóru. Eg arbeiddi frá morgni til myrkurs - hevði nakrar frítímar mikukvøld - og fekk 10 kr. um mánaðin. Teir eingilsku hermenninir búðu har tætt við, so eg fekk strangar ordrar um ikki at lova nøkrum inn. Men ein dagin - nú bankar ein uppá og spyr, um hann ikki kundi fáa vatn. Eg var í neyð, tí eg visti ikki, hvat eg skuldi gera, men eg gav honum vatn - og tað stóð nógv á. Hevði tað verið uppdagað, so hevði eg fingið av at vita. Og so var tað tað, at tá ið eg fór út eftir koli, skuldi eg ansa væl eftir, at eingin sá meg. Hesum skilti eg einki av, men seinni fann eg útav, at eingilskmenninir áttu kolið, sum vit brúktu av. Undir Krígnum var alt myrkalagt, so mann mátti ikki brúka ljós. Tá ið eg skuldi inn í kjallaran um kvøldið, plagdi eg at brúka lummalykt, tí annars sóu vit púrt einki. So eri eg eitt kvøldið farin oman við lummalyktini, og upp á onkran máta missi eg lyktina, og hon brotnar. Lyktin var úr bakalitt og kundi tí ikki gerast aftur. Tá vóru tey ikki blíð og kravdu, at eg skuldi skaffa teimum sama slag aftur. Eg segði, at eg átti ongar pengar. "So mugu foreldrini hjá tær betala," søgdu tey. "Eg eigi eingi foreldur," sigi eg so. "Ja, men so mást tú fáa onkran annan at betala," svaraðu tey mær aftur. - Nei, ikki var tað lætt. Tað var serliga maðurin í húsunum,  ið var so ljótur ímóti mær. Einaferð hevði eg sovorðin sár á hondunum, men álíkavæl skuldi eg standa og vaska klæðir. Tá varð alt vaskað við hond. So var tað soviskjúrtan hjá manninum. Tú veitst hvussu tað er - har sum skjúrtan kemur ímóti hálsinum -  har verður tað eitt sindur øðrvísi litað, og tað fæst ikki burtur. Eg royndi og royndi, men tað hjálpti einki. Tá bleiv hann illur og spurdi, um eg helt, at hann hevði "engagerað meg sum selskabsdamu". Eg segði so upp og søkti um at fáa eitt arbeiði á Hospitalinum, tí eg hevði altíð ætlað mær at sloppið sum gongsgenta har. Men ein dagin so kemur maðurin og sigur við meg: "Eg veit, at tú hevur søkt um at verða gongsgenta á Hospitalinum, tí kona mín arbeiðir har, men hon skal nokk gera alt tað, sum hon kann, fyri at tú ikki skalt fáa nakað arbeiði har." Ná, men eg segði so upp har og fór í eitt annað pláss í Havn, men tað var heldur ikki nakað at reypa av. Nei, ikki var tað bara bara at vera arbeiðsgenta tá í tíðini. Slíkt hevði tíbetur ikki borið til í dag. - Eg giftist við Símuni á Grótheyggi (Símun Fríðheim, f. 1914) í 1943, og vit fingu trý børn - eina gentu og tveir dreingir - men øll doyðu. Gentan, ið æt Dagmar Sofía - eftir mammu og fosturmammuni - var fødd í 1944, og hon livdi í eina góða viku. Tann fyrri drongurin var føddur í 1945, og hann livdi í umleið tríggjar vikur. Tann seinni drongurin, sum var føddur í 1946, livdi í einar seks vikur, og so vóru tey øll burtur. Tað var ein sera tung tíð, men eingin tosaði við meg um nakað, soleiðis var tað tá. Alt skuldi tigast burtur. Eg gloymi tað ongatíð, at nakað eftir at gentan var fødd, nú kemur ein sjúkrasystir inn til mín við presti og onkrum øðrum og sigur, at nú skal gentan doypast: "Hvussu skal hon eita?" Eingin hevði talað orð við meg frammanundan, um at gentuni feilti nakað sum helst, og Símun var til skips. Dreingirnir kundu havt fingið navn, men teir vóru ikki doyptir, og tað fekk eg eisini mangan at hoyra fyri. Aftrat øllum minnist eg m.a. eisini ein mann siga seg ikki skilja, at nakar giftist við mær, sum ikki kundi fáa børn. Tann dag í dag veit eg ikki, hvat feilti børnunum - hví tey ikki kundu liva. Bæði fyrr og seinni havi eg tosað við landslæknan, men hann segði tað, at prøvar blivu sendir niður til Danmarkar, men eingin kendi orsøkina. Børnini vóru fullborin og væl skapt. Tað sást einki á teimum, men eg legði til merkis, at tey orkaðu ikki so væl at súgva, men so við og við fingu tey sár á húðina - serliga um beinini. Tey bæði fyrstu børnini vóru fødd í Klaksvík, og tann yngri drongurin í Havn. Tá ið eg hevði føtt tað triðja barnið, vildi eg ikki hava fleiri børn, tí um so var, so væntaðu tey ikki, at tað fór at liva. Eg havi ongatíð glett meg til at fingið eitt barn, tí hesin óttin hevur ligið og lúrt alla tíðina.  Eftir hetta fór eg til Havnar, og har hjálpti eg bæði einum og øðrum. Eisini arbeiddi eg í fiski á Bacalao og var arbeiðsgenta. Í 1952 fekk eg so ein son. Tá hevði læknin sent meg niður, so sonur mín, George, er føddur í Danmark í februar 1952, og eg kom so aftur til Gjáar við honum í apríl mánað. Áðrenn George kom í skúlaaldur fór eg til Havnar at arbeiða, so George gekk í skúla í Havn. Í 1964 giftist eg við Magnusi Borðoy,f. ? og vit fingu tvey børn, og tað var eg ógvuliga glað fyri. Irena er fødd í 1965, og Dag er føddur í 1966. Vit búðu í Havn. Magnus arbeiddi sum kavari og koyrilærari, og hann doyði av sjúku í 1992. Eftir at Magnus var deyður fluttu Dag og Irena til Danmarkar, og eg fór aftan á teimum. Eg havi ikki angrað tað, men best hevði mær nokk dámt at sloppið frá at farið. Eg hevði ongan eftir í Føroyum - og hvat skuldi eg so gerað? Fær mann ikki tað besta, so tekur mann tað næstbesta. Tvey ár seinni flutti George eisini til Danmarkar, so nú búgva vit øll niðri, og vit hava tað gott. Vit búgva í Jyllandi - nokkso nær við Vejle. Eg keði meg onga løtu. Vit eru sjey føroyingar, ið koma saman til ymiskt: bindiklubb, møtir, føðingardagar --- .

 

                                 

Heimara Lon 2007                                                                                                           George, Eileen, Dag og Irena (2007)

Tey núverandi húsini eru bygd í 1901, men hvussu tað var við teimum gomlu húsunum, veit eg einki um. Húsini í Ytru Lon vóru bygd upp í endan á okkara húsum. Okkara hús vóru ikki innrættað á loftinum, fyrst ið eg minnist. Í neðra komu vit inn í gongina, og haðani var ein hurð inn í køkin, ein hurð inn í stovuna og ein hurð inn í eitt kamar. Eitt annað kamar høvdu vit eisini inn av køkinum, og í tí kamarinum lá langomma, ið var kallað Stranda -Jóhanna (Johanne Marie Berg, f. 1846), tí hon var ættað av Strondum. Eg minnist hana bara sum seingjarliggjandi. Hon lá 5 ár í songini - nei, sum hon var góð við meg. So var tað ein dagin, at langomma rópar meg, men eg vildi bara ikki inn til hennara. Mamma royndi at toga meg, men einki batti. Tveir dagar seinni doyði langomma. Mamma plagdi at snakka við meg um hetta seinni, at tað man hava verið okkurt, ið eg havi merkt á mær - eg vildi bara ikki inn til hennara - løgið var tað. Vit høvdu ein so fínan hvanngarð undir húsunum. Tað plássið kallaðist á Torkilsgrund, tí har hevði ein maður búð, ið varð kallaður Torkil. Rætta navn hansara var Jóhan (Johan Lindenskov, f. í Tórshavn 182?), men pápi hansara at Torkil, og tí varð hann eisini kallaður Torkils-Jóhan. Tað var langomma (Stranda- Jóhanna), ið fann uppá at seta hvannir niður í grundina. Hon vildi hava bjargahvannir, tí tær vóru søtari enn hinar. Hvannirnar vuksu væl - tjúkkar og stórar. Onkuntíð kundi onkur óviti finna uppá at taka sær eina hvonn, men tá bankaði langomma upp á rútin og bað teir heldur koma at biðja eina hvonn - ikki taka hana. Hjallurin í Heimaru Lon, sum stendur niðan fyri húsini, er rættuliga gamal, men eg minnist, at hann bleiv umvældur. Tá stoypti abbi (Petur Julius) grundina, og pápi rimaði hjallin av nýggjum. Eitt hoyggjhús áttu vit, og tað stóð oman fyri Skipshúsini, men tað er ikki til longur. Tað sama er við gróthúsinum, ið stóð Heimi á Damm. Vit plagdu at goyma hoyggj í tí, og pápi helt, at tað hoyggið var frískari enn tað úr hoyggjhúsinum. Tey søgdu, at Jóhannes Tann Vísi (Johannes Poulsen, f. í Funningi 1776) skal hava laðað gróthúsið, og tað er trúligt, tí hann búði jú í Heimaru Lon. Vit áttu tveir gyllin í jørð - ein á Suðurhelvt og ein Heimi í Dal. Gyllinin Heimi í Dal seldi pápi til Rasmus í Bíggjarlagnum (Kornelius Rasmus Johannesen, f. 1911), men vit fingu kortini lov til at hava eina ær gangandi har álíkavæl. Vit eiga eitt stykki í Funningi, men nú royna vit at selja tað. Tað var soleiðis við tí stykkinum, at pápi hevði gjørt okkurt arbeiði í Funningi - eg veit ikki hvat -  og so hevði hann fingið hetta stykkið í løn. Tað var so vanligt tá - bæði við Gjógv og í Funningi - at hjálpti tú t.d. onkrum at velta upp úr nýggjum, so fekst tú eitt stykki afturfyri. Fleiri slík dømir eru við Gjógv.

                         

 

Eg havi nógv góð minnir frá Gjógv. Bygdin var full av fólki, og eg haldi, at samanhaldið var gott. Tað var nógv lív í, og hvør kom øðrum við. Mamma var altíð kokkur - eitt slags høvuðskokkur -  tá ið gildir vóru, og eg plagdi at vera við at hjálpa til. Aftaná - oftast dagin eftir - var kokkagildi, og tað var eisini so hugnaligt. Brúdleyp og stór gildir plagdu at standa niðri í Gamla Pakkhúsi, áðrenn nakar fór at búgva har. Mamma dugdi væl at seyma, men hon var sjálvlærd. Hon plagdi at seyma fyri fólk, t.d. skjúrtur ella okkurt annað og fekk 75 oyru fyri tað. Eisini seymaði hon nógvar hettur - tær sum vóru fóðraðar og komu niður á akslarnar - og hon tók eisini 75 oyru fyri tær. Tað hildu fólk vera lítið, men hon vildi bara taka 75 oyru. Skipstroyggjur bundu vit eisini og lótu í handilin og fingu vøru afturfyri. Tá fingu vit nakrar og 20 krónur fyri troyggjuna. Kúgv høvdu vit eisini, og mamma gekk til neytar á Ambadali og heimanfyri. Tá ið eg var so fræg, so fór eg við henni at hjálpa henni at bera. Eg plagdi at hava eina dyllu á hvørjum arminum. Mamma hevði tríggjar kýr at mjólka, og tað høvdu hinar neytakonurnar eisini. Og ikki at gloyma stokkarnar - ja, tær bundu eisini, meðan tær gingu. Eg minnist so væl, hvussu røsk Dalberg var at binda. Tey áttu onga jørð, so hon gekk til neytar fyri onkran annan. Tey vóru nógv fólk í húsi, so tað kravdi sítt bæði til klædna og matna. Nógv lesull kundi vera í haganum, og hana kundi ein og hvør henta sær, og var hetta ein góður stuðul hjá teimum, ið onga jørð áttu. Tá bleiv hvør nispur tikin upp. Nú fer ullin burtur. Eg orki ikki at hoyra tað.

Vit skóru torv Eysturi á Fossi og Heimi í Dal. Torvið Eysturi á Dal var so gott, og tað brúktu vit at baka við, men torvið Heiman úr Dal brúktu vit mest til at kynda við. Mær dámdi væl at fara í torv - vit høvdu mat við, og onkuntíð ótu vit døgurða Eysturi á Foss. Mangan gekk eg eisini eftir torvi. Tað var tungt at bera Eystan av Fossi, og Skúvadalsgjógv var eisini so djúp. Tá ið eg fór Heim í Dal, plagdi eg ofta at fylgjast við Drikku á Fløtti - ommu tíni. So var tað ein dagin, at vit síggja, at ein maður kemur aftan á okkum. "Hvør er hasin?" spyr Drikka. "Hatta er Jákup í Horn," svari eg. "Ringan kvistar hann okkum aftur," letur í Drikku. Jákup á Horn var tiltikin gongumaður.

 

 

 

Kategori: Ikki-bólkað

Elsebeth Dahl -  dóttir Binu á Skipinum (Jacobina A. Dahl, f. Djurhuus, 1926) -  hevur eitt fult skrivihefti, sum mamma hennara hevur skrivað í landalæru, meðan hon gekk í skúla hjá Kallsoy. Bina er dóttir Elspu í Stólpa, f. 1899 og Hans á Skipinum, f. 1905. Á permuni stendur, at Bina er 11 ár, so heftið er skrivað í 1937. Hetta er eitt sera áhugavert hefti, sum eisini viðger mangt og hvat áhugavert og bygdasligt, sum er nútíðarmenniskjanum púra fremmant og óviðkomandi. Bina hevur eina flotta hondskrift, og tekningarnar eru eisini fínar. Eg havi spurt onkrar javnaldrar hjá Binu, um tey eiga eina sovorðna bók - ella um tey minnast nakað til hetta. Jú, nøkur minnast hetta væl, men ikki eri eg komin fram á nakran annan, ið eigur eina slíka bók. Anna, f. Sivertsen (1925) í Fornanum, sum býr í Vestmanna og er eitt ár eldri enn Bina, minnist væl landalærutímarnar hjá Kallsoy, og at tey skrivaðu og teknaðu alt møguligt: bygdina, fuglar, fiskar og nógv annað. Anna fortaldi fyri mær, at Bina á Skipinum og Poula, f. Joensen (1926) hjá Onnu Malenu sótu saman í skúlanum. Tær vóru bestu vinkonur og spældu eisini altíð saman aftan á skúlatíð.

Hetta avritið, ið eg havi fingið frá Elsebeth, er heldur kámt í støðum, men við einum góðum vilja er tað mesta lesandi. Føroyar vera sera gjølla viðgjørdar. Allar bygdir vera nevndar við stuttum og - fyri nútíðina - eisini stuttligum viðmerkingum. Vit kunnu lesa um sýslurnar, fólkatal, stjórnarskipan, skúlaskipan, vegir, vitar, telefonlinjur, neyt og seyð, skipatal, toskaveiðu, grindavágir (ikki hvalvágir, ið nú verður sagt) o.m.a. Sjálvandi fær heimbygdin nakrar neyvari og drúgvari viðgerð. Her kanst tú hoyra sagnir, lesa um kirkjuna, bjargaferð og síggja kort av bygdini. Parturin, ið nevnist "Jørðin við Gjógv", er nakað fyri seg. Her sæst millum annað, at Gortra er størsti eigari í bygdini við 16 gyllum - stavnin framman fyri Rætt og Jógvansstovu við ávikavist 15 og 14 gyllum. Okkum menniskjum so líkt, so var eg spentur at vita, hvussu nógva jørð VIT áttu. Skuffandi úrslit, tí niðast á listanum, millum aðrar fæloysingar, stendur: Karl Jacob - 0 gyllin!!!

Skúlin og samfelagið eru ómetaliga nógv broytt,síðani hesir landalærutímarnir rungaðu í skúlanum hjá Kallsoy í 1930unum, og so mikið størri fongur er tað at kunna líta aftur um bak við hesi bókini á telduskíggjanum. Gev tær stundir at kaga í hana, tí uttan iva dettur tú niður á eitthvørt, ið hevur tín áhuga.

Kategori: Ikki-bólkað