Pól Sigurd og Jacobina (2019)

Pól Sigurd á Rætt er 90 ára gamal og elsti maður við Gjógv. Kemur tú ein túr til Gjáar, so vil tað illa til, fært tú ikki eygað á hann. Dagliga er hann at síggja Heimi í Lágunum, og ikki er tað ringt at gita, at har trívist hann serliga væl. Fitt av bøi eigur hann har heimi, men allarhelst er tað seyðurin, ið dregur, tí hann hevur røktað Fyri Oman Rætt í mong Harrans ár, so á tí túrinum gevur hann sær góða tíð. Ein dagligan avstingara ger hann eisini eftir teirri nýggju gøtuni út á Nasa, men har hugsar hann neyvan so nógv um seyð. Blídligur og fyrikomandi er hann at møta, og væl dámar honum at práta. Ein dagin - sum so ofta fyrr - møtti eg honum Heimi í Lágunum, og prátið fall á (ikki seyð) sjólívið, og tann dagin avtalaðu vit at hittast til eitt longri prát um sjólívið og okkurt annað. Pól Sigurd og Jacobina, f. Matras, giftust í 1959, og tey fingu trý børn: Lena (1959 - 2017), búði á Oyrarbakka, Óli Andreas (1961), býr á Eiði og Jóhan (1966), býr við Gjógv. Tann 17. januar í ár (2019) troppaði eg upp á Rætt, og blíð eru tey at koma inn til - Jacobina og Pól. Prátið gekst væl, og mitt í øllum datt Friðrika, verdóttirin, inn á gólvið, og so vóru kaffi og køkur á lofti. - Ná, men nú má Pól Sigurd sleppa framat:

Eg eri føddur fjórða septembur 1928 og eri sostatt elsti maður við Gjógv. Rita (Joensen) er eldri enn eg. Hon er 92 ár og elsta fólk her, men Eileen (Richmond) í Heimaru Lon, sum nú býr Danmark, er 93 ára gomul. Eg var nokkso villur sum smádrongur, og eg minnist væl til tann fyrsta dagin, ið eg fór í skúla. Mamma hampaði meg sum frægast og segði, at eg skuldi fara niðan í Geil at fylgjast við Torbjørn. Jú, so var, og hann varð eisini pyntaður. Eg var øgiliga góður við Torbjørn, og hann var so grúuliga skikkiligur. Vit komu so oman í skúlan, og tá sigur lærarin - Jóhan Kallsoy, av Eiði - at vit skuldu fara oman á Sandin at henta tjúgu steinar hvør. Eg visti ikki, hvussu stórir steinarnir skuldu vera, men hini børnini høvdu prøvað tað fyrr - so mínir steinar vóru nógv for stórir. Tá flentu tey eftir mær. Eg fekk ikki nógv burtur úr skúlanum, men tað var mín feilur - eg hevði púra ongan skúlahug. Vit sótu hampuliga still, men vit høvdu ofta vikarar - Óla Dahl, úr Funningi, Óla Hansen, úr Svínoy og Bjarna Mohr, úr Havn -  tí Kallsoy var løgtingsmaður eisini. Kallsoy var slóttumaður Heimi í Horni, og einaferð, hann stóð og slerdi Úti á Flatinum, vóru mamma og eg har á leiðini. Tey bæði prátaðu væl saman um meg og skúlan, men so sigur mamma: "Hann dugir púra einki!" "Nei, bókin er einki fyri hann," svarar Kallsoy henni aftur. - Hatta havi eg altíð minst til. Nei, eg var hopleysur. Eg skuldi ganga oman í Sámalsstovu at lesa, men eg stakk bara bókina inn í hoyggjhúsið hjá Gøtu -Jógvani. Eg bleiv eisini lærdur av teimum eldru.

 

Marking (1981)                                                                                Trý ættarlið (2013)

Eg bleiv skikkiligari, tá ið eg bleiv vaksin. Sum sagt, fekk eg lítið burtur úr skúlanum, men Kallsoy og eg gjørdust bestu vinir fyri tað. Hann plagdi at keypa kjøt frá okkum hvørt ár, og eftir at hann var deyður, seldu vit eisini kjøt til teirra. Nei, sum Kristianna - kona hansara - var blíð. Eg plagdi at fara við tveimum krovum til teirra beint fyri jól, og so kom hon við tveimum eskjum av góðgæti og segði: "Hesa skalt tú hava, og hesa skal Jacobina hava!" Eg royndi at muta ímóti, tí eg hevði fingið pengar fyri kjøtið, men tað var ikki talan um. - Eg bleiv konfirmeraður í Funningi saman við hesum frá Gjógv: Torbjørn Andreasen (Uppi í Geil), Sofus Sivertsen (í Fornanum), Meinhard Jacobsen (hjá Dalberg), Meinhardt Djurhuus (á Skipinum), Ida Justinussen (á Grótheyggi) og Hermina Hermansen (í Hoygarðinum). 

Hetta var undir Krígnum, so eg fór at rógva út við "Føroyinginum". Christian á Rætt (pápabeiggi) og Pól Jóhannes í Bíggjarlagnum áttu bátin, og Petur Julius á Teigunum var eisini við. Olrik (bróðir) sigldi undir Krígnum, men annars róði hann eisini við okkum. Í 1946 fór eg yvir til Íslands á bóndagarð. Plássið var Syðra Langholt  - Hrunamanna Hreppi - Arnar sýsla - í Oyrarbakkabuktini á Suðurlandinum - ikki so langt frá Reykjavík. Hans, bróðir, hevði verið har frammanundan, og tað var nógv at gera á garðinum, tí bóndin hevði so nógv kríatúr, at tað var ongantíð friður. Vegirnir, ið ikki vóru asfalteraðir, fóru illa um veturin, so í fyrstani hjálpti eg bóndanum - hann kallaðist Sigurður - at bøta um teir. Tað vóru umleið 30 kýr á garðinum og so nøkur ross, men lítið av seyði - ikki meira enn til húsbrúks. Eg haldi, at eg fór yvir til Íslands í apríl mánað, men í oktobur fór eg heim aftur - tá vildi eg sleppa heim. Nú er bóndagarðurin umgjørdur til hotel. Eg havi havt samband við onkran í familjuni, og tey hava eisini bjóðað mær yvir, men nú vænti eg ikki, at tað verður til nakað.

        

"Borgin"                                                               "Álaker"

Í 1947 fór eg mín fyrsta túr til skips, og var tað við skonnartini "Borgini", úr Vági. "Borgin" hevði ligið innifryst í Danmark, tí hetta var eitt ísár, og tað manglaði fólk. Thorvald Hjelm, úr Vági, átti "Borgina", og hann førdi hana sjálvur. Vit vóru fýra frá Gjógv: Torbjørn Uppi í Geil, Leivur á Heygnum, Pætur í Nýggjustovu og eg. Eg minnist einki til, at eg fekk sjóverk, og Thorvald var góður við meg. Vit fingu ikki nógvan fisk, og tá ið vit komu aftur, blivu vit settir av við Gjógv, men eingin fór við aftur. Tað var ikki av tí, at vit ikki trivust umborð. Hetta sama summarið fór eg so við "Pilot" - einari slupp úr Fuglafirði, ið S. P. Petersen átti - og Sámal á Brúnni, úr Fuglafirði, var skipari. Frá Gjógv vóru bara Kristian gubbi - Kristian á Rætt - og eg. Vit vóru við snøri undir Íslandi, og tað gekst hampuliga væl. Tá ið vit høvdu lagt fiskin upp, fóru vit undir Ísland við sildagørnum. Hetta var nakað nýtt, men tað riggaði ikki hjá okkum. Í 1948 fór eg við "Álakeri", ið "Dess" (Jens Petur Egholm), úr Havn, førdi. Fleiri gjáarmenn høvdu verið við "Álakeri", og Meinhardt á Skipinum bað meg koma við. Gjáarmenninir vóru Klæmint Juul, Joensen (Klæmint Joensen), brøðurinir Hans Edvard (Gubbi) og Jóan Petur í Horni, Meinhardt á Skipinum og eg. Eg mundi vera einar tveir ella tríggjar túrar við "Álakeri", og vit fiskaðu bara væl. Eg stóð í millum Klæmint Juul og Meinhardt, og eg royndi at kappast við Meinhardt, og tað gekk nokkso javnt á. Síðani fór eg við "Sigurfarinum", úr Klaksvík. Seglhúsmenninir áttu skipið, og Urbanus Olsen var skipari. Har var eg í fýra ár - til 1951. Í septembur 1951 fór eg á Navigatiónsskúlan í Havn og gekk har, til eg tók skiparaprógv í mars mánað 1952. Eg minnist so væl, at ein dagin nú fara vit nakrir inn á Konditaríið at fáa okkum ein kaffimunn, og tá situr Kallsoy har saman við øðrum monnum. Tá ið hann sær meg, rópar hann á meg og spyr: "Nú, Pól! Hvat gert tú nú?" Eg svaraði, at eg gekk á Navigatiónsskúlanum. "Í skúla?" sigur hann og leggur aftrat: "Nú mást tú royna, tað tú kanst!"

