IMG 7659Búgvin er tikin. Síðani 1913, 1914 ella 1915 hevur mannafótur ikki verið á toppinum, men 20.07.07 broyttist søgan. Kl. 17.47 hetta vakra fríggjakvøldið sást maður á Skortinum út ímóti Havinum - hálvt gangandi - hálvt grulvandi - tað síðsta pettið móti toppinum. Knappliga stóð maðurin - Absalon Eysturoy - á sjálvum toppinum veipandi og skríggjandi til teir trúføstu áskoðararnar á Ambadali.

 




Heini, Absalon, Herman, Fróði og Rasmus.

So kimaði fartelefonin: "Hetta má vera heimsins vakrasta panorama!" Kropp á kroppi komu so hinir fýra honum á baki.

p7200243 copy

Teir vóru: Herman Eysturoy, Fróði Samuelsen, Rasmus Eysturoy og Heini Hátún. Allir løgdu so armarnar um herðarnar á hvørjum øðrum - við Merkinum í millum sín - og skríggjaðu sigursróp yvir Ambadal, yvir Barmarnar báðar og yvir Rivtangan, ið noyddi teir at fáa sær bát av Eiði. Høgættin og Rivtangin hava í alt summar roynt at lagt fótonglar fyri garparnar, men teir snýttu bæði við at fáa sær bát av Eiði. Ikki var hugsingur um at koma á land á Tanganum ella í Skarvseyganum, men inni ímóti Sjóvarrókini eydnaðist tað tó.

img 7408 copy

á Smørkletti

Hódagin kl. 13.00 vóru allir 5 komnir upp á Smørklett, og "undirløgubáturin" setti aftur kós móti Eiðisflógva. Tað, ið eftir var av degnum, arbeiddu teir seg uppeftir við allari útgerðini, og um náttina fingu teir sær ein blund í Bólinum. Fríggjadagin løgdu teir so til brots, og tað gekst væl upp til Stóra Studning - har teir endaðu í fjør - men so kom stígur í. Men við bit og slit - tumma fyri tumma - otaðu teir seg uppeftir, og tá ið Stóri Studningur var tikin, var síðsta forðingin skúgvað til viks. Vallingin omanfyri var løtt at taka, og so kom tann stóra løtan - BÚGVIN TIKIN.

IMG 7486

Jógvan Christiansen (1919 - 2002), Gjógv,   - Jógvan undir Heygnum - hevði sera gott minni, sat væl undir tí, ið hann hoyrdi frá teimum gomlu. Her fáa vit eitt lítið brot um tann allar seinasta túrin, sum forfedrar okkara gjørdu upp á toppin á Búgvanum. 
 
 scan0062
Jógvan sigur soleiðis frá: 
"Handlarnir vóru sannir mentanardeplar í gomlum døgum, og har var mangt og hvat at hoyra. Eftir at teir vóru uppi á toppinum á Búgvanum í 1892 og fingu hongt ketur upp, gjørdist tað sjálvsagt nógv lættari at koma koma upp á toppin. Uppi á toppinum átti væl av lunda.
Tað er vist, at í 1913, 1914 ella 1915 var seinasta ferð - higartil - at nakar hevur verið á toppinum á Búgvanum, og hetta var ein lundaferð. 
Eg skal nevna menninar, ið við vóru ta ferðina: Jákup í Horni (Jacob Hansen, f. 1882), Óli Andrias á Rætt (Ole Andreas Christiansen, f. 1880), Jákup í Stólpa (Jacob Matras, f. 1873), Jóhannes í Gortru (Johannes Johannesen, f. 1854), Jógvan í Sámalsstovu (Joen Joensen, f. 1868) og Dánjal Rasmus Heimi í Horni (Daniel R. Joensen, f. 1890). Dánjal Rasmus fortaldi, at tá ið teir vóru komnir uppá, sat Óli Andrias honum við, meðan hann seig niður vestan fyri á Búgvanum, og har drap hann sín fyrsta lomviga. Jógvan í Sámalsstovu var sostatt tann seinasti av teimum seks monnunum, ið lesti seg niður av toppinum fyri einum 92 - 94 árum síðani."
Búgvin er tikin aftur nú í 2007, og bragd tykkara hevur kastað nýggja ljósglæmu á Búgvan, og umrøðan vellir minnir fram um teir, ið undan tykkum gingu og søktu Búgvan fyri at lívbjarga sær og sínum. Pápi, ið er 102 ára gamal, er á Ellisheiminum í Runavík. Tá ið eg fortaldi honum, at nú hevði abbasonur Oliver (Herman) verið á toppinum á Búgvanum saman við fýra øðrum monnum, tá hugdi hann upp á meg og spurdi: "Og hvussu nógv fingu teir?" Eg føldi á mær, at spurningurin gjørdi mær mun.
p7210277 copy
Heini, Herman, Absalon, Fróði og Rasmus

Tit 5 hava framt eitt bragd. Tykkara avrik verður umrøtt, tá ið Búgvin er á skránni. Tit hava fingið "lív" aftur í tann gamla drangin. Tit hava víst okkum, hvussu ómetaliga nógv teir gomlu løgdu fyri, tá ið tað ráddi um at vinna sær og sínum mat í munnin. Teir settu liðir, limir og sjálvt lívið í váða fyri matartugguna. Tit hava sett teimum ein virðiligan minnisvarða. Tað verður sjón fyri søgn, tá ið tær spillivandi myndirnar koma á skíggjan, og Búgvin verður lagdur víðopin fyri alra manna eygum. Stóra tøkk fái tit fyri tað.

Fleiri myndir: myndasavn - 2007 - Búgvin tikin 20-07-07.

Kategori: Búgvin

Leita á síðuni