- 27 mai 2015
Jóhan Páll -- "ungur nemur"
Leygardagin 23.05 var tann árligi ruddingardagurin. Í mun til allar illveðursdagarnar í mai við lambaspræni og ternusnerti í ólukkumáta, royndist hesin dagurin bara heilt væl. Hann hevði lovað turt fyrrapartin og nógv regn seinnapartin, men merkiligt nokk royndist tað frægari her norðuri enn syðri á landi. Fyrraparturin var fínur, og seinnaparturin kundi góðtakast, sjálvt um nakrir ælingar mintu okkum á, at enn hevði vátveðrið ikki slept endanum. Ættin skifti millum útsynning og landsynning, og tað – at landsynningur átti í honum - slær sjáldan falska mentu.
Tað byrjaði sum vant við morgunmati í Bygdarhúsinum, og har var fitt av fólki. Eirikur Suni, av Gjáargarði, greiddi frá, at um hálvan juni mánað fer Gjáargarður at opna eitt kaffihús í Brandhúsinum á Gjónni. Brandhúsið hevur av okkum eldru altíð verið kallað Grottinborg, tí har minnast vit ta gomlu Grottinborg standa. Eg haldi tað vera synd, um tað navnið skal fara í gloymskuna. Kaffihúsið verður opið dagliga summarmánaðarnar frá 10 – 18, men sunnudag 14 -18 og annars tá serlig tiltøk eru. Har fæst m.a. kaffi/te/kakao, øl/vatn, vaflur, smyrjibreyð og ísur. Annars vildi Eirikur Suni fáa at vita frá bygdarfólkinum, um tey kundu hugsað sær, at okkurt annað eisini var at fáa. Í tí sambandinum býtti hann ein lista út, har hann heitti á bygdarfólkið – hvørt í sínum lagi – at skriva 5 vørur niður, ið eisini kundu vera í vøruútboðnum. – Fólk tóktust spent upp á hetta nýggja tiltakið. – Síðani greiddi Sofus eitt sindur frá teirri nýggju støðuni við Rás Gjógv, nú Sunda kommuna ikki longur stendur aftan fyri Rásina.
Tá ið hetta var yvirstaðið varð farið til verka. Dentur varð lagdur á tey somu støðini: Ánna, Gjónna, Fjøruna, Minnisvarðan, Bygdarhúsið – og eisini alla bygdina sum heild. Satt at siga – so sær tað rættuliga ruddiligt út, men tá ið tú “nærlesur” støðuna, so er mangt og hvat at taka hond í og hampa um. Ruddingardagurin er neyðugur, góður og hugnaligur. Teir, ið spulaðu Gjónna, fingu so fína vitjan av nøkrum blíðum donskum hægstarættardómarum. “Tað hevði verið synd at sett spulislanguna á teir,” helt ein skemtandi spulari fyri.
Klokkan 17 var so góður døgurði í Bygdarhúsinum. Har var væl av fólki – tó minni enn í fjør – og aftan á hendan matliga endan fór hvør í sina ætt.