Í apríl mánaði í 2010 og 2012 varð skipað fyri bygdarveitslu við Gjógv. Vit, sum stóðu fyri fyrireikingunum, settu okkum fyri, at skipað varð bert fyri veitslunum, um í minsta lagi 100 fólk teknaðu seg. Bygdin er sum kunnugt fáment, og tí var tað við stórum spenningi, at vit fóru undir fyrireikingarnar – serliga um undirtøkan mundi fara at verða so mikið stór, at tiltakið gjørdist veruleiki. Men bygdarfólkið, og fólk við tilknýti til bygdina, tók so væl undir við veitslunum, at tá vit sessaðust við veitsluborð, var fullsett, og umleið 150 fólk hava verið til hesar báðar seinastu veitslurnar.

Góða undirtøkan og serstakliga hugnaligu veitslurnar og hartil fleiri áheitanir um at skipa fyri enn einari veitslu hava nú ført til, at vit hava ætlanir um at skipa fyri veitslu hin 22. mars í ár.

Vit hava valt at fáa veitsluboðini út tíðliga, soleiðis at tit bygdarfólk, tit sum vanliga vitja bygdina nú, fyri ikki at gloyma tykkum, sum áður vitjaðu bygdina hvørja summarfrítíð og aðrar frítíðir við, kunnu skriva tykkum hesa dagfesting aftan fyri oyrað og hava kvøldið tøkt, so tit enn einaferð kunnu hittast aftur til eitt hugnaligt kvøld og eina lívliga nátt norðuri við Gjógv.

Tá veitslan, sum var hildin seinast varð fyriskipað, var hetta fyrsta høvi hjá teimum flestu, sum nú búgva á Fornagarði, at koma á bygdarveitslu við Gjógv, og vónandi síggjast vit aftur við veitsluborð hesaferð. Síðan seinast eru enn fleiri hús bygd heimi í Mýruni, og tit, sum eru løgst aftrat síðan seinast, fáa eina serliga innbjóðing, og gleða vit okkum til at síggja tykkum á veitsluni saman við restini av bygdarfólkinum.

Vit, sum nú fyrireika veitsluna, vóna, at undirtøkan verður nóg stór, so veitslan gerst veruleiki. Kostnaðurin er eins og seinast kr 450,- fyri vaksin og kr 150 fyri børn 14 ár og yngri. Eins og seinast er fyritreytin fyri at veitslan verður hildin, at í minsta lagi 130 fólk tekna seg.

Kunnað verður um veitsluna her á heimasíðuni og á facebook. Hóast alt ikki er klárt enn, kunnu tey, sum ynskja tað, tekna seg hjá einum av fyrireikarunum. Best er, um tit tekna tykkum við at senda ein teldupost. Men tit kunnu eisini senda sms ella ringja til okkara. Ymisk neyvari kunning kemur seinni og verður kunnað, eins og greitt er frá omanfyri.

Vit, sum fyrireika veitsluna, fara ein av fyrstu døgunum at royna at seta okkum í samband við fólk, sum á einhvønn hátt hava samband við bygdina. Hinvegin vita vit, at vit hava ongan møguleika at fáa boð út til øll, so tit, sum fáa boðini, vera vinaliga biðin um at kunna onnur í familjuni og kenningar, sum hava tilknýti til bygdina.

Vegna veitslunevndina

Símun Joensen, fartelefon 222258, teldubústaður: Denne email adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.
Hergerð Heldarskarð, fartelefon 517061, teldubústaður: Denne email adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.
Katrin Gullbein, fartelefon 274537, teldubústaður: Denne email adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.
Oda Mørkøre, fartelefon 292539, teldubústaður: Denne email adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.

Umframt at boða frá umvegis telefon ella teldupost kann sjálvsagt eisini boðast frá umvegis facebook - við at senda boð til onkran av okkum í veitslunevndini.

Kategori: Gjáartíðindi

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna