Mánakvøld eftir mánakvøld samlast tey í Bygdarhúsinum vetrarhálvuna. Stokkar ringla, og kort eru á borðinum. Tær skiftast um at baka kaku, meðan teir bara hava hjáveruna at hugsa um. Dagsins viðurskiftir vera umrødd, og farnar tíðir eiga sítt pláss. Tann sosiali, samanbindandi parturin er í fokus, og er hann gull verdur í hesum miðlatíðum. Av sonnum eitt gott tiltak, ið styrkir samanhaldið. Nú farið er um várjavndøgur, avráddu tey at enda hesa hálvuna við eini Vágaferð.

Takk fyri, at tit buðu okkum báðum Sólgerð við, tí hetta var ein góð og hugnalig ferð í allar mátar. Bussurin hjá Heðini Zachariasen fór frá Gjógv sunnudagin 25. mars kl. 9.30 og setti kósina ímóti Sandavági, og Gjáar bygd lá so gott sum mannleys. Vit fóru fyrst í kirkju í Sandavági. Heini Frits Petersen var deknur, og tað liggur raðið fyri hjá honum. Aftan á kirkjugongdina fortaldi hann okkum eitt sindur av kirkjusøguni og løgmanssøguni, og sjálvsagt sluppu rúnarsteinurin og Hammershaimb eisini upp í part.

SDC11757 Medium

í Sandavágs kirkju

 Avtalað var at eta døgurða á Flogvallarhotellinum kl. 12.30, so tað stóð á at halda tíðina. Á holtellinum vóru vit rættiliga leingi, og har var m.a. eitt ferðalag úr Suðuroy, og tað vísti seg skjótt, at tað vóru fleiri, ið kendust og vóru í familju. Hesir suðuroyingarnir høvdu nevnliga verið við Gjógv eitt vikuskiftið síðsta ella næstsíðsta ár, og tá vórðu teir bodnir í Bygdarhúsið eitt mánakvøld, so tað var lagamanni at fáa eitt gott prát.

Av hotellinum varð farið á Krígssavnið í Miðvági. Hetta var avgjørt vitjanina vert, tí har var mangt at síggja, sum tú bara hevur hoyrt ella lisið tær til. Karl Jóhan Nielsen greiddi okkum meistarliga frá. Hann tók nøkur kut úr teirri óhugnaligu krígssøguni - nøkur kut, ið góvu okkum ein farra av innliti í teir ræðuleikar, ið landsmenn okkara upplivdu ta tíðina. Tó so, eitthvørt er at læa at. Bretska hersetingarvaldið setti okkum strangar reglur á øllum hugsandi og óhugsandi økjum. Har sóu vit t.d. eitt loyvisskriv, ið kvívíkingar skuldu hava uppi á sær, tá teir prikaðu fliður á Vágalandinum. Ikki var teimum loyvt at fara longri enn 25 metrar niðan frá sjóvarmálanum. - Krígssavnið er eitt framúr gott tiltak og ein virðiligur varði yvir eitt óhugnaliga syndarligt tíðarskeið í heimssøguni.

So átti Gásadalur tørn. Tey flestu høvdu verið í Gásadali áður, men tann túrurin slær kortini ikki falska mentu, tí tá ið tað góða lagið er á veðurgudunum, er hetta økið eitt av okkara allar vakrastu. At hava verið í Gásadali og ikki sæð Tindhólm, kann sammetast við at hava verið á Mallorka og ikki sæð sólina. Tað var í myrkara lagi henda dagin - tað bylgdist um toppin á Tindhólmi, og pliktspurningurin kom sjálvandi: Hvussu eita tindarnir á Tindhólmi ? "Ytsti, Arni, Lítli, Breiði og Boygdi (Bogni)", rungaði í bussinum. Steðgurin í Gásadali var stuttur, tí tað fríska lotið var rættuliga kølið. Eina felagsmynd av fylginum fingu vit við okkum aftur úr bygdini.

IMG 0550 copy Medium

í Gásadali

Nú var liðið væl út á seinnapartin, og nú var bert Kálvalíð eftir. Her kom broyting í, tí framvísingarfólkini høvdu fingið forfall. Okkurt ljóst høvd fostraði tankan, at vit áttu at farið á Flogvøllin at fingið okkum ein drekkamunn. Undirtøkan var 100%, og sigast má, at súrepla- og jarðberjaterturnar fingu bein at ganga á. - Ein góð løta.

So setti bussurin aftur nøsina norðuryvir - við einum avstingara á Vatnsoyrum. Vit koyrdu spakuliga í gjøgnum bygdina, meðan Nicolina á ein greiðan og smidligan hátt fortaldi um tey fyrstu niðursetufólkini í bygdini - og tað at vaksa upp her. "Hvør er tann einasta bygdin í Føroyum, ið ikki sær sjógv?", plagdu vit at spyrja sum børn, men nú er svarið kanska meira ivasamt.

Vesturkoyrandi var "Føroya fólks" á lofti, og gamlir kenningar vórðu sungnir. Á heimferðini var meira friðarlagt, og hvør royndi í sínum lagi at sodna tær upplivingar, ið hesin góði túrurin hevði givið. Um nátturðatíð var bussurin aftur við Gjógv, og so var bara eftir at taka undir við Jonu, ið segði: "Um heilsan verður, gera vit ein líknandi túr aftur komandi ár!"

Fleiri myndir: myndasavn - Ein Vágaferð  

Kategori: Gjáartíðindi

Leita á síðuni