- 16 oktobur 2019
Theodor D. Hansen hevur verið so beinasamur , at hann aftur hevur sent okkum eina av sínum mongu góðu hugleiðingum, og tað bera vit honum tøkk fyri. Eg sigi mongu, tí hann hevur fleiri liggjandi, ið vit vónandi fáa á netið so við og við. Hetta er hugnaligur lesnaður, ið eisini - á ein einfaldan hátt - fær lív í tey mongu staðanøvnini, ið nevnd vera í tekstinum. Tí havi eg sett nakrar myndir inn. Vit geva Theodori á Toppi orðið:
Kom og fór í brimi 2015
Gott er útsýnið úti á Nasa. Mangt eyga hevur haðan litið út á Norðhavið, tá ið hann var komin av landnyrðingi, og bátarnir vóru ikki komnir. Eisini leitaði barnsins eyga út í havsbrúnna, tá ið báturin var ikki komin. Sjálvur kenni eg hesa kensluna, tí eg stóð har, tá ið báturin, pápi var við, kom innan av havi, og hann fjaldist í aldudølunum.
Stóri-Petur ( Petur Pauli Joensen, f. 1907) Britons Pride
Meg minnist ein dagin, tá ið postskipið, Britons Pride, kom, men ikki var farandi um borð fyri brimi. Tá stóð Petur á Roykstaðnum og veittraði skipið frá bygdini við hvítum laki. Hetta hevur mint um gamlar dagar, tá ið tílík føst skipan var um landið. Og so teir hugnaligu dagarnar, tá ið útróðraflotin í Klaksvík fór siglandi fram við bygdini. Um várið, tá ið skipini fóru til Íslands.
Vit minnast eisini krígsárini, tá ið bæði enskir trolarar og ensk krígsskip sigldu fram við bygdini inn á Funningsfjørð. Jú, úti á Nasa var mangt forvitnisligt at síggja. Ella tá ið gumma segði okkum frá fyrra kríggi, at tá brustu herskip saman á Norðhavinum.
Brimgangur 1992 Summardagur 2015
Á vetrardegi var sjónin øgilig úti á Nasa. Pápi plagdi at siga, at ein morgunin møtti hann Óla Andriasi. Hann hevði verið úti á Nasa, men tá ið hann var komin út á eggina, mátti hann renna undan brotunum. Sama hevði pápi eisini upplivað. Sum barn havi eg sæð niður í fjøruna, tá ið óløgini brutu um Gulaklett og fóru brótandi gjøgnum alla fjøruna. Sagt varð, at steinurin á Gulkletti varð lagdur upp í stórbrimi.
Trøppurnar (Trøppugrótið) Kranin (Úti á Krananum)
Vit smádreingir plagdu at undrast á Trøppugrótið á Gulaklettti. Tað tók við aftur hinumegin gjónna og sást eisini vesturi á Barminum. So allan vegin gjøgnum fjøruna og tók við aftur eysturi á Malinikletti. Veikt var í tí, so nógvir, fittir, flatir steinar vóru í fjøruni, og ógvuliga góðir at gera neyst og lendingar við í hyljunum. Vit fara nú upp eftir trøppugarðinum og niðan á slætt. Har stóð Kranin, sum eisini skuldi verða nýttur, tá ið ikki var lendandi inni í gjónni. Meðan vit standa har, rennur okkum í huga, tá ið abbi Jason segði okkum frá eini sjáldsamari hending. Teir høvdu verið útrónir, men ikki var lendandi í Gjónni. Tá varð báturin tikin upp í heilum líki – við monnum og veiði – á slætt. Hetta rann okkum mangan í hug, tá ið vit sóu Kranan.
Úti á Gulakletti var lynt, tí ikki var altíð lendandi inni í Gjónni. Tað var spennandi hjá einum smádrongi at síggja, tá ið teir tóku bát upp á Gulakletti, og hann varð drigin heim í bygdina. Og uppaftur sjáldsamari var, tá ið sluppin legði at við Gulaklett og skuldi taka fólk av. Her var eisini seiðabergspláss. Vit veiddu við agni. Eisini gingu vit Inn við Sjónum at sita á seiðabergi; men ongantíð dámdi mær at fara uppi í Skort, tó at eg visti, at abbi var gamal bjargamaður.
Men vinmenninir, vit báðir Jason, royndu á Gulakletti við vaðsteini. Jason fekk fatur á snøri. Vit bundu steinin í og fýra húkar. Gott agn fingu vit altíð í Gjónni. So kastaðu vit snørið langt út og lótu søkka á botn. Soleiðis fingu við bæði nakrar reyðfiskar og brosmur.
