20. mai var valdur sum ruddingardagur hjá Sunda kommunu - og tískil eisini hjá Gjáar bygd. Árstíðin skuldi verið góð, men høgættin leikaði í og menti seg út á kvøldið. Tað var rættuliga nógv brim, og ímóti kvøldi kavaði hann oman í hálvan hagan, so nógvur krapi var um skørðini. Klokkan 9 á morgni samlaðist tó væl av fólki í Bygdarhúsinum til kaffi/te við morgunbollum, rullupylsu, kjøtpylsu, súltutoyi og osti afturvið. Høgættin forðaði ikki bygdarfólkinum at rudda bygdina, ánna, Gjónna og innnangarðs annars, meðan høgættin sjálv tók sær av óruddinum í Fjøruni. Kaffi og viðskeri kundu fáast allan dagin, so tað var sjáldan manntómt í Bygdarhúsinum, tí kuldin dró fólk til kannurnar.

img_2757_medium

Klokkan 17 skuldi Gjáargarður koma við døgurða, og ta løtuna gleddu fólk seg til. Eini 50 fólk mundu vera til døgurða, og døgurðin var góður: kalkunbringa, eplir, sós og grønmeti - og so kaffi omaná. Prátað var dúgliga um dagsins verk, og mitt undir prátinum reisti Hans Edvard seg upp og skar út í at syngja: So vakrar moyggjar og knappar menn, og tað var skjótt, at hvør njóraði í sínum lagi. Væl hýrd, mett og væl sett fóru fólk at húsum, og tey vóru samd um, at hóast høgættin tók sjarmuna, so var dagurin góður kortini. 

Fleiri myndir (eisini av gestinum): myndasavn - 2006 - Ruddingardagurin 20.05.06.

Kategori: Gjáartíðindi

Nýggjastu myndirnar

Leita á síðuni