Gjógv5 Medium

"Tveir fundir eru dupult so góðir sum ein", plagdi onkur at taka til. Líkamikið. Mánakvøldið 22. juni vóru so tveir fundir í bygdini. Annar í Bygdarhúsinum kl. 19.00 og hin á Gjáargarði kl. 20.30. Fundurin í Bygdarhúsinum snúði seg um summarhús í Gamlagerði. Pætur í Ólastovu letur lendi til 9 summarhús frá Huldheygnum og úteftir. Umsóknin um byggiloyvi er í prinsippinum góðkend av kommununi, Friðingarnevndini  fyri Eysturoy og Yvirfriðingarnevndini. Hesum greiddi Heðin Zachariasen, borgarstjóri, frá, samstundis sum hann segði, at kommunan nú fer at viðgera tað endaliga byggiloyvið. Eisini segði Heðin, at øll húsini skuldu seljast, áðrenn arbeiðið fór í gongd. Hetta var viðmerkt í loyvinum frá Yvirfriðingarnevndini, tí nevndin hevði ringar royndir av, at verkætlanir vórðu settar í verk og síðani steðgaðu upp og so lógu í hálvum gekki. Arkitekturin Jákup av Stongum greiddi gjøllari frá ætlanini og vísti myndir á stórskíggja. Økið - slakar 3000 fermetrar - verður felagsogn við gøtum húsanna millum, so sjálvt lendið í Gamlagerði verður óbroytt. Nettovíddin á húsunum veður umleið 60 fermtrar. Pláss til bilar er avlagt undir landsvegnum. Endamálið við hesum fundinum var at kunna bygdarfólkið og hoyra teirra viðmerkingar, og viðmerkingarnar vóru - sum altíð - hendanvegin og hinvegin. Nú er so bara at bíða - livst so spyrst. ---- ps. Nú mundi eg gloymt tann góða drekkamunnin við rullukøku - frá Ásdís.

Gjógv8 Medium

Úr Bygdarhúsinum varð kósin sett til hin fundin, ið var á Gjáargarði. Fingu góða móttøku frá Eiriki Suna - kaffi og fín skuffukaka við súltutoyi stóðu á borðinum. Her vóru tað Uni Arge og Hans Petur Hansen (hjá Theodori á Toppi), ið høvdu stevnt fólki til fundar. Hesir báðir hava gjørt tann frálíka filmin um Lítlu Dímun, og nú ætla teir at venda linsuni ímóti Gjógv. Uni legði fyri og greiddi stutt frá ætlan teirra, samstundis sum hann vísti okkum einar 20 minuttir av Dímunarfilminum, og m.a. segði hann tað, at hetta fór ikki at vera ein reklamufilmur, men ein filmur, ið fer at lýsa bygdina søguliga og støðuna í dag. Bygdarfólkið tók væl undir við hesum og tóktist spent. Uni bað um viðmerkingar - og jú mín sann - tað var ikki sum at sláa í eina dýna, tí har komu fleiri hugskot fram. At enda fortaldi hann eitt sindur um tað praktiska - hvussu teir plagdu at gera - og so tað at fáa fólk at gloyma linsuna, tá upp verður tikið. Teir ætla at taka upp í juli/august - í heyst - í vetur - og komandi vár fyri at fáa allar árstíðirnar við. Hann endaði so snildisliga: "Vónandi vilja tit øll vera við! Er tað nakar, sum ikki vil?" Tøgn - snilt ---- spenningur í luftini.IMG 0794 Medium

Fleiri myndir eru í myndasavninum!

Kategori: Gjáartíðindi

Leita á síðuni