sigurdSigast má, at Sunda kommuna hevur fingið sær tann góða vanan at hava eina árliga mentanarviku í bygdunum í kommununi. Hesin vanin røkkur eisini sostatt til Gjáar, og í tí sambandi var mentanarkvøld hildið í Bygdarhúsinum 22.09.11.
Turið Sigurðardóttir greiddi okkum væl og virðiliga frá pápa sínum, mentamanninum Sigurði í Hoygarðinum, ið hevði verið 100 ár í ár. Tær, góðu, gomlu myndirnar, ið skiftandi komu á veggin, riggaðu væl og vaktu minnir. Bergljót av Skarði (dóttir Sigurðar) las kendu søguna hjá Sigurði: "Tjúgundi maður umborð".
Bygdarhúsið var á tremur, og tað stak hugnaliga kvøldið endaði við loftskaffi.
Myndir frá mentanarkvøldinum eru at síggja á: bygdin.fo - (myndasavn - Sigurð í Hoygarðinum).
Kategori: Gjáartíðindi

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna