IMG 1016 Medium

Dánjal Jákup, Løkke og Àsfinn

Í fjølmiðlaheiminum og í ítróttarheiminum er hetta mangan at hoyra: Hann ella hon hevur skrivað søgu. Hetta kom í hugan á mær í morgun, nú vit í Sáttarenni vóru á fjalli saman við forsætisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen. Ikki tí - Løkke, sum vit vanliga kalla hann - hevur so mangan verið á fjalli hjá okkum fyrr, men hetta var fyrstu ferð sum forsætisráðharri. Hvør skrivaði so søgu í dag? Var tað Løkke, Sáttarenni - ella bæði tvey? Líkamikið við søguskrivingini - men vit kunnu bara staðfesta, at hetta er fyrstu ferð, at nakar forsætisráðharri hevur verið á fjalli í Føroyum. At tað so var her hjá okkum, eru vit - rætt skal vera rætt  - ikki so lítið errin av. Annars merkti fjallfólkið eisini, at hetta var nakað serligt, tí vaktarhald var við rættina alla tíðina. Í dag var Løkkefamiljan væl mannað. Sólrun er altíð við, og so vóru synirnir Bergur og Símun (við damu) eisini. Løkke og Sólrun eiga tveir gyllin í Sáttarenni og skera fimm/seks seyðir um árið. Hann sigur, at honum dámar stak væl tað feska føroyska kjøtið, men leggur minni í tað ræsta og tað turra. Løkke var við Gjógv fyri fyrstu ferð í 1989, og siðani tá hava túrarnir í Hoygarðin verið mangir. Hann sigur seg vera serliga hugtiknan av gjónni og ánni. Gjógvin er tann sama, men nú hevur hann lagt til merkis, at teir eyðkendu træbátarnir á Lítlafløtti eru skiftir út við plastflakum.

----

Lat okkum bara eisini taka tann skemtandi vinkulin av fjalldegnum: Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti, plagar av og á at vera ein partur av fjallskipan okkara - og tað var hann eisini í dag. Okkara millum kalla vit hann ofta Forsetan, og á rættini helt ein fjallmaður fyri: "Hetta má vera ein søguligur dagur. Tveir forsetar á fjalli í Sáttarenni."  Løkke var við í skemtinum, og teir báðir stillaðu seg fegnir upp til eina felags forsetamynd.

IMG 1011 Medium

Lars Løkke Rasmussen, forsætismálaráðharri, og Petur Elias Petersen, forsæti.

Kategori: Gjáartíðindi

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna