Tey fæstu kenna navnið Johannes Rohra, men sigur tú "Týskarin hjá Knúti" , so er fleirtalið av norðureysturoyingum við. Hesin fryntligi, síðskeggjuti týskarin kom fyrst í 1970unum á fyrsta sinni til Føroya saman við konu síni Margret Tietz og dóttrini Aune Tietz. Mestsum av tilvild komu tey í samband við hjúnini Svanhild og Knút Vesturdal, á Eiði, og frá fyrsta degi knýttu familjurnar sonn vinabond, og er tað haðani, heitið "Týskarin hjá Knúti"  stavar.

tyskarin

Henda týska familjan hevur nú trúliga - uttan slit -  vitjað her út ímóti 40 árum, og tað sigur alt um, hvønn alsk og tokka tey hava til oyggjar okkara. Tey hava støð við Ljósá, og haðani ferðast tey runt landið at síggja nátúruna, ið tey ikki mettast av at skoða - um tað so er á hásumri ella hávetri. Í sjúti- og áttatiárunum gingu tey dúgliga á fjall, og mangar ferðir vóru tey eisini við Gjógv á fjalli, og altíð hevði Týskarin myndatólið við sær. Í vetur skrivaði eg Týskaranum nakrar reglur og spurdi, um eg kundi sleppa at skanna "gjáarmyndirnar", sum hann hevði tikið ta tíðina. Tað var "ja" við brestin, og nú tey komu higar í mai mánað í ár (2010), hevði hann diasmyndirnar við, og sigast má, at hetta eru góðar og hugnaligar myndir, ið eru sannur fongur at hava við ríkum minnum frá farnum døgum. Skilligt er, at myndirnar hava eina mansliga slagsíðu, tí vit, ið vuksu til mans í sekstiárunum, minnast bert Súsonnu í Jógvansstovu sum kvinnuligan slóðara ta tíðina, tá tað um fjallgongu ráddi - men nú er tíbetur bót á borði.  Men tó so - Týskarin eigur ikki bara fjallmyndir - m.a. var hann við Áir, tá ið tann seinasti stórhvalurin var tikin upp har, og so var hann eisini í grind við Norðskála (sera áhugaverdar og søguliga virðismiklar myndir)!!
---- Hiðani verður ein hjartans tøkk borin Týskaranum og Margret fyri hesar fínu myndirnar - og fyri at sleppa at brúka tær.


Fleiri myndir:  myndasavn - Týskarin hjá Knúti.

Kategori: Gjáartíðindi

Leita á síðuni