Leygarkvøldið 22. mars var bygdarveitsla í Bygdarhúsinum. Veitslan plagar at vera annaðhvørt ár og basarur annaðhvørt ár.  Eini 130 fólk vóru á veitslu, og stemningurin var góður. Øll munnu vera samd um, at veitslan var góð. Borðreitt var bæði í neðra og á loftinum. Ervafólkini kundu fylgja gongdini á stórskíggja, men teknikkurin var so mikið svikaligur, at tað var ikki heilt nøktandi. Til matna var steikt lambskjøt við øllum hartil hoyrandi. Tað smakkaði væl. Vín, sodavatn og vatn stóð á borðunum. Tann matligi parturin endaði við dessert og kaffi. Dúgliga varð sungið. Borgarstjórin á Strondum, Arthur Johansen, og Dan Pedersen, Skála, ordnaðu ljóðførini. Tey kønu hildu teir koma væl frá uppgávuni.  Eisini var Døgg Nónsgjógv á pallinum og sang saman við Hans Jákupi Kollslíð, Skála. Døgg er landskend á økinum, og hon var í essinum hetta kvøldið. Einki hald uttan Jónsvein í Lon. Hann sat við harmonikuni á sín sermerkta hátt. Djúpur og sigandi.

103 Medium

Bárður Jákupsson

Bárður Jákupsson var gestarøðari. Hann trein á pall uttan handrit og kláraði uppgávuna framúr væl. Hann hugleiddi um Gjáar bygd, soleiðis sum hann hevur upplivað hana. Í 1961 lá hann skóti Heimi undir Sondum, og veðrið gjørdist so keðiligt, at ikki var lúsin turr. Avrátt var tí at fara oman til Gjáar at verma seg og fáa turkað klæðini. Hettan hugaði Bárði sera væl, tí suðuri í Havn hevði hann fyri kortum fingið eygað á eina so fitta gjáargentu, og nú hopaði hann at síggja hana aftur við Gjógv. So varð, og higartil hava tey hildið saman í 53 ár, so hetta hevur verið honum ein serliga væleydnað skótalega. Síðani reikaði hugur hansara til Stóra-Petur (Petur Pauli Joensen, f. 1907). Her nam Bárður við ta kendu teknirøðina um Asterix og Obilix. Obilix er tann stóri, prúði og sterki, ið klárar alt. Soleiðis myndaði Bárður sær Stóra-Petur. Onkur dømir tók hann fram: "Vit báðir Stóri-Petur vóru farnir at sláa, men eg formáddi mær lítið afturímóti hesum kvika slóttumanni. Grasið feyk í líggjaskógv, og tá ið stykkið var sligið, fór eg at rista. Tá rópti Stóri-Petur á meg: "Hvat gert tú?"  "Eg risti," svaraði eg honum aftur. "TÚ skalt ikki rista! Hatta er konufólkaarbeiði!" rópti hann eina ferð afturat." -- Og Bárður helt fram á sín prikandi hátt: "Jú, tá í tíðini vistu konufólkini, hvør teirra lutur var. Og gekst tú ein túr í gjøgnum Gjáar bygd, so sást tú eina rúgvu av monnum standa og práta, men konufólk sást tú einki. Konufólkini hildu seg á sínum plássi - inni."

--  Ein annar vinkul av hugleiðingunum hjá Bárði var nøkulunda soljóðandi: "Ein dagin í 1972 kom eg við rutubátinum úr Havn og norð til Oyrar, og ávegis til Gjáar við rutubilinum keypti eg mær einar gummiskógvar hjá Jóhan Petur Petersen við Norðskála. Tá ið eg kom úr rutubilinum niðri í Túni við Gjógv, stóð ein eldri maður har, og hann spurdi meg, hvar eg hevði keypt hasar gummiskógvarnar, ið vóru av tí góða slagnum við hvítum botni - kekkiskir. Eg segði, sum var - frá Jóhan Peturi við Norðskála. Maðurin fór so út til Stóra-Petur og keypti sær trý pør av hesum sama slagnum, og aftan á døgurða kom hann aftur og keypti eitt par aftrat. Maðurin grundaði keypið á tað, at nú Danmark hevði atkvøtt seg inn í Felagsmarknaðin, var hann bangin fyri, at Føroyar eisini endaðu í Felagsmarknaðinum. Hendi tað, so komu eingir kekkiskir gummiskógvar at fáast í Føroyum. Tá ið Sandra (Alexandra Joensen, f. 1920) seinni gekk við posti, stóðu fýra fitt pør av kekkiskum gummiskóm í Jákupsstovu."

118 Medium

Dan Klein

Dan Klein var eisini á pallinum. Hann hevði funnið omkur áhugaverd gomul skjøl úti undir væðingini á Heygnum, og hann gjørdi tað, ið rættast er at gera í slíkum føri - hann handaði bygdini skjølini til varðveitslu. Tað eina skjalið er eitt svar frá Løgtingsskrivstovuni dgf. 28.07.1941. Í svarinum framgongur, at søkt hevur verið um studning til at spreingja Myrkhelli burtur. Eisini sæst, at umsóknin er gingin á møti, og at 2700, - kr er játtaðar til arbeiðið. Eitt annað áhugavert "fortroligt" bræv frá C.B. KONTORET (civilbeskyttelseskontoret) til Daniel Klein, dgf. 29.04.1942 - altso undir Krígnum - varð eisini latið bygdini. Í brævinum verður heitt á Daniel Klein (f. 01.01.1883) um at boða Sofus Debesi (f.06.01.1895) frá, hvussu hann (Sofus) dagliga skal ringja til C.B. KONTORET og boða frá um flogfør, skip o.a. heldur enn at ringja til sýslumannin í Klaksvík. Ringjast skal til C.B.K hvønn dag, sjálvt um einki er at fráboða - fyri soleiðis at tryggja, at telefonsambandið er í lagi. Nágreiniliga er eisini uppsett, hvussu fráboðanin skal ljóða - sera áhugavert. - Tað triðja skjalið er ikki minst áhugavert. Hetta er eitt skriv, sum er sent úr Vestmanna 08.09.1944, og sendarin er Poul E. Petersen,ítróttaráðgevari. Brævið er stílað til GJÁAR ÍTTRÓTTARFELAG. Sostatt er hetta eitt prógv um, at bygdin undir Krígnum hevur havt eitt skrásett ítróttarfelag. Í brævinum verður heitt á Gjáar Ítróttarfelag um at tekna haldarar og senda lýsing til "Ítróttartíðindi".

111 Medium

Brøðurnir Kristian Jákup og Símun

Av og á trinu teir skemtingarsomu brøðurnir á pallin við prikandi vendingum úr heimligum gerandisdegi. Teir vóru stuttligir, og onkur av gestunum tók soleiðis til: "Tú! Kristian Jákup hevur skjúldar gávur!" Ikki haldi eg, at prikini gingu nøkrum so mikið nær, at tað gjørdi mun. Undir borðhaldinum varð onkur sangur sungin, og ein spurnakapping var eisini á skránni.Borðhaldið endaði um ta tíðina, tá ið klokkan flutti seg á tey smærru tølini. Tá tóku fólk upp annan tátt og fóru at dansa. Eg setti meg til róðurs og koyrdi út aftur í Lundina, sum Dia í Jákupsstovu plagdi at kalla Runavíkina, og tískil fái eg einki sagt um annan tátt. -

Fyriskipararnir eiga tøkk uppiborna, tí mikið stríð man standast av slíkum tiltøkum.

Myndir frá veitsluni?  bygdin.fo (Bygdarveitslan 22.03.14)   (Myndatakari: Símun Niclasen)




Kategori: Gjáartíðindi

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna