Av ótta fyri omanlopi eru Ljóshelli og Rugkleivin frárádd at brúka, so Havnarkórið brúkti Ta niðaru Kleivina, meðan Eiðis Ljómfelag brúkti Oynnfarakloyvina (Oyndarfjarðarkleivina). Navnið kemur av tí, at oyndfirðingurin Símun Jacob Joensen, f. 1882, var arbeiðsformaður, tá kleivin bleiv gjørd.

Upp av Oynnfarakloyvini – undir Navnabøkkunum – sat Janus Trygvason við gittara og sang «Boðar tú til allar tjóðir» - vakurt. Fult av fólki stóð á Gjónni og úti á Úttru, trappurnar fullar, Fløtturin fullur og fult undir báðum Regnunum - heilt niðan í Øskuna. Fult av fólk - stuttligt at síggja. 

Kappróðrarfólk úr Streymnesi skjútsaðu prestin og settu hann upp á Helluna stutt uttan fyri Tann gamla Drátturin, meðan kirkjuklokkan ringdi. Fyri kirkjutíð hevði tað regnað nokkso fitt, men tað batnaði so við og við, og tá ið prestur steig upp á Helluna, gjørdist longri í millum droparnar. Løtu seinni var skróvturt, og sólin hevði hug at koma fram. Hetta var sum eftir bókini: prestur hevði biðið um gott veður og var bønhoyrdur.

Sum altíð eru prætikurnar hjá Marjuni góðar og væl skipaðar. Í ár helt hon t.d. eisini eina fína ólavsøkuprætiku. Í dag var teksturin um tann góðan hirðan, og alt var tvinnað væl saman: hirðin (Jesus), náttúran og menniskjan. 

Bara nøkur smákut úr prætikuni: 

---- " Vit eru í dag savnað um heilaga orðið í Guds fríu náttúru undir opnum himli. Náttúran er latin í sín vakra grøna búna og er enn í vøkstri – júst sum grøni liturin og vøksturin eru eyðkennið hjá hesum tíðarskeiðinum í kirkjuárinum, ið vit nevna tríeindartíðina. Tíðarskeiðið, har trúgv okkara eigur at vaksa og bera ávøkstur – eins og náttúran ger.
Hugtakandi umhvørvið – kring um við serstakliga vøkru og hugnaligu bygdini - eigur at fáa okkum at geva hesum gætur og ans úr fjøru til fjals, tí so langt, sum eygað røkkur, fevnir landslagið um bø, haga, fjøll, vakrar dalar, sjógvin, berg/forberg og gjáir – og sjálvi eru vit í dag stødd í stórslignu og bergtakandi gjónni her við Gjógv – í katedrali náttúrunnar.
--------
 
------ Tá Jesus ynskti at greiða áhoyrarunum týðuliga frá tí, hann hevði upp á hjarta, nýtti hann javnan dømi úr gerandisdegnum til tess, at áhoyrararnir lættari kundu ímynda sær og skilja boðskapin.
         Í dag hoyra vit Jesus siga frá líknilsi um ein góðan seyðamann, ið var fúsur at lata lív sítt fyri seyðirnar, sum eru ímyndin av okkum menniskjum. Í søguni sigur Jesus okkum nógv um seg sjálvan, nevnliga hetta, at hann er hin góði hirðin, ið elskar og hevur umsorgan fyri okkum í allar ævir.
-----
         
Gud er Harri og hirði okkara, eisini tá vit menniskju hava torført við at síggja ella skilja hetta. Tí tað eru dagar í lívi okkara, har vit illa eru før fyri at meta um, hvussu - og hvar vit verða leidd. Dagar eru, har tað kann vera torført at skilja og ásanna, at hirðin framvegis gongur á odda.
-----
         Hvønn dag eru so nógvar freistingar og avbjóðingar, ið kunnu leiða til at fara av rætta vegnum, har vit kunnu villast burtur úr seyðafylgi Jesusar, tí at vera í seyðafylgi Jesusar merkir hetta: at hoyra rødd hansara og at gera eftir henni í trúgv og áliti.
 ------
         Samanumtikið kann sigast, at stóra uppgáva og avbjóðingin - ið er fjald í evangeliinum - til okkum - er: at hoyra rødd hirðans og verða rík í Gudi. Men hvussu verða vit tað?
 
Jú, at vit síggja Gud sum skapara lívsins, uppihaldara og sum tann, ið gevur lívinum meining og týdning; Tí okkum tørvar bert at hugsa um, hvussu lívið hevði verið, um vit ikki sóu og virðismettu skaparan og góðsku hansara – hugsa t.d. um framúrskarandi vakra skapanarverk Guðs, ið eygu okkara kunnu skoða og uppliva frá sólarrisi til sólsetur.
 
- Ja, vissuliga var lívið tómt og litleyst uttan undran og takksemi, men í staðin fult av vónbrotum og stúranum. Ja, hvussu tyngjandi hevði tað ikki alt samalt verið, um vit einans bygdu lívið á egnar vónir, ognir og ætlanir. Hinvegin sanna allar lívsroyndir, at alt hevði verið øðrvísi og til gagns, um vit løgdu lívið í hond Guds og lærdu at siga honum tøkk fyri alt."
 
------
Fyriskiparar og hjálparfólk annars eiga stóra tøkk uppiborna fyri ein sera hugnaligan og væl eydnaðan dag. Nú mundi eg gloymt drekkamunnin í Bygdarhúsinum, ið fekst aftan á "kirkjugongdina. Hetta er fyrstu ferð, ið tað hevur verið roynt, og tað gjørdist sjálvur prikkurin til at nøkta tann sosiala tørvin - hitta fólk og fáa eitt prát. Eisini drekkamuðurin var fyriskipaður í klassa 1.
 
 
Kirkjuráðsformaðurin í essinum
 
Poli og Gnippa á veg í "kirkju"
 
Erling - elsti maður í bygdini (við dóttrini)
 
 
Neli - undir spælhúsinum
 
 
Sundalagsskjúts
 
Landformenn
 
Gott lag millum droparnar 
 
 
Tá ið tað regnar á prestin, dryppar á deknin
 
Davina og Hans Jacob Lamhauge
 
Góðalag á Ovastukleiv
 
Á Fløttinum
 
 
Inngangsbøn - Friðrika M. Kristiansen, deknur
 
 
Havnarkórið - á Niðarukleiv
 
 
Familjusangur
 
 
Marjun prætikar
 
 
Eisini fólk á Úttru
 
Janus Trygvason ("Boðar tú til allar tjóðir --")
 
Havnarkórið
 
Janus Trygvason - Eiðis Ljómfelag - Havnarkórið 
 
Lunnar kunnu brúkast til annað enn bátar
 
Jákup Bernhard Joensen (abbasonur Bernhard Brim)
 
 
Agnar Lamhauge
 
Marjun, Asbjørn Lómaklett og Bjarki Skaale
 
Brøðurnir Heini og Herman Eysturoy - og Símun Niclasen, klokkari
 
 
 
Kategori: Tíðindi

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna