berg

Gestarøða við Gjógv 23. apríl 16
Gott kvøld!  gott kvøld øll gjáarfólk. Gott kvøld tit sum eru barnvaksin við Gjógv, gott kvøld tit, hvørs foreldur vóru barnvaksin við Gjógv, gott kvøld tit, sum hava maka frá Gjógv, gott kvøld tit, sum hava summarhús við Gjógv. Gott kvøld øll .
MØ – MØ... býtti Sjúrður býtti Sjúrður, eg leggi ikki petti í tað, nú eigi eg spann sjálv...far tú bara grátandi til hús.
Soleiðis segði kálvurin við lítla Sjúrð, ella hetta var tað lítli Sjúrður hoyrdi. Hetta var hansara tulking av boðskapinum. Lítli Sjúrður var móður, hann hevði gingið túrin út í hagan til kálvin tvær ferðir í dag, og hann var illur og heitur, øll hini børnini vóru langt síðani farin til hús, liðug vid sitt arbeiði. ...og tað veldst so sera nógv um áhoyraran, hvussu tulkingin er, hvussu hugburður og umstøður áhoyrarans eru, ofta verður sagt, at vit hoyra tað vit vilja hoyra, at vit hoyra ella síggja selektivt. Og vit eru stundum samd við talaranum, enntá áðrenn hon hevur sagt eitt orð, tí vit kenna hana, eru í sama flokki sum hon, somu samkomu ella somu bygd. Sjálv má eg siga, at stundum sløkki eg sjónvarpið, tá ið ávísir politikarar fáa orðið. Men tað er jú ikki beint, teir, sum eg eri ósamd við, hava talufrælsi, og eg skal helst lurta, so eg verði upplýst og veit,  hvat gongur fyri seg, ella hví eg eri ósamd.
Hvat siga teir...MØ MØ MØ


Eg fleyg um Brussel nú á páskum, men tá ið eg fór heim aftur var floghavnin Zaventem, sum eg so mangan hava verið í - í skeljasori, teir bumbaðu týsdag, sum eg skuldi flúgva mánadagin eftir. Øll vóru ikki so heppin.
Men so at koma til Føroya, til útjaðaran, har Atlantshavið er okkara  mark,  ikki sum stikið millum Serbia og Ungarn ella Slovenia og Eysturríki. Og tað er eitt hav ikki eitt sund  ella ein kanal,  eg føldi meg trygga í útjaðaranum.... Men hvat siga teir, og hvat hoyra teir sum leggja bumbur, og hvat siga tey, og hvat hoyra tey, sum byggja múrar og stik...   MØ MØ
Fyri meg er Gjógv ein summarbygd, tað skal vera sól, og børnini skula vassa á Lìtlafløtti. Eg var næstan ongantíð  við Gjógv sum barn og sera lítið sum ung, abbi var ofta hjá okkum, so eg kendi væl abba, sjálvt um eg ikki kendi til Gjógv persónliga. Men vit hoyrd u nógv um Gjógv, sertakliga Lív systir hevur fortalt mær nógv um tíðina, tá ið hon var við Gjógv. Í grundini var tað Hans Marius, sum líkasum fekk meg at ferðast til Gjáar. Hann var bygdarmaður sjálvur , og tá ið hann kom til Gjáar, føldi hann seg vælkomnan, dalbingurin – sum gjáarfólk kallaðu hann – var sum fiskur í vatni. Tað fall honum so natúrligt at standa og guva saman við Pæturi í túninum, ella spjalla við Erling og Nela yvir um stikið, eg hugsi teir skiltu beljið hvør hjá øðrum. Tá ið Hans Marius smíðaði hjallin fingu teir hálvar dagar at ganga við at tosa um rimabreidd og millumrúm millum rimar.  Einaferð var Hans Marius komin aftur av skipi, og vit brendu til Gjáar, tí seyður stóð í hoyggjhúsinum. Men vit vóru ikki farin at fletta enn, tá ið tað buldrar á hurðina, og onkur spyr, um vit eiga seyðin, sum gongur og rennur í túninum. Tá var seyðurin rýmdur úr hoyggjhúsinum – tað var sjálvandi eg, sum hevði ikki latið hurðina aftur, og tá ið seyðurin sá ljósið, leyp hann bara út úr krubbuni. Men tað besta var, at gjáarmenn vóru fúsir at hjálpa okkum at fáa hesi neyðar fár inn aftur, so har fóru vit at reka millum húsini, tíbetur fór seyðurin eftir áarbakkanum og gekk seg fastan. Eg havi mangan hugsað um tað, hvussu gott tað var , at fleiri menn vóru fúsir at hjálpa. ...og soleiðis er Gjógv, tú verður ikki slept upp á fjall. Vit sum hava hús, sum standa tóm ein part av árinum eru takksom, at her eru fólk at heita á. Sum har yvir hjá okkum, har hevur mangan verið heitt á Jonu og Pætur.

