Tað var í august mánað 2007, at Gjómaður endurreisti Gróthúsið hjá Olsen í Fússagerðinum, men í einari ódn fyri nøkrum árum síðani tók ein hvirla alla yvirtromina omanav og syndraði hana sundur. Neli í Gortru royndi at samla rovini saman, so at ikki alt lá spjatt út um allar geilar. Tað var væl gjørt, men nú, ið skaðin skuldi pjøssast aftur, vísti tað seg, at rot var komið í viðin, sum tískil ikki kundi brúkast aftur. 

Alt er nú gjørt av nýggjum - og av einslistum - so vónandi fer hetta at halda ímóti nátúrkreftunum, ið ikki eru at spæla við. Manningin var ikki av tí mesta í dag, men dygdin var har. Veðrið var fínt og góður terrri, so tað er væl skiljandi, at fólk vóru trek at fáa frá hoynum nú upp undir ólavsøku, tí terradagar kenna vit lítið til, nú juli styttist.

Eg tók nakrar myndir av endur/endurreisingini, og so havi eg fingið eina rúgvu sendandi. Ein partur av rúgvuni sæst her.

(Frá endurreisingini 2007 er ein frásøgn við myndum at síggja her á síðuni). 

 

 

 

 

Kategori: Gjómaður

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna