Stevnurnar eru mangar og ymiskar í okkara tíð, og her verður sagt eitt sindur um ættarstevnuna hjá teimum báðum gomlu har yviri á Bø. Sjálvur teljist eg millum teir sløku 500 hundrað eftirkomararnar við makum - tey gomlu vóru nevnliga omma og abbi mín -  so nú er ansa sær, so at skrivingin ikki verður merkt av tí. Leygardagin 14_07_12 samlaðust eini 280 fólk við Gjógv. Ikki rúmaðist alt í Bygdarhúsinum, so eitt tjald varð sett upp í Bíggjarlagnum. Veðrið var gott, og karmarnir vóru eisini góðir.

DSC02062

Familja á ferð.

Anna Sofía (1865 - 1956) og Pól Jóhannes (1864 - 1945) fingu fimm børn, og í sambandi við dagin fekk hvør av hesum fimm ættargreinunum sín lit - við navni á - festan á bringuna. Stevnan byrjaði kl. 10 við at býta litseðlarnar út, og kl 10.30 var so morgunmatur. Meðan vit fingu okkum morgunmat, segði Hans Jacob, fyrrverandi biskupur, nøkur orð um  Onnu Sofíu og Pól Jóhannes, sum vóru omma og abbi hansara. Um middagsleitið varð rundtúrur gjørdur í bygdini, har steðgað varð við húsini, haðani omma og abbi vóru ættað og uppvaksin, og eisini varð steðgað yviri á Bø, har tey búsettust. Fýra - av teirra fimm børnum - búsettust við Gjógv, og steðgur varð eisini gjørdur við tey húsini. Tann elsti sonurin - Heini, ið fekk sær eftirnavnið Festirstein - búsettist á Eiði. Tann næsti steðgurin var í kirkjuni, har Hans Jacob segði nøkur góð orð, og tveir sálmar vórðu sungnir.  Rundtúrurin endaði við, at kransur varð lagdur á grøvina hjá teimum gomlu, og at ein felagsmynd av eftirkomarunum varð tikin oman fyri kirkjuna - Eysturi á Dovnuteigum.

DSC02065

Hans Jacob (fyrrv. bispur) sigur nøkur góð orð.

Hereftir gekk leiðin aftur í Bygdarhúsið, har drekkamuður við kakum var at fáa. Meðan hesir søtu bitar gliðu niðurum, var eitt sokallað "slideshow" sýnt á vegginum. Her sóust alskyns tilvildarliga blandaðar myndir av familjuni undir ymiskum viðurskiftum. Meðan ættarstevnan var fyrireikað, var dentur lagdur á at hava rúmligar steðgir, so góð tíð var til prát, so hesi meir og minnu kendu kundu brúka tíðina til at "koma hvørjum øðrum við". Tíðin í millum drekkamuðin og døgurðan - ið var klokkan 17 - var júst ætlað til eitt slíkt høvi. Hugaligt var at síggja, at við døgurðaborðið sótu tær ymsu familjurnar nógv meir blandaðar enn við morgunmatarborðið. Prátið gekk smidligari, fólk vóru meira opin og smílandi - og dámurin var lættur og fjálgur. Fittir og góðir sangir vórðu sungnir, og ymsar hugleiðingar komu eisini fram í ljósið.

Meðan døgurðin var til sodningar, boðaði høvuðsfyriskipari okkara - Annsy Høghamar - frá, at nú var tann fasta skráin komin at enda, men tað merkti tó ikki tað, at nú var bara at sleppa sær í bilin. Nei, nú kundi hvør í sínum lagi slappa av, fáa sær ein kaffimunn, práta og hugna sær víðari. Fleiri tóku av hesum møguleika, og tað var liðið væl út á kvøldið, áðrenn lykilin var snaraður um.

Eg má bara siga fyri meg, at hetta var ein góður og gevandi dagur. Eg eri komin at kenna fleiri av mínari familju við makum, eg veit meira um mína familju, og hetta við "familju" eru vorðið mær meira viðkomandi. Tað er ólíka hugaligari at hittast á ein slíkan hátt enn í jarðarferðarhøpi, sum (tíverri) eru teir vanligastu familjudagarnir. Hava fleiri ta somu kensluna sum eg, so er endamálið við ættarstevnuni rokkið.

----

Kategori: Gjáartíðindi

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna