- 01 novembur 2022
Tað er altíð hugnaligt at støkka inn á gólvið í skúlanum, tá ið val er. Í so máta var tað einki undantak hesaferð. Hóast lansynningurin físti uttandura við onkrum skúrum, so ávirkaði hann ikki fjálgan í skúlastovuni. Friðrika sat og títtaði við stokkunum, Gunnvá stákaðist við einum drekkamunni, so tann vitjandi kom í tí røttu løtuni og smakkaði hennara nýbakaðu formakaku, og Símun sat so hábærsligur við pultin. Hesi sita í valnevndini, og Símun er formaður.
Meðan vit sótu har og prátaðu, kom Nicolina á val, og eisini hon sessaðist til ein kaffimunn, og tað hugnaliga prátið helt fram, men ikki um politikk.
Spenningurin til valið var lítil - mestsum eingin. Tað sæst best her. Bara 19 fólk hava valrætt í bygdini, og tá ið klokkan sló átta, høvdu bert 9 verið á vali (47,4%). Atkvøðurnar fullu soleiðis: Fólkaflokkurin 1 - Sambandsflokkurin 3 - Javnaðarflokkurin 1 - Tjóðveldisflokkurin 3 - og Miðflokkurin 1.
Valnevndin: Símun Niclasen, Friðrika Kristiansen og Gunnvá Róðá.
Símun, formaður í valnevndini
Friðrika, valnevndarlimur
Gunnvá, valnevndarlimur
Nicolina, veljari