Longdist okkum eftir nøkrum spennandi søgum, so smugu vit okkum spakuliga inn í handlarnar – mentamiðstøðirnar í bygdini. Væl dugdu teir at siga frá ymsum hendingum á sjógvi og landi. Til dømis, tá ið teir gjørdu veg heim gjøgnum Dalin. Tá arbeiddu teir í bólkum. Spennandi var at hoyra mannin, sum skuldi leggja veg gjøgnum Huldulonina. Prúður og herðabreiður var hann, hann sat á skivuni, legði báðar lógvarnar niður á skivukantin og greiddi frá, hvat sær hevði verið fyri.
Hvussu var hin dagin, tá ið Rættarbáturin kom at landi. Tá var óført í brimi inni í Gjónni. So var einki annað at gera enn at taka sær løgir, tí ikki var farandi at seta upp í Funningi ella Funningsfirði. Pápi segði frá. Allir bátsmenninir sótu fram á árarnar. Sjúrður á Rætt, eitt reystmenni, sum pápi kallaði hann, kannaði líkindini. Brádliga rópaði Sjúrður: “Rógvið í Jesu navni!” Nógv stóð á hjá teimum, tí pápi var rørdur, tá ið hann endaði hesa frásøgnina.
Ella hvussu var hin morgunin, tá ið fýra bátar fóru til útróðrar. Tá ið teir komu út í Gjáarkjaftin, var Gjógvin støplandi full av seiði. Tá vóru allir samdir um, at hevði Várharra sent teimum alla hesa gávuna, skuldi takast ímóti henni við tøkk. Tveir bátar fóru til miðis, tveir bátar vóru eftir og kastaðu nót eftir gávuni. Tá dagur aftnaði, og komið var til lands, býttu teir javnt veiðina millum allar fýra bátarnar. Tílíkar søgur vóru mangan at hoyra í handlunum.
Penihylur (Floytingarhylurin) Pisuhylurin
Í trimum støðum er gongt niður av Gulakletti. Har vóru hyljarnir og onkur støðuhylur. Lítið varð spælt í fjøruni um veturin. Nú brimið hevði reinskað alt, lá fjøran sum nývaskað og nýskúrað. Hvør klettur, hvør steinpirra gullrein. Hyljarnir lógu høgir og klárir. Penihylur lá púra tómur. Eingin lending, einki hús – ein nýggjur, lítil heimur at fáa skil á aftur. Væl av sandi og trøppugróti, sum brimið hevði hópað saman. Eg bygdi uppaftur Danmark, og Jason bygdi uppaftur Ísland, og báðir fingu skil á Amerika og Onglandi – serliga Onglandi, tí teir keyptu jú fiskin hjá okkum. Men hvat var hetta? Hylurin var fullur av yngli! Vit sóu tað blankast í sólini. Vit vistu, at onkuntíð høvdu trøllasíl verið í hylinum. Kanska høvdu tey gýtt. Ella hevði vetrarbrimið borið okkum alt hetta vakra niðan í okkara barnaheim?
Um síðir var alt bygt uppaftur, og skipini lógu aftur við bryggju. Men so líður várið. Penihylur lá bara sum ein støðuhylur. Aldurnar vunnu ongantíð niðan í hann hetta árið. Hann bara lækkaði og gruggaðist. Sólin stóð nú høgt á luftini, og broyting var nú komin í hylin. Nú var heldur ikki nóg djúpt hjá okkum at leggja skipini við bryggju. Vit máttu leggja tey fyri íla útiá. Alt, sum livdi í hylinum hjá okkum, var nú deytt. Alt hetta blanka ynglið lá bara og fleyt.
Hygg nú klettur og hella! Nú høvdu skónirnar otað seg á klettin. Tær sita fastar á klettinum og klæða hann í skørvutan búna, korki, steinamosi, greinaskón, gulaskón og svartaskón. Bøkkar og torvur grønkaðust. Lundagrøs og lomvigagrøs settu knokkin upp millum stráini. Men hýrur okkara var ikki góður, og so mikið vistu vit, at náttúran fór aftur at hugsa um okkum og barnaheim okkara næsta ár – Penahyl.
Vit áttu ikki bara smáskip, vit sjálvir høvdu gjørt, men eisini bátar, sum vit høvdu fingið í tinganest frá pápa ella abba okkara, tá ið teir komu aftur av skipi. Nú skilið var so vánaligt, høvdu vit sett okkum fyri at fara at kanna ein nógv størri hyl – Slýggjhylin. Hetta var ein nýggjur heimur við mongum londum og oyggjum.
Slýggjhylurin Trøllasílahylurin
Slýggjhylurin var stutt og greitt grønur av vøkrum grøntara, og sum í øðrum hyljum marflugur og trøllasíl. Vit vóru nú nærri sjónum, og vit tóku til í aldri sum mong onnur. Mangan var heitt har úti, tá ið sólin hevði staðið á ein dag. Og so fóru dagar – vit førdu slýbløð og slýleggir víða um oygggjar og lond. Ein dagin raktu vit við, at ein hvít rond lá um hyljarnar. Hvat mundi hetta vera? Vit smakkaðu á hetta hvíta. Salt!! Ája, soleiðis vinna teir salt, nú vita vit tað! Meðan vit ganga oman, sóu vit eitt pinkulítið reytt á klettinum – fjørutrøll, og vit vóru so hepnir at síggja klettasprettur á degi. Tær, sum verpa í klettarivur og eta grøntara.
Nú dró Jógvinihylur okkum at sær. Vit nærkaðust sjónum. Tað kendist undir fótunum, tí nú fór kletturin at hálkast og grønkast. Nú var stutt oman til gjarrondina um hylin. Hon kom betur til sjóndar á megnari fjøru. Har var mangan hvast at stíga, tá ið vit svumu har úti. Tá hevði gjarið latið skjótilúkurnar aftur. Vit góvu okkum eisini far um, tá ið fløddi aftur, og meginparturin av gjarinum fór undir sjógv, fóru lúkurnar upp, og klænir træðrir veipaðu í allar ættir eftir æti.
Okkum dámdi væl at svimja í Jógvinihyli á flóð; men úti í munnanum var altíð bleikja, sum minti okkum á gentuna, Jógvini, sum varð drigin niður har og ongantíð kom aftur. Vit høvdu hoyrt, at Jógvinihol gekk tvørtur um helluna og kom út aftur hinumegin.
Lítlimurtahylurin (við Jógvinihyl) Heitihylur
Vit plagdu at veiða lítlimurtar í Jógvinihyli. Onkran summarseiðin fingu vit eisini. Vit sóu, at lítlimurtarnir har vóru størri enn í Gjónni – og reyðari, tí har var so nógvur tari. Í Gjónni var skelsandur á botni. Við Jógvinihyl var ein hylur, vit kallaðu Lítlimurtahylin, tí har fløddi niðaní, og har vóru tí nógvir lítlimurtar. Uppaftur longri úti var Heitihylur, har vit plagdu at svimja. Har var eisini meiri lív, tí har breyt niðaní. Enn vágdu vit okkum ikki út á Usina at veiða seið; men tann dagur kom eisini, og mangan var nógv at fáa.
Á vegnum heim aftur komu vit so fram við Pisuhylinum, sum altíð fløddi niðan í, so har var nógv lív. Niðan við Trøppunum vóru smáhyljar, har serliga trøllasíl vóru. Garðurin endar í Lítlu Kós. Har mundu børnini royna seg við tráðuni fyrstu ferð. Vit funnu okkum hømliuveðrar, vit snøggaðu. Eg plagdi at fara niðan í Ovurlond til ommu, tí eg visti, at hon átti kinesiskan tráð og knappanálir. Omma riggaði mær so dorgina, boygdi eina knappanál til húk, og so var fótur lættur oman í Lítlu Kós. Vit tóku smáar fjørukúvingar, bitu burtur av matinum smá agn og egndu fyri lítlumurt. Men onkuntíð sløddist onkur summarseiður, skrubba í Lítlu Kós. Einaferð var ein steinbítur vilstur inn hagar.
Stórakós á megnari fjøru Lítlakós
Niðanfyri var Stóra Kós: men har máttu vit hava eina longri tráðu. Tá var tað, at abbi gav mær ein gamlan pilk – amboð at fygla við í Búgvanum - hann hevði tikið teinajarnið av. Men tá mátti eg fara oman til Sofus at keypa mær lítlan húk. Í Stóru Kós tók taraskógurin við. Har vóru fleiri tarasløg, serliga blaðtari og tonglatari. Vit høvdu hoyrt, at í gamlar dagar, tá ið hungursneyð var, ótu tey tara, helst sukurtara og tonglatara. Blaðtaran plagdu vit at flysa blaðið uttan av mirhjallanum, løgdu saman í ellibita og ótu. Burtur úr tonglatara telgdu vit okkum taraknívar og taraslíðrar. Burtur av blaðtaranum tóku vit smáar skeljar – trøllaneglir – settu á kjálkarnar og gingu prikkut. Vit góvu okkum eisini far um taralýsnar.
Lunnarnir oman í Kós eru á myndini Drátturin Úti á Gulakletti
Lunnar lógu oman eftir klettinum við Stóru Kós. Um summarið stóðu bátar niðri í fjøruni. Onkuntíð plagdu teir at rógva um borð á postskipið og leggja vøru upp har - men vanliga vórðu petroliumstunnur tiknar upp har, til betri amboð vóru komin í Gjónna.
Eitt fjálgt minni rennur mær nú í hug. Lærari okkara, Kallsoy, átti ein tríbekk, sum æt Títlingurin. Tá ið Kallsoy hevði verið við hýsulínu og var komin aftur, fóru skúladreingirnir oman at hjálpa honum at draga bátin. Tá var eg ikki meira enn átta ára gamalur.
Tá ið dreingirnir tóku til í aldri, vóru fleiri, ið dugdu væl at svimja. Svimjihylur okkara – umframt í ánni - var eisini fram við landi í fjøruni. Serliga á megnari flóð. Ein dagin, eg var farin at svimja har niðri, eg minnist, at tá var fjøra, og tá komu Súsanna í Jógvanstovu og Sand prestur oman at svimja. Tey fóru so út á Tangan, har djúpt var niðurfyri. Ja, hvør skuldi hildið tað! Tey kavaðu bæði sum skarvur. Eg var tá stórur drongur, men kendi meg lítlan og vánaligan afturímóti teimum. Súsanna svam skjótt bæði á grúgvu, opin og á liðini. Orðini hjá Mikkjali á Ryggi vóru púra beinrakin: “Tey leiktu sum selir á sundi!”
M.a. Súsanna í Jógvansstovu (Susanne, f. Joensen 1895)
Meginflóð og meginfjøru dámdi okkum vinmonnunum væl. Á megnari fjøru, tá ið turkað var langt út á taraskógin, vóru vit skjótir at forvitnast. Nú var áhugavert á steinum og í rivum og hyljum. Hygg, purpurkúvingar, fjørukúvingar, fliður, smákræklingar, smáøður í rivum, áhugaverdir hyljar, vit ikki sóu á flóð, øll tarasløgini, brún, grøn og reyð, ein súgari, ið hevði sogið seg fastan á klettin, krutt og tarabrosma – ein sjáldsom mynd frá landi og út á Bugin.
Og so aftur hin stóra broytingin á megnari flóð, hvussu landið var smækkað burtur og horvið og lá stilt í sólini! Fuglalív var almikið í fjøruni. Eg minnist einaferð ein lomviga, sum var illa skotin. Hann fleyt fyrst úti fyri Tanganum og nærkaðist landi. Lítið bar til at svimja hjá honum. Hann royndi at nærkast landi, vanlukkudýrið. Fleiri smádreingir fingu sær steinar at steina hann við. Tó at vit vóru smádreingir, kom á okkum ein sovorðin fongspenningur. Eg kastaði steinin og rakti hann so meint, at hann doyði. Aldurnar bóru hann spakuliga bløðandi inn til mín. Men pápi roytti og sveið hann til sunnudagsdøgurða – og eg smakkaði hann ikki av berum harmi og trega!
Fuglur var nógvur at síggja í fjøruni. Mangan flyktist hann uppi yvir seiðavaði á Buginum.
Tjaldursgrælingar Slættin Úti í Bug
Serliga minnist eg tjaldursgrælingarnar á klettinum og hini seinastu tjøldrini hetta árið. Tá birtist ein serlig kensla í okkum, tí nú var ein árstíð farin, og fuglarøddin nógv spekt. Spælidagarnir í fjøruni vóru komnir á hall. Sama kenslan sum í yrking Steingrims, sála:
“Einsamalt á fjørusteini, lítandi um hav,
situr tú mítt síðsta tjaldur, nú ið vitjanin er av.”
Slíkt rennur mær nú í huga, nú so mangt er broytt – sum yrkjarin í Miðvági tekur til: “Nú er alt bara minni!” Mangan rennur mær í hug tann vanda, berg og brim, sum børnini mangan vóru í. Tí sigi eg av sonnum, at varðeingilin hevði úr at gera á barnaárum okkara við Gjógv!
T.D.Hansen
(Takk fyri, Theodor)