Jákup Pauli í Ólastovu  (Jacob Pauli Biskopstø (1881-1963)).

Tann 15.11.1959 var Niels Juel Arge, táverandi útvarpsstjóri, við Gjógv og hevði - fyri ein part - eina so hjartanemandi samrøðu við Jákup Paula í Ólastovu (1881-1963). Samrøðan kann lesast her:

Vit eru norðuri við Gjógv og eru stokkin inn á gólvið hjá Jákup Paula Biskopstø. Jákup Pauli er sjeyoghálvfjerðsins ára gamal. 

Jákup Pauli, tey vilja vera við, at Funnings bygd er væl eldri enn Gjáar bygd!

Tað man hon eisini vera, tí funningsbóndin átti allan hagan úr Vesturdalsá í Svøltutá, og nú hoyrir tað bæði til Funning og Gjógv, men fyrr hoyrdi alt til Pætur bónda í Funningi.

Tað var hann, sum livdi um somu tíð sum Ormur bóndi á Skála?

Ja, teir livdu báðir um eina tíð, og einaferð bardist Ormur bóndi við Pætur bónda. Funningsbóndin var inni á gólvinum hjá Ormi bónda og fekk seyðarhøvd at eta, og tá ið Pætur hugdi at oyrunum, sá hann, at tað var merkið hjá sær, og tá segði hann, at seigt var at eta sítt egna stolið.

Tá setti Ormur seg á gáttina at brýna øksina, men Pætur var so hyggin, at hann tók ein válgara upp á seg og tók borðfjølina og tveitti hana oman yvir Orm bónda. So tók hann styttuna undan sorninum, sum var í roykstovuni, og hann fall í eimingin, so eldur kom í.

Tá ið Pætur var komin eitt sindur burturfrá, beitti Ormur hundin eftir honum, men hundurin legði á válgaran, og Ormur mátti so venda aftur at sløkkja eldin.

Hvussu var tað við Pæturi – býtti hann hagan?

Pætur átti tveir dreingir, og hann býtti norðurhelvt og suðurhelvt – soleiðis kallaðu teir tað – í millum teir.

Hvussu itu synirnir hjá honum?

Sigur og Kálvur havi eg hoyrt. Kálvur býtti, og Sigur tók. «Skeivt tókst tú,» segði Kálvur, «beiggi tín kann ríða hagan ígjøgnum uttan at biðja teg um lov, men tað fært tú ikki gjørt uttan at biðja beiggja tín um lov.» Soleiðis skuldi hann svara aftur, havi eg hoyrt.

----

Søgnin er, at eitt konufólk skuldi vera her og passa neyt og seyð, áðrenn Gjáar bygd var beboðað, og tá ið íslandsskipið strandaði eysturi í Fjøru. Teir bankaðu uppá í húsinum hjá hesum konufólkinum, men hon tordi ikki at lata upp fyri teimum, og so fóru teir til gongu, men teir doyðu allir úti millum Funning og Gjógv.

Navn stóð í undirklæðunum hjá teimum – hvussu teir itu. Ein lá deyður við Atustein, hann æt Atur, ein við Brúnastein, hann æt Brúni, ein við Antarstein, hann æt Anti, ein við Steinin í Hórisgrøv, hann æt Hóri, ein lá deyður heiman fyri Gjáarskarð, og teir vistu einki navn á honum, og teir kalla tann steinin fyri Mann, og ein lá í brekkunum í Funningi, og hann æt Árni, og teir kalla tann steinin fyri Árnastein.

Tann gamla bygdin – lá hon so her?

Nei, hon lá eysturi við Garðar, sum vit kalla, har sum kirkjan stendur, niðan við Garðaránni. Har lá tann gamla bygdin. Tey fluttu húsini heim her fyri norðanættini, hon er so ring har – so grúuliga hvirlut. Vindurin liggur rangur har, so tey máttu rýma haðani og flyta bygdina her norð um Ánna, men tað er heilt langt síðani í tíðini.

Hava tit funnið nakað eftir ta gomlu bygdina?

Jú, tá ið vit gjørdu kirkjugarðin, tá komu vit niður á rennur og grúgvusteinar. Tað sást, at har var beboðað, so tað er eingin lygn í tí søgnini, at har hevur bygdin verið av fyrstan tíð. Gjarna var tað so, at tey vildu búgva nær við á – at hava høgligt vatn. Tann áin er ongantíð lopin, tað nakar veit til.

