amba2Frá 01.11.2010 er tann gamli hagaparturin Fyri oman Rætt søga. Tann gamli hagin var 80 gyllin og er nú býttur sundur soleiðis, at bygdin hevur fingið tveir nýggjar hagar. Annar hagin - umfatandi Fjallið - hevur søkt um at eita Ambadalur, og telur 32 gyllin. Hin hagin - umfatandi restina av gamla Omanrættarhaga - telur sostatt 48 gyllin. Markið haganna millum gongur úr Neytaliðinum, niðan á Barmsbrekku, niðan á Háls, eitt sindur norður um Rógvugil (niðan fyri Festirstein) og haðani oman á Róuna.  Tað var á heysti í 2006, at fleiri eigarar - ið nú eiga í Ambadali (søkt um navnið, men ikki staðfest) - løgdu fram ynski um at býta Omanrættarhaga sundur. Ynskið var m.a. grundað á, at  ein minni hagi var lættari at røkja, og fjalldagarnir gjørdust samstundis bæði styttri og lættari. Henda grundgevingin er røtt, tí Omanrættarfjalldagurin hevur altíð verið strævin og langur. Nógvur seyður at handfara, og ta tíðina, tá ið 3 gongur vórðu riknar av Ambadali,  var mangur toygdur úr hvørjari lykkju (flótandi í sveitta).  Tann skikkurin (at reka 3 gongur) varð avlagdur umleið 1970. Ólíka fittligari verður tað nú hjá teimum nýggju høgunum at reka sær allan seyðin í einari gongu.

omr88 copy

Fjallskipanin á Hálsinum (1988).

Nú tann gamli Omanrættarhagi er farin í søguna, er tað ikki ógrundaður ótti, at navnið Stóri Hagi fer sama veg. Tað kundi vera tikið soleiðis til: "Í morgin fara teir á fjall í Stóra Haga."  Stóri Hagi er burtur, men nú hann er festur á blað, kunnu eftirkomararnir - ið hvussu er - lesa seg fram á hann.

amba1Ambadalur er ein rættiliga kendur, væl vallaður dalur, og tað er bara ein steinur (Festirsteinur) á honum. Rætt er tað, um allir hinir steinarnir koma undir heitið: smásteinar ella steinpirrur(!). Fara vit at pilka við sjálvt navnið (Ambadalur), so kunnu vit beinan vegin siga, at upprunin til navnið ikki er staðfestur - og verður tað neyvan.

At eitthvørt samband hevur verið í millum sjúku, Ambadal og Eiði eru seiglivaðar sagnir um. Andreas Weihe hevur hesa (stytt) í bók síni "Søga og søgn":
 Fleiri kenna óivað søgnina um eini systkin við Gjógv, ið hjálptu eiðisbóndanum við at ambæta neytunum, meðan hervilig sjúka gekk á Eiði. Eiðisbóndin átti dal, ið nevndist Hóvadalur, og hann var so glaður fyri hjálpina, at hann gav teimum Hóvadal afturfyri. Einasta treytin, hann legði við, var, at Hóvadalur hereftir skuldi eita Ambætadalur, tí systkini høvdu fingið dalin fyri at ambæta neytunum hjá eiðisbóndanum. 

-- Eitt heimildarfólk við Gjógv sigur hesa søgnina:  Eiðismenn áttu dalin í gomlum døgum. Rógvugil var mark. Tá ið svartideyði gekk (umleið1350), stóð illa til á Ei­ði: bygdin ruddaðist næstan út. Ein genta fór tá hiðani frá Gjógv ella úr Funningi yvir at passa tey sjúku. Hon varð ikki rakt av sjúku­ni. Sum tøkk fekk hon dalin afturfyri.  Ein søgn er ein søgn, og tí skulu vit ikki hefta okkum ov nógv við hana, men tað hevur altíð ligið á ljóði, at tað hevur verið eitthvørt samband mil­lum Eiði og Ambadal. Hvussu mangan hevur tað t.d. ikki verið á munni, at Róáin og Rógvugil mun­nu hava verið mark millum Eiði og Gjógv?

 Christian Matras nevnir í Varðanum, at "Ambi" er stytting av navninum Arnbjørn, og at Ambadalur sostatt upprunaliga man hava itið Arnbjarnardalur. 

Á alnótini eri eg komin fram á tvey staðanøvn í Íslandi, ið byrja við forskoytinum amb. Nøvnini eru Ambáttardalur og Ambattardalur. Dalarnir eru báðir á Norður-Vesturlandinum – eystanvert Húnaflóa. Tað áhugaverda í hesum, haldi eg vera tað, at forskoytið "ambáttur" merkir trælkvinna (tænari) – ella ein, ið arbeiðir fyri ein annan og fær mat og tak yvir høvdið í løn.  Hesi bæði íslendsku nøvnini stuðla uppundir, at navnið Ambadalur kann vera sprottið av sama runni, og áðurnevndu sagnir bera á sama borðið. Kanska onkur lesari ressast við og kemur við einum boði upp á upprunan til navnið: Ambadalur!!. 

Í myndasavninum (oktobur 2010) eru m.a. nakrar myndir, ið hava samband við hagabýtið.

Leita á síðuni