Útoyggjafelagið bleiv stovnað við tí fyri eyga at skapa eina nýggja sjálvsmynd á útoyggj, at fáa ein hugburð sum ikki sigur, synd í okkum, vit eru so fá, at vit fáa einki gjørt, ella vit eru so fjarskotin, at vit eru lost, og vit fáa aldrin nakað. Heldur skapa størri sjálvsálit, seta krøv, royna at fáa okkurt upp at standa,  so at føroyingar síggja, hvør ogn er í perlunum á útoyggj ella á smábygdunum um alt landið, burtur frá hugburðinum: - neyðars bygdir, synd í teimum....finna eitt nýtt sjónarhorn, eina nýggja sjálvsmynd.
Í 2014 var útoyggjastevna við Gjógv, útoyggjastevna? Kann ein spyrja,.............. og eg skilji, at ikki øll vóru fegin um, at Gjógv slapp upp í part her. Men fyrireikararnir hilda, at allar smábygdir hava líkar trupulleikar. Stevnan var sera væl eydnað við framsýningum, fyrilestrum og tónleiki, m.a. eini sera hugtakandi konsert í kirkjuni. Útoyggjafelagið varpar ljós á tey smáu bygdarsamfeløgini .............. men tit sum búgva her hava sæð alt ov fá úrslit.
Við Gjógv eru  talsfólk, sum ótroyttiliga gera vart við farleiðina til Gjáar. Vit síggja ofta  eina FB uppdatering við eini áminning.  Vit sum ikki búgva við Gjógv hava ikki fyri neyðina at koyra allar ársins dagar, og vit kunna ikki ímynda okkum, hvussu tað man kennast at vera avbyrgd í ringum veðri. ì Havn og í Klaksvík og á Skálafjørðinum og aðrastaðni sita fólk, sum seta vikuskifti av,  finna tíð í sínum  gerandisdegi at fara til Hattarvíkar at mála eini hús, til  Gjáar at mála eini hjall, at rudda eitt tún ella at heingja jólaperur upp. Vit vilja øll bygdini væl, og felagið Gjómaður ger eitt gott mentanarligt arbeiði, tey brúka sína frítíð at fríðka um og eru eitt hugnaligt ískoyti til bygdarlívi á sumri. Ella hugsa um Ásfinn, sum ríkar okkum við myndum og frásagnum, sum ikki bara eru til okkara, men eisini til okkara eftirkomarar, sum siðsøgulig dokumentatión.
Gjógv hevur nógvar ambassdørar, bæði í feløgum, flokkum, stovnum og skúlum, tíðin er komin til at hjálpa einmansherinum hjá Friðriku við lobbyvirkseminum, vit verða at læra okkum at belja so , at  politikarin veruliga hoyrir tað sum kálvurin sigur:
MØ MØ................... góði fitti Sjúrður, kom og hjálp mær burtur úr hesi spannini.

.

Kategori: Gjáartíðindi

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna