Eitt 65 ára minni

Tann 17.10.1959 fekk Gjógv vegasamband við Eiði, og tann dagin var Niels Juel Arge, útvarpsstjóri, við Gjógv og tosaði m.a. við Jákup Paula í Ólastovu, Jógvan Sofus Ferjá og Arna Brattaberg. 

Samrøðurnar kunnu lesast her: 

Niels Juel:

Vit hava í dag hitt tann 77 ára gamla Jákup Paula Biskopstø, frá Gjógv. Hvussu upplivdu tygum henda dagin, nú bygdin fekk vegasamband?

Jacob Pauli á yngri árum

"Eg var úti, og tað var ógvuliga pent at síggja. Tað vóru 9 bilar í tali, og formansbilurin flaggaði. Eg haldi, at alt fólkið í bygdini var úti og hugdi. Øll veittraðu til bilarnir, og menninir í bilunum sungu og veittraðu afturímóti. Tað var ógvuliga hátíðarligt.Eg hevði ikki væntað at uppliva tað, at so nógvir bilar komu koyrandi av Eiði og allan hendan vegin, og eg hevði heldur ikki væntað, at tað fór at ganga so skjótt. Vegurin hevur leingi verið í gerð, og so kom steðgur í, men so fóru teir knappliga aftur í gongd, og nú gekk tað skjótt. Vit hava havt stórar trupulleikar at fingið samband við aðrar bygdir. Okkum tørvaði tað, tí sjóvegurin er so torførur hjá okkum. Eg veit, at tað hava gingið 9 vikur, hvar einki hevur fingist eftir sjónum, so tað hevur knípt ógvusligt bæði upp á mat og brenni, so tað má prísast yvir, at teir hava fingið hendan vegin."

---

Vit hitta eisini sóknarstýrisformannin við Gjógv, Jógvan Sofus Ferjá. Hetta er ein stórur dagur fyri Gjáar bygd?

Jógvan Sofus Ferjá, sóknarstýrisformaður

"Ja, hetta er ein stórur dagur fyri Gjáar bygd. Hetta er ein av teimum stóru døgunum, um so er, at hann ikki er størstur, sum eg sjálvur havi upplivað. Vit hava nú fyrst og fremst fingið samband við Eiði, sum er ein av teimum størstu bygdunum í Eysturoy. Ein stór og prýðilig bygd, haðani eg sjálvur fyri ein part eri ættaður frá, so tað er ikki uttan grund, at eg nerti eitt sindur við hana. Hon hevur altíð í mínum eygum verið ein vøkur bygd, og tað hevur altíð verið hugnaligt fyri meg at komið hagar, og eg havi altíð verið væl ímótitikin bæði av kenningum og skyldfólki.

Vit hava nú fingið samband við Eiði, Ljósá, Svínáir, Norðskála, Oyrarbakka og ta gomlu bygdina úti á Oyri, og hóast hon liggur við endan, so er hon – um eg so má siga – ein miðdepil fyri Gjáar bygd nú. Tá ið ein ferðast eftir landinum, so fer mann sær inn í postbátin av Oyrarkei, tá ið mann skal til býin, og tá ið ein kemur aftur, so fer mann gjarna upp á land har. Hetta er so einki annað enn ein stórhending, at vit nú kunnu koma sitandi millum bygdirnar.

Tað hevur ikki altíð verið lagaligt hjá okkum at ferðast millum bygdir í undanfarnu tíðum. Vit hava vaðsað djúpan kava á náttartíð og brúkt fleiri tímar upp á tað, sum vit nú kunnu klára upp á ein tíma. Stundum eru vit ikki farin longri enn til Eiðis ella Ljósá, men tað er eisini komið fyri, at vit hava gingið líka til Oyrar. Og uppaftur sum teir gomlu menninir ferðaðust, tá var tað ikki einki fyri, ja, teir máttu ferðast líka út á Strendur, men tað er tó ikki komið fyri hjá mær, og nú fer at vera úti við tí.

Tað má sigast, at tað hevur gingið stríggið at fingið vegasamband til aðrar bygdir. Eg ætli mær ikki at festa meg við árstøl her í dag, men so vítt eg minnist, so byrjaðu vit at arbeiða veg í 1930, og var tað ætlanin, at vit skuldu festa við grannabygdina í Funningi og so fara víðari inn í Funningsfjørð, tí har hava gjáarmenn stórar interessir. Teir hava ein hagapart nakað innan fyri Funning, og so hevur Funningsfjørður, sum vit vita, góða beligginheit. Um so var, at vit høvdu havt fingið vegasamband við Funning, ja, so høvdu vit eisini komið sitandi hartil. Og høvdu vit havt skip og bátar, so hevði tað verið ógvuliga lagaligt at kunna røktað tey haðanífrá.

