- Publiceret den 05 desembur 2009
- Víst: 8809

Tað seinna lopið, ið er oman fyri Gjógv, er so nógv tað størra lopið. Tað er lopið líka úr upsini og í sjógv. Ilt er at meta um breiddina á lopinum, men einastaðni millum 50 og 100 metrar av upsini og niðureftir eru farnir í havið. Hetta lopið hevur lagt eina heilt stóra urð eftir seg á Vestara Búgvabarmi og fjalir alt Inni á Hálsi - líka frá fastlandinum og út ímóti Búgvanum - og hevur sostatt gjørt Búgvan landfastan. Hesi bæði stóru omanlopini hava broytt umstøðurnar innan fyri Búgvan almikið. Tað hevur altíð ljóðað á mannamunni, at einaferð í tíðini var landfast Inni á Hálsi. Tað er einki at ivast í, at so hevur verið, men so langt aftur, sum nakar veit, hevur Búgvin staðið leysur úr landi. Í góðum líkindum hevur tað borið til hjá smærri bátum at siglt innanfyri. Samband hevur verið millum Heimara- og Vestara Búgvabarm, men í vetur gjørdust teir sjálvstøðugir. Skal frágreiðingin um sambandið barmanna millum vera heilt neyv, so bar tað til - sum áður nevnt - at sigla innan fyri Búgvan, og tað bar nevnliga eisini til at ganga av Urðini Inni á Hálsi (á Heimara Búgvabarmi) og á Vestara Búgvabarm í gjøgnum eitt hol inni á fastlandinum (sjá myndasavnið). Nú er alt hetta broytt: Siglingarleiðin innan fyri Búgvan er burtur, Urðin inni á Hálsi er burtur, Holið millum Heimara - og Vestara Búgvabarm er burtur og Steinurin á Vestara Búgvabarmi (stutt vestan fyri Hálsin) er eisini burtur. Einstøk staðanøvn fara í gloymskuna, men hesi eru snøgt sagt farin í søguna og liggja nú undir urðini (hvussu man hon forrestin fara at eita?)

--- Tað sær út til at vera so mikið smátt grót í tí nýggju urðini, at tey ógvusligu høgættarbrimini hava óivað rættuliga góðar uppruddingarmøguleikar, men nær ið tað verður siglandi aftur innan fyri Búgvan, er (sum tey plaga at siga) ein góður spurningur ---- !
Fleiri myndir: myndasavn - 2009 - Omanlop á Búgvabarmi desembur 2009
(ovara myndin er tikin í desember 2009 og tann niðara í juni 2009)