steinur-brim

Seinnapartin hósdagin 31.01.08 brast hann á við ódnarstormi og kavaroki av landnyrðingi norði um alt landið. Størri og smærri skaðar vóru allastaðni kring oyggjarnar, men teir størstu skaðarnir vóru tó í Skálavík og Norðragøtu. Landnyrðingur er ringasta brimætt við Gjógv, og hesa ódnina fer bygdarfólkið ikki at gloyma. Tað ljósa av degnum lá snøgt sagt øll bygdin undir í sjó- og kavaroki, so ilt var at meta um, hvussu stórur partur av avfallinum var kavi ella sjórok. Ikki var hugsingur um at fara út fyri dyr, og ikki hevði kortini nyttað at tikið myndir, tí alt stóð í eini glaðu.

Um nátturðatíð fór ljósið - ein peli avkvettur á Heimaru Heygum og ein annar lá í hálvum gekki - hvønn veg skuldi hann falla. Ódnin bara mentist. og menninir á smoltstøðini varnaðust, at brimið legði upp um verjugarðin oman móti Sandinum. Brimið vaks og vaks, og tá ið tað skrímdi fyri degi sást, at eini níggju kør vóru farin í knús, og at harvið nógv túsund síl vóru farin sama veg - samanlagt ein stórur missur. Hetta var so nógv tann størsti skaðin í bygdini. Annars var tað bara so: ein rútur her og har, onkur takpláta - onkur laðaður veggur - onkur neystahurð ---. Ruskplássið Niðri á Bakka hevur fingið ein dyggan lúsing - ruskbingjurnar samanstúgvaðar, og girðingin ein hurluvasi. Brimið hevur skrætt asfaltið av vegnum - niðan um neystini - er so farið við fúkandi ferð niðan í Høvdafossin, og á veg niðan hevur tað raserað rabarbugarðin í Gamla Pakkhúsi og lagt rekatrø og asfalt eftir sær í Høvdafossinum. Men tað, ið kemur at standa eftir, tá alt annað er um gloymt um hesa ódnina, er tað , at tað var henda ódnin, ið koppaði Stórasteini á Gulakletti. Ættarlið eftir ættarlið hevur hesin veldugi kletturin ligið so óvikaliga tryggur, til nú landnyrðingurin aftur gav honum eitt bólt. Eins og onnur staðanøvn hevur Stórsteinur frásøgn knýtta at sær. Sagt verður, at Stóristeinur lá á Slættanum Innan fyri Høgan, og at hann í einari landnyrðingsódn skuldi sleingjast upp hagar, ið hann lá, líka til nú henda ódnin gav honum eina aðra legu. Heimildarmenn, ið vit fyri mongum árum síðani tosaðu við um Stórastein, og sum vistu, hvussu her leikar í, tá ið landnyrðingurin er av tí grovasta, søgdu, at søgnin saktans kann vera trúlig, og teir løgdu aftrat, at helst er Stóristeinur fyrst blakaður av havsins botni og upp á Slættan, men til denna dag hevur tað yngra ættarliðið ivast í, um nátúrkreftirnar eru so sterkar, men hvør hevði roknað við tí, at Stóristeinur nú fór av brimi?

snv31111 copy

Pætur í Ólastovu og Jógvan á Fløtti (nei, hygg asfaltið!!)

Fleiri  myndir:  myndasavn - 2008 - februar

Vit skifta gear. Gekk mær henda sama dagin ein túr heim gjøgnum fjøruna í Sáttarenni, tí stórir flokkar av ravni vóru at síggja har. Har kom eg fram á nakrar deyðseyðir úr Funningslíð - farnir út av brimi og so riknir inn eftir fjørðinum. Tað er ikki so óvanligt - hetta við seyðinum - men at fult av brosmu og kongafiski rakst í fjøruni ella fleyt útfyri, tað man vera ein rár hending. Hendingin flutti tankarnar til Klávus og Ketil vesturi á Víkum á sinni. Jú, søgan endurtekur seg.

Kategori: Gjáartíðindi

Leita á síðuni