Vit eru ikki komnir á mál enn. Tá ið Gjáar sóknarstýri – tað, ið sat undan okkum, hóast eg sjálvur var limur í fyrrverandi sóknarstýri eisini – sendi umsókn á rætta stað, ljóðaði umsóknin soleiðis at fáa vegasamband við Eiði og Funning, og fyrr enn vit eisini hava fingið vegasamband til Funning, eru vit ikki komnir á mál. Tað er vón mín, at vit um ikki so langa tíð í allari góðari semju hava fingið vegasamband við Funning, tí tað týðir ikki so lítið, at gjáarmenn kundu fingið vegasamband við Funning. Tað er kanska óneyðugt at siga hví, men vit hava rættuliga nógv við Funning at gera. Jarðaliga sæð eiga gjáarmenn nokkso væl av jørð í Funningi, og bygdin Gjógv – ikki at siga tygum – hon er eitt brimpláss. Men hóast hon er brimpláss, er hon eitt sjáldsamt brimpláss, tí tað kemur fyri, at tað ikki er veður at fara á sjógvin, sjálvt um vit kunnu koma turrføttir í bát, og tað er mestsum at kalla undrunarvert, men tað kemst av tí, at vit hava eina so stóra og góða gjógv.

Vegurin hevur ógvuliga nógv at týða fyri okkum í mangar mátar so sum í doktaraørindum, ella um tað skuldi verið jarðarmøður og ikki at gloyma, tá ið talan skuldi verið um sjúklingar, Eg havi sjálvur verið við at borið sjúklingar í millum bygdir, og er tað ikki so lættført, og allar ringast má tað vera fyri sjúklingin sjálvan at verða fluttur upp á ein sovorðnan máta, at hann blívur hirsaður higar og hagar, um eg so má taka til. Hetta fara vit at vera slopnir undan, nú tá ið vit hava fingið hetta vegasambandið.

Halda tygum, at vegurin kemur at hava nakran serligan týdning fyri jarðarbrúkið í bygdini?

Jú, tað vænti eg, vegurin kemur at hava stóran týdning fyri jarðarbrúkið. Hetta er ein jarðarbygd. Tað eru ikki meir enn fimtan merkur við Gjógv, men tær eru stórar, lítið markatal, og her er nógvur – og eg má siga – góður seyður. Innmarkin er stór og góð, og útmarkin er eisini góð, so at innmarkin og útmarkin fóðra ógvuliga nógv av kríatúrunum. Neytabrúkið er minkað nógv í mínari tíð. Fyri einum tretivu árum síðani vóru umleið 50 mjólkikýr við Gjógv umframt ungneyt, sum tey høvdu til at selja í lívi ella drupu, men nú er neytabrúkið minkað so mikið nógv, at tað eru ikki meir enn miðskeiðis millum 20 og 30 mjólkikýr eftir í bygdini. Hetta kemst eina mest av tí, at tað loysir seg ikki hjá fólki at hava meir enn eina kúgv, tí tað slepst ikki frá mjólkini, men nú verður mann avhjálpin við tað, og tí vænti eg, at landbrúkið sum heild fer at vaksa, tí nú vera vit sum heild líka væl fyri sum aðrar bygdir at sleppa frá mjólkini.

Bygdin sum heild hevur eisini minkað, hvat fólkinum viðvíkur. Tá ið heimsbardagin gjørdist á, vóru umleið 270 fólk við Gjógv, og nú eru umleið 150, so tað er stórur munur á, og tað kann eisini fyri ein part vera, at vit hava ligið so illa fyri, men nú vænti eg ikki, at bygdin fer at minka meir. Tað unga fólkið sýnist ikki í løtuni at flyta burtur, hóast undanfarin ár eru fleiri stórar familjur fluttar bæði til Havnar og eisini til Klaksvíkar, so sum heild hevur vegasambandið stóran týdning fyri bygdina."

--

Vit hitta eisini formannin fyri arbeiðinum, Arna Brattaberg sunnan úr Vági. Arni, hvussu hevur gingist tykkum at byggja hendan vegin?

Arni Brattaberg, arbeiðsformaður

Hvussu hevur gingist okum – jeg veit ikki – nú eru okur komnir á mál, so nú kunnu okur siga, at nú kann mann koyra eftir vegnum. Tað gekk ikki gott fyrstu tíðina. Veðrið var ringt, og tilfarið var ringt at fáast við, men seinna helvtin av arbeiðinum hevur gingist nokkso gott. Eisini var tað ta fyrstu tíðina, at mann skifti fólk, og arbeiðið hekk ikki  saman, tá ið mann skiftir fólk hvørja einastu viku. Mann kennir ikki menninar, og menninir kenna ikki ein sjálvan. Nú er tað soleiðis, at mann hevur havt tað sama fólkið seinastu tríggjar mánaðirnar, og tað haldi jeg er at takka til, at úrslitið er so gott í summar.

Og meðan vit tosa um fólk – hvussu hevur tær dámt hesar menninar, nú kemur tú sjálvur sunnan úr Suðri?

Jú, tað haldi jeg, at hetta eru dámligir menn og raskir at hava við at gera. Tað hevur verið soleiðis, at fleiri eru komnir til mín og siga: «Sig mær nú, hvat jeg skal gera, so skal jeg gera tað, og kom so aftur og sig mær, um tað er beint!” Tað hevur víst seg, at tað er teimum monnunum, mann hevur álit á, sum sjálvir koma til ein og siga: «Sig mær, hvat jeg skal gera, so skal jeg gera tað, og kom so aftur og sig mær, um tað er beint ella skeivt!." -  Men tú hevur nógv um at vera. Strekkið er langt, menninir eru nógvir, so tað er ikki í eini handavending, at mann kann koma til hvønn einasta mann innan fyri ein tíma.”

Men tit hava eisini havt eitt sindur av stórum maskinum?

Ja, okur hava havt eina gravkúgv, sum er 9 tons og eina, sum er 6 tons, og so hava okur eisini havt ein 6 tons fyllara, men okur hava havt nógvar kvalir av hesum maskinunum, og høvdu tær gingið betur, so hevði úrslitið eisini verið betri.

Men nú er nakað at gera við vegin enn, sjálvt um saman er komið, so er tað ikki liðugt enn?

Nei, tað er tað ikki, so tað verður fortsett eina tíð fyri at gera tað betri, sum er eftir at gera, so vegurin verður ikki liðugur í ár. Jeg rokni við, at vit arbeiða umleið ein mánað aftrat, og so byrja vit aftur í mars.

Hvussu nógv er tá eftir at gera?

Tað er at gera hendan vegin lidnan, tað sum mann rópar avpussing. Av tí at uppfyllingarnar eru so stórar, so er tað so, at mann ikki kann pussa av beinanvegin. Uppfyllingarnar mugu fyllast upp fleiri ferðir – mann kann ikki fylla alt upp upp á ein gang – mann má fylla upp, trumla tað og rætta av hvørja ferð, og tað síðsta lagið haldi jeg má liggja eina góða tíð, áðrenn mann kann siga, at nú pussa vit av fyri síðstu ferð.

Tað allar mesta er bara grót frá botninum og upp, men tað er ikki avgjørt enn, hvat tað ovasta lagið skal vera, men okur eiga nakað av gróti, sum kann knúsast niðuryvir, og tað haldi jeg vera tað besta. Men annars haldi jeg meg síggja, at tykur norðanfyri brúka sjósand, men tí haldi jeg einki av sjálvur, men jeg ráði ikki fyri tí.

Og hvussu er tað vorðið? Tit hava ikki fingið boð um at fara undir vegin oman til Funnings enn?

Nei! Tað havi jeg ikki!

Hvussu hevur arbeiðsveðrið annars roynst hjá tykkum?

Tað hevur verið vánaligt. Í mai mánað vóru 23 fylgjandi turrir dagar, og tá stóðu gravkýrnar hjá okum stillar í 14 av teimum, og nú hava vit havt 14 góðar dagar líka síðan fyrst í hesum mánaðinum. Annars hevur tað verið soleiðis, at tað váta veðrið hevur vunnið. Tað er ongatíð torna upp, so maskinurnar hava alla tíðina havt kvalir av hesum, at tað hevur verið ringt í vátveðrinum.

 

 

Kategori: Frásagnir