Sunnudagin 23.09.07 prædikaði Hans Jacob í kirkjuni fyri seinastu ferð sum bispur. Tað var ilsligt lágættarveður við nógvum avfalli henda dagin, men hóast tað vóru eini 60-70 fólk í kirkju. Ungdómar úr Leirvík vóru í Bygdarhúsinum hetta vikuskiftið, og hesi fyltu heilt væl upp konufólkamegin

bispur

Aftan á prædikuna hugleiddi Hans Jacob um bygdina og bygdarfólkið. M. a. mintist hann aftur á ommu sína - sitandi á torvkassanum - púrasta í barndømi. Ein dagin, hann kemur inn á gólvið hjá henni, sigur hann so hissini við hana: "Nu flyer jeg til din naade"! Í somu løtu fór omman at syngja. Hon sang alt tað ørindið og eisini tey bæði seinastu av tí kenda danska sálminum : Jeg vil mig Herren love--- . Henda hending hevði bitið seg fasta í sinni hansara, og Hans Jacob helt tað vera hóskandi hesa løtu at syngja allan sálmin - við tí føroysku umsetingini hjá J. Dahl: Eg vil mínum harra prísa --- . Sungið varð so - upp á gamla máta - uttan urgu, og tað riggaði heilt væl. Eisini nam Hans Jacob við tær stóru broytingar, bygdini hevði verið fyri. "Tað gamla ættarliðið er nú mestsum alt farið - bygdarfólkið er munandi fækkað, men bygdin er tann sama", segði hann m.a. At enda takkaði hann bygdarfólkinum fyri góðan stuðul øll hesi ár og bar fram góðynskir fyri bygdina og bygdarfólkið í komandi tíðum. Ein rørandi løta.

img 8644 copy

Lisbeth, Hans Jacob, Óli, Páll og Sofus

Leggjast kann aftrat, at hesin sunnudagurin eisini gjørdist sermerktur á annan hátt í kirkjuni, tí hetta var tann seinasti sunnudagurin hjá Óla, sum manuellur klokkari. Ringingin verður hereftir sjálvvirkandi (automatisk), og lúkurnar í torninum fara eisini upp og aftur av sær sjálvum. Fyri nøkrum árum síðani kom elektronisk urga, og harvið gjørdist urguleikarin urguansari. Nú er klokkan sjálvvirkin, og klokkarin vorðin klokkuansari. Nú stendur á dekninum. Man hann fara at gerast deknaansari??

Fleiri myndir: myndasavn - 2007 - "Bispur seinastu prædiku".

Kategori: Gjáartíðindi

Leita á síðuni