Tað skuldu vera nógvar huldulonir her millum Gjógv og Funning.

Ja, søgnin sigur, at tað skuldu vera 50 huldulonir millum Funning og Gjógv, men um tað hevur verið so, tað veit eg ikki, men søgnin er tað. Eitt kalla tey í Huldulágni, og eitt kalla tey í Huldulonini, sum er ein stórur eyrryggur, so tey hava hildið, at fleiri huldufólk kunnu hava búð har.

Vita tygum ikki onkra søgn um huldufólkini?

Ein maður trúði nokk ikki, at tað var nakað huldufólk til, so hann fór at leita eftir trøllum gomlu trettandunátt, tí tá skuldu tey vera best at síggja. Hann hevði verið víða, gjøgnum alla fjøruna og allastaðni, har tey kundu vera at síggja, og hann sigur, at trøll eru eingi til.

Tá var hann komin at standa úti á Gjónni. So vendir hann sær úteftir, og tá sær hann eina svarta kettu – tað sá út sum ein ketta – og hetta nærkast meir og meir honum, so bleiv tað sum ein hundur, og so bleiv tað sum ein kvíga. Tað stóð og gløddi inn í eyguni á honum, og tá rópti hann: «Gud hjálpi mær!»

Tá hvarv tað og fór burtur, og so halaði hann niður har og segði, at her skulu míni hús standa, og har bygdi hann eisini húsini.

Tygum bera eftirnavnið Biskopstø, so skilji eg, at tygum munnu vera skyldur við Biskopstøfólkið.

Ja, Jákup bóndi og eg eru systkinabørn. Pápi mín var slektaður av Biskupstø, og hann var beiggi til Hanus á Biskopstø, sum eisini var bóndi. Pápi mín æt Pauli, og hann skrivaðist Poul Nolsøe Jacobsen Biskopstø. Teir vóru tríggir brøður, og tann eini gekk burtur við «Samløgubátinum» her við Gjógv. Hann var komin her at vera hjá pápa, og hann doyði so við «Samløgubátinum».

Nólsoyar-Páll var langabbi mín, og Jóhannes Tann Vísi, teir kallaðu – Jóhannes í Lon – var bestimaður hjá honum. Teir sigldu fleiri ár saman, men hetta árið, tá ið langabbi bleiv burtur, tá var Jóhannes heima. Jóhannes Tann Vísi var ein klókur maður, hann gjørdi klokku, og hann gjørdi ein bankaseðil.

Hvørjum gjørdi hann klokkuna úr?

Tað mesta var træ og bein, haldi eg, og tað var lítið metal í klokkuni, men væl bar til, og hon gekk.

Minnast tygum nakað til klokkuna?

Jú, eg minnist hana, men eg minnist hana ikki ganga, tey høvdu hana mest sum leikutoy – spældu við hana.

Bankaseðil gjørdi hann eisini?

Ja, bankaseðil gjørdi hann eisini, men hann var so óheldigur, og tað sigst, at ein av sama slag var innkomin við sama nummari. Teir líktust akkurát, men nummarið á báðum var líka. Hann bleiv dømdur lívleysur, og kona hansara bleiv skrivað einkja eftir tað. Soleiðis havi eg hoyrt fortalt.

Jóhannes var ein klókur maður, og hann bleiv benáðaður, tí hann gjørdi so góða nyttu fyri samfelagið. Hann skuldi fáa samlað jørðina saman – Funning og Gjógv. Hon var so fløkt burtur, at tað var einki skil á henni. Hann fór niður til kong, tá ið hann hevði fingið samlað alla jørðina saman og fingið skil á henni, og hann skuldi fáa 30 ríksdálar í løn fyri at hava samlað jørðina saman aftur.

Um tað var tá, at hann fór norð á Finnmørkina, tað veit eg ikki, men hann lá so vetrarlegu á Finnmørkini. Tað vóru orð fyri, at hann skuldi fáa gandabók. Teir kallaðu tað fyri gandabók, hann hevði, og haðani skuldi hann hava fingið hana, men hann gjørdi einki ringt við gandabókini, havi eg hoyrt. Nei, hann gjørdi ongum fortreð, men bókin skuldi vera.