        

"Skortaberg"                                                  "Sjóløvan"

Tað er ringt at halda skil á árstølunum, men í 1954 var eg við "Skortabergi", sum Meinhardt á Skipinum átti og førdi. "Skortaberg" var ein danskur bátur, ið hevði ligið uppi á landi í Grønlandi, men hann hevði ikki fingið nakran serligan skaða. Meinhardt keypti bátin og fór við manning yvir til Grønlands eftir honum - hetta var, áðrenn eg kom við. Hesir frá Gjógv vóru við tað árið, ið eg var har: Sofus Anton og Neli í Gortru, Jákup í Stólpa, Meinhard hjá Dalberg, Gubbi (Hans Edvard í Horni), Sigurd í Bíggjarlagnum, Gordon á Teigunum, Karl Meinhard í Sámalsstovu - og so Meinhardt á Skipinum og eg. Jógvan hjá Knúti á Geil, úr Funningi, og Eli Hansen, úr Funningsfirði, vóru eisini við. Vit vóru fyrst í Íslandi við snøri, og seinni fóru vit so á sild við gørnum. Men so hendi tað, at tá ið vit fóru út aftur - beint aftan á ólavsøku - tá fekk eg meslingar umborð, og eg bleiv so ringur, at eg væntaði, at eg fór at doyggja. Eg hevði verið inni hjá Jógvani, bróður, sum tá búði í Havn, og tá var Maria í Fornanum har. Hon var annars lærarinna í Norðradali tá. Vit tosaðu um, at nú gingu meslingar í Havn, og tá fortaldi hon, at ein drongur úr Norðradali hevði havt meslingar, men nú var hann komin aftur á føtur. Dagin fyri hevði eg verið inni hjá einum lækna, sum æt Kultar, og spurt, um eg ikki kundi sproytast fyri meslingar, men hann segði, at hann tíverri átti einki at sproyta, og um eg visti onkran, sum hevði havt meslingar, so skuldi eg koma aftur at siga sær frá. Tá var tað soleiðis, at teir tóku blóð frá einum, sum hevði havt meslingar, og brúktu tað blóðið til at sproyta tey við, ið ikki høvdu havt meslingar, so hesi ikki blivu so illa sjúk. Eg fór so oman aftur til Kultar og fortaldi honum um hendan drongin í Norðradali, og tá bað hann meg koma aftur dagin eftir, og eisini skuldi eg bjóða øllum av manningini, sum ikki høvdu havt meslingar, at koma við. Jú, vit fóru so til læknan, men hann hevði ikki so nógv av blóði, so tað bleiv nakað lítið í part. Aftan á ólavsøku fóru vit so aftur á sild, og eg varð tann fyrsti, ið bleiv sjúkur. Vit plagdu altíð at seta okkum at spæla kort (sjavs), tá ið vit høvdu sett gørnini, og Sofus Anton og eg plagdu at vera í parti. So við og við føldi eg meg illa til passar, og tað versnaði so grúuliga skjótt. Eg mátti leggja kortini frá mær, tí tað bleiv einki skil í mær við kortunum. Eg fór so til Meinhardt (skiparan) og segði við hann, at eg var blivin sjúkur og mátti fara í koyggjuna. Eg hevði koyggju í kahúttini, og so kemur Meinhardt niður við gradistokkinum at taka fepur, og tá ið hann hevði hugt eftir gradistokkinum, sigur hann bara: "Tú ert alvorliga sjúkur!" Hann segði ikki, hvussu nógvan fepur eg hevði, men eg lá og ristist og skalv í koyggjuni, og ringast var um næturnar, men vit brutu ikki túrin av. Ein dagin sigur Meinhardt við meg: "Eg haldi, at eg sigli inn við tær!" "Nei, bíða eitt sindur. Eg haldi, at eg føli meg eitt sindur betur nú." Ristingarnar steðgaðu, og eg breyt út - fyrst um hendurnar, men síðani um allan kroppin, og eg batnaði skjótt, men eg var grúuliga ússaligur. Jógvan í Funningi bleiv eisini sjúkur, og hann var eisini heilt ringur av meslingunum. Tá ið túrurin var av, og vit komu á Havnina, stóð sjúkrabilurin fyri okkum og koyrdi Jógvan og meg út á Hospitalið. Eg føldi meg frískan, men eg orkaði ikki at ganga, so ússaligur var eg. Teir leiddu okkum inn í sjúkrabilin, og tá ið vit komu á Hospitalið, tóku sjúkrasystrar ímóti okkum og leiddu okkum upp gjøgnum trappurnar, men tá fór eg eftir høvdinum av berari avmakt. Ein eldri sjúkrasystir hjálpti mær í bað, og hon hevði dóttrina hjá sær - kanska fyri at fáa dóttrina smittaða. Nei, sum eg fór at føla meg væl aftan á baðið, og eg kom nú skjótt fyri meg aftur. Eg fór ikki við aftur tann næsta túrin, men Meinhardt, skiparin, ið ikki hevði havt meslingar, bað Símun í Sámalsstovu, sum búði í Havn, kom við upp á tað, at um Meinhardt bleiv sjúkur, so kundi Símun loysa hann av sum skipara. Og Meinhardt bleiv sjúkur. Hann bleiv heilt ringur og fullur í fepri, so teir sendu boð eftir "Thetis", tí danska verjuskipinum, at fáa hann til lands. Hetta var tann tíðin, at mann kundi lurta eftir "Tórshavnar radio", so mann hoyrdi samskiftið millum "Skortaberg" og "Thetis". Tey kendu málið á Símuni: "Manden er godt indpakket og klar at komme ombord!". Hinir fingu meslingar heima. Mamma tín (Elisabeth) passaði Gubba og Sigurd í Bíggjarlagnum. Jákup í Stólpa mátti halda til á Skipinum (hjá Elspu), tí Jóhan og Jóhanna í Stólpa høvdu ikki havt meslingar, og Neli lá sjúkur í Gortru, og eg plagdi at vitja teir. Teir plagdu at arga meg, at eg bleiv fyrst smittaður á ólavsøku, tí eg var edrúur og hevði skíggjað, men hinir blivu seinni sjúkir. Eg veit ikki, um nakað kann vera um hatta. Men líkamikið - eg gjørdist frískur aftur og var við "Skortabergi" restina av árinum (1954). Í 1955 fór eg við einum norskum línubáti, ið kallaðist "Rensfjell". Vit vóru fýra mans frá Gjógv: Karl Meinhard í Sámalsstovu, Pætur í Nýggjustovu, Petur Jacob í Fornanum og eg. Fyrst fóru vit til Grønlands, men tá ið flotfiskatíðin kom, fóru vit yvirum - til Labrador - og har fingu vit kalva, sum vit frystu. Eg haldi, at vit fortjentu meira við norðmonnum enn við føroyingum. Í 1956 var eg við "Sjóløvuni", úr Sandavági. Skiparin var úr Vestmanna, og eg var bestimaður. Emil í Horni hevði verið við "Sjóløvuni" árið fyri, men hann var ikki við tað árið, ið eg var. Við "Sjóløvuni" var ein norðmaður, ið átti aktiur í einum trolara í Vestmanna, sum kallaðist "Gullberg".

    

"Gullberg"                                                                                        "Fiskanes"

Hesin norðmaðurin, ið æt Hjalmar Ingebrigtsen, bjóðaði mær tvær aktiur í "Gullbergi", og eg tók av. Hetta førdi tað við sær, at eg fór við "Gullbergi" í 1957, har Jóan Jacob Durhuus var skipari - og eisini tveir beiggjar hansara. Har umborð dámdi mær væl. Vit gingu seks og seks - høvdu vakt í seks tímar og frí í seks. "Gullberg" var bygdur til Kríggið (1939 - 1945), men hann bleiv ikki liðugur fyrr enn aftan á Kríggið. Tað var for tjúkt jarn í honum, so hann bleiv ov tungur av lastini, og hann hevði stóran motor. Vit royndu eftir ísfiski um veturin og vóru í saltfiski í Grønlandi um summarið. Eg sigldi so við "Gullbergi" til 1963, og tá minkaði fortjenastan eisini. Ta eina árið, ið eg sigldi við "Gullbergi", og eg var heima ímillum túrar, tá lógu teir fyri at fara á várgongu Fyri Oman Rætt. Eg skuldi avstað sama dag, men tá funnu teir uppá at fara á fjall klokkan fýra um náttina, soleiðis at eg kundi koma við. Tað var fínasta veður og ein so sera vøkur nátt, men tá ið fyrra gonga var komin í rætt, tá mátti eg avstað. Eina tíð vóru Pætur í Nýggjustovu, Sofus í Fornanum og Pætur í Stólpa eisini við "Gullbergi". Vit høvdu einaferð eina ógvuliga ringa reisu heim úr Grønlandi. Tað var av allar ringasta veðri á Kappanum, sjógvarnir vóru øgiligir, og skrúvan kom uppúr, so tað larmaði øgiliga illa, og skipið var um at søkka, tí tað stóð eftir endanum.  Fleiri av monnunum høvdu bara lagt seg í koyggjuna og ballað dýnuna rundan um seg. Tá rópti eg á Gud, og tað fylgir mær enn. Eg sá Jacobinu - konu mína - og Lenu, dóttrina, ið tá var ein lítil fitt smágenta, fyri mær. Tað virkaði fyri mær, sum eitt kom og setti seg á økslina á mær og so upp á høvdið, og spakuliga minkaði larmurin frá skrúvuni, tí skipið kom niður aftur á beint. Almaktin er øgiliga sterk - tað er púra sikkurt.

       

Trúgvur kirkjugangari (2013)                                             Í galla (2007)

Tað hendu tvær ólukkur umborð á "Gullbergi" í Grønlandi. Ein eldri maður úr Kvívík kom upp úr lastini, og júst tá hendi nakað við spælinum og veirinum, sum ikki átti at hent. Maðurin bleiv fastur og kroystist so illa, og vit fóru beinan vegin at sigla inn til Godthaab við honum, men hann doyði av skaðanum. Ein vestmenningur - ein tilkomin maður - doyði eisini umborð hjá okkum av ólukku. Tað var illveður - rullaði illa - og vit skuldu sláa veirin úr, men upp á ein ella annan máta fekk maðurin blokkin so dygt undir vangan, at hann doyði á staðnum. Hetta var eisini í Grønlandi. Í 1963 fór eg so ein túr við trolaranum "Fiskanesi" í saltfisk í Grønlandi. Olrik á Rætt, bróðir, og Pól Jóhannes í Horni sigldu í mong ár við "Fiskanesi", og Steinfinn hjá Mariu var eisini onkran túr.

     

"Sundaberg"                                                                      "Mýlingur"

Í 1964 fór eg við trolaranum "Sundabergi", sum hoyrdi heima í Klaksvík - hjá Kjølbro. Samson Samson var skipari, og har umborð var eg til 1968. Einari syndarligari hending vóru vit fyri í Grønlandi. Vit mistu ein ungan drong av Viðareiði - hann fór fyri borð. Trolið var úti, og tað er ikki so lætt, at dreya skipinum, tá ið trolið er úti, tí tað blívur ein so stórur bugur. Vit sóu drongin eina góða løtu, og pápi hansara, sum eisini var við, hann sá eisini allan tilburðin, so tað var grúuliga syrgilígt, tí drongurin kom ikki afturíaftur. Vit royndu at trola eftir honum, men tað riggaði ikki - tað rak eisini so hart. Árini 1969, 1970 og 1971 arbeiddi eg uppi á landi í Grønlandi - á Nordafar í Føroyingahavnini. Olrik, bróðir, og Jógvan Sofus arbeiddu eisini har tá, og Jason á Teigunum var arbeiðsformaður. Í 1972 var eg við "Búgvanum", sum Sigmund Dam, við Norðskála, førdi, og Julius í Hoygarðinum og Neli í Gortru vóru eisini við. Í apríl mánað 1973 fekk P/F Kimbil, hjá Poul Hansen, í Havn, ein nýggjan trolara, sum kallaðist "Mýlingur". Hann var bygdur í Noregi, og var eg við honum frá fyrsta túri. Esmar Fuglø, úr Havn, var skipari. Eg fór av "Mýlingi" í 1986, og tá fór eg at arbeiða í SEV. Meðan eg var við "Mýlingi", var Jákup í Stólpa eisini við ta einu tíðina, og sonur mín, Óli Andreas kom so við seinni. Tá ið eg var farin av, fór eisini tann yngri sonur mín, Jóhan, at sigla við "Mýlingi". Tað var nógv at gera í SEV ta tíðina, tí tá vóru vatnútbyggingarnar av Eiðisvatni í gongd. Mær dámdi væl á sjónum, men tað var eisini gott at arbeiða á landi. Eg fekk handverkaraløn og arbeiddi fyri tað mesta í fjøruni sunnan fyri Eiði - Suðuri á Barmi, tey kalla. Har, sum vatnið rennur í sjógv, bleiv eitt stórt hús bygt. Nógv grót bleiv laðað við kranabili, og var eg uppií tí arbeiðinum. Hans Egil Joensen, á Eiði, átti bilin, og dreingirnir hjá honum skiftust um at vera har, og aftrat teimum vóru Petur Martin Ejdesgaard, av Eiði, og eg eisini. Tað vóru langir arbeiðsdagar. Eg koyrdi sjálvur frá Gjógv um morgunin og fór so oman til Eiðis eftir Petur Martini, og haðani fóru vit so suður á Barm. Mær dámdi bara væl at arbeiða uppi á landi, og eg var har frá 1987 til 1990, tá SEV-arbeiðið var liðugt. Smoltstøðin  - Gjáarsmolt - bleiv bygd í 1985, og eg setti nakað av pengum í hana, so tá ið eg var liðugur í SEV, fór eg at arbeiða á Smoltstøðini, og har var eg frá 1990 til 1995. Mær dámdi eisini sera væl á Smoltstøðini, men tá eg nú var blivin 67 ára gamal og fekk pensión, tá gavst eg við løntum arbeiði.

     

Geva veðragjólingum (2013)                                           Á Stórheyggi (2012)

Tað var hugaligt at práta við Pól Sigurd, men hann var lítið fyri at práta um, hvat hann hevði fingist við, síðani hann fór úr løntum arbeiði. Tað ger nú ikki so nógv, tí tað vita vit, ið kenna hann. Hann hevur trivist sera væl í bø og haga. Frá ungum árum hevur hann røktað Fyri Oman Rætt (Ambadal), og sjálvt um hann á pappírinum ikki er røktingarmaður longur, so sæst hann dagliga Heimi í Lágunum - skimandi niðan norðeftir - og vit skilja hann so væl.  Jú, seyðurin er farin við nógvari tíð. Eplini og hoyggingin krevja sítt, og honum dámar væl at halda upp á tað gamla. Fyri fáum árum síðani bundloysti hann Heimi á Rættini, og enn telist hann í millum tey fáu, ið brúka turkiløg.

  

Hevur bundloyst Heimi á Rættini (2009)                                      Í Lágunum (2008) 

 

Kategori: Frásagnir