Símun er fastur fúsur í Gjónni

Hetta var ein av teimum dimmu døgunum. Mjørkin lá oman á Barmsbrekku, og tað var illturt. Hann andi eystaneftir, og seinnapartin slapp hann inn um Kall. Væl av fólki møtti upp, og dagurin eydnaðist heilt væl. Nógv kom burturúr. Lítið órudd rekst í bygdini, so tær flestu kreftirnar fóru til hamping og fríðking. Trappurnar í Gjónni fingu ein umgang við brandslanguni. Rundan um Bygdarhúsið, Niðri í Túni og á Niðaru Brúgv vóru eisini vatnslangur havdar á lofti. Handverkararnir - teir, ið dugdu at brúka hendurnar - evnaðu nakrar fínar benkur úr SEV-pelunum, ið lógu Heimi á Rættini. Benkurnir eru settir upp ymsastaðni á uppdyrkingarvegunum innangarðs.

Eitt valalið tók sær av Minnisvarðaøkinum. Trøini vaksa mestsum hálvvill har, so sagin mátti koma upp í leikin. - Áin, gøtan út á Nasa og fjøran blivu eisini ruddað væl og virðiliga, so samanumtikið er bara at siga, at tann bøtandi hondin sæst aftur bæði eina- og aðrastaðni innangarðs. Á tí matliga økinum skortaði ikki nakað. Morgunmatur kl 10, og ein drekkamuður fekst allan dagin. Klokkan 17 kom Gjáargaður við einum frálíkum døgurða, so tað stóð bara til ein og hvønn "at leggja í vaðið".

Av øðrum virksemi í bygdini hendan dagin kann nevnast, at Jákupsstova fekk nýggj vindeygu

   

 

  

  

  

  

  

  

  

  

 

 

Kategori: Gjáartíðindi

Leita á síðuni

Stuðlar

Hesi hava stuðlað staðanavnasavninum:

og Gjáar kommuna