Øll í bygdini kenna Kirkjurókina, ið er so sjónsk og væl vallað við tað handara landið í Gjónni – út ímóti Gjáarkjaftinum. Væl vallað fer hon eisini  vesturum, men so gongur vallingin burtur.  Kirkjurókin er long, gongur úr Gjónni, vestur yvir Ritunum og rættiliga fitt vestur á Heimara Barm, har hon gongur burtur. Sum so er Kirkjurókin ”góð” at ganga, men ein mjóvi er yvir Ritunum, og her setti Jógvan á Fløtti ein kong í 1960unum, tá ið hann og Sigurd í Bíggjarlagnum vóru har eftir havhestaungum og fingu 170.
Ólíka hulisligari er Kráurók. Gongur tú  niðan við hegninum á Ovara Nasa og niðan á Egg, sært tú hana ikki. Tú kemur niðan á Garðsenda og sært hana bara, um tú fert heilt út á tromina. Men tá ið tú ert komin niðan í Kjálkan og snarar tær á, sært tú hana  – ovarlaga í berginum – koma vestur um Vestaru Nasatrom og vestur á Heimarabarm. Hon tekur seg upp undir teimum stóru klettunum har úti á Ovara Nasa, og haðani sníkir hon seg eitt fitt petti vestur á Heimara Barm.

IMG 0183 copy Medium
Kráurók  er nakað fyri seg, tí tað sigst, at her krógvaðu forfedrar okkara seg fyri sjórænarum, og sjálvt navnið – Kráurók – kann vera komið av orðinum krógv ella at krógva. Christian Matras nevnir úr Árnafirði staðarnavnið “Yviri á Kráunum” og vísir til krógv (av “gemmested, skjulested”).
Ber tað so til at krógva seg á rókini? Jú, tað ber væl til  í støðum, men ikki er rúm fyri nógvum fólki. Hetta fekk eg at sanna hendan dagin, ið tað untist mær at sleppa ein túr á rókina við feðgunum báðum, Herman og Absalon Eysturoy. Teir eru skilamenn í bjørgunum – væl tryggjaðir og taka ikki óráð fyri. Rókin er ”góð” at ganga, men stutt frá Vestaru Nasatrom er hon rættiliga smøl. Uttan stórvegis forðingar komu vit vestur  á Vestaru Nasatrom og kundu seta okkum har at síggja tað stóbæra útsýnið vestur á Heimara Barm og vestur ímóti Torvu frá einum vinkli, ið tú ikki áður hevði roynt – gevandi.
At sita har vesturi á Vestaru Nasatrom og lata hugan reika aftur til forfedrar okkara fær ymiskt at renna fram fyri teg. Fyrst fellur hugsanin á teir, ið lógu her við bivandi hjarta verjandi seg og síni – við sínum kærastu ognarlutum hjá sær – helst gráklæddir fyri at fella saman við berginum. -  Einki vita vit um lagnu teirra.
Harnæst reikar hugurin til teir bygdarmenn, ið hava fortalt tær um túrar í Kráurók. Her fóru teir ein stuttleikatúr sum hálvvaksnir, og her fóru teir eftir havhestaungum sum tilkomnir.  Gingu teir leysir ? Hvørja útgerð mundu teir hava?  Hesum mátti fáast greiði á.

IMG 0191 copy Medium
Afturkomin tosaði eg við Sigurd í Bíggjarlagnum,  sum saman við Jógvani á Fløtti var í Kráurók í 1960unum og tók havhestaungar.  Sigurd segði nakað soleiðis:  ”Nei, vit gingu leysir og høvdu ein enda hjá okkum, men hann var ikki til ta stóru nyttuna, tí har er ongastaðni at seta fast. Fyri tað mesta er gott at ganga – onkustaðni máttu vit krúpa, men stutt frá Vestaru Nasatrom var so smalt, at vit máttu leggja okkum niður og aka eftir búkinum.  Vit gingu alla rókina – líka vesturum – og komu upp aftur í Kikamannaholið. Har sat Hans Edvard, og hann blakaði okkum ein enda. Eg minnist væl, at vit fingu 44 havhestaungar í Kráurók tann dagin. Tað árið tóku vit einar 1400 – 1500 ungar í bjørgunum og seinni eina rúgvu á sjónum.  Vit skáldaðu ungarnar og seldu teir til Havnar fyri 3,25 kr. stykkið.”
Prátið við Sigurd sigur mær, at her er talan um ófatiliga djarvar menn, sum í mínari verð hava tikið sær óráð fyri, tí bert eitt skeivt fet er nóg mikið.
Túrurin í Kráurók er mær eitt kært minni, ið hevur givið mær eina hilling á kor forfedra okkara og ikki minst á dirvi og reystleika teirra, ið hava søkt bjørgini.
Feðgarnir Herman og Absalon Eysturoy. Stóra takk fyri ein ógloymandi túr!!!!!

Fleiri myndir: myndasavn - Kráurók.

Kategori: Gjáartíðindi

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna