Undir staðarnavninum Ísland (í Fjøruni) hava vit eina søgn um eitt skip (Ísland), ið fór á land Eysturi í Fjøru í gomlum døgum.

Her hava vit eitt frábrigdi um sama skip:

Í eini kroysu Eysturi á Bakka búði ein genta í gomlum døgum. Hon hevði til arbeiðis at passa seyð. Eina ódnarnáttina hoyrdi hon eitt øgiligt buldur í Taravíkini, tá ið eitt skip strandaði. Hon hevði eitt tálgarljós brennandi, men gjørdist so bangin, at hon sløkti. Tað var so nógvur kavi, at menninir gingu fram við kroysuni og sóu hana ikki. Restina av søgnini kenna vit: Tann fyrsti maðurin lá deyður við Brúnastein, tann næsti við Antarstein, tann triði við Steinin í Hórisgrøv, tann fjórði við Tassistein, tann fimti við Mann (úti undir Hvíthamri), tann sætti við Hóristein (nær bøgarðinum í Funningi), tann sjeyndi við Dvørgastein í Dalsbøi (Funningi) og tann áttandi við Árnastein (í bønum í Funningi).

Kategori: Sagnir

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna