IMG 2958 

Tann niðasta opnahjallin átti Hoygarðurin, miðhjallin átti Jógvansstova ,og tann heimasta átti Nýggjustova

Leygardagin 27.08.16. vóru aftur arbeiðsboð frá Gjómanni, tí nú skuldu opnahjallarnir Niðri í Geil gerast lidnir: tekjast við flagi, skjøldrarnir laðast upp, og snøklarnir avlívast. Eisini hevði Gjómaður egnt við hugna Niðri í Fjøru eftir lokið dagsverk. Líkamikið - væl var egnt - tí har møtti nógv og fjølbroytt fólk. Veðrið var so gott, at tað fæst ikki betri til ein slíkan dag. Sjógvurin var sum eitt spegl - tað stóð við klettin. Frammanundan var flagið maskinskorið av einum stykki Eysturi undir Hamri, men tað skuldi so kappast sundur - berast heim á tann eystara endan á Flatnavegi og so flytast við vogni oman í Geil. Hetta var stórarbeiði, men, sum myndirnar í myndasavninum vísa, so var manningin góð.

DSC 0182 - Kopi

Erling og Neli

Eg má nevna Erling og Nela  - tveir aldrandi menn. Trúgvir sum trøllið møta teir upp til hvørt tiltak, og teirra partur liggur ongatíð eftir. Teir spara seg ikki við at taka tey tyngstu tøkini, so tað er stuttligt at "betragta" teir, hvussu væl teir eru fyri - annar er farin at ganga ímóti teimum níti, og tann yngri nærkast teimum áttati. Teir seta sín serliga dám á slíkar dagar.

Við sjálvar hjallarnar var manningin eisini góð - eg sigi sera góð - tí, sum ein tók til: "Har loysir seg ikki at fara uppí, tí har eru teir beru smiðir, og hvør er betri enn annar." Rætt hevði hann, men at teir kláraðu at fáa hjallarnar lidnar, tað hevði eg forsvorið. Fornagarðsbúgvar - kvinnur og menn - settu ein serligan dám á tað heila við at møta so "mannsterk". Tað er stimbrandi - ikki minst á tí sosiala frontinum - at hava eitthvørt at vera felags um, so at samansjóðingin styrknar. Tann matligi parturin má ikki undir nøkrum umstøðum undirmetast. Kvinnur komu úr ymsum heraðshornum berandi við "bakkum og skuffum" - taktum við silvurpappíri - og innihaldið var ikki at forsmáa: bollar, pálegg, smyrjibreyð, kakur - og so kaffi og te. Jú, mikil hugni undir skjøldrinum Niðri í Geil. Ein rimmar dagur í allar mátar. Opnahjallarnir eru eitt prýði fyri bygdina. Um kvøldið var hugni Niðri í Fjøru við grillaðum pylsum og vøkrum báli undir roðandi fjøllum. Kvøldið endaði við føroyskum dansi í Gjónni - undir øllum ælabogans litum - við Esther hjá Atla á Klá sum skipara.

NB!!  Tað eru nógvar myndir í myndasavninum.

Kategori: Gjómaður

Leita á síðuni