Nýtt er tað, ið sjáldan sker!

Debesarhandil uppafturlatin - hvør hevði væntað tað?.

Í 1883 byrjaði Óli Debes at handla her, og uttan slit var Debusarhandil - og seinni Sofusahandil - opin til nýggjársaftan 1992. Tá vóru tíðirnar mestsum farnar frá slíkum bygdahandlum, so eisini hann legði kongin.

img 2630 copy

Óli og Oda

Men - stik den - seinasta leygardag (13.mai 2006) læt Debesarhandil uppaftur. Hamurin er tann sami, men útboðið er sera nógv broytt. Nú er handilin á tremur av klæðum, gávulutum og prýðislutum - tað mesta virkað av føroyskari hond. Áhugavert - ikki minst fyri tann ferðandi.

Tað stuttligasta av øllum er kanska tað, at nú kunnu gjáarfólk - eins og aðrir heimsbúgvar - bókstaviliga fara út at eta - tí í krókinum uttan fyri handilin er ein spildurnýggj cafe, so tað fæst altíð eitthvørt á tunguna. 

Fleiri myndir: myndasavn - 2006 - Debesarhandil

Leita á síðuni