- 13 februar 2018
Tann 79 ára gamli Neli í Gortru kattakongur 2018
At sláa tunnu fastalávintsmánadag hevur verið vanligur siður við Gjógv - eins og aðrastaðni í landinum - so langt aftur, sum nakar veit um at siga. Tey elstu bygdarfólkini minnast frá barni av, at tá plagdu teir at sláa tunnu heimi við Byrgisá - beint oman fyri Geilina. Ein endi var spentur tvørtur um ánna - og har hekk so tunnan.
Ta einu ferðina var Kristian í Lon kattakongur - ikki var hann so lættur at fanga - men hann bleiv tó tikin og borin út í Lon. Tað var (og er) nevnliga siður, at kattakongurin skuldi takast og berast til hús. Ta ferðina var Jóan Petur í Horni ein av fyrireikarunum.
Tá ið dansistovan varð tikin í brúk fyrst í 1950unum, fóru teir at sláa tunnu har, men tað riggaði ikki betur enn væl, tí eina ferð reyk gassin út ígjøgnum eitt vindeyga. Í ytra enda á dansistovuni var eitt rúm - Ytra Rúm - sum ikki var sett í stand, so tað bleiv eisini viðhvørt brúkt til tunnusláing, men tað vísti seg ikki at rigga so væl at sláa inni, og tí hava teir sligið tunnu uttanveggja nú í mong ár. Sum sagt, stendur "slagið" nú uttanveggja, og innanveggja í Bygdarhúsinum hevur kvennfólkið borðreitt við góðum fastalávintsbollum - bæði fyltum og ófyltum.
Nú segði eg, at "teir" slerdu tunnu. So var, men nú eru "tær" komnar upp í leikin, so nú má tað orðast soleiðis, at "tey" slerdu tunnu. Lìkamikið - eisini hetta mánakvøldið "gekk eftir bókini": Tann elsti sló fyrst - og so gekk tað eftir aldrinum. "Ellissláarin" - 82 ára gamli Erling í Nýggjustovu - sló tað fyrsta slagið, og síðani gekk alt av sær sjálvum.
Í ár var tunnan so lítil - ein barnatunna helt onkur - men "stik den" sum hon var monnum boysin. "Símun hjá Sigurdi hevur styrkt hana," mutlaði onkur, men hann afturvísti tí og segði, at hon bara hevði staðið í vatni.
So við og tyntist í mannaskara, tí bert okkurt sprek fall av henni nú og tá, men nakrir treiskaðust og hildu á, til tann 79 ára gamli Neli í Gortru kom við "banahøgginum". Neli var kattakongur 2018 - og ferðarsteypið endaði á Próvfastatúvuni, so nú er bara eftir at rita honum navnið á steypið - saman við undanfarnum steypavinnarum. -- Nei, sum kaffimuðurin kom væl við í kuldanum!!