- 06 Juli 2006
Føroyapro er eitt mentanartiltak, sum fer fram við Gjógv nú í summar.
11 íslendsk listarfólk koma higar. Tey flestu eru myndlistarfólk, men eisini eru nøkur tónlistarfólk. Myndlistarfólkini fara at hava work-shop við Gjógv - í tvær vikur - og síðani verður framsýning av verkum teirra úr work-shoppini.
Opið atelier (opið hús) verður leygardagin 15. juli, klokkan 13:00-18:00, tá kunnu áhugasom vitja listarfólkini, sum fara at búgva í Ovara Hoygarði og í skúlanum. Har kunnu tey, sum vilja, tosa við listarfólkini og fylgja við, hvussu verkini verða til. Í tiltakinum verður dentur lagdur á útilist so sum: høggmyndalist, umhvørvislist og ljóðverk.
Framsýningarrúmið verður bygdin Gjógv og umhvørvið rundan um Gjógv. Føroyaproframsýningin letur upp 20. juli klokkan 14.00, tá verður tónleikur og gestum boðið okkurt leskiligt.
Oddmar, Trøllið, Jógvan og Sølvi - á Høganum.
Fleiri myndir: myndasavn - 2006 - List langt úti