302ar27. februar 2007 fylti Karl Jacob 102 ár. Hann er á Ellisheiminum í Runavík, og heimið skipaði - soleiðis sum tað altíð ger føðingardagar - fyri føðingardagshaldi fyri búfólkunum. Hæddarpunktið á hesum haldinum var uttan iva tað, at tveir 100 ára gamlir menn komu í føðingardag hjá tí 102 ára gamla. 100 ára gamli Jacob Heimi í Stovu, á Glyvrum, og 100 ára gamli Andreas í Tarti, úr Oyndarfirði, ið báðir eru á sama heimi, settu soleiðis ein serligan dám á 102 ára dagin. Felags ( og sjáldsamt) fyri hesar tríggjar oldingar er m.a. tað: teir búgva allir undir sama taki - teir hava sítt fulla skil - teir hava allir verið sjómenn - teir eru 302 ár tilsamans - teir verða 101 ár í miðal, liva teir nakrar dagar aftrat. Leggast kann aftrat, at tað gjørdu teir.

 á myndini frá vinstru : Jacob Hansen, Karl Jacob og Andreas

Kategori: Gjáartíðindi

Leita á síðuni