Tann árliga bygdarútferðin í ár var sett at verða ttl Sandooyar. Avgjørt var at fara sunnudagin 02.06.13. Veðrið hevur nógv at siga á slíkum túrum, og tað vísti seg frá síni allar bestu síðuni hendan dagin. 24 fólk vóru í ferðarlagnum, og avrátt var, at hvør í sínum lagi skuldi taka sær av at vera á Gomlurætt kl. 9.45. Øll møttu upp í góðari tíð, og umborð á "Teistanum" flokkaðist fólk um kioskina, tí ein drekkamuður er altíð góður. Hanni í Gortru, ið hevur verið lærari í Sandoynni í mong ár, skipaði fyri túrinum, so alt var lagt væl til rættis

IMG 3910 copy.

Komin til Skopunar, fóru vit við Bygdaleiðum til Skálavíkar beinan vegin. Til Skálavíkar komu vit um 11-tíðina, so tað var ein tími til kirkjutíð, og hendan tíman brúktu nøkur á Deplinum, meðan onnur spákaðu sær í bygdini. Sjálvur var eg í tí partinum, ið valdi spákingartúrin. Vit vóru niðri á Mølini, hugdu at bátum, tosaðu um tann stóra brimskaðan fyri nøkrum árum síðani og vóru eisini inni í ti gamla kirkjugarðinum, har sjáldsama flottir gravsteinar eru at síggja. Har niðri á leiðini er eisini eitt snotuligt "undirhús", ið er opið dagliga. Henda morgunin stóð tað eisini opið, og vit fóru inn hagar at síggja okkum um. Hugnaligt rúm við sofum og djúpum stólum - søla av ymiskum heimagjørdum lutum og myndasøga á veggjunum. Á middegi fóru vit so í kirkju í Skálavík, har Uni Næs, dómpróstur, prædikaði. Eftir prædikuna fortaldi Palli Dalsgaard okkum eitt sindur um kirkjuna. M.a. segði hann, at altartalvan mundi vera tann elsta, sum er í brúki í Føroyum. Óvist er, hvør havur málað hana, menn hildið verður, at hon er frá seinasta fjórðingi í 17.øld. Øll gleddu seg til døgurðan á Deplinum í Skálavík nú eftir kirkjutíð, og sigast má, at vit fingu stak góðan mat í sera/sera fínum hølum. Úr Skálavík koyrdu vit til Húsavíkar, har Hanus undir Leitinum á greidligan hátt m.a. fortaldi okkum um Hústrúnna.

IMG 3867

Søgnin sigur, at bygdin doyði út av Svartadeyða, ið herjaði um 1350. Ein sera rík kvinna, nevnd Hústrúin, var í bygdini, og hon og maður hennara grundaðu bygdina aftur. Toftirnar síggjast enn, og tær vísti hann okkum. Tvey høv lógu eisini har - eitt ógvuliga stórt - og so eitt, ið onkur hevur lyft við aðrari hond. Teir yngstu garpar okkara royndu, men teir stóðu tí ikki kurl.

IMG 08071 copy

Theodor er aftur í Húsavík og heilsar upp á havið.

Her leggja vit aftrat, at frægi bygdarmaður okkara, Theodor Hansen (Theodor á Toppi), ið var lærari í Húsavík 1958-63, hevur lyft hesum havinum. Eisini vóru vit inni í Húsavíkar kirkju. Har vísti Hanus okkum m.a. eitt avgamalt doypifat. Tað kom í kirkjuna í 1750, og árstalið 1735 stendur á tí. Stórur ivi hevur verið um, úr hvørjum tilfarið fatið er, men hildið verður fyri vist, at tað er úr rásilvuri. Petur Matin Rasmussen, prestur, hevði einaferð sagt, at hetta helst var eitt gamalt vaskifat úr onkrum gomlum donskum bóndagarði. Petur Martin dugir at siga tað. Avstingarin til Húsavíkar var góður. Úr Húsavík koyrdu vit til Sands. Á Sandi var m.a. ætlanin at vitja søvn, men av tí, at tey læstu klokkn fýra, bar hetta ikki til. Bussførarin, Karl Vidtfeldt, fekk fatur á lyklum, so vit sluppu inni í eini 200 ára gomul hús - nevnd Norðara Koytu. Her var mangt avgamalt at síggja, og Gunnar Bjarnason fortaldi okkum eisini um húsini. Úr Koytu sluppu vit inn á bókasavnið. Hetta er eitt savn, ið sandskonan Daniella Olsen hevur givið bygdini. Í sama bygningi er eitt fínt tilhald fyri eldri fólk, so tað er gamaní at seta seg at lesa har aftur við einum góðum drekkamuði. Enn var eitt sindur av avlopstíð, til vit skuldu við "Teistanum" úr Skopun kl 18.30, men bussførarin, ið eisini lutvíst er handilsmaður, spurdi, um vit høvdu hug at koma í handilin og samstundis fáa ein drekkamunn. Tað sýntist at koma í góða jørð, og har vóru vit so eina góða løtu. Har er alt møguliga at fáa - alt frá mold til hálsprýði. Okkurt smávegis bleiv keypt, og drekkamuðurin við ísi, sjokolátu og grønum keks kom væl við. Veðrið var so sjáldsama gott, at tey, ið heldur vildu brúnka seg við frískari luft, gingu sær ein túr - ella sótu bert og nutu løtuna - meðan nøkur stukku inn á gólvið hjá vinum og skyldfólki. Tíðin fleyg av stað, og so var bert eftir at samla tropparnar og venda nøsini norðyvir - ímóti Skopun. Á veg yvir á Gomlurætt hoyrdi tú ein part av eftirmetingi av túrinum. Tað var gott at hoyra, at øll vóru væl nøgd við túrin, og onkur spurdi, hvønn veg nøsin skuldi venda komandi ár. "Livst so spyrst," svaraði ein eldri kona - og vit geva henni rætt. (Takk fyri ein góðan túr - øll somul!)

(Fleiri myndir eru í myndasavninum Sandoyartúrurin 02.06.13.)

Kategori: Gjáartíðindi

Leita á síðuni