Hvat mundi blíva av bókini?

Ja, tað dugi eg ikki at siga tygum, men Doktar Jakobsen var einaferð her til at fáa samlað alt tað gamla upp – øll gomul benævnilsir – og tá skuldi hann fáa hesa bókina, men tann sami, sum fór til Eiðis við henni, bar hana aftur, tí einki árstal stóð í henni, tað var blivið burtur. Soleiðis var tað við bókini, og um nú bókin er til ella ikki, tað veit eg ikki.

Mundi nakar sleppa at síggja í bókina hjá honum?

Jú, tað vóru bæði Joen Olrik Christiansen og pápi mín, sum sóu hana, og tá skuldi kona hansara siga, at tit kunnu lesa í bókini, sum tit vilja, men tað eru krossarnir, sum betýða, skuldi hann siga.

Og Jákup Pauli – tygum, sum so nógvir aðrir, tygum máttu sum ungur fara til skips?

Ja, mær dámdi tað so grúuliga væl, men tað var grúuliga hart ímóti hjá mammu, tí eg var so ringur av sjóverki, at hon segði tað, at tað var skjótt, at skipið kom innaftur við mær sum lík, tí tá ið eg tók oljuklæðini og skuldi til útróðrar, so spýði eg. Eg trossaði, at eg skuldi fara, og tað gekk ikki verri enn so, at fyrsta dagin át eg døgurða umborð. Tað gekk bara gott, og vit komu út á Norðhavið, og har bleiv kastað, og teir fiskaðu nokkso væl, men tað bar so illa til hjá mær, so eg fiskaði lítið.

Eg var ikki fornøjaður, tí eg fiskaði sum almindiligt á báti, at eg helt, at nú bleiv eg ein ordiligur lortur, men eg fekk átta toskar tann dagin. So kom ódnarveður, so vit fóru eystur um Fugloy, men har kom einki burturúr, tí tað kom so nógvur vindur. So kom hann so knappliga av landnyrðingi, og so koyrdu vit út á Bankan, og tá ið vit komu á Bankan, kom landsynningsillveður, og tað kom ring sjúka umborð, so tað kom einki burturúr.

Á hvítusunnu vóru vit inniaftur her, og so fóru vit útaftur á Norðhavið. Eg veit ikki, hvat vit fiskaðu á skipið, men eg veit, hvat eg fekk. Eg fekk 800 toskar frá hvítusunnu, til vit fóru til Íslands átta dagar fyri ólavsøku, so tá kom betri hýrur á meg, tí tá gekst mær heilt gott. Tað vóru ikki so nógvir, sum høvdu meir enn eg.

So fóru vit til Íslands, og hvat skippundatalið bleiv, veit eg ikki heldur, men vit róðu út frá bát nakað av tíðini við línu og so við snøri. Eg veit, hvat eg fortjenti tað árið. Eg fekk 80 kr. fyri teir 800 fiskarnar undan Føroyum og 106 kr. undan Íslandi. Tað var ikki stór fortjenasta, men eg var so hjartans glaður, tí eg helt tað vera nógv  - heilt nógv.

Hvat skippundatalið var, veit eg ikki, men hetta var tað ringa heystið, tá ið skipini fóru á land á Seyðisfirði 20. septembur í 1900, men tá vóru vit millum londini. Vit vóru nær Føroyum, tá ið harðveðrið brast á, men tað hevði verið grúuliga ringt. Stundum var hann landsynningur, stundum útnyrðingur alla reisuna, men tá ið tað ringa harðveðrið kom, var hann útsynningur sunnan, og vit drivu langt eystur um Føroyar. Tá ið avturkaði, lá kolið uppi í yvirkoyggjunum og eingin kabúss, hon lá smildrað sundur afturi við skottið, og ringarnir lógu í undirkoyggjunum.

Tá var ikki, sum nú, tá var einki so væl útgjørt, og eingir vóru bonkirnir. Tað, mann hevði at sita á, tað vóru skrín. Hvør maður hevði sítt skrín, og tað lá hist og her smildrað sundur, so tað sá út sum, at skipið hevði verið runt viðhvørt. Tað var eitt forfærdeligt veður – ikki ein kloddi av segli eftir á tí, men tá ið veðrið batnaði, fingu vit sligið summarseglini undir aftur, so vit komu í øllum góðum aftur á Havnina.

Hvørjum skipi vóru tygum við tað fyrsta árið?

Tað var «Galathea», og Gamliskipari – Pól Jóhannes við Gjógv - førdi hana. Nógvir menn kendu hann, og hann var ein dúgligur sjómaður og skilamaður til alt. Hann var tann fyrsti maðurin, sum royndi á Kollmúlagrunninum, sum teir kalla tað nú, og hann fekk tað avmerkt í 1901 av einum franskmanni. Ein franskmaður merkti honum tað av, og vit kallaðu tað Fransabankan tá, men nú kalla teir tað Kollmúlagrunnin.

Í 1902 fóru vit aftur á Kollmúlagrunnin, og tá fingu vit skjótt upp í skipið – grúuliga nógvur toskur.

Tygum! Pól Jóhannes førdi skip í nógv ár?

Hann førdi skip í nógv ár, men eg veit ikki, hvussu nógv ár, hann førdi skip. Hann førdi skip frammanundan, hann førdi «Galatheu», og so hevði hann «Hurrikuna» , og so førdi hann skip suðuri í Suðuroy, «Gunnu» í fleiri ár, og hann var grúuliga nógv til sjós. Eg haldi, at fyrsta ár hann var, var í 1880 við «Dýrafjørðinum».

Hann var so fyrsti skipari hiðani frá Gjógv?

Ja, hann var fyrsti skipari frá Gjógv, tað var hann.

Og Jákup Pauli! Tygum hava so verið burtur í nógv ár?

Ja, tað havi eg. Eg var í fleiri ár so av og til øll fylgjandi árini frá 1900 til 1928, tá ið eg fekk skaðan við ”Acorn”, og síðani havi eg ikki verið burtur.

Tað var í 1928, og tað var ta ferðina, tá ið eldur kom í?

Ja, tað var tann 20. mars 1928, men tað var ikki nakað serliga ringt ódnarveður. Eg var farin upp at loysa av, tað var hundavaktin klokkan fýra, men eg sá, at tað var avloyst í stýrihúsinum, og at tað var so makaligt veður, so eg legði ikki í at fara upp, men fór niðurundir aftur.

Eg setti meg á bonkin í stýriborð at lesa nøkur bløð, sum eg hevði fingið úr Klaksvík, áðrenn eg fór, tá ið hetta her hendi. Skeilettið brotnaði, og seglini komu øll úr seglkoyggjuni, og karbiddunkurin var tann fyrsti, sum kom, og tað bleiv so trongt í gongini, at tað slapst hvørki upp ella niður. Eg tók so karbiddunkin og skuldi so fara at kasta hann upp á dekkið, men eg slapp ikki upp við honum, so hann eksploderaði í kneppinum á mær.

Tað kom so forfærdiligur sjógvur niður, og tað vita nokk allir, at tá ið sjógvur kemur at karbidi, so blívur øll luftin forgiftað. Allir vit, sum vóru í lugarinum, allir vit brendust í hel. Tann eini brendist í koyggjuni – vit fingu ikki hurðina frá. Eg royndi, hvat eg kundi, men hurðin fekst ikki frá.

Hvussu mangir mans vóru niðriundir har frammi, tá ið hetta hendi?

Vit vóru átta, og sum eg segði tær, var tað ómøguligt at sleppa upp úr lugarinum. Eg fór so til endan at prøva – við teimum sárunum, sum eg hevði – at bróta hol á, tí har varst ikki, har var ómøguligt at vera. Endin var so tað, at eg fekk hol á, og fekk so hinar upp og aftur í kahúttina uttan tann eina mannin, hann lá deyður í koyggjuni.

Eg misti ongantíð skilið, og tá ið eg kom á dekkið, sá eg, at teir arbeiddu upp á stórbátin. Tá helt eg, at teir fóru at seta hann út, og eg fór at hjálpa teimum at skrúva boltarnar frá, men tá ið teir sóu, hvussu eg var vorðin, tóku teir meg og koyrdu meg niðurundir har afturi í kahúttini.

Eg lá so á dúrkinum alla tíðina, og einaferð skuldi eg fara í eina koyggju, men har kundi eg ikki verða, tí eg hevði so grúuliga ilt, so tað frægasta var at liggja á dúrkinum. Eg var so grúuliga illa brendur – kroppurin eisini.

Eg misti ongantíð skilið, eg visti altíð, hvat ið hendi og hoyrdi teir snakka. Tað gekk so long tíð at sleppa á Reykjavík, tí eingin var motorurin. Eg hoyrdi teir snakka, so eg visti, hvat leið, tí eg hevði verið har fyrr og kendi alt, sum teir snakkaðu um.

Tað doyðu so sjey mans?

Ja, tað doyðu sjey mans.

Vóru allir deyðir, áðrenn tit komu á Reykjavík?

Nei, ikki allir. Ein doyði á Reykjavík.

Og tygum fingu eina langa sjúkralegu?

Ja, eg haldi, at vit komu á Reykjavík 23. mars, og eg lá har til 15. august.

Men tygum vóru so illa farin, at tygum máttu fara niður?

Ja, vælsignaður, og har bleiv eg lappaður. Í Íslandi blivu 37 lappar tiknir av lærinum og av kroppinum, har sum ikki brent var, fyri at lappa høvdið við. Tá ið eg kom niður, bleiv tikið tvær ferðir av hvørjum skinnabeininum fyri at fáa bein í nøsina og undir eyguni. Ja, tað meini eg. Áh, hvat eg leið har, tað var heilt forferdiligt. Alt mátti gerast fyri uttan bedøving – onga bedøving.

Eg bað professaran um at bedøva meg. Hann klappaði mær niður á herðarnar og segði, at tað var betri at líða enn at falla. Hann segði, at um hann bedøvaði meg, so kundi eg rokna við ikki at vakna uppaftur, tí eg hevði so ringt hjarta.

Men tygum komu so toluliga aftur fyri tygum aftur, Jákup Pauli, men tað gingu nøkur ár?

Ja, tað gingu fleiri ár, men hendan vinstra hondin er so mikið illa farin, at eg føli tað ikki, um okkurt verður lagt í lógvan. Eg føli einki, sum kemur í hondina. Tá ið eg geri nakað, so má eg styðja hondina niður á knæið.

Burtur hava tygum sjálvandi ikki verið aftur?

Nei, vælsignaður, tað fari eg ikki, og nú forbýður tað seg sjálvt, nú eg eri so gamal.

Men tygum hava verið heilt birgur seinastu árini, og tey siga fyri mær, at tygum hava sligið so dúgliga í heyst og tikið upp eplir og ymiskt annað. Hava tygum eisini róð út, síðani tygum blivu frískur aftur?

Jú, eg róði nøkur ár út undir Krígnum fyri at minka um tíðina. Nú kann eg einki gera, men eg havi arbeitt eitt sindur higartil, tí arbeiðshugurin hevur verið so góður.

Tygum hava havt  nógvan mótgang, Jákup Pauli, men kortini eru tygum væl fornøjaður.

Mótgangurin er hjá nógvum í verðini, men ongum meir enn tað sama. Eg átti tveir deiligar dreingir, og tá ið annar var 13 ár, tá fall hann í Gjónna, og tað var ein grúuligur stoytur hjá mær. Eg var til skips, og tann eldri sonurin var eisini til skips við mær, og tá ið hann var 18 ár, brendist hann í hel við «Acorn». So tað kann ikki annað sigast enn, at tað var ein svár tíð hjá mær.

Tvey ár aftaná, at eg kom aftur av Ríkshospitalinum, tá misti eg konuna, sum tað svárasta var hjá mær, tá ið hon fall og fór eisini úr húsunum, so tá var bara dóttir mín eftir.

Men Várharra hevur hjálpt mær til denna dag, og tá ið svárast hevur verið, er hann komin við hjálpini. Eg kann ikki bebreida nøkrum fyri tað. Eg havi roynt tað, ið eg havi kunnað og altíð verið fornøjaður, tí vit vita tað, at vit eru einki av okkum sjálvum, uttan Várharra kemur og styrkir okkum.

 

 

 

 

 

Kategori: Frásagnir