Mangt kann stingast upp á fólk. Feðgarnir Herman og Absalon Eysturoy, saman við m. ø. Fróða Clementsen, hava sett sær fyri at koma sær upp á sjálvan toppin á okkara 188 metra steyrrætta drangi, Búgvanum. Sera hulisliga royndu teir seg sjálvar og amboðini av í fjør. Bjørn á Heygum hevði við seglbáti sínum siglt teir av Eiði, og skilligt er, at "lív" kom í bygdina, tá ið maður kom aftur av útróðri og segði seg hava sæð menn í miðjum Búgvanum. Bátar "sníktu" seg síðani vestur at "lúra", og skjótt varð avdúkað, at tað vóru "Eysturoyarnir", ið har hingu.

img 3493 copy

Absalon, Fróði og Herman

"Ja, Herman kann finna upp á mangt", tók ein maður til og legði aftrat, "og hann er skjótur frá huga til verk"! Tá ið Herman so seinni kom til bíggjar og fortaldi um ætlanina, hoyrdust metingar frá ymsum vinklum: frá at bjóða lagnuni av til eina spennandi avbjóðing. Herman dugdi væl at greiða frá ætlanini, men tá ið hann so mestsum legði dent á , at Absalon, sonurin, hevði lært seg at klúgva (sum vit siga) í Danmark, var monnum ovboðið. "Hoyrdu tit!  Lært seg at klúgva í Danmark, har tann hægsti heyggurin er góðar hálvt annað hundrað metrar høgur", mutlaði onkur og hvarv.

 mg 9422 copy

Men bíða nú. Í døgunum 18. - 20. juli 2006 fóru teir tríggir garparnir - Herman, Absalon og Fróði -  aftur í Búgvan við tí greiða endamáli: at taka Búgvan. Tað var gott veður um morgunin tann 18., tá ið teir fóru úr Gjónni. Tað hevði regnað um náttina og út á morgunin, men seinni sleit í, og tá varð farið avstað við "Álkuni" hjá Kristiani í Gamla Pakkhúsi. Tað gekst væl, og teir komu allir turrskøddir á land í Skarvseyganum.

img 3516 copy

á veg upp á Smørklett

Tað gekst teimum væl at ota seg uppeftir og uppeftir. Veðrið var frálíkt, og teir nærkaðust Stóra Studningi, tá ið tað leið nakað væl út á kvøldið. Um náttina svóvu teir so í Bólinum ella hvíldu seg til dagin eftir, tá ið tað síðsta takið skuldi takast.

Dagurin upprann við góðum líkindum, og heilt fitt av fólki - saman við einum sjónvarpsliði við Zachariasi Hammer á odda - fór á Ambadal og fylgdi við teimum tað seinasta pettið upp á toppin. Nú teir frammanundan høvdu borað sær kongar heilt  upp ímóti Stóra Studningi, gekst heilt væl at koma upp hagar, ið teir endaðu dagin fyri. Síðani fóru teir undir tann síðsta teinin, men hetta vísti seg at vera alt annað enn lætt.

img 3673 copy

Eldbjørn, Bjørn, ? og Diddan

Týsmorgunin 18. juli vórðu teir settir á land í Skarvseyganum – stutt innan fyri sjálvan Tangan á Búgvanum (út imóti havinum). Teir vóru væl útgjørdir við góðari og nógvari útgerð. Tað tók sína tíð at fáa alt hetta upp á Smørklett og so víðari upp í Bólið, har teir skuldu húsast og sova. Týsdagurin royndist einki til veður – tað regnaði illa til tíðir – vánaligt bjargaveður - so tað var gott at sleppa undir ta bláu presendingina í Bólinum um dimmið.

bugvin large

Mikudagin sá munandi betur, og tað gekst teimum væl. Teir arbeiddu seg fyrst upp hagar, ið teir vóru í fjør - úr Bólinum, upp gjøgnum Silkiennið og upp á eina rók undir Stóra Studningi. Teir vóru væl nøgdir við dagin og gongdina annars, tá ið teir aftur komu í Bólið - undir bláu og sovnaðu sum kópar á skeri. Hósmorgunin kl. 06.00 vóru teir vaktir av floytuni hjá Brimli, sum var komin vestur á Heimara Búgvabarm við myndafólki. Fínasta veður - í dag verður tað - í dag koma teir á toppin - nú verður Búgvin tikin. Teir vóru nú komnir so nær, at komu teir upp um tað bratta bergið - Stóra Studning - so er leyst og liðugt. Teir gomlu hongdu eina galvanaseraða ketu har í 1892, men hon man hava endað sínar dagar á Heimara Búgvabarmi.
Aftur til bjargamenninar: teir væntaðu at koma á toppin stutt eftir døgurða, so tyrlan hjá Atlantsflogi fylgdi gongdini eina góða løtu, meðan teir stríddust við Stóra Studning, og síðani setti hon myndafólk av á Ambadali. Myndafólkini - og onnur við - sótu so spent har norðuri á Rivinum og fylgdu við. Framvegis fínasta veður - onkur lítil mjørkaflóki - men Stóri Studningur var seigur at taka hjá teimum - uppeftir gekk tað tó, men sera spakuliga. Tímarnir liðu, tað tjúknaði samanum - fór at sirma - mjørkin fjaldi Búgvan - fór at regna - ja, oysregna. Fólkið á Ambadali fækkaðist í tali, nærum niður í einki - ringt lag - nei, teir koma ikki víðari - teir mugu bara gevast - vát skræpa á hellu - vandafult - treiskir eru teir - klokkan 19.20 - nú tóku teir Stóra Studning - síðstu stóru forðing á leiðini - nú verður tað skjótt. Men so komu boðini frá teimum: Vit fara ikki víðari - vit hava mist streymin - fáa tískil ikki tryggja okkum - tung, men sera skilagóð avgerð. Tað má hava verið teimum tann reina marra: at hanga einar 30-40 metrar undir Búgvatoppinum í áarføri. Karmarnir á Ambadali høvdu onga neyð, men hvussu fór at gangast Búgvamonnunum at koma niðuraftur? 
Ja, tað var spurningurin, men afturíaftur komu teir so, og á svartari nátt vóru teir í Gjónni í øllum góðum. Tað gjørdist av sonnum ein drúgv og móðsom niðurkoma - og ikki vóru teir aftur í Gjónni fyrr enn í dimmmalættingini fríggjadegi - og enn er Búgvin ósigraður..

So nær málinum - og tó, hetta var sera skuffandi hjá teimum, men so mikið væl kenna vit nú hesar fýrarnar, at verður lív og heilsa at ári, so herja teir áaftur.

Tað má hava verið teimum tann reina marra: at hanga einar 30-40 metrar undir Búgvatoppinum í áarføri. Karmarnir á Ambadali høvdu onga neyð, men hvussu fór at gangast Búgvamonnunum at koma niðuraftur? Ja, tað var spurningurin, men afturíaftur komu teir so, og á svartari nátt vóru teir í Gjónni í øllum góðum.

At bæði Brimil og Tyrlan høvdu lagað tað soleiðis, at eitt sjónvarpslið - flótandi og flúgvandi - kundi avmynda henda túrin, tað setur Búgvan í fokus og fer at hava eitt søguligt virði, og tað eiga teir tøkk fyri. 

img 3582 copy

Jákup, skipari á Brimli 

Okkum eydnaðist at sleppa við Brimli og Tyrluni. Blíðskapurin umborð á Brimli var óførur, og tyrlutúrurin var ein sonn uppliving. Tyrlumyndirnar eru serdeilis góðar at hava í sambandi við meiri nágreiniliga staðfesting og staðlýsing av nøvnunum í Búgvanum og bjørgunum annars, tí loftmyndirnar kunnu takast frá øllum møguligum vinklum. Tú fært t.d. eina heilt øðrvísi fatan av, hvussu "gott pláss" er í bjørgunum í mun til tann vinkul,  haðani tú vanliga sært bjørgini og Búgvan. Tað verður spennandi at "nærlesa" hesar myndirnar.  Høvdu teir gomlu sæð og kunnað greitt frá!! Í øllum førum kunnu vit staðfesta, at Búgvatúrurin higartil hevur kastað ljós á Búgvan, birt lív í hann aftur og givið okkum virðismikið tilfar úr bjargasøguni. Tøkk eigi garparnir fyri tað, og vit ynskja teimum betri eydnu næstu ferð.

Fleiri myndir: myndasavn - 2006 - Búgvin 18. - 20. juli 2006.

Kategori: Búgvin

Leita á síðuni