- 14 mars 2019
Tann 18. oktobur 1959 kom vegurin til Gjáar, og tá varð henda myndin tikin.
Tann fremsti bilurin er tann nýggi Bedfordurin hjá Benadikt. Næstur í røðini er bilurin hjá Tummasi, og tann triðja í røðini, tann við krana, átti Hans Egil Joensen, á Eiði. Arni Brattaberg, vegformaður, og Jógvan Sofus Ferjá standa fremstir við Merkinum. Sjálvur var eg ein av teimum stoltu vegmonnunum í bilinum hjá Bena henda dagin, og jú - tað var ein serlig kensla. Eg minnist so væl, at vit samlaðust við smiðjuna yviri undir Hamarsendanum, áðrenn bilafylgið fór avstað. Brattaberg segði nøkur orð, og vit sungu tann frálíka vakra sangin hjá Rasmusi Effersøe: "Fast stóð í fonnum eitt fjalladalsfylgi --". Tað var fínasta veður, men um kvøldið bleiv satt ódnarveður, so fleiri av gestunum hættaðu sær ikki av bygdini aftur fyrr enn dagin eftir.
Bilasøgan við Gjógv byrjaði, sum aðrastaðni nevnt, tann 24. mars 1950, tá ið sandbáturin "Ormurin", úr Fuglafirði, kom til Gjáar við tí 1½ tons stóra (lítla) Bedford lastbilinum, sum Benadikt hevði keypt frá Vilhelmi Nielsen, í Havn. Eg havi hug at tríva eitt lítið sindur aftur í bilasøguna, nú tað um eitt ár - 24. mars 1920 - verða 70 ár, síðani Bedfordurin hjá Benadikti koyrdi sín fyrsta túr í Gjáar túni. Tann næsti við Gjógv, ið fekk sær bil, var Tummas í Ólastovu (Heiðriksstovu) (Thomas Debes, f. 1914). Tummas keypti sær í 1957/1958 ein brúktan lastbil úr Havn. Bilurin kom upp á land úti á Oyri og fór beinan vegin í vegarbeiðið millum Eiði og Gjógv, sum tá rættuliga var komið í gongd. Hildið verður fyri vist, at bilurin var ein 3-tons Bedford, men Tummas koyrdi 5 tons í hann fyri at tjena meir, og tá fekk hann 17 krónur um tíman, og tað varð hildið at vera nógv. Bilurin var reyður á liti, men seinni bleiv hann við pensli málaður grønur - uttan fyri húsini í Ólastovu.
Tá ið Fordurin bleiv vánaligur, keypti Tummas sær ein nýggjan eingilskan gráan 3-tons Thames Trader-lastbil frá Vilhelmi Nielsen í Havn. Í skiftinum millum hesar báðar bilarnar hevði Thomas tveir lastbilar eina stutta tíð - tann gamla Fordin og tann nýggja Thames Trader. Sæbjørn Jacobsen, Skopun, versonur hansara, koyrdi annan lastbilin ta tíðina. Tummas arbeiddi so í vegnum við tí nýggju bilinum, til tað stóra vegarbeiðið var liðugt. Tað bleiv koyrandi til Funnings í 1961, men tá var kortini nógv eftir at gera, so vegarbeiði vardi væl longri enn tað. Arni Brattaberg, úr Vági, var vegformaður, og tá ið hetta vegarbeiðið var liðugt, varð Brattaberg settur sum vegformaður á Oyggjarvegnum. Fleiri vegmenn fylgdu við Brattabergi á Oyggjarvegin, og Thomas fór eisini at arbeiða har við lastbili sínum. Gjáarmenninir, ið fylgdu við Brattabergi, vóru m.a. Mads Joensen, Jóannes á Fløtti og Karl Jacob. Hvussu leingi, ið Thomas hevði Thames Trader, er ilt at siga, men bilurin endaði sínar dagar uppi á Tjørnini við Gjógv, har hann rustaði upp og bleiv burturbeindur. Tummas fekk sær ikki lastbil aftur, men hann hevði eisini aðrar bilar. Stutt eftir at vegurin kom til Gjáar, keypti hann sær ein buss, ið tók 10 persónar.
Thames Trader og Austin bussurin (og Thomas) Austin bussurin
Bussurin var ein gráur Austin, ið hann keypti frá Óla Arge (Bil-Óla). Bussin brúkti hann til at koyra út á Oyrar við ferðafólki til og frá mjólkarbátinum "Sigmundi", ið tá sigldi regluliga úr Havn til bygdirnar við Sundalagið. Ta fyrstu tíðina koyrdi hann eisini umvegis Funning, men tá ið Petur Bláberg, í Funningi, eisini fór at koyra rutu, gavst Tummas at koyra til Funnings, og skjótt vísti tað seg, at tað ikki fór at hanga saman fíggjarliga, at tveir rutubilar koyrdu frá Gjógv og ein úr Funningi og út á Oyrar. Eg havi fyrr skrivað eitt petti um bilarnar hjá Benadikt, sum eisini fór at koyra rutu út á Oyrar, og sjálvsagt tók ein ávís kapping seg upp - um ferðafólk - í millum Benadikt og Tummas. Telefon máttu teir hava. Sofus Debes hevði telefonstøðina, og P. C. Joensen (Petur Christian), keypmaður, hevði nummar eitt, so fekk Benadikt nummar 2 og Tummas nummar 3. Tummas tók 7 krónur fyri ferðaseðilin, og Benadikt setti sín prís niður á 5 krónur, og helst koyrdu báðir tveir við undirskoti, tí gjáarfólk vóru eingi landastrok, ið gjørdu sær hissiniørindir í tíð og ótíð. Ikki man hetta hava verið "burðardygt", sum tey nú eru farin at siga um tað "at loysa seg". Nei, fórt tú av rókini, so var neyðugt at fara av rókini. Tummas mundi hava henda bussin í eini 3 til 4 ár, og ta tíðina plagdu teir at rokna við, at ein slíkur bilur helt ikki longri enn eini 7 ár, tí vegirnir vóru óasfalteraðir og ringir í støðum, so bilarnir hildu ikki so leingi. Sæbjørn sigldi úti, og tá ið hann var heima í feriu, plagdi hann viðhvørt at koyra fyri Tummas. So var tað ein dagin, at grindaboð vóru úti í Sundum, og Sæbjørn skuldi koyra nakrar gjáarmenn í grind, men tá ið hann kom yvir í Eiðishagan - í tað krappa svingið oman fyri "kikaran" - fór hann av eini ella aðrari orsøk út av vegnum. Bussurin fór rættuliga illa, men ikki verri enn so, enn at hann bleiv afturgjørdur. Grindamenninir frá Gjógv vóru brøðurnir Jákup og Pærtur í Stólpa, Sigurd í Bíggjarlagnum og Neli í Gortru. Eiðissystrarnar Elly og Lisabeth á Seiðagjógv, ið høvdu verið í Nýggjustovu og ferðast, vóru eisini við henda túrin, og Elly fekk onkran skaða av tilburðinum. Grindamenninir sluppu tó í grind við øðrum bili. Tummas hevði gjørt sær bilhús við grøv í Heiðriksstovu, og bussurin bleiv so settur inn hagar, og tá vísti tað seg, at eitt róðurlið var so nógv slitið, at tað var gloppið úr, og hjólið komið tvørtfyri, so ikki bar til at stýra bussinum.
Her er Heiðriksstova bilhús
Hilmar á Teigunum, ið tá lærdi til bilmekanikara hjá Sigurdi av Reyni, var júst staddur við Gjógv, og Tummas fekk Hilmar at gera sær bussin í ordan, so hann fór aftur at koyra, men Tummas gavst stutt eftir hetta at koyra rutu. Tann triði gjáarmaðurin, ið keypti sær bil, var tann tá 17 ára gamli Pætur í Ólastovu, og hann var sostatt tann fyrsti við Gjógv, ið keypti sær privatbil. Í 1966 keypti hann sær ein 3 ára gamlan taxa-bil frá Hansemann Dølum, ið tá koyrdi taxakoyring fyri Auto í Havn.
Ford Taunus 17 m - 63 modell
Hetta var ein vanligur persónbilur til einar 4-5 persónar, ið framhaldandi var skrásettur sum taxa-bilur, og tað stóð eitt grønt skelti á síðuni á honum: TAXA. Tummas koyrdi onkran leigutúr við honum, menn annars stóð hann bara stillur, tí Pætur var ov ungur til koyrikort og var mest til skips hesa tíðina, men tá ið hann var heima í millum túrar, sníkti hann seg onkran venjingartúr við bilinum. Pætur hevði so bilin í nøkur ár, men hann bleiv ikki so nógv brúktur, tí Pætur var sum sagt so nógv burtur, og ta einu tíðina stóð hann bara í neystinum niðri á Bakka. Dánjal í Horni spurdi einaferð, um hann ikki kundi læna bilin, meðan Pætur var burtur, og tað slapp hann. So var tað einaferð, at Pætur lá heima, tí hann svall í hondini, og Dánjal í Horni lá eisini heima, tí hann svall í einum fingri, so tá koyrdu teir báðir nógvar túrar. Tá fann Sofus í Fornanum uppá at kalla bilin "Svullur", og tað navnið bleiv hangandi. Bilurin endaði sínar dagar niðri á Grunnisakrógv, sum tá var "bukkvald". Hann bleiv skorin sundur og rendur omanav har, men seinni kom eitt stórt brim og tók hann út, og tá endaði hann Eysturi í Fjøru, har hann rustaði upp. Hetta var søgan um tann fyrsta privata persónbilin við Gjógv. Tann næsti, ið fekk sær bil (bilar), man hava verið Jógvan á Fløtti. Hann átti fyrst ein Ford Taunus stationvogn, model 1962, og seinni keypti hann sær ein gamlan, brúnan ambulansa úr Havn. Ambulansin var illa farin og rustaður, men Jógvan tók motorin úr honum og koppaði bilin á síðuna niðan fyri smiðjuna og gjørdi hann í góðan stand. Millum annað gjørdi hann eisini nýggjan botn í bilin. Hetta var ein brúnur Mercedes Benz vøruvognur (model 1957), men Jógvan setti setur í hann. Bilurin riggaði væl og helt sær í fleiri ár, og Jógvan brúkti hann mest til flutning í sambandi við smiðjuarbeiði. Jógvan hevði áður arbeitt á Hospitalinum og koyrt ambulansan, so kanska kendi hann bilin, áðrenn hann keypti hann.
Ford Taunus Mercedes Benz (ambulansin)
Tá var lív í smiðjuni hjá Jógvani. Har var úr at gera ta tíðina, tí Jógvan hevði fingið stór arbeiði at gera, tá ið flakavirkir komu á nærum hvørjum tanga. Har blivu gjørd flakaborð og frystirammur til Norðís á Eiði, til flakavirkiðð í Skopun, til Suðurfisk í Vági og til Nyk á Toftum. Mads arbeiddi saman við Jógvani, og Pætur í Ólastovu fór í læru har í 1967.
Í 1967 keypti Páll sær ein nýggjan fólkavogn (Volkswagen) frá Farodane, í Havn. Nú eru tey farin at kalla hatta modellið eina "Boblu". (Vit báðir Páll blivu lidnir á læraraskúlanum í 1967, og keyptu vit okkum hvør sín ein nýggjan hvítan Volkswagen - stik den. Annar hevði nr. FØ 5207 og hin FØ 5208. Bilurin kostaði millum 14 og 15 túsund krónur, og læraralønin var tá 1967 krónur um mánaðin. Lætt at minnast: árið 1967 - mánaðarlønin 1967 krónur).
Volkswagen 1967
Heini (í Horni) keypti sær ein nýggjan MAZDA 1200 í mai mánaði 1969, men longu í septembur tað sama árið var tann søgan liðug. Pætur í Ólastovu og Heini vóru farnir ein biltúr, men tá ið teir komu heim um Skarð - nær Skarðánni - leyp ein ær fyri bilin, so Heini mátti bremsa so harðliga, at bilurin koppaði og reyk út av vegnum, tætt við ánna, og fór heilt illa. Teir báðir fingu ongan skaða, men bilurin gjørdist vrak. Heini keypti sær beinan vegin ein nýggjan bil - ein MAZDA 1300.
Mazda 1200 Mazda 1300
Vert er at skoyta uppí, at hesar reglur fyri ein stóran part eru bygdar á prát millum manna, so óivað kann eitthvørt vera komið skeivt fyri ella vera lopið um. Ráð eru fyri tí. Tað hevði verið gott at fingið onkra viðmerking (okkurt uppískoyti), so kundi eg fest tað á blað!!