lokke1

Mikudagurin 05.08.09  háttaði sær sum ein vakur summardagur - og teir hava ikki trotið í summar - við nógvum fólki á Lítlafløtti og í Ánni annars - ella sólandi sær undir teimum ymsu húsaveggjunum í bygdini.  Um nátturðatíð - og uttan at nakar óraði tað - stóð sjálvur danski forsætisráðharrin undir skjøldrinum á Hoygarðshúsunum sum ein annar bygdarmaður í (posa)troyggju og kovboybuksum. Hann var m.a.komin til Føroya í sambandi við tað, at flokkur hansara Vinstri hesaferð helt landsfund sín í Havn. Saman við konu síni Sólrun og børnunum Lisu og Símuni gjørdi hann sjálvsagt ein avstingara til Gjáar og  í Hoygarðin (summarhúsið), sum familjan hjá Sólrun eigur. Lars Løkke er lættur at koma á tal við og hevur einki pátikið yvir sær, og so skilir hann eisini føroyskt og smæðist heldur ikki fyri at samskifta á føroyskari tungu. Hann prátaði um leyst og fast við Hoygarðsgrannarnar og spurdi m.a., hvat ið vorðið var av teimum gomlu spísku træbátunum á Lítlafløtti. Tað skiltist á lagnum, at honum dámdi betur træbátarnar enn hesar modernaðu avkubbaðu plasttunnurnar. Steðgurin í bygdini var ikki langur, men saman við familjuni - og trimum PETmonnum - fór hann ein túr í Gjónna, prátaði og heilsaði upp á fólk á Gjónni, fór út á Nasa, oman á Gulaklett og so aftur í Hoygarðin til ein góðan drekkamunn, og eftir tað helt forsætisráðharrafamiljan leiðina aftur til Havnar.

lokke2

Bygdarfólkið var, sum vera man, fegið um hesa serstøku vitjanina og plagar eisini at reypa sær av, at forsætisráðharrin eigur hús við Gjógv og jørð í Sáttarenni, har hann eisini plagar at vera á fjalli, men við fjallinum man tað fara at vera so sum so, nú hann skal velja í millum blóðpylsu og fyrireikingar til veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn í desember. Men - livst so spyrst!

Óli, Lars Løkke og Ásfinn


Fleiri myndir:  myndasavn -  2009 - august.

Kategori: Gjáartíðindi

Leita